fríggjadagur 15. september 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rækjuskipini fáa betri sølumøguleikar
Stefan í Skorini
Avtalan, sum Danmark hev-
ur gjørt, fevnir eisini um
Grønland og Føroyar. Ta ›
hevur vi› sær, at føroyskir
rækjuútflytarar hava betri
møguleikar at selja rækjur á
heimsmarkna›inum. Hetta
letur hur›ar upp, sum á›ur
bara hava sta›i› á glopp. Tó
eru ikki bara fyrimunir vi›
hesi avtaluni.
Rækjuskipini
fegnast
Jákup Egholm Hansen, for-
ma›ur í felagnum Rækju-
skip, er sjálvandi fegin um
avtaluna, tí hetta økir um
keypiorkuna av rækjum og
økir samstundis um sølu-
møguleikarnar.
Jákup Egholm Hansen
sigur, at Føroyar hava stórar
avmarkingar á ES-markn-
a›inum, og tí er ta› ein fyri-
munur,
at
markna›urin
veksur.
Sølan av rækjum til Kina
er á›ur farin solei›is fram,
at rækjurnar eru seldar til
Kina uttan toll, men so hava
kinesisku keypararnir tiki›
sær av at gjalda tollin. Nú tá
tollurin minkar munandi, so
ver›a møguleikarnir at selja
til Kina betra›ir.
Jákup Egholm Hansen
sigur, at sølan til Kina hevur
veri› í bylgjum. Onkuntí›
hevur veri› nógv selt og
minni a›rar tí›ir. Avtalan
kann hava vi› sær, at tann
nøgdin, sum ver›ur seld til
Kina, gerst meira stø›ug.
Føroyar kunnu bara út-
flyta 2000 tons av rækjum
til ES-markna›in, á›renn
tollur ver›ur lagdur á, og
hetta avmarkar menningina
í rækjuídna›inum í Føroy-
um.
- Sum nú er hava vit stórar
avmarkingar á ES-markn-
a›inum, og henda n‡ggja
avtalan kann økja um møgu-
leikarnar hjá rækjuskipun-
um at sleppa av vi› rækjur-
nar fyri ein gó›an prís, sigur
Jákup Egholm Hansen.
Ísland hevur ígjøgnum
EBS-avtaluna fingi› næstan
fría atgongd til ES-markn-
a›in, me›an Føroyar enn
hava eitt loft á innflutning-
inum.
Ein avtala er fingin í lag
millum Føroyar og ES um
laks, men ein avtala um
rækjur liggur enn á láni.
Fundur ver›ur væntandi í
heyst millum Føroyar og ES
um rækjulofti›.
Jákup Egholm Hansen
heldur eina av orsøkunum
til, at ein avtala er fingin í
lag er, at Kina fegi› vil
sleppa uppí WTO, heims-
handilsfelagsskapin.
Ein av treytunum er, at
tollurin á ávísum vørum
skal
minka.
Kinesisku
myndugleikarnir hava sí›-
ani kanna›,
hvør tollur
ver›ur lagdur á teirra vørur
og hava gingi› vi› til at
lækka rækjutollin.
Ringt at spáa
Hans Jóhannes á Brúgv,
stjóri á Fiskasøluni, heldur
ta› ver›a naka› tí›liga at
meta um, hvørja ávirkan
henda avtala fer at hava, tí
hon hevur bara veri› gald-
andi sí›an 1. september í ár.
Tískil hevur eingin koll-
velting veri› enn, men hann
metir, at hon kann økja
munandi um nøgdina, sum
seld ver›ur til Kina. Enn
hevur Fiskasølan tó ikki selt
naka› til Kina, sí›an avtalan
kom í gildi.
Hans Jóhannes á Brúgv
sigur, at vanliga hava rækjur
bara veri› seldar til Kina um
heysti› og um veturin, men
nú er møguleiki fyri, at hes-
in handil kann vera alt ári›.
Ein fyrimunur liggur eis-
ini í, at ein partur av rækju-
num, sum annars høvdu ver-
i› sendar á evropeiska
markna›in, nú fara eystur-
eftir ísta›in. Hetta kann
minka um tr‡sti› á evrope-
iska markna›in, og prísuin
ver›ur stø›ugari. Her ver›-
ur serliga hugsa› um grøn-
lendsku vei›una.
Kinesarar keypa mest tær
smáu rækjurnar, sum tey
føroysku skipini fáa heilt fitt
av. Hetta økir um sølu-
møguleikarnar hjá føroysku
skipunum, av tí at ein stórur
partur av vei›uni er smáar
rækjur.
Hans Jóhannes á Brúgv
leggur tó dent á, at ta› er
sera torført at meta um,
hvørjar broytingar fara at
standast av n‡ggju avtaluni.
Fiskasølan umbo›ar í løt-
uni 70 prosent av føroyska
útflutninginum av rækjum.
Torførari hjá
rækjuvirkinum
Einasta rækjuvirki› í landi-
num er ta› á Oyri, men virk-
i› fær ongan beinlei›is fyri-
mun av avtaluni. Øll teirra
framlei›sla fer til evrope-
iska
markna›in,
harav
helvtin til England, men
einki fer til Kina.
