fríggjadagur 15. september 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 177 - 15. september 2000
Nr. 177 - 15. september 2000
Í samband við ta skriving
sum hevur verið um ný-
stovnaða felagið »Før-
oyskir sløkkiliðsleiðarar«,
skulu her gerast nakrar
rættingar so ongin »for-
virringur« verður.
Ført verður fram, eftir
at nýggja felagið er stovn-
að, er totalur forvirringur
á brunaøkinum, men hetta
er als ikki so. Um tað er
totalur forvirringur, var
tað eisini áðrenn.
Endamálið við nýggja
felagnum er fyrst og
fremst at menna og sam-
ansjóða sambandið og
samstarvið ímillum før-
oyskar
sløkkileiðarar.
Hetta at vera í felagsskapi,
hevur altíð verið menn-
andi og gott, og tá man
samstundis hevur møgu-
leika at samstarva út um
landamørk, her verður
hugsað um Grønland, Ís-
land og hini norðanlond-
ini, so enn betur.
Ført verður fram, at eitt
felag er frammanundan,
og at tað mátti verið nóg-
mikið. Til hetta er at siga,
at tað er nú einaferð so-
leiðis at sløkkiliðsleiðarar
hava eina nógv størri
ábyrgd enn sløkkiliðs-
menn og kann tað nýggja
felagið kanska metast við
eitt meistarafelag, meðan
»Landsfelag Sløkkiliðs-
manna« kundi líknað ein-
um handverkarafelag, og
eitt er vist, at eitt samstarv
ímillum hesi bæði feløg-
ini hevði givið góða frukt
um vilji var tilstaðar.
Ført verður eisini fram,
at nú verður klandur og
rót at valda. Her má onkur
álvarslig misskiljing verða
komin í, tí felag okkara
ynskir onki vald, men vil
koma við ráðum og stuðla
kommunum og land um
tey heita á okkum. Fleiri
av okkara limum hava
holla útbúgving og nógv
ára royndir innan sløkki-
og bjargingararbeiði og
kundi teirra vitan tískil
verið til stóra hjálp nú ein
tilbúgvingarætlan verður
gjørd fyri bæði tunnlar og
alt Føroya land.
Eisini verður ført fram,
at arbeitt verður fram
ímóti, at øll útbúgving av
sløkkiliðsfólki, skal fara
fram í Tórshavn, eisini
hetta er heilt burturvið. At
Havnin hevur val at geva
sínum sløkkiliðsfólki eina
størri útbúgving enn van-
ligt í Føroyum, kunnu vit
bert fegnast um. Okkara
felag fer at bíða við spenn-
ingi til úrslitið av arbeið-
inum hjá arbeiðsbólkin-
um, ið settur er at smíðja
eina
tilbúgvingarætlan
fyri Føroyar. Tá tey eru
liðug við sítt arbeiði,
koma tey eisini at seta út í
korti, hvussu ein framtíðar
útbúgving fer at síggja ú
At enda, er bert at vóna,
at vit fara at fáa eitt gott
og mennandi samstarv við
Brunaumsjón Landsins og
Landsfelag
Sløkkiliðs-
manna, landi og kommun-
um til frama.
K. Jacobsen,
Føroyskir
sløkkiliðsleiðarar
Í sambandi við at nevndin
í Grafisk Fagligt Udvalg
í Danmark kemur til Før-
oyar at vitja í døgunum
17. til 20. september verð-
ur skipað fyri almennum
fundi, har greitt verður frá
grafisku útbúgvingunum
og nýggju útbúgvingini til
miðlagrafikara (medie-
grafiker).
Fundurin verður mána-
kvøldið, 18. september kl.
19 á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin.
Útbúgvingin til miðla-
grafikara, sum byrjar í
Danmark fyrst í komandi
ári, kemur í staðin fyri
grafikaraútbúgvingina, ið
fyrst og fremst er ein út-
búgving um, hvussu yms-
ir prentlutur verða gjørdir.
