Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 177 - 15. september 2000 Nr. 177 - 15. september 2000 gult cyan magenta svart Fiskavirkisskipanin § 1. Fiskavirkisskipanin ver›ur í hesi kunnger› n‡tt sum hugtak fyri ta skipan, sum fevnir um rættindi og skyldur hjá teimum fiskavirkjum og persónum, sum koma undir treytirnar í hesi kunnger›. Fiskavirki § 2. Tey fiskavirki, i› lúka treyt- irnar í nr. 1-4 ni›anfyri, eru fevnd av hesi kunnger›. Tey skulu: 1. Stø›ugt fáast vi› tilvirking av fiski ella fiskaúrdráttum, sí stk. 4-5 , 2. hava løggilding ella samsvar- andi gó›kenning frá Heilsu- frø›iligu Starvsstovuni til til- virking av fiski, 3. hava uppl‡st Arbei›sloysis- skipanini ætla› tal av starvs- fólkum, kn‡tt at fiskavirkis- skipanini. Uppl‡sta tali› av starvsfólkum skal ikki vera hægri enn samsvarandi til- virkingarorkuni hjá virkinum, vanliga framlei›slutí› virk- isins, og 4. hava sent Arbei›sloysisskip- anini skrivliga umsókn um at koma undir fiskavirkisskipan- ina saman vi› skjalprógvum fyri nr. 1 - 3. Stk. 2. Fiskavirki› skal harum- framt fylla út og undirskriva serligt umsóknarbla› frá Arbei›sloysisskipanini. Um- sóknarbla›i› vi› ney›ugum uppl‡singum skal vera Arbei›sloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at fiskavirki› hevur lati› Arbei›sloysisskipanini umsókn, sambært stk. 1, nr. 4. Annars fellur umsóknin burtur. Stk. 3. Fiskavirki› hevur skyldu at bo›a Arbei›sloysisskipanini frá øllum broytingum, sum vi›- víkja ásetingunum í stk. 1. Stk 4. Talan kann vera um fleiri tí›arskei›, fiskavirki› hevur stø›uga tilvirking í einum ári. Hesi tí›arskei› skulu í minsta lagi ætlast at vara 6 mána›ir innan næsta 12 mána›a skei›i›, og hvørt tí›arskei› skal ætlast at vara longur enn 2 mána›ir. Stk. 5. Fiskavirki, i› eftir ætlan bert tilvirkar fisk ávísar dagar í vikuni, er ikki fevnt av hesi kunnger› tann part av vikuni, tá ongin tilvirking er. Stk. 6. Arbei›sloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevndari í stk. 2. Arbei›sleysur á fiskavirki § 3. Arbei›sleysur á fiskavirki er tann, sum: 1. Hevur setanarligt tilkn‡ti til fiskavirki, sum l‡kur treytirnar í § 2, 2. vegna tí›arbundnan ste›g á fiskavirkinum ver›ur sendur heim. Tí›arbundin ste›gur er í hesi kunnger› at skilja sum ste›gur, i› er íkomin vegna tørvandi feska rávøru ella a›rar líknandi umstø›ur, sí tó § 2 stk. 4 - 5, umframt ste›gur á fiskavirkinum av ø›rum orsøkum, har vi›komandi ver›ur sendur heim í í mesta lagi tvær vikur, og 3. ikki heldur frí frá arbei›num. Stk 2. Persónur, sum: 1. Er í útbúgving í normal- arbei›stí›ini, 2. er sjálvstø›ugur vinnurek- andi sambært kunnger› um arbei›sloysistrygging fyri sjálvstø›ug vinnurekandi, 3. hevur setanarligt tilkn‡ti til a›rar arbei›sgevarar meira enn 10 tímar um vikuna, 4. fær arbei›sloysisstu›ul annars, ella 5. kemur undir ásetingarnar í § 6, stk. 3 og 4 ver›ur ikki mettur sum arbei›s- leysur á fiskavirki. Stk. 3. Hjá persóni, sum sam- bært avtalu vi› fiskavirki› ikki arbei›ir fulla tí›, ver›a tímarnir nevndir í stk. 2, nr. 3 ásettir lutfalsliga hægri. Fyri arbei›s- leys á fiskavirki, i› kemur undir treytirnar í § 2, stk. 5, ver›a tím- arnir nevndir í stk. 2, nr. 3 somu- lei›is ásettir lutfalsliga hægri. Rætt til útgjald og útrokningargrundarlag § 4. Arbei›sleysur