Hinvegin merkir hetta, at
rækjuvirki› fær størri kapp-
ing um rávøruna frá kines-
iskum keyparum. Útbo›i› á
føroyska
markna›inum
kann tískil minka.
Sofus Poulsen, stjóri á
rækjuvirkinum,
heldur tó
ikki, at talan er um ein bein-
lei›is vansa,
men hann
ásannar samstundis, at størri
kapping ver›ur um tær
størru
ídna›arrækjurnar,
sum virki› mest keypir frá
før≠oyskum bátum.
Danska stjórnin hevur saman vi› ø›rum londum gjørt eina n‡ggja tollavtalu vi› Kina, sum hevur vi› sær, at tollurin á
rækjum fer úr 70 ni›ur í 30 prosent
Rækjuskipini fáa nú betri sølumøguleikar, vi› ta› at tollurin á rækjur til Kina minkar munandi. Rækjuvirki› fær hinvegin størri
kapping um rávøruna
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 177 - 15. september 2000
Nr. 177 - 15. september 2000
ÁKI BERTHOLDSEN
Tann høgi oljuprísurin er
blivin ein álvarsligur trup-
ulleiki hjá føroysku fiski-
vinnuni. Trupulleikin er so
álvarsligur, at reiðararnir nú
umhugsa at biðja lands-
kassan um hjálp.
Jákup Sólstein, formaður
í Reiðarafelagnum, sigur, at
teir eru farnir at viðgerða
spurningin um at biðja um
hjálp úr landskassanum.
Málið er ikki endaliga
viðgjørdur enn, men hann
skal nú umrøðast í teimum
ymsu skipabólkunum.
Formaðurin í reiðarafe-
lagnum sigur, at útreiðslur-
nar hjá føroyska fiskiflot-
anum til olju, er meiri enn
tvífaldaður hetta seinasta
árið.
– Útreiðslurnar hjá flot-
anum til olju eru nú blivnar
150 milliónir hægri um árið,
enn tær vóru fyri minni enn
einum ári síðani og hetta er
meiri enn skipini orka at
bera.
– Hetta seinasta árið er
oljuprísurin
hækkaður
150% og tað sigur seg
sjálvt, at tað kemur vinnuni
í álvarsamar trupulleikar.
Hóast tey seinastu árini
hava verið góð, ger hendan
príshækkingin, at ein stórur
partur av yvirskototinum
hjá fleiri skipabólkum verð-
ur etin upp av eyka útreiðsl-
um til olju, og tað tolir vinn-
an ikki. Tilsamans brúka
føroysk skip um 100.000
kubikkmetrar av olju um
árið, so talan er um eina
rættiliga umfatandi út-
reiðslu.
Oljustudning í gildi
aftur
Jákup Sólstein sigur, at
beinleiðis stuðul úr lands-
Stynja undir
okursprísum
–Tað er blivið heilt galið hjá føroyska fiskiflotanum og nú
umhugsa reiðarar aftur at biðja landskassan um studning
kassanum er einasti møgu-
leiki hjá skipunum at fáa
hjálp til oljuna, tí oljuprís-
urin til skipini er framm-
anundan fullkomiliga reins-
aður fyri avgjøld til lands-
kassan og hann er eisini
mvg-fríur.
– Tí ber tað ikki til at
heita á landskassan um at
lækka avgjøld fyri at lætta
um hjá skipunum. Tað er
heldur ongin loysn at
bunkra olju í øðrum lond-
um, tí til skip oljan í Før-
oyum fult so bílig, sum
aðrastaðni.
– Skal nakar møguleiki tí
vera at fáa ein lætta, er
einasti máti at fáa hjálp frá
tí almenna og at fáa stuðul
úr landskassanum til olju,
sigur Jákup Sólstein.
Við tí fyrivarni, at um-
sóknin til landsstýrið um
stuðul, ikki er liðugt við-
gjørd í reiðarafelagnum
enn, sigur Jákup Sólstein,
at fyribils heldur hann, at
einfaldasti mátin er at lands-
stýrið setir oljustudningin í
gildið aftur.
– Skipini fingu oljustudn-
ing fyrr, og lættasti mátin
er at seta hann í gildið aftur,
so at skipini fáa ávísan stuð-
ul úr landskassanum fyri
hvønn litur av olju, tey
brúka.
– Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu nógva olju, tey
ymisku skipini brúka, men
serliga rakar tann høgi olju-
prísurin trolararnar, eitt nú
rækjutrolararnar,
djúp-
vatnstrolararnar og skipini,
sum fiska uppsjóvarfisk,
serliga meint, tí tey brúka
so nógva olju.
– Men ein skipan, har
skipini fáa oljustuðul fyri
liturin er rættast at seta í
verk, tí tá fara tey skipini,
sum brúka mest í olju, eisini
at fáa mest í studningi, sigur
Jákup Sólstein.
Hann veit væl, at stuð-
ulsskipanir eru ímóti po-
litiska rákinum, men hann
heldur kortini, at oljustudn-
ingur eigur at verða settur í
verk.