Seinastu lærlingarnar eftir
gomlu grafikaraútbúgv-
ingini verða tiknir inn 1.
januar komandi ár.
Nýggja útbúgvingin til
miðlagrafikara, sum er ein
vanlig lærlingaútbúgving,
tekur umframt prentlutir
eisini við samskifti, sum
fer fram í digitalum og
elektroniskum miðlum.
Hetta hevur við sær, at
virkini, sum kunnu taka
lærlingar í hesi yrkisgrein,
gerast fleiri, millum ann-
að vanlig grafisk virki,
lýsingarstovur,
multi-
mediavirkir, teknistovur,
bløð og onnur virki, sum
fáast við samskifti.
Nevndin vitjar eisini
virkir
Á ferðini her í Føroyum
fer nevndin í Grafisk Fag-
ligt Udvalg at hava fundir
við føroysku yrkisnevnd-
ina fyri grafikarar. Danska
nevndin fer eisini at vitja
virkir í Føroyum, sum
kunnu hugsast at verða
góðkend sum lærupláss til
nýggju útbúgvingina.
Virkir, ið eru hugað fyri
at fáa vitjan av umboðum
fyri donsku og føroysku
yrkisnevndinar dagarnar
18.-20. september, kunnu
venda sær til Yrkisdepilin
á telefon 35 50 50 ella við
t-posti:
depilin@yrkisdepilin.fo
Nývalda føroyska yrkis-
nevndin fyri grafisku yrk-
ini hevur fýra limir.
Nevndin hevur skipað seg
við Jon Hestoy, sum for-
manni, Honnu M. Michel-
sen, sum næstformanni.
Hinir limirnir í nevndini
eru Eyðun Húsgarð og
Anna Hansen.
Yrkisnevndin fyri graf-
iski yrkini er nevnd fyri
yrkini grafikarar, prent-
arar, serigrafar, fotografar,
miðlatøkningar og bók-
bindarar.
Fundur um útbúgvingina
til grafikara
Ein spurningurin, sum er
mest frammi nú, er hetta, at
danski uttanríkismálaráð-
harrin setir seg ímóti, at løg-
maður setir seg í samband
við Nato aðalskrivaran og
um danski uttanríkismála-
ráðharrin lýgur, tá hann sig-
ur, at treytin fyri at verða
limur í Partnership for
Peace er, at landið hevur
vápnaða hermegi.
Samgonguflokkarnir
siga, at tað er einki løgi í tí,
at landsstýrið roynir at út-
vega sær upplýsingar um
treytir fyri limaskapi, með-
an andstøðuflokkarnir siga,
at landsstýrið ger sær fyri
skommum við ikki at skilja,
at uttanríkismál eru felags
mál og verða umsitin av
uttanríkismálaráðnum.
Eingin tekur uppá tung-
una spurningin, um vit yvir-
høvur skulu hava nakað við
Nato at gera, tá Føroyar eru
vorðnar fullveldi.
Sum støðan er í løtuni, so
eru Føroyar umfataðar av
nato-sáttmálanum sum ein
partur av danska ríkinum,
og hvat er so tann almenna
politiska støðan í Føroyum
til hetta:
Løgtingið samtykti 13.
apríl 1940 at senda skriv til
bretska hervaldið, har m.a.
verður sagt: ”Tað er støða
tingsins at halda Føroyar
uttanfyri
bardagan
og
ósemjur landanna millum”.
Í 1950 tók løgtingið ta
støðu at seta seg ímóti, at
skipað bleiv heimavernd
”hjemmeværn” í Føroyum
við teirri grundgeving, at
heimavernd er eitt militert
fyribrigdi
og
løgtingið
ynskti ikki, at slíkur vápn-
aður stovnur verður gjørdur
í Føroyum.
Í 1961 mótmælir løgting-
ið, at hermenn verða bundn-
ir at radarstøðini á Sornfelli
og loranstøðini á Eiði og
ímóti at herútgerð verður
goymd á føroyskum land-
ella sjóøki.