á fiskavirki hevur rætt til arbei›sloysisstu›- ul, tá vi›komandi: 1. Hevur lati› Arbei›sloysis- skipanini skrivliga umsókn, 2. l‡kur ásetingarnar í § 3, 3. er fyltur 16 ár, men ikki 67 ár, 4. hevur bústa› í Føroyum, og 5. er tøkur til arbei›i fyri fiska- virki›. Stk. 2. Harumframt skal tann arbei›sleysi geva Arbei›sloys- isskipanini tær uppl‡singar, sum Arbei›sloysisskipanin met- ir ney›ugar fyri at veita ar- bei›sloysisstu›ul. Hesar upp- l‡singar skulu gevast á serlig- um umsóknarbla›, sum Ar- bei›sloysisskipanin fl‡ggjar tí arbei›sleysa. Stk. 3. Arbei›sloysisstu›ulin ver›ur útgoldin frá tí degi, tann arbei›sleysi letur Arbei›sloys- isskipanini umsókn um arbei›s- loysisstu›ul sambært stk. 1 og uppl‡singar sambært stk. 2, tó treyta› av, at a›rar reglur í løg- tingslóg um arbei›sloysistrygg- ing og arbei›sávísing ella kunn- ger›um ikki for›a fyri útgjaldi. Arbei›sloysisskipanin kann loyva eini 14 daga freist til tann arbei›sleysa at útvega uppl‡s- ingar sambært stk. 2. Um tann arbei›sleysi ikki innan freistina hevur givi› Arbei›sloysisskip- anini ásettu uppl‡singarnar, fellur umsóknin um arbei›sloys- isstu›ul sambært stk. 1 burtur. Stk. 4. Útrokningargrundarlagi› fyri arbei›sleys á fiskavirkjum er sambært §§ 15 og 16 í løg- tingslóg um arbei›sloysistrygg- ing og arbei›sávísing. Stk. 5. Arbei›sloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevndari í stk. 3. § 5. Arbei›sloysisstu›ul ver›ur rokna›ur eina fer› um vikuna frá og vi› 9. arbei›sloysistíma. Stk. 2. Fyri arbei›sleys, sum sambært avtalu vi› fiskavirki› ikki arbei›a fulla tí›, ver›ur arbei›sloysisstu›ul rokna›ur vi› einum lutfalsliga lægri tíma- tali. Fyri arbei›sleys á fiskavirki, i› kemur undir treytirnar í § 2, stk. 5, ver›ur arbei›sloysis- stu›ulin somulei›is rokna›ur vi› einum lutfalsliga lægri tímatali. Onnur inntøka § 6. Arbei›sloysisstu›ulin ver›- ur skerdur eftir stk. 2 vi› ø›rum A-inntøkum - írokna› frítí›arløn, undantiki› arbei›sloysisstu›lin- um og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu, sam- bært § 8 í løgtingslóg um ar- bei›sloysistrygging og arbei›s- ávísing, sum tann arbei›sleysi vinnur í vikuni, hann fær ar- bei›sloysisstu›ul. Stk. 2. Tann parturin av vunnu A-inntøkuni sambært stk. 1, sum er oman fyri eina vanliga vikuløn sambært ásetingunum í § 16, stk. 3 í løgtingslóg um ar- bei›sloysistrygging og arbei›s- ávísing, ver›ur umrokna›ur til tímar, sum arbei›sloysisstu›ul ikki ver›ur goldin fyri. Tímarnir ver›a rokna›ir sum vunna A- inntøkan í vikuni, b‡tt vi› eini upphædd, sum ver›ur rokna› solei›is: Hægsti dagligi ar- bei›sloysisstu›ul sambært § 16, stk. 2 í løgtingslóg um arbei›s- loysistrygging og arbei›sávís- ing b‡tt vi› 8, falda› vi› 1,15. Stk. 3. Um tann arbei›sleysi í 8 vikur á ra› hevur vunni› A-inn- tøku frá ø›rum arbei›sgevarum enn frá fiskavirkinum, vi›kom- andi hevur tilkn‡ti til, og ar- beidda tí›arskei›i› fyri hvørja viku sær er meira enn 10 tímar, ver›ur vi›komandi ikki rokna›- ur sum arbei›sleysur á fiska- virkinum meira og fær ongan arbei›sloysisstu›ul eftir hesi kunnger›, uttan vi› at lata inn n‡ggja umsókn um arbei›sloys- isstu›ul sambært § 4. Stk. 4. Um tann arbei›sleysi í 8 vikur á ra› ikki hevur havt ar- bei›stímar á tí fiskavirki, vi›- komandi hevur tilkn‡ti til, ver›ur vi›komandi