Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 177 - 15. september 2000 Nr. 177 - 15. september 2000 JOHN JOHANNESSEN EYÐUN KLAKSTEIN Føroyar fáa ikki ávirkan og innlit í NATO og tess verju- samgongur, fyrr enn vit hava fingið fullveldi og eru vorðin limir í Partnership for Peace ella líknandi fel- agsskapi undir NATO. Hetta staðfestir løgmaður í sambandi við nógva kjak- ið, sum hevur tikið seg upp, síðani hernaðarliga støða Føroya kom á dagsskránna í sambandi við samráðing- arnar við danir. – Verða vit verðandi í hesi ríkisrættarligu støðuni, hava vit einki at siga í hernaðar- málum, somuleiðis sum vit ikki hava rætt at vita, hvat hernaðarligt virksemi fyri- ferst í Føroyum, sigur løg- maður. Anfinn Kallsberg vísir á, at Føroyar í ríkisfelagsskap- inum eru limir í NATO, tí Danmark er limur. Før- oyska fólkið hevur ikki møguleika at gera av, um tað ynskir hetta ella ikki. – Løgtingið hevur fleiri ferðir seinastu 30 árini sam- tykt, at Føroyar skulu vera uttan fyri NATO. Men hendan avgerð er aldri tikin til eftirtektar, ger løgmaður greitt. Mugu taka støðu Fara Føroyar úr ríkisfelags- skapinum, noyðast føroy- ingar at taka støðu til, hvør verjupolitiska støðan skal vera. Hetta gjørdi landsstýrið sær greitt, áðrenn tað fór at samráðast við donsku stjórnina um føroyskt full- veldi. Umsitingin í lands- stýrinum hevur í sambandi við samráðingarnar arbeitt við trygdarspurninginum, og eitt innanhýsis upprit um trygdarmál og føroyskt full- veldi er gjørt á uttanlands- deildini hjá Løgmansskriv- stovuni. Hetta upprit hevur Sosialurin fingið innlit í. Har verður gjørt greitt, hvørjar møguleikar Føroyar hava í verju- og trygdarmál- um, um fullveldi verður veruleiki, og hvørjar treyt- irnar eru, um Føroyar halda fram í felagsskapi við Dan- mark. Niðurstøðan er, at vit hava lítlan møguleika at gerast fullgildugir limir í NATO – í øllum førum í nærmastu framtíð. Orsøkin til hetta er, at fullur limaskapur í NATO gevur Føroyum eins nógv vald og stórveldunum, tá avgerðir skulu takast. Við fullgildugum limaskapi kunnu Føroyar leggja veto móti týðandi avgerðum, NATO skal taka, og hetta fer NATO neyvan at lata Føroyum upp í hendi. Harafturat er einki for- dømi um, at so lítil tjóð sum Føroyar er vorðin limur í NATO, og tí fer ein møgu- ligur limaskapur hjá Føroy- um at verða fyridømi. Hetta fer eisini at leingja um tíð- ina, áðrenn Føroyar kunnu sleppa uppí. Mest hóskandi loysnin Men hóast føroyingar fáa trupult við at sleppa upp í sjálvan NATO-felagsskapin næstu nógvu árini, eftir at fullveldi er veruleiki, eru aðrir kjansir. Tann mest upplagdi er Partnership for Peace, sum er ein felags- skapur undir NATO. Professor Michael Clarke, sum starvast á Centre for Defence Studies í London, hevur í einum uppriti, sum hann í trúnaði hevur skrivað til føroyska landsstýrið, mett um møgu- leikarnar hjá Føroyum í verjusamanhangi. Hetta uppritið hevur aðalskrivarin í NATO parlamentinum lis- ið og viðmælt. Sosialurin hevur fingið hendur á hes- um skjali. Michael Clarke heldur, at júst Partnership for Peace passar sera væl til føroyska tørvin, tí í felagsskapinum eru ymsir møguleikar fyri hernaðarligum og politisk- um samstarvi. Á flog við NATO Hann heldur, at einar sjálvstøðugar Føroyar høvdu uppfylt treytirnar fyri at sleppa við í hendan fel- agsskapin, og tað bara hevði snúð seg um mánaðir, áðr- enn Føroyar høvdu fingið limaskap. Gerast Føroyar limir í hesum verjufelagsskapi, er neyðugt, at vit eisini lata nakað til felagsskapin. Vit fáa fullveldi frá dønum – eisini tá tað kemur til at fáa innlit og ávirkan. Men sam- stundis verða vit eisini noydd at geva eitt sindur. Hetta merkir, at Vaktar- & Bjargingartænastan, bjargingarfeløg, løgregla, sjúkrahús og aðrir felags- skapir eru við í arbeiðinum hjá verjufelagsskapinum. – Føroyar skulu sjálvsagt taka lut í slíkum arbeiði, og Føroyskt fullveldi skal í verjupolitikki á flog saman við NATO. Landsstýrið metir NATO vera besta møguleikan fyri verjupolitiskum samstarvi Bakgrund: So leingi Føroyar eru í felagsskapi við Danmark, hava vit einki innlit og onga ávirkan á trygdarpolitikkin, sum verður førdur í Føroyum. Landsstýrið sær NATO sum einasta og besta samstarvsfelagan í verjumálum, um Føroyar fáa fullveldi, men Bretland er og verður trygdin hjá Føroyum Verjuvalið Um Føroyar taka fullveldi ella gera nýggjan ríkisrættarligan sáttmála við Danmark, heldur landsstýrið, at møguleikarnir í trygdarpolitikk- inum eru hesir: • Føroyar gera semju við NATO um verju landsins – Partnership for Peace • Føroyar gerast limur í NATO • Sáttmálin við Danmark fevnir eisini um verjumál • Føroyar gera verjusáttmála við Bretland • Føroyar gera verjusáttmála við USA Møguleiki er bæði at vera við í einum felagsskapi og at gera eina verjuavtalu við einstakt land, sjálvt um seinni møguleikin ikki er væl dámdur. Eisini er gjørligt at samantvinna fleirtjóða og tvítjóða samstarv. hetta er longu nakað, vit gera, sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður. Til spurningin, um vit eru noydd at lata frá okkum sjó- og landøki til NATO, vísir løgmaður á, at tað eru vit longu noydd til, men hava onga ávirkan á tað. - Fáa vit fullveldi, fáa vit eisini ávirkan, heldur An- finn Kallsberg. Mugu útbúgva fólk Føroyar skulu uppfylla ávís krøv, gerast vit limir í Part- nership for Peace og skulu samstarva um millum annað verju og bjarging. Hetta staðfestir landsstýr- ið eisini í innanhýsis ar- beiðsskjali sínum. Millum annað verður víst á, at tað kann vera ynskiligt, at ein- stakir yvirmenn í føroysku trygdar- og verjuskipanini fáa ávísa hernaðarliga út- búgving. Útbúgvingina ber til at gera avtalu um at fáa í onkr- um av grannalondunum. Landsstýrið vísir í hesum sambandi á, at Ísland hevur avtalu við Noreg um sjó- verjuútbúgving av yvir- monnum til íslendsku verju- skipini. Í uppritinum, sum Michael Clarke, professari, hevur gjørt, vísir hann á, at tað er neyðugt, at umleið 100 fólk fáa hernaðarliga útbúgving, fyri at tað skal bera til at reka eina hósk- andi og væl virkandi til- búgving. Somuleiðis vísir Michael Clark á, at tað kann gerast neyðugt at menna føroysku løgregluna, um møguleiki er fyri, at fullveldis Føroyar kunnu verða nýttar ólóliga í sambandi umskiping og annað líkandi. Ósagda váttanin Hóast landsstýrið vil hava formelt samstarv um verju- politikkin, og allir møgu- leikar fyri slíkum eru og verða kannaðir, standa Før- oyar ikki á berum, fyri tað um einki samstarv fæst um verjuna. Í innanhýsis uppritinum hjá Løgmansskrivstovnuni verður staðfest, at hvønn Føroyar enn fara at sam- starva við um verju- og trygdarmál, verður tað bretska sjóverjan, sum hev- ur skyldu at verja Føroyar. Føroyar liggja í tí, sum verður roknað sum bretskt umráði, og tí hevur landa- frøðin meira at siga, enn hvat politiski veruleikin nú einaferð er. – Tískil er altíð eitt slag av ósagdari trygdarváttan til staðar, og hetta eiga før- oyskir myndugleikar at verða greiðir um, tá ið mett verður um trygdarvandan, stendur at lesa í uppritinum. Undir seinna heimsbar- daga vóru tað júst