Í 1969 legði ein løgtings-
maður úr Tjóðveldisflokk-
inum fram uppskot til sam-
tyktar soljóðandi:
”Álagt verður Føroya
Landsstýri at krevja av
ríkisstýrinum, at Føroyar frá
1970 at rokna ganga úr Nato
felagsskapinum.”
Hetta uppskot bleiv ikki
samtykt tá, men tingið av-
gjørdi at seta 7-manna mill-
umtinganevnd við umboð-
um úr øllum flokkum at við-
gera hetta mál.
Millumtinganevndin
legði fram álit í august 1970
og sigur í innganginum til
álitið m.a. soleiðis: ”Føroy-
ar hava eingi avgerðarrætt-
indi í uttanríkispolitiskum
málum. Landið er tó sum
lutur av Nato samgonguni
tað minsta og helst vegna
sín lítilleika tað mest sár-
bara landaøkið innan Nato.
Tað má tí haldast at vera
okkara skylda at fylgja við
í øllum uttanríkis-, verndar-
og friðarpolitikki uttanum
okkum. Vit mugu gera alt
tað, sum vit megna at veita
okkara landi og fólki best
møguliga tryggleikan.
Tað er út frá hesum sjón-
armiðum Tjóðveldisflokk-
urin hevur reist løgtingsmál
nr. 78/1968 Føroyar burtur-
úr Nato.”
Hetta síðsta er so tann
grundgevingin, sum nevnd-
in er samd um, at Tjóðveld-
isflokkurin hevur havt fyri
uppskoti sínum.
Nevndin greiðír í álitin-
um frá roynd at gera skand-
inaviskan verjusáttmála, um
Nato sáttmálan og um
hvørji sjónarmið Noreg og
Danmark og Ísland hava
havt til henda sáttmálan.
Viðvíkjandi støðu Føroya
sigur nevndin m.a. at eingin
tingsamtykt er til skjals,
sum hevur broytt tingsins
støðu í hesum máli, nevni-
liga samtyktina frá 1940 og
mótmælið frá 1960 móti
herstøðum í Føroyum.
Endiliga sigur nevndin
soleiðis:
”Við tí veldiga vøkstri í
framleiðsluni av atomvápn-
um, sum farin er fram sein-
astu árini, í huga og við
vissuni um, at eitt so lítið
øki sum Føroyar er sera sár-
bart og ringt at verja, um
atombardagi brestur á, ræð-
ur uppaftur meira um at
halda Føroyar uttanveltaðar
nú enn nakrantíð áður.
Eingin ivi er um, at Føroyar
eru betri vardar uttanfyri
enn innanfyri hermálsligar
samgongur.”
Nevndin býtti seg í ein
meiriluta og ein minniluta.
Í meirilutanum vóru umboð
fyri Javnaðarflokkin, Sjálv-
stýrisflokkin, Framburðs-
flokkin, Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin, meðan
umboðið hjá Sambands-
flokkinum var einsamalt í
minnilutanum.
Uppskotið hjá meirilut-
anum er soljóðandi:
”Føroya Løgting biður
landsstýrið siga ríkisstjórn-
ini frá, at tað sambært løg-
tingsviðtøku frá 13. apríl
1940 er løgtingsins støða,
at Føroyar verða hildnar
uttanfyri ósemjur landanna
millum og hermálsligar
samgongur og at løgtingið
sambært løgtingsmáli nr.
14/1960 mótmælir, at her-
menn verða knýttir at Sorn-
fellis- ella Eiðisstøðini og
noktar fyri, at krígsútgerð
verður goymd á føroyskum
land- ella sjóøki.
Landsstýrið verður sam-
stundis biðið um at heita á
ríkisstjórnina um at kanna
líkindini nú at seta hesa løg-
tingsviðtøkur í verk.
Úrslitið av hesi kanning
verður at leggja fyri løg-
tingið í vetrartingsetuni
1970/71.”