ikki rokna›ur sum arbei›sleysur á fiskavirkinum meira og fær ongan arbei›s- loysisstu›ul eftir hesi kunnger›, uttan vi› at lata inn n‡ggja um- sókn um arbei›sloysisstu›ul sambært § 4. Stk. 5. Fyri arbei›sleys, sum sambært avtalu vi› fiskavirki› ikki arbei›a fulla tí›, ver›a ásetingarnar í stk. 3 rokna›ar vi› einum lutfalsliga hægri tímatali. Fyri arbei›sleys á fiskavirki, i› kemur undir treytir- nar í § 2, stk. 5, ver›a áseting- arnar í stk. 3 somulei›is rokna›ar vi› einum lutfalsliga hægri tímatali. Avgrei›sla av útgjaldi § 7. Arbei›sloysisstu›ulin ver›- ur útgoldin eftir hvørt útgjalds- skei›, ásett av Arbei›sloysis- skipanini. Eitt útgjaldsskei› fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar. Stk. 2. Arbei›sloysisstu›ulin ver›ur, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A- inntøkum, ávístur tí arbei›s- leysa eftir hvørt útgjaldsskei›, vi› tí freist, Arbei›sloysisskip- anin hevur fyri ney›ini til at avgrei›a útgjaldi›. § 8. Á›renn arbei›sloysisstu›- ulin ver›ur útgoldin, skal tann arbei›sleysi lata inn FV-kort til Arbei›sloysisskipanina fyri ta› útgjaldsskei›, sum vi›víkur arbei›sloysisstu›linum. Stk. 2. FV-korti› skal latast inn sambært teirri freist og á tí sta›i, sum ásett eru av Arbei›s- loysisskipanini. Um FV-korti› ikki ver›ur lati› inn rættstundis, missir tann arbei›sleysi ar- bei›sloysisstu›ulin ta› tal av útgjaldsdøgum, sum FV-korti› er lati› inn ov tí›liga ella ov seint, í tí útgjaldsskei›num, FV- korti› vi›víkur. Stk. 3. Á FV-kortinum skal tann arbei›sleysi, eftir nærri áset- ingum frá Arbei›sloysisskipan- ini, geva uppl‡singar, sum Arbei›sloysisskipanin metir eru ney›ugar fyri at gjalda út ar- bei›sloysisstu›ulin, heruppií uppl‡singar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjalds- skei›num. Stk. 4. Tann arbei›sleysi skal venda sær til fiskavirki› ella anna› sta›, sum ver›ur ávíst av Arbei›sloysisskipanini, fyri at útvega sær FV-kort. Stk. 5. Um Arbei›sloysisskipan- in ella fiskavirki› hava forprent- a› uppl‡singar á FV-korti›, t.d. navn og bústa› hjá tí arbei›s- leysa ella uppl‡singar um ar- bei›stímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskei›num, hevur tann arbei›sleysi skyldu at gera vart vi› møguligar skeivleikar í hesum uppl‡singum. Stk. 6. Arbei›sloysisskipanin kann krevja, at rættleikin í uppl‡singunum á FV-kortinum skal váttast av tí ella teimum arbei›sgevarum, sum tann arbei›sleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskei›num. Stk. 7. Um tann arbei›sleysi heldur frí ella av a›rari orsøk ikki er tøkur til arbei›i fyri fiska- virki›, sí § 4 stk. 1, nr. 5, skal tann arbei›sleysi skrivliga bo›a frá hesum á FV-kortinum. Í tílíkum førum kann víkjast frá treytunum í stk. 2 um innan hvørja freist, FV-korti› skal latast inn. Stk. 8. Arbei›sloysisskipanin kann í serligum førum geva loyvi til, at onnur skrivlig frá- bo›an ver›ur n‡tt í sta›in fyri FV-korti›. § 9. Arbei›sloysisskipanin kann áleggja fiskavirkinum at geva uppl‡singar á FV-kortinum eftir nærri ásetingum frá Arbei›s- loysisskipanini, og sum Arbei›sloysisskipanin metir eru ney›ugar fyri at gjalda út arbei›sloysisstu›ulin. Reglur annars § 10. Henda kunnger› fær gildi frá 25. september 2000. Kunnger› um útgjald v.m. av arbei›sloysisstu›li til arbei›sleys á fiskavirkjum Vi› heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbei›sloysistrygging og arbei›sávísing, § 16, stk. 4 og 5 og § 20, hevur st‡ri› fyri Arbei›sloysisskipanina fyrisett: St‡ri› fyri Arbei›sloysisskipanina, 24. august 2000 Karin Kjølbro (sign.) forma›ur /Elisabeth O. Gaardbo (sign.) ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stu›ul til arbei›sleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbei›sleysum at fáa arbei›i og at umsita arbei›sávísing fyri føroyska arbei›smarkna›in. Á ALS starvast í løtuni 22 fólk. Virksemi› hjá ALS er í høvu›sheitum lógarásett. Ovastu lei›sluna hevur st‡ri› fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbei›sgevara- og løntakarafeløgunum á arbei›smarkna›inum - ver›ur valt av Føroya Landsst‡ri. ALS Arbei›sloysisskipanin P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn Tel 349550 • Fax 349551 teldupostur: als@als.fo EDVARD JOENSEN Viðareiði: Hampiliga væl av fólki hevur vitjað Hotel Norð í summar. Tó mest fólk, sum komin eru fram- við og hava stokkið inn á gólvið at fáa sær ein bita. Gistingarnar kundu væl verið fleiri. Tað skal nógv arbeiði til at fáa eitt hotel í útjaðar- anum í Føroyum at bera til, sigur Elisabeth Nybo, sum í summar hevur leigað og rikið Hotel Norð á Viðar- eiði. - Um ein ikki hevur hjart- að við og arbeiðir einar 18 tímar um samdøgurði, ber tað ikki til, eru hennara royndir frá fyrsta summar- inum, hon hevur rikið hotel. Hampiligt summar á Hotel Norð Summarið royndist hampiligt á Hotel Norð á Viðareiði, hóast gistingarnar væl kundu verið fleiri Hóast tað bara eru 20 minuttir at sigla úr Klaksvík í Kalsoynna, sum liggur mitt í landinum, er Kalsoyggin at rokna sum útoyggj, tí ferðasambandið ikki er nóg gott Mynd: Edvard Joensen Hinvegin ásannar hon, at marknaðarføringin hevur heldur ikki verið so góð, sum ynskiligt átti at verið. Hon kom seint upp í hetta, sigur hon, og flestu lýsing- arbóklingar og tílíkt vóru longu farin á marknaðin. Men tað ætlar hon at bøta um til komandi ár, um hon heldur fram, væl at merkja. Og ikki hevur hon heilt mist hugin kortini, sigur hon, uttan tó at siga heilt greitt, at hon fer undir at reka hotellið eitt ár aftrat. Tað, hotellið hevur livað av í summar, eru einstak- lingar og bólkar, sum eru komin at fáa sær ein bita ella skipa fyri ymsum tiltøk- um. Sjálv byrjaði hon summarið við eini mótasýn- ing í vár, har høvið eisini var at fáa ein bita, umframt at dansað varð út á náttina. Slíkum tiltøkum hevur hon hug at skipa fyri eisini í heyst og vetur, sigur hon. Eitt nú fer hon at skipa fyri jólaborðhaldum, tá tann tíð kemur. Elisabeth Nybo sigur, at jólaborðhaldini á Hotel Norð fara at verða rímiliga tíðliga í ár. Um mánaðarskiftið november- december. Trý verða tey í alt, sigur hon. Eisini eru onnur tiltøk, sum hildin verða á hotellin- um. Brúdleyp sjálvandi og kanska onkur føðingardag- ur. Sum konkret dømi nevn- ir hon, at Klaksvíkar Ítrótt- arfelag hevur bílagt hotellið til eitthvørt tiltak fyri leik- arum, tá landskappingarnar eru endaðar. Og soleiðis eru møguleikarnir fleiri. Eisini ber til bara at biða um mat av hotellinum. Elisabeth Nybo er útbúgvin kokkur, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið ein búff soleiðis av og á. Tað er bara at siga frá, nær og hvussu