Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EYÐUN KLAKSTEIN Sambandsflokkurin skjýtur upp, at avgjaldið á brenni- olju lækkar við 40% bein- anvegin, og at alt avgjaldið verður burtur innan 1. janu- ar 2002. Sambandsflokkurin held- ur, at brenniolja er ein neyð- synjarvøra hjá bæði privat- fólki og virkjum, og tí er tað skeivt, at tá eitt trivaligt oljuavgjald verður lagt á teir høgu prísirnar. Í vikuni hækkaðu olju- prísirnir enn einaferð, og prísirnir eru methøgir kring alt Europa í løtuni. Hetta hevur havt við sær umfat- andi mótmæli í fleiri lond- um. Men stendur tað til Sam- bandsflokkin slakar tað al- menna við sínum kravi upp á søluna av olju, so at tað kemur brúkaranum til góð- ar. Mugu spara Sambandsflokkurin vísir á, at brúkarin rindar 25% í meirvirðisgjaldið fyri olj- una umframt brennioljuav- gjaldið. Hetta merkir, at Brennioljuavgjaldið skal burtur Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um, at brennioljuavgjaldið skal takast av hvørja ferð oljuprísirnir hækka, so hækkar eisini parturin hjá landskassanum. Skip og virki fáa hendan partin afturgoldnan, men tað fær vanligi brúkarin ikki. – Lógin um brennioljuav- gjaldið rakar tey harðast, sum frammanundan eru illa fyri. Tað kann ikki vera rætt, at til dømis pensjónistar skulu nýta eina heila mán- aðarløn, tá teir skulu fylla sær tangan, sigur Sam- bandsflokkurin í við-merk- ingunum til uppskotið. Sambandsflokkurin held- ur ikki, at umhvørvisvernd kann nýtast sum grundgev- ing fyri oljuavgjaldið, tí við verandi prísum verða øll noydd at spara olju, eisini um oljuavgjaldið fellir burt- ur, sigur flokkurin. Sambært upplýsingum frá Toll- og Skattstovuni fer uppskotið hjá Sambands- flokkinum at spara føroysk- um húsarhaldum og virkj- um fyri umleið 60 milliónir krónur um árið. ÁKI BERTHOLDSEN Dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa fullan stuðul frá starvsfeløgum sínum kring landið. Tað er úrslitið av einum fundi, sum Føroya Arbeið- arafelag kallaði allar dag- røktarmammur í landinum inn til mikukvøldið. Á fundinum, sum var í Kollafirði, møttu dagrøktar- mammur úr teimum pláss- um í landinum, Føroya Ar- beiðarafelag hevur lokal- feløg. Á fundinum varð ein yvirlýsing samtykt, har sagt verður, at dagrøktarmamm- urnar í Kollafirði fáa fullan stuðul í stríði teirra at fáa í lag sáttmála við Kollafjarð- ar Arbeiðsmannafelag. –LSamstundis krevur fundurin, at kommurnar, har arbeiðsfólkið er skipað í lokalfelag hjá Føroya Ar- beiðarafelag, virða rættin hjá dagrøktarmammunum at verða limir í lokalfelagn- um á staðnum, og at komm- unurnar gera sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag um lønar- og starvssetanartreyt- irnar hjá dagrøktarmamm- unum, stendur í yvirlýsing- ini, sum varð samtykt. –Fundurin mótmælir eis- ini harðliga royndunum hjá einstøkum kommunum at skapa spjaðing í fakfelags- Fáa fullan stuðul rørsluni við at royna at tvinga limir í lokalfeløg- unum í FA at gerast limir í øðrum fakfelag. –Tað skuldi verið ein menniskjarættur at dagrøkt- armammurnar fáa skipaði lønar- og starvsviðurskifti, eins og allir aðriur starvs- bólkar í landi okkara, stend- ur at enda í yvirlýsingini. Bjóða 18-19% í lønarhækking ÁKI BERTHOLDSEN Kommunan í Kollafirði