Uppskotið frá minnilut-
anum er minni víttgangandi,
men mótmælir kortini, at
hermenn verða knýttir at
Sornfellis- ella Eiðisstøðini
og at krígsútgerð verður
goymd ella nýtt á føroysk-
um land- ella sjóøki.
Uppskotið frá meirilut-
anum varð samtykt við 15
móti 0.
Eingin løgtingssamtykt
seinni hevur broytt støðu
løgtingsins.
Vit eru fleiri, summi við
heilum hjarta og summi við
hálvum hjarta, sum hava
gingið
mótmælisgongur
niðan í Mjørkadal og oman
úr Mjørkadali, hildið talur
og sungið ímóti radarunum
á Sornfelli, limaskapi í
Nato, atomdubbing o.s.fr.
Minnist meg rætt, hevur tað
líkasum verið tjóðveldis-
sinnað fólk, sum hava verið
á odda fyri hesum, meðan
kanska onnur, sum ikki vóru
so mótmælisgongusinnað,
vóru við fyri at vísa, at tað
nú ikki bara vóru tjóðveld-
ismenn, sum vóru ímóti
limaskapi í Nato o.s.fr.
Tað skal tó sigast, at tað
var greitt, at tað ikki var alt
Føroya fólk, sum stóð aftan-
fyri hesar mótmælisgongur,
tí tað vóru mótmólmæli,
sum m.a. meintu, at tað
rætta hevði verið, at Føroy-
ar komu inn sum beinleiðis
limur í Nato og ikki sum
ein partur av danska ríkin-
um.
Men sum sagt, støðan er
tann, at eftir óbroyttum løg-
tingssamtyktum
er
tað
framvegis løgtingsins vilji,
at Føroyar skulu vera uttan
fyri hernaðarsamgongur.
Og tað er ikki tað, at málið
er gloymt síðani 1070. Tað
hevur í ymsum sambandi
verið uppi so seint sum í
1995 og 1996.
Tað at vit vóru innlimað-
ir í Nato ímóti løgtingsins
vilja og ikki sluppu út so
leingi við vóru í ríkisfelags-
skapi við Danmark hevur av
tjóðveldisflokki verið nýtt
sum eitt av dømunum uppá
at vit máttu hava loysing.
Tað samsvarar eisini við
hesa støðu, at landsstýrið
rør uppundir, at Danmark
skal rinda føroyingum end-
urgjald, fyri at hava nýtt før-
oyskt landøki til Natoútgerð
og harvið vera sloppið bílig-
ari sum Nato limaland.
Nú vit hava fingið eina
meirlutasamgongu,
sum
hevur samtykt at vit skulu
út úr ríkisfelagsskapinum,
kundi ein vænta, at eitt av
málunum var eisini at fara
úr Nato.
Tað er tí ikki sørt ørkyml-
andi, at landsstýrissam-
gongan í sambandi við full-
veldistilbúgvingina tykist at
hava ta støðu, at Føroyar
ikki kunnu standa uttanfyri
nakra hernaðarsamgongu,
men mugu velja og hava
valt at vit skulu hava lima-
skap í Nato. Men ein við-
gerð av hesum spurningin-
um í løgtinginum fyriliggur
ikki, og løgtingið hevur tí
ikki broytt tær samtyktirnar,
sum gjørdar eru fyrst og
fremst at vit skulu ikki vera
við í nakrari hernaðarsam-
gongu.
Tað kann væl vera og er
helst so, at ikki er neyðugt,
at Føroyar hava ein vápnað-
an her fyri at verða Nato
limur, men at Føroyar skulu
verða Nato limur, uttan á
nakran hátt at luttaka, so-
leiðis at t.d. hernaðarútgerð
ikki má finnast á føroyskum
øki, tað ljóðar nú rættiliga
ótrúligt.