nógv koma, so kann tað gerast, sigur hon. Skeiðvirksemi er eisini eitt, hon ætlar at satsa upp á, nú hotellið ikki er opið dagliga í vetur. Sengurnar standa kortini har, og hølini eru til taks. Bæði til størri skeið og til eini tvey smærri. Gistingarmøguleikar eru fyri 30 fólkum. Og skuldi staðið á, verða summarhús leigað á Viðareiði, soleiðis at øll sleppa undir tak, sigur Elisabeth Nybo. Hóast hotellið er stongt, er tað ikki meira lukkað enn so, at opið er eftir avtalu. Er onkur, sum fegin vil gista eitt vikuskifti, ella bara eina nátt, á Hotel Norð, er bara at ringja til hotellið. Um- stilling er til fartelefonina hjá vertinum, um eingin er á sjálvum hotellinum ta løt- una, ringt verður. Umframt er kiosk á ho- tellinum, har tað um viku- skiftini ber til at keypa grill- mat. Tað vil siga fríggja- kvøld og leygarkvøld. Grillmaturin, sum biðið verður um í kioskini, verður so gjørdur í køkinum á ho- tellinum. Gistingarnar hava, sum sagt, verið ov fáar á Hotel Norð í summar. Elisabeth Nybo sigur, at tey flestu, sum gist hava, hava verið norðmenn. At so er, grundar hon á, at hon luttók í eini norskari sjónvarpssending, sum eis- ini varð víst í SvF fyrr í ár, har hon borðreiddi við lunda. Tað er eingin ivi um, heldur hon, at tann reklam- an, hendan sjónvarpssend- ingin hevur gjørt í Noreg, hevur fingið norðmenninar at biða um at sleppa á Hotel Norð, tá tey eru komin til Føroya í summar. »Og tey vildu øll smakka lunda«, leggur Elisabeth Nybo, leiðari á Hotel Norð á viðareiði, aftrat. EDVARD JOENSEN Klaksvík: Fólk á útoyggj hava somu ynski og sama lívstørv, sum øll onnur fólk í landinum. Tey vilja eisini hava frítíðarmøguleikar og eitt heilsuverk, sum er at líta á. Fyri ikki at tala um sam- ferðslumøguleikar, sum nógvastaðni eru út av lagi vánaligir, sum er. Tað er greið tala, Útoyggja- nevndin hevur hoyrt, tá hon hevur vitjað á smáplássunum, sigur Olga Biskopstø, sam- skipari hjá Útoyggjanevnd- ini. Vit sita á skrivstovu henn- ara í Klaksvík og tosa um virksemið hjá nevndini. Nevndin hevur nýliga verið í Kallsoynni og tosað við bygdarráðini har, og tað er heilt greitt, hvat fólk á út- oyggjunum ynskja. Tey vilja hava somu møguleikar, sum fólk í miðstaðarøkinum. Fólk vilja hava, at pengar verða brúktir upp á at gera tað liviligt, - og tá meina tey liviligt - á smáplássunum. Cost-benefit hugburðurin má sleppast, og menniskja setast í staðin. Vit noyðast at ásanna, at tað pengar skulu til, um vit vilja hava fólk at búgva á útoyggjunum. Tey eiga í mest møguleigan at hava teir somu møguleikarnar, sum fólk í miðstaðarøkinum hava. Fót- bóltsvallir, ítróttarhallir, svimjihyljar, kvøldskúlar, læknar og alt hitt. Jú, pengar skulu til. Men tað føroyska samfelagið varðveitir sítt fjølbroytni og virði, sum er neyðugt fyri at hava eitt vælvirkandi sam- felag sum heild, sigur Olga Biskopstø. Um politiskur vilji ikki er at gera tað neyðuga, verða útoyggjarnar avtoftaðar, og so hava vit bara nakrar spøk- ilsisoyggjar liggjandi eftir. So er at siga tað við reinum orð- um, so fólk vita tað og ikki ganga við følskum vónum til tóm lyfti. Hetta við, at tað skal gerast so ella so fyri at fáa sum best burtur úr ullini, er í lagi sum so. Og sjálvandi vilja fólk á útoyggj eisini finna eina loysn, sum ger, at tað slepst