hevur bjóðað dagrøktar- mammunum eina lønar- hækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri, enn nakar annar hevur fing- ið. Tað sigur Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformað- ur í Kollafirði í einum tíð- indaskrivi um verkfallið hjá dagrøktarmammunum í Kollafirði. Í einum tíðindaskrivi frá Kollafjarðar Kommunu beint fyri døgverða í gjár, sigur bygdaráðsformaðurin, at í sáttmálanum ímillum Havnina og Kollafjørð stendur m.a., at allir borg- arar skulu hava somu skyld- ur og somu rættindi, og at dentur skal leggjast á, at tænastuveitingar og kostn- aðarstøði verður tað sama hjá øllum borgarum í sam- eindu kommununi. –Sostatt kann Kollafjarð- ar kommuna bara gera ein sáttmála, sum er galdandi til nýggjarsaftan í ár. Men kommunan følir seg bundn- an til at gera ein sáttmála, sum gevur dagrøktar- mammunum í Kollafirði somu kor sum tær í Havnini fáa, tí í avtaluni um komm- unusamanlegging stendur eisini, at longu frá 1. ok- tober 1998, skuldu komm- unurnar í mest møgiuligan mun samstarva, sum um samanleggingin var framd. Útfrá hesum, hevur Kollafjarðar Kommuna bjóðað dagrøktarmammun- um ein sáttmála, sum setir tær á sama støði sum dag- røktarmammurnar í Havn. Hetta ber m.a. av sær, at tær skulu fáa eina lønar- hækking uppá 18-19% í miðal og tað er nógv meiri enn nakar annar hevur fing- ið. Men hetta ber samstundis í sær, at foreldragjaldið fer munandi upp. Í gjárkvøldið var fundur í Kollafirði um viðurskiftini hjá dagrøktarmammum, har einar hundrað dagrøktir í øllum landinum møttu upp Somuleiðis verður eisini arbeitt fyri at seta á stovn frítíðarskúla, sum ætlandi skal virka fyrst í komandi ári, sigur Kollafjarðar Kommuna. 12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 177 - 15. september 2000 Nr. 177 - 15. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Sosialurin - 311820 Á Hálsi, Tórshavn Tel. 31 92 20 Tvøroyri Tel. 37 10 81 Saltangará Tel. 44 91 49 TILBOÐ Laminat Professional 11000 Eik-Bók-Ahorn-Kirsuber-Merbau 10 ára garanti Spar 40,- BERT 159,- Ahorn parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 516,- Olja 572,- Ask parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 438,- TILBOÐ 388,- Olja 478,- Merbau parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 396,- Olja 490,- Birk parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 448,- Eik parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 338,- TILBOÐ 298,- Olja 398,- Bók parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 338,- TILBOÐ 298,- Olja 398,- Kirsuber parkett 3 stav 14x200x2000 mm. Lakkerað 490,- 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti 10-ára garanti RIMMAR TILBOÐ RIMMAR TILBOÐ Tað síðstu tíðina hava verið fleiri samanbrestir millum Føroya Landsstýri (F.L.) og donsku stjórnina, um ymisk mál. Eyðmýkingin hevur verið stór. Slíkir saman- brestir avdúka aftur og aft- ur, at vit púrt einki hava at siga í okkara egna landi. Vit skulu bara vera kúrr, og ikki so frægt sum spyrja nakran um nakað, tá ivamál stinga seg upp. Føringar skulu bara svara tá teir vera spurd- ir av dønum og ongum øðr- um. Um onkur hevur hug at seta føringum onkran spurning, skal hann setast danska uttanríkismálaráðn- um