bretar, sum komu til Føroya fyri at verja umráðið ímóti týskar- um, og soleiðis verður eisini framyvir. Føroyar liggja so nær Bretlandi, at tað í eini krígsstøðu verður okkara grannaland fyri sunnan, sum skal verja okkum. Í uppritinum sæst aftur, at landsstýrið hevur stórt álit á bretum. Teir verða mettir sum ein møguleiki at gera verjusamstarv við, og um Føroyar høvdu gjørt sam- starv við Bretland, heldur landsstýrið, at tað hevði ver- ið møguleiki fyri, at bretar fóru at lata føroyingar reka Mjørkadalsstøðina. Greiðar útmeldingar Landsstýrið ásannar eisini, at tað er neyðugt, at lands- stýrið meldar greitt út, hvat landsstýrið vil viðvíkjandi trygdarmálum. Víst verður á, at ein greið útmelding frá landsstýrin- um kann vera, at landsstýrið umhugsar at søkja um NATO limaskap beint, sum føroyskt fullveldi er stað- fest, og at fyrsta stig í hesum er, at Føroyar verða limir í Partnership for Peace. Hetta eru kollveltandi út- meldingar samanborið við støðuna, føroyskir myndug- leikar síðani seinna heims- bardaga hava havt til hernaðarmál. Løgtingið hevur fleiri ferðir samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri alt hernaðarligt virksemi. Fyrsta samtyktin er frá 1940, tá løgtingið undir bretsku hersetingini sam- tykti at senda bretska her- valdinum skriv, har víst varð á, at Føroyar ynsktu at halda seg uttan fyri bardag- an. Beint eftir seinna heims- bardaga — í 1950 — var løgtingið ímóti ætlanunum um, at heimaverja varð sett á stovn í Føroyum. Síðani kemur radarstøðin á Sornfelli, og í 1961 mót- mælir løgtingið, at hermenn verða knýttir at Sornfelli og Loranstøðini á Eiði. Eisini mótmælir løgtingið, at her- naðarútgerð verður goymd á føroyskum land- ella sjó- øki. Føroyar eru kortini limir í NATO, av tí at ríkismynd- ugleikin, Danmark, er lim- ur. Trygd í sær sjálvum Í 1969 legði Karsten Hoy- dal úr Tjóðveldisflokkinum fram uppskot fyri tingið um at fáa hetta broytt. Í upp- skoti sínum mælti hann til, at »álagt verður Føroya Landsstýri at krevja av rík- isstýrinum, at Føroyar frá 1970 at rokna ganga úr NATO felagsskapinum« Uppskotið varð ikki sam- tykt, men beint í nevnd. Stórur meiriluti í nevndini kom við nýggjum uppskoti. Hetta uppskotið segði einki beinleiðis um NATO, men tað ynskti tó, at Føroyar vórða hildnar uttan fyri ósemjur landanna millum og hermálsligar samgongur. Somuleiðis mótmælti upp- skotið, at hermenn vórðu knýttir at støðini á Sornfelli ella at Loranstøðini á Eiði. Harafturat skuldi krígsút- gerð ikki goymast á før- Um Føroyar gerast limir í Partnership for Peace, skulu vit eisini lata nakað til felagsskapin. Tí verður herstøðin í Mjørkadali uttan iva verandi fleiri ár fram í tíðina oyskum øki. Uppskotið varð samtykt við 15 atkvøðum móti ong- ari. Síðani eru ikki fleiri løg- tingssamtyktir gjørdar móti hernaðarmálum. Men før- oyingar hava dúgliga gingið skrúgongur og mótmælt øll- um hernaðarligum virksemi í Føroyum. Nú stigið verður inn í 21. øld, og vesturheimurin er vorðin friðarligari, er mót- støðan móti hervaldi í Før- oyum ikki tann sama, sum hon hevur verið, og orsøkin til, at landsstýrið nú er farið at melda so greitt út um støðu Føroya til verjupolitik er, at landsstýrið ásannar, at Føroyar hava stóran týdning verjupolitiskt. Landsstýrið metir tað vera eina trygd í sær sjálv- um, bæði fyri Føroyar og fyri grannalondini, at Før- oyar hevur eina greiða verjupolitiska støðu. Hendan støðan er, at Før- oyar sum fullveldi á ein ella annan hátt skulu vera við í samstarvi innan fyri NATO felagsskapin.