Tað kundi verið áhuga-
vert nú at fingið at vita, hvat
er tað, sum ger støðuna ørð-
vísið í dag, ella hvør álvari
lá aftanfyri tær løgtingssam-
tyktirnar,
sum
gjørdar
vórðu. Tað verður torført at
fáa svar uppá hetta síðsta,
og av teimum, sum sótu í
7-manna nevndini, sum
legði fram álit í 1970, er bert
ein á lívi.
Nær eru teir politisku
flokkarnir farnir at broyta
meining á hesum øki? Eg
haldi ikki, at limaskapur í
Nato hevur verið uppá tal
sum mál hjá nøkrum polit-
iskum flokki, uttan at fara
úr Nato, fyrr enn henda
samgongan er skipað.
Men tað kann vera áhuga-
vert at hyggja at, hvørjar
grundgevingarnar vóru fyri
at fara burturúr Nato, tá
hetta málið varð reist í
1969.
Grundgevingarnar
eru
m.a. tað ringa árin, sum
manningin í Mjørkadali
hevur á viðurskiftini, at
manningin drekkur, gongur
við føroyskum konufólki og
fremur óflíggjaskap av ring-
asta slag og í heila tikið hev-
ur ringa ávirkan á umgdóm-
in, sum veksur upp í Før-
oyum og at Mjørkadals-
menn selja brennivín, sum
teir flyta inn uttan at gjalda
toll. Men høvuðsgrundgev-
ingin má tó haldast at vera
henda:
”Út frá tí, sum framman-
fyri er nevnt og teirri ómyn-
dingaviðferð, sum Føroyum
hevur verið fyri í øllum
málum, sum hava við Nato
at gera, er hugsan Tjóðveld-
isfloksins, at Føroyar hava
nógvar og góðar grundir at
biðja seg verða tiknar burt-
urúr Nato samgonguni. Utt-
an at vit hava biðið um ella
eru eftirspurd, eru vit drigin
uppí hesa samgongu. Sjálvt
í friðartíð er hon okkum ein
meinur kleppur. Skuldi
kríggj brostið á, verður
støða okkara uppaftur verri,
tí tá fær ein møguligur fígg-
indi grund til at leypa á ein-
ar herbúnar Føroyar, um
hann ikki hevði gjørt tað,
um landið ikki var herbúgv-
ið.“
Hvat er ørðvísið og hví
er tað nú óhugsandi, at Før-
oyar ikki skulu vera í nakr-
ari hernaðarsamgongu.
Og hvat er tað, Nato skal
verja okkum ímóti?
Ein góður fólkafloksmað-
ur kallaði mótmælisgongu-
fólkini niðan og oman úr
Mjørkadali fyri ”hentar idi-
otar”. Vóru tey bara tað?
At enda: løgmaður hevur
biðið Helveg loyva sær at
venda sær til Nato. Hevði
tað ikki verið hóskandi at
spurt Føroya løgting?
Tórshavn, 13/9 2000
Kári Dalsgaard Petersen
Nato-limaskapur
Føroyskir sløkkiliðsleiðarar
Orðaskifti:
Minningarorð
Birita Mohr
f. 22.09.89 – d. 06.05.2000
Tað er svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um
teg.
Tú komst sum ein sólstrála inn í familjuna hjá okkum,
saman við pápa tínum og systrini. Tú og systir tín vóru
ógvuliga tætt knýttar at hvørji aðrari og vóru ógvuliga
góðar við pápa tykkara.
Við tíðini vórðu tit sum ein heild, mamma, pápi og børn.
Tú fekst eina mammu, ið kom í móður stað. Í 1995 giftust
pápi og mamma tín og vóru vit øll ógvuliga glað tykkara
vegna, tí nú kundi bara ganga tykkum væl.
Tað var ógvuliga ringt at fata, tá ið mamma tín um
kvøldið ringdi og segði okkum, at tú var ógvuliga sjúk, og
tú kundi fara at doyggja. Tað fyrsta vit hugsaðu, tá ið vit
vaknaðu um morgunin, var, at ongin hevði ringt, so nú
mundi tað ringasta vera yvirstaðið, tá tú hevði klárað hesa
náttina. Vit høvdu ikki meira enn hugsað hetta, tá
telefonin ringdi og vit fingu boðini, ið ongin vildi hoyra
– tú var ikki millum okkum longur.