spurningin, sum so svar- ar okkara vegna. Ikki veit eg hvussu stórur partur av føroya fólki held- ur, at hendan støðan er virðilig ella í lagi, men eg hugsi, at meiriluturin av før- oya fólki ikki góðtekur at verða viðfarin á slíkan hátt, hóast bæði sambandsflokk- urin og javnaðarflokkurin eftir útsøgnum frá formonn- um teirra halda hetta verða í fínasta lagi. Skutilsveinar Tá vit leita aftur í søgu okk- ara, vóru tað altíð einstakir føringar, sum lótu seg brúka av tí fremmanda embætis- mannaveldinum her á landi, og vóru við til at kúga sínar egnu landsmenn, fyri at fáa einhvønn fyrimun ella vinn- ing afturfyri. Hesir vóru nevndir skutilsveinar. Tað nýtist okkum ikki at fara longur aftur enn til síðstu øld, har føringar gingu á odda at kúga t.d. mál okkara, flaggið o.s.fr. Hesar somu kreftir fegnast ídag, at mál okkara er viður- kent sum eitt minnilutamál í okkara egna landi. Annar av andstøðuleiðarunum, sum er limur í fólkatingin- um, gjørdi einki fyri at ávirka partamenn sínar í donsku stjórnini. Hann valdi, sum ikki einaferð, at ganga donsku partamonn- um sínum til handa - skutil- sveinur. Saðla um Báðir andstøðuleiðararnir hava fleiri ferðir heit á sam- gonguna um at leggja frá sær. Nakað avgerðandi koma teir ongan-tíð við, utt- an slíkt. Teir eru jú serkønir í sjálvir at geva skarvin yvir. Bara tað lotar eitt sindur úr landsuðri, eru teir til reiðar at kasta kongin, og vilja hava aðrar at gera tað sama. Tað minnir meg um donsku boðini, sum vóru rópt á skansanum á sinni: ”Kast jer ned børn og stræk ge- ver!” Báðir løgdu teir frá sær í ótíð í síðstu samgongu av berari ómegd. Jóannes Ejdesgaard hevur eisini fleiri ferðir biðið Landsstýr- ið saðla um. Tað dugur hann jú sjálvur so væl. Hann man hava heimsmet í meininga- kúvendingum, síðani hann kom uppí politik. Samgongan hevur eitt samgonguskjal, og tað skal haldast. Tað er m.a. bygt á valúrslitið, har meirilutin av føroya fólki valdi sam- gonguflokkarnar, sum ynskja fullveldi. Føroya fólk gav flokkunum ein setning, og tað var fullveldi. Hesum leypir samgongan ikki frá, hóast javnaðar- flokkurin hevur gjørt so. Jóannes lovaði eisini undan valinum sjálvstýri, men sum ikki einaferð, so saðlaði hann um. Hvussu leingi javnaðarveljararnir kunnu liva við slíkum støðuloysi kann bert gitast um. Fornermaður Orsøkin til at javnaðar- flokkurin leyp frá vallyft- unum um sjálvstýri, fingu vit at vita á pallborðsfundi í Útvarpshøllini her- fyri. Har viðgekk marionet-leiðari javnaðarfloksins, at hann ikki kundi taka undir við fullveldisætlanini hjá sam- gonguni, sum er skorin eftir íslendskum leisti, og er upp- skot javnaðarfloksins, tí at hannsara flokkur ikki slapp uppí samgonguna. Eisini var hann fornermaður, tí hann var koyrdur frá sum formaður í uttanlands- nevndini. Tað er skelkandi at hoyra slíkar umberingar, í einum so tíðandi og álvar- samum máli. Persónligi sársaki hansara hevur meiri týdning enn føroya fólk. At- ferð hansara minnir ikki sørt um ein smádrong, sum onk- ur hevur tikið sleikisneisina frá, og tí ikki vil spæla við meira. Enn lata javnaðar- fólk sær hesa framfer lynda. Javnaðurin hevur lagt sambandið afturum Fyri at venda aftur til tað, sum fram er fari ta síðstu tíðina, millum F.L og donsku