– Vit eru í eini undan-
taksstøðu, akkurát sum tá ið
oljukreppurnar vóru í sínari
tíð og tá fingu skipini olju-
studning. Og støðan nú er
heilt álvarsom hjá pørtum
av flotanum, sigur formað-
urin í reiðarafelagnum
Útreiðslurnar hjá føroyska fiskiflotanum til olju eru meiri enn tvífaldaður uppá minni
enn eitt ár og støðan er heilt álvarslig hjá einum stórum parti av føroyska
fiskiflotanum. Tí fara reiðarar helst aftur at biðja um studning úr landskassanum
ÁKI BERTHOLDSEN
– Vit siga kortnei til al-
mennan studning. Vit skulu
heldur bløða út enn at vit
vilja hava studning frá tí
almenna.
Bergur Poulsen, stjóri á
Havsbrún er púra avgjørdur,
tá ið vit spyrja hann, um tað
almenna eigur at stuðla
vinnuni fíggjarliga fyri at
byrgja
upp
fyri
teir
himmalhøgu oljuprísunum.
Havsbrún í Fuglafirði er tað
virkið í landinum, sum
brúkar nógv mest av olju.
Havsbrún brúkar um 8.000
tons av olju um árið.
Í mars mánaða í fjør kost-
aði liturin góð 60 oyru fyri
liturin. Men seinast Havs-
brún keypti olju, kostaði
liturin 1,50 fyri liturin.
– Sostatt er oljan góð 80
oyru dýrai fyri liturin nú,
enn hon var síðsta vár. Tað
vil aftur siga, at nú kostar
Vilja heldur bløða út enn at
fáa stuðul úr landskassanum
Stjórin á Havsbrún í Fuglafirði vil
ikki hoyra talan um almennan studn-
ing, hóast tann høgi oljuprísurin
rakar teir sera meint.
oljan meiri enn tvær ferðir
so nógv, sum hon kostaði í
mars í fjør.
Ávirkar
avreiðingarprísin
Bergur Poulsen sigur, at
hetta seinasta árið kemur
Havsbrún
tilsamans
at
brúka næstan seks milliónir
meiri í olju, enn virkið
brúkti undanfarna ár.
– Hetta er sjálvsagt nak-
að, um ávirkar raksturin
sera nógv.
–LPartvís førir tað við sær,
at vit fáa ikki latið skip-
unum tann avreiðingarprís-
in, sum vit annars høvdu
kunnað latið. Men tað førir
eisini við sær, at vinning-
urin hjá virkinum minkar
munandi, tí tað mesta av
meirútreiðslunum
tekur
virkið sjálvt á seg.
– Men stjórin á Havsbrún
sigur, at tað ber heldur ikki
til at lækka avreiðingar-
prísin ov nógv, tí tað er hørð
kapping um rávøruna. Og
lækkar prísurin ov nógv,
hóra skipini ikki undan- og
so fær Havsbrún heldur
onga rávøru. Vit liva av
hvørjum øðrum so talan er
um eina javnvág, har hvør
má laga seg eftir øðrum.
Kortanei til studning
Vit spurdu eisini stjóran á
Havsbrún, um tað kundi
hugsast, at teir fóru at ganga
somu leið sum reiðararnar
og kanska fara at biðja
landskassan um studning
fyri at byrgja upp fyri tí
høga oljuprísinum.
Men Bergur Poulsen er
púra avgjørdur tá ið hann
svarar.
– Kortanei. Vit vilja
hvørki síggja, ella hoyra um
almennan studning til nakað
sum helst. Vit skulu fyrr
bløða út, enn at vit vilja
hava almennan studning, tí
almennur studningur bara
avlagar vinnuna og hann
skal burtur.
Bergur Poulsen sigur, at
almennur studningur førir
bara við sær, at vinnan verð-
ur politiskt og tað svansið
hava vit havt nóg mikið av.
Tað hava vit roynt og tað
skulu vit ongantíð út í aftur.
– Almennur studningur
byggir onki upp. Vit lótu
fiskivinnuni 500 millióniur
í studningi um árið, og hvat
varð úrslitið??. Alt fór í
skeljasor, so lat okkum und-
ir ongum umstøðum taka
tann táttin uppaftur.
Stjórin á Havsbrún sigur,
at so leingi vit kappast á
jøvnum føti við onnur,
skulu vit nokk klára okkum.
– Tað er ikki bara í Føroyum
at oljan er dýr. Tað er hon
eisini alla aðra staðni, so
oljuprísurin í Føroyum er
ikki kappingaravlagandi, tí
her eru ongi avgjøld á olj-
uni, sigur Bergur Poulsen.
– Og eins og oljuprísurin
er hækkaður seinasta árið,
man hann eisini fara at
lækka aftur, tí hann gongur
upp og niður alla tíðina,
leggur stjórin á havsbrún
afturat.
Tann høgi oljuprísurin rakar eisini avreiðingarprísin, tí Havsbrún fær ikki latið skipunum so høgan prís, sum virkið
annars hevði kunnað latið. Men mesta tapið ber Havsbrún sjálvt, so vinningurin hjá virkinum fer at minka munandi