Tú var full av lívi, og altíð hendi okkurt har tú var.
Vit sita og hugsa um allar túrarnar vit hava gjørt saman.
Altíð vart tú í góðum lag. Flogbóltur, fimleikur, súkkl-
ing og skótalív dámdi tær ógvuliga væl, og vóru allir
vinirnir altíð saman við tær. Tú var ein íðin og góður
skóti, eins og tær dámdi náttúruna væl – ein túr í hagan,
í fjøruna at fanga krabbar ella í ánna at fanga síl. At
syngja dámdi tær eisini ógvuliga væl, og fór tú saman
við vinum tínum hvønn sunnudag í sunnudagsskúla
ella í kirkju.
Tit fingu eina lítla systir, ið tú var ógvuliga góð við,
og hon við teg. Nú sakna øll teg og leingjast eftir tær,
men vita, at tú ikki kemur aftur, men er heima hjá
Jesupápa.
Saknurin er stórur og tú verður ongantíð gloymd.
Góðu Anna Rúna, Leivur, Rani, Hildigarð, Durita,
Sigrið, ommur og abbar og øll tit, ið stóðu Biritunær,
má Harrin hjálpa okkum í hesi sváru tíð.
Signa mostir v/ familju##
»Hvat gott veitst tú,« kundi Vilhjálmur spyrja, tá ið tú
møtti honum ella, »Veitst tú einki nýtt?«
Síðan 1980 hava vit verið grannar, men eg hevði
møtt honum áðrenn. Haldi tað var fyrst í sjeyti árunum,
tá umvældi hann vegin til Kirkjubøar, har hann við
vegjegaran hevði sett steinar, sum hann helt verða verdar
at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at
vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum
abstrakta list og gerandisdagin ikki er so stór, sum tað
mangan verður gjørt til.
Møtti honum eisini til ymsar fundir. Hann tók ikki
orðið í tíð og úrtíð, men tú gav tær far um tað sagda.
»Tað mátti borið til« ella »men tit eru ung, tit skilja alt
betur«. Tað er bara at fara til verka. Eg eri ein arbeiðs-
maður og tað skammist eg ikki við,« segði hann einaferð
og legði afturat:»Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein
maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og
spaka.«
Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi vera
tíðliga á fótum fyri at síggja hann, um tú hugdi út,
koma í sovukamarsvindeygað, draga gardinurnar frá
og hyggja at veðrinum. Tíðliga leygarmorgnar kundi
hann vælhýrdur koma í handilin hjá Eli at keypa ein
tubbakspakka ella eitt blað. Tá hevði hann longu verið
uppi á Oyggjarvegnum og rudda kava. Ballaði eina
sigarett, gav tær pakkan, segði frá onkrum ella spurdi,
hvat eg helt um hetta og hatta, men áðrenn sigarettin
var roykt, var hann farin. Hann tosaði ikki tíðina burtur,
men fólkakærur sum hann var, støðgaði hann altíð á
fyri at fáa sær eitt lítið prát.
Í 1981 var eg teir seinastu mánadagarnar av skúla-
árinum lærari í Syðradali á Streymoynni. Tá koyrdi eg
ofta við teimum um vikuskiftini. Tað var stuttligt at
uppliva, hvussu væl teir arbeiddu saman og sampakkau.
Fyri teimum var arbeiðið eingin byrða. Teir fingu eina
játtan um árið, og fyri hana kýttu teir seg á, at fáa so
langt vegastrekki sum gjørligt.
Tá ið hann, farin um tey sjeyti, var farin frá, kundi
hann ein góðan sunnudag biðja meg koma út at koyra.