stjórnina, so undrar tað meg als ikki at sam- bandsmenn eru í parti við dønum. Teirra hjarta hevur altíð ligið í Danmørkini, sum teir altíð hava kallað móðirland sítt, og sum teir javnan rópa hurá fyri. Men at javnaðarflokkurin skuldi leggja sambandsflokkin aft- urum seg, á hesum øki, tað er undrunarvert. Jóannes Eidesgaard hevur erpað sær av, at hava kallað Nyrup bæði fyri kolonialist og imperialist og hvørt av sín- um. Við donsku pressuna segði hann á sinni, eftir glantrileikin á fólkatingi, tá hann ikki vildi atkvøða fyri Birtu Weis: ”Jeg lader mig ikke prostutuere”. Hvat ger hann ídag? Tað var við eini ávísum bjartskygni, at eg las leið- aran í Sosialinum týsdagin 5.sept. Hugsaði sum so, at nú var vent í holuni. Nú høvdu teir endiliga fingið eyguni upp, og nú fór vend at koma í. Men tá eg blaðaði víðari í hesum sama blaði, gjørdist eg sera vónsvikin, tá eg las viðmerkingarnar hjá marionet-leiðara floks- ins. Her vóru so nógvir kola- svartir sambandstankar, blandaðir við heilum og hálvum sannleikum, illgit- ingum, rangsnúgvingum og beinleiðis lygnum, sum eg skal royna at afturvísa ella gerða viðmerkingar til. Nið- urstøða mín er tí tann, at Jóannes er í parti við dønu- m. Jóannes heldur at støðan millum Føroyar og Dan- mark er spentari, tí Føroyar leggja Danmark undir ikki at vilja samráðast. Hann vil snara hesum til at Lands- stýrið lýgur. Hann átti at vita betri, hvussu danskur samráðingartaktikkur er. Men hvørki javnaðar- ella sambandsumboðini vildu møta á fundi í uttanlands- nevndini, tá síðstu samráð- ingarnar vóru í Keyp- mannahavn við donsku stjórnina. Fyrst finnast teir at, sum vant, at teir eru so illa kunnaðir. Tá tað so stendur uttan-landsnevndini í boði at koma við til Keyp- mannahavnar og fylgja við samráðingunum, fyri at verða betri kunnaðir, sýta teir fyri at møta. Hetta er so ótrúligt, at nakar bara kann sleppa við at misrøkja ar- beiði sítt í uttanlandsnevnd- ini á slíkan hátt, uttan at tað fær avleiðingar. Um eg hevði sítt fyri at møta til arbeiðis, annaðhvørt eg varð biðin um at møta her á landi ella uttanlands, so hevði eg fingið eina upp- søgn í stundini. Brævið til ST Vìðari sigur Jóannes, at hátturin er skeivur at fáa upplýsingar, men sjálvur hevur hann, sum verða man, einki at seta ístaðin. Hann leggur Landsstýrið undir at skapa samanbrestir fyri egnan vinning. Sjálvandi, hann kennur alt til saman- brestir fyri egnan vinning við danska móðirflokkin, sum hann nú hálvsfevnist við. Brævið til ST var ikki at fáa ein triðja part uppí samráðingarnar, men ein fyrispurningur hvussu F.L. skuldu bera seg at, tá danska stjórnin var so ring at hava við at gera, og ikki fær hjálp frá Ejdesgaard, sum føroy- ingar skuldu kunnað vænta sær. Bæði Jóannes og Edmund vísa á, at vit kunnu ikki loyva okkum at seta spurn- ingar til ST, NATO ella nak- ran annan, og vísa til heima- stýrislógina, henda lóg, sum føroya fólk ongantíð er sloppið at taka støðu til. Hendan lóg er so snildisliga innrættað, at føringar kunnu sleppa at spæla, at teir hava alt at siga heima hjá sær sjálvum, men hava álíkavæl ikki loyvi til nakað sum helst. Henda vanæruliga støða okkara eru sambands- og javnaðarmenn so ómeta- liga fegnir um. Brot á heimastýrislógina rópar