virðiliga av við ullina, sum tey nú einaferð hava. Men tey hava eisini ásannað, at ull er ikki nakað, útoyggjarnar kunnu liva av. Tað er eisini útoyggjafólki- fólki greitt, at tað er trupult at seta stór virki á stovn á útoyggjunum. Hinvegin eig- ur at bera til at fáa í lag sam- starv við virki, har til dømis partframleiðsla kann vera á smáplássunum, soleiðis at lutir til ymiskt, sum framleitt verður á øðrum støðum, kunnu gerast á smáum virkj- um. Skipanir við undirleve- randørum eru ikki heilt ó- kendar aðrastaðni. Og ein sonevnd »nichuproduktión« kundi væl borið til á eini út- oyggj. Men tann heilt stóri, aftur- vendandi trupulleikin hjá fólki, sum býr á útoyggj, er tað vánaliga ferðasambandið. Allastaðni verður vent aftur til, at tað er ov lítið bara at sleppa ein túr av oynni um morgunin, og so ein heim- aftur um kvøldið. Samskip- anin við aðrar rutur er mang- an tung og torfør, og illa gongur hjá fólki aðrastaðni frá at sleppa út til útjaðaran og heim aftur sama dag, um til dømis eitthvørt arbeiði er at gera. Tað kann vera onkur um- væling á einum ljósmotori úti í Fugloy, sum krevur ein servicemann úr Havn. Hóast arbeiðið kanska kann gerast upp á eina lítla løtu, kann verða neyðugt at seta tveir dagar av til tað, tí ferðasam- bandið ikki er soleiðis, at tað slepst aftur sama dag. Eitt annað dømi, Olga Biskopstø, samskipari hjá Útoyggjanevndini nevnir, eru næmingar úr Kallsoynni, sum ganga í framhaldsskúla í Klaksvík. Hóast teinurin millum Klaksvík og Syðradal er stuttur - 20 minuttir eru at sigla - mugu tey fara heiman klokkan seks á morgni og eru ikki heima aftur fyrr enn klokkan seks á kvøldi, hóast skúlin er liðugur um miðjan seinnapartin. Sluppu tey heim beinanveg, tey fingu frí úr skúlanum, var einki fyri at búgva í Kallsoynni Hinvegin er vandi fyri, at foreldrini ikki vilja hava, at børnini ganga »fyri vág og vind«. - Hvat verður so gjørt? spyr Olga Biskopstø og svarar sjálv beinanveg. - Jú, foreldrini flyta til støru plássini fyri at vera har, børn- ini eru. So er oyggin bein- anveg avtoftað. Og tað er ikki órealistiskt at hugsa og siga so, sigur hon, tí tað eru veruliga nógv dømi um, at soleiðis hevur tað gingið. Taka vit eitt nú Kallsoynna sum dømi, síggja vit í dag, at tað hevði borið væl til at havt eina livandi oyggj, um sam- ferðslan var góð. Kallsoyggin liggur jú mitt í landinum, og allir møgu- leikar fyri eini góðari framtíð eru sum so til staðar. Væl av ungum fólki er, og tey hava hampiligar møguleikar til frítíðarítriv í Mikladali til dømis. Men har, sum so manga staðni, ynskja fólk eisini, at eitt nú heilsuverkið var betri. Fólk ynskja sær til dømis ein økislækna, sum kann taka sær av smápláss- unum burturav. Men eru ferðamøguleik- arnir ikki til staðar, er einki at gera kortini. Fyrsta treyt fyri lívi á smáplássunum er, at tað ber til at koma til og frá. Og ynskja politikararnir ikki at brúka pengar upp á smáplássini, skulu teir bara siga tað, so er støðan greið. Mugu hugsa um annað enn ull Skal lív verða útoyggjunum lagað, er neyðugt at hugsa øðrvísi, enn vit vanliga gera. Vit eiga ikki bara at hugsa um ull og vinnufyritøkur, men um lívsvirði sum heild Tað hevur gingið hampuligt hjá Hotel Norð á Viðareiði í summar, men gistingarnar hava verið ov fáar Mynd: Edvard Joensen