Nakrar ferðir fóru vit til Syðradals. Tá segði hann mær,
at vegurin var teknaður upp eitt strekki annarleiðis,
men hann hevði fingið hann broyttan, tí hann kom at
liggja eins gott og var bíligari at gera. »Soleiðis er, teir eru
góðir til sítt, men kunnu ikki vita alt, tá skuldu vit, sum
eru praktiskir og nærri staðnum siga okkara hugsan. Er
skil í, og teir eru skilagóðir, taka teir eftir tí. Teir vera ikki
minni menn fyri tað, tvørturímóti.«
Ein maður segði fyri mær, nú Vilhjálmur var farin, at
Vilhjálmur hevði sagt við Mikkjal Helmsdal.»Eg kann gera
ein veg til Norðadals, sum verður brúkbarur, ódýrur, og at
teir ikki noyast at bíða eftir honum í áravís« Í mong ár
hevur vegurin verið til gleði og gagn. Tað síðsta arbeiði
hann tók uppá seg, tá var hann fráfarin, var vegurin út á
Bø við Kirkjubø. Har hevði hann so mangan gingið frá
óvitaárunum av.
Nakað eftir at vegurin var liðugur bjóðaði hann mær við
í bilin. Tá vísti hann mær á, hann hevði klovið eina bobbins
at seta í eina á omanfyri vegin. Áin at Sálarbótará. Nú
kundu fólk fáa sær ein vatndropa sum fyrr.
Tíðliga ein morgun um páskirnar kom hann inn og vildi
vita, hvat eg helt um katolikkar, tá ið eg hevði svara honum,
segði hann: »Vit báðir fara í katolikkakirkjuna í dag«. Og
so var.
Dagin eftir ein ólavsøkudag fór eg og tveir vinmenn
gangandi niðan við Sandá í besta summarveðri. Komnir
niðan áraka trøðina hjá Vilhjálmi, sóu vit, at hann hoyggj-
aði og hevði nógv fyri. Vit ivaðust eina løtu, um vit skuldu
órógva hann soleiðis, men beint sum hann fekk eyga á
okkum, rópti hann okkum til sín. Hann bað okkum koma
við inn í húsið, meðan hann fregnaðist um ólavsøkuna.
Innkomnir gav hann okkum blíðskap. Ballaði eina sigarett
og gav mær pakkan. Tá ið mín sigarett var hálvroykt,
segði hann: »Eg má fara út aftur, men tit kunnu bara sita
fyri tí.« Eg bjóðaði mær til at koma og hjálpa honum, men
tað vildi hann ikki hoyra. »Far tú bara við teimum. Njót
løtina og tað góða veðrið. Hetta er ikki meir enn eg havi at
spæla mær við.«
Bara eini tvey ár eftir, at hann var givin at arbeiða, bleiv
hann sjúkur, so trongur fyri bróstinum. Fólk óttaðist tað
versta og harmaðist um, at honum ikki skuldi unnast nøkur
góð ár aftaná eitt langt arbeiðslív, tí betur var sjúkan ikki
illkynja, men hann fekk boð um at gevast við at roykja.
»Nei har var einki við at gera. Boðini vóru sólarklár.
Vilhjálmur Mohr Patursson
f. 03.10.1918 d. 13.08.2000
Tað fyrsta eg gjørdi, eg kom út aftur var at blaka alt
sum eg hevði við royking at gera burtur. Tað var hart,
men eg kláraði tað. Eg skuldi klára tað.«
Nakað eftir hetta segði hann fyri mær, at ein skild-
kona, sum hevði roynt at leggja av at roykja, var komin
glað til hansara, nú hon hevði hoyrt um, at hann hevði
klára tað, og hevði sagt: »Nú mást tú siga mær, hvussu
eg skal gera.« Hann prikaði fleiri ferðir við fremsta-
finguri í bringuna og segði: »Hygg her tað er tú og
bara tú, sum kann hjálpa tær, tú skalt siga við teg
sjálvan: »Nú haldi eg uppat.«
Vilhjálmur var kirkjubøingur og góður við staðið og
alla sína familju, men aldrin hoyrdi tú farran av reypi
ella tílíkt. At hava eitt so kent navn mundi ikki altíð
vera stuttligt, men hann orkaði at bera tað og eisini
verja tað um neyðugt. Bróðurin Jóannes, sum festi,
varð ikki gamal maður. Vilhjálmur rak altíð við bróð-
ursoninum, og frøddist um, at tað gekst honum væl,
eisini tvíburðabróðrinum, Tróndi. Sjálvur hevði hann
góðar hendur og eyga fyri standmyndum.