andstøðugreipan upp um saman við donskum politikarum, bara tí F.L. hevur loyvt sær at biða um upplýsingar uttanlands. Samstundis samráðast grønlendingar sjálvir uttan- lands um uttanríkismál, utt- an at slík orð fella. Men grønlendingar ”skikka” sær jú so væl, teir krevja jú ikki frælsi, eins og vit, so tá ger tað einki um teir bróta lóg- ina eitt sindur. Harumframt fáa teir meiri pening, um teir ”skikka” sær væl. Teir gomlu tjóðveldismennirnir Jóannes kemur við enn eini ósannheit, har hann sigur, at tjóðveldisflokkurin, sum fyrr var so nógv ímóti NATO, nú eru so heitir fyri at sleppa uppí NATO, og spyr um teir gomlu tjóð- veldismennirnir ikki høvdu undrast og hvat teir høvdu sagt ídag. Rætt er tað, at Tjóðveldisflokkurin altíð hevur verið ímóti NATO- limaskapi, men at flokkurin nú er heitur fyri at sleppa uppí hendan felagsskap, er beinleiðis ósatt. Eg skal minna Jóannes á, at Føroyar vóru í síni tíð innlimaðar í NATO við góðkenning av einum javnaðarløgmanni, uttan at løgtingið ella føroya fólk var eftirspurt. Er hetta demokrati, sum Jóannes í heilum rópar upp um? Tað er møguligt, at teir gomlu tjóðveldismenninir høvdi undrast, men støðan ídag er ein heilt onnur, enn hvat hon var í 80-unum. Tíðirnar broytast. Warsh- avafelagsskapurin er ikki til longur, og Føroyar eru ikki longur tann skotskiva, sum javnaðarflokkurin, saman við dønum, gjørdu okkum til. Jóannes veit væl, at grannalond okkara fara ikki at góðtaka, at vit sum liggja mitt úti í Atlantshavinum, skulu verða uttanveltað tjóð tá vit taka fullveldi. Heldur hevði tað undrað teir gomlu, at Jóannes Ejdesgaard, sum einaferð var limur í Unga Tjóðveldinum, nú hevur lat- ið seg umprogramera til ein politiskan Frankenstein, hvørs meiningar hvørki eru fuglur ella fiskur, men kola svarta sambandsafturhald, sum skiftur líka ofta sum ættin skiftir. Kunnu bara spyrja danir Edmund sigur, at tað er ikki neyðugt hjá føringum at spyrja ST ella NATO um nakað. Hesar upplýsingar kunnu vit fáa frá dønum. Jú, sjálvandi, upplýsingar frá dønum, sum hava hernað- arligar loynidómar duldar fyri okkum. Hetta kunnu vit lesa alt um í Svørtubók. Teir sum hava fylt okkum við lygn og snýtt okkum gjøgn- um árini. Lyfti frá donsku stjórnini verða brotin eitt fyri og annað eftir. Tað var jú Edmund, sum ikki helt tað vera neyðugt við nakrari bankakanning á sinni. Hvussu blindur kann ein vera? Í hesu sambandi kann eg nevna, at danski uttan- ríkisráðharrin Niels Helveg Petersen greiðir føringum frá, at Føroyar ikki kunnu fáa limaskap í Partnership for Peace ella NATO, tí vit hava ongan herð. Hann mann halda føringar verða nakrar tápulingar, tí vit vita øll, at grannaland okkara Ísland er limur í NATO utt- an tó at hava nakran herð. Enn ein lygisøga Føroyingar kunnu fáa allar upplýsingar frá dønum, sig- ur hann, samstundis sum okkara løgmaður ikki so frægt slapp at tosa við danska verjumálaráðharran. Hvar er logikkurin? Hetta halda Edmund og Jóannes tó vera í fínasta lagi. Gjørt føroya fólki fyri skommum Tann 8. sept. rópar Jóannes Ejdesgaard aftur upp um fólkaræði í Sosialinum. Hesin sami maður hevur valt at verða eitt jarnbrot í donskum hondum heldur enn føroyskum. Hann finn- ist at, ikki at vera kunnaður í uttanlandsnevndini, har