Vilhjálmur hevði nógvar góðar eginleikar, sum gjørdi
fólki mun, ið møtti honum, men hann var eingin jabróð-
ur. Hann segið sína hugsan: »Vit eru ósamdir, tað er alt
í lagi við tí,» kundi hann so siga við einum brosi.
Sum fólk flest var hann góður við síni, men konuna
nevndi hann ofta. »Eg havi fingið eina góða konu,«
kundi hann siga, og sum ein annar trúboðari boða,
hvussu stóran týdning konan hevði fyri heimið.
Beint sum tað frættist, at Vilhjálmur var deyður møtti
eg eini yngri konu, sum øll barna- og unglingaárini
hevði verði næsti granni hansara. Hon helt eisini tað
vera løgið, hóast árini vóru har, at hann ikki var longur.
Mintist aftur á, at hon, sum var so nógv uppi í rossum,
tað var hann eisini, plagdi at fara til hansara og sleppa
út á trøðna við honum.Við einum fittum sorgkendum
brosi, eitt sindur umskyldandi, segði hon: »Hann var
sum ein hetja fyri mær«
Steinbjørn B. Jacobsen
Lesarabræv:
Ikki eru vápnini pen, sum
tú og føroyska andstøðan
nýta mótvegis politisku
mótstøðumonnum tykkara.
Í heila tikið, so eru argu-
mentini hjá tykkum farin at
útvatnast við lít – har er
næstan einki salt eftir. Tá er
meiri stílur yvir andstøðuni
í danska tinginum.
Til Dan R. Petersen, løgtingsmann
Í Sosialinum mikudagin
brúkar tú sjey føroyskar
hjartasjúklingar sum dømi
um sambandsins herligheit-
ir. Enn kann lívsneyðug
hjálp fáast í Keypmanna-
havn, sigur tú.
Ríkissjúkrahúsið eigur
lívið í mongum føroyingi,
tað er púra vist. Hóast
gjørdar, og alt var til reiðar,
hendi kortini einki. Tá ið vit
fóru at ótolnast, var svarið
frá yvirsjúkrasystrini, at tey
bíðaðu eftir pengunum úr
Føroyum. Gjaldast skuldi
frammanundan. Eg má siga,
eg føldi meg illa. Vit bíðaðu
í fimm langar dagar.
Um eg nú hugsaði/argu-
menteraði sum Dan R. Pet-
ersen, so hevði eg spurt:
danska sjúkrahúsverkið í
síni heild verðurdømt bæði
niður og norður av dansk-
arum sjálvum, so er tað gott
hjá okkum at søkja okkum
serhjálp har, tá ið á stendur
– og sjálvsagt aðrastaðni
við.
Tú fært tað kortini at
síggja út, sum er henda
hjálp ókeypis. Tað er hon
jú sum kunnugt ikki. Vit
gjalda har – sum í øðrum
londum – fullan prís fyri
ómakin. Eg fari at taka eitt
fimm ára gamalt dømi:
Ein av mínum nærmastu
skuldi hava skurðviðgerð á
Ríkissjúkrahúsinum í 1995.
Eftir at allar kanningar vóru
hvør hevði í grundini valdið
í Føroyum í 1995? Hetta
kom mær kortini ikki til
hugs, fyrrenn eg sá grein
hansara í Sosialinum miku-
dagin.
Oddvør Johansen
Tórshavn