hann kundi komi við góðum ráðum. Tað er nógv fyri at lesa slíkt. Hesin sami maður, sum boykottar fundir í somu nevnd, og sostatt mis- røkir skyldur sínar í hesi nevnd, er enn ongantíð komin við einum einasta góðum ráði til samgonguna, uttan at saðla um! Heldur hevur hann roynt at gera F.L. og harvið føroya fólk til láturs. Greiðir frá, hvussu aðrar tjóðir halda sær um búkin av látri, sum teir flenna at okkum. Hetta er sami Jóannes Ejdesgaard, sum fór til Danmarkar við Edmundi at biða um at fáa danir at yvirtaka banka- skuldina, men ístaðin komu teir heim aftur við 100 milli- ónum kr. fleiri í láni. Hvør flenti tá? Neyvan nakar føroyingur, sum skuldi gjalda, men tit báðir gjørdi tykkum sjálvum og øllum føroya fólki so dyggiliga fyri skommum. Hví løgdu tit ikki frá tykkum tá? Hetta vóru og eru ama- tørar og tað við lít! Ein dáni í, at Jóannes spyr um and- støðan er avskrivað. Tað av- ger hon sjálv. Sum er, hevur hon sjálv sett seg uttanfyri alla ávirkan. Eitt er heilt víst, at dreymurin hjá Jóan- nesi at gerast løgmaður er ógvuliga fjarður. Eg kann ikki hugsa mær, at nakar av samgonguflokkunum nak- rantíð fer í samgongu við javnaðarflokkin, so leingi hann hevur tað leiðslu, sum ræður fyri borgum í løtuni, og tíggjar sær sum hann ger í løtuni, í hvussu so er, loyvi eg mær at tala fyri tjóðveld- isflokkin. Avdúkar seg sjálvan Aftur leygardagin kemur J.E. við eini grein, har hann sigur at Høgni Hoydal er avdúkaður. Tá eg lesi grein- ina gerist eg alt meira og meira sannførdur um, at tað er heldur J.E. sum avdúkar seg. Nú er tað sum at ranga hansara vendir út. Alt er nakið. Øðin er stór. Her er ein øðilig niðurgerðingin og háðan av F.L. og føroya fólki. Niðurstøð mín er tí, at maðurin hevur valt, og valið er fallið á Danmark og arbeiðir hann sostaðð ímóti sínum egnu lands- monnum. Tað dreymakenda Jóannes kallar ferð eftir ferð fullveldisætlanina við háð- andi og speirekandi orðum fyri at vera dreymakenda. At hava ein dreym er einki skeivt, um dreymurin er skilagóður. Í USA var eina- ferð ein borgararættinda- stríðsmaður sum plægdi at siga: ”I have a dream!” Hes- in maður mátti lata lív sítt, fyri at hann loyvdi sær at hava ein skilagóðan dreym. Allir føringar, sum tráa eftir fullveldi, hava ein slíkan dreym og eru sostatt før- oysk borgararættindastríðs- fólk. Vit stríðast fyri frælsi fyri land og fólk okkara, hóast mótstøðu frá sam- bands- og javnamonnum. Hetta eru dreymar við inni- haldi, heldur enn at ganga við einum dreymi um at gerast løgmaður — ein dreymur, sum ongantíð fer at ganga út. Heimsins vánaligasta andstøða Hetta má vera heimsins vánaligasta andstøða vit nakrantíð hava upplivað. Tú hoyrir einans atfinningar, og eingi uppskot hvat skal set- ast ístaðin. Politikkur teirra er á einum so lágum og ósakligum støði. Politikkur teirra, sum teir føra ímóti F.L. og føroya fólki ber brá av politiskum yvirgangi. Hvussu leingi fer føroya fólk at tola alt hetta. Nær ætla føroya fólk at rakna við? Hví lata alt hetta um seg ganga? Nær vaknar føroya fólk? Er hetta ein virðilig støða, sum vit eru í? Nær fer føringurin at reisa seg? Kai Vágfjall Orðaskifti: Nær reisist føroya fólk? Føringar skulu tiga og bara svara tá teir verða spurdir av dønum.