leygardagur 18. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
um á bretskum øki. -Vit
vóru so hepnir at fáa avtalu
júst við tað samtakið, sum
fann olju í 2001, ein fund-
ur, sum enn verður kann-
aður og viðgjørdur.
Nevndarformaðurin helt
fyri, samstarvið í samtakin-
um gav sambond og innlit
og samstarv við umfatandi
ráðgevara umhvørvið í
Bretlandi og íløgubankar.
Hetta gjørdi at farast kundi
undir næsta stigið royna at
keypa seg inn í framleið-
andi leiðir ella leiðir, sum
vóru um at fara undir fram-
leiðslu í bretska partinum
av Norðsjónum, og hetta
eydnaðist í 1993 við keypi
av parti í trimum leiðum frá
Premier Oil.
Hetta var eisini møguligt,
tí stuðulin frá føroyskum
íleggjarum hevur verið
ósvitaligur
hvørja
ferð
partabrøv vórðu bjóðað út í
Føroyum.
Felagið hevur verið rikið
smidliga við sera fáum
føstum starvsfólki, men við
fólki at við serkunnleika
knýttum at, so allar avgerð-
ir í felagnum vera tiknar í
tryggum grundarlagi.
Nevndarformaður vísti á
broyttu umstøðurnar hjá
felagnum. – Vit byrjaðu við
at avmarka rættin til at eiga
partabrøv til føroyingar.
Eisini skuldi nevndin góð-
kenna allan handil við
partabrøvum, so tey, sum
settu pening í felagið,
høvdu fáar møguleikar at
selja partabrøv, og virðið
hevur verið óvist. Hesar
avmarkingar eru nú burtur,
og partabrøv í AK eru nú
fult umsetilig og kunnu
handlast, tá tørvur er á tí á
virðisbrævamarknaðinum.
Við hesum er AP vorðið
eitt búgvið partafelag, sum
loyvir partaeigarum at gera
sum teimum tænir best at
fáa virðið burtur úr íløgum
sínum og loyvir nýggjum
íleggjarum upp í.
Her steðgar menningin
ikki langt frá tí, men við
hesum hevur felagið - og
nevndin - givið seg undir
tann disiplin, sum markn-
aðurin.
Kjartan Hoydal vísti á, at
felagið við hesi tilgongd
skrivar vinnulívssøgu. -
Hetta er eitt fyrsta stig
burtur úr tí stirvna fígging-
armynstrinum, sum eftir
mínum tykki hevur bundið
føroyskt vinnulív niður alt
ov leingi. Føroyskt vinnu-
lív má sum frálíður sleppa
fram at somu fíggjarskip-
anum sum kappingarneytar
í londunum um okkum.
Hetta er ein avgerandi
fyritreyt fyri vinnuligari
menning í Føroyum.
∆
Nr. 114 - 18. juni 2005
9
nnulívssøgu
ann geva
• Í hesum sambandi hava
Atlantic Petroleum og
Kaupthing
gjørt
eitt
samstarv, har Kaupthing
virkar sum market mak-
ari. Tað merkir, at Kaup-
thing tryggjar, at tað altíð
er gjørligt at handla fyri
eina ávísa upphædd.
Um AP klárar at uppfylla
hesi øki og annars klárar at
gera nýtslu av marknaðin-
um - og tað eri eg sannførd-
ur um - verður skráseting-
in, sum nú er hend, eitt týð-
andi avsett til at uppfylla
tær ætlanir, sum AP hevur
um vøkstur. Bæði á før-
oyskum og útlenskum øki.
Sjálv skrásetingin hendir
við, at nevndin í ICEX góð-
kennir eitt prospekt, sum
gjølliga
lýsir
Atlantic
Petroleum og virksemið í
felagnum. Hetta er eitt
rættuliga tíðarkrevjandi ar-
beiði at greiða úr hondum.
Men út yvir hetta skal
felagið eisini í aðrar mátar
gerast klárt til eina skrá-
seting við at innanhýsis
mannagongdir
-
bæði
kravdar og aðrar sum ikki
eru kravdar, men sum eru
neyðugar fyri at gera
felagið áhugavert á markn-
aðinum - eru uppá pláss.
Talan er t.d. um manna-
gongdir, sum tryggja, at
marknaðurin til eina hvørja
tíð fær týðandi upplýsingar
frá felagnum, áðrenn fjøl-
miðlarnir fáa teir, at fólk,
sum hava eina serliga vitan
um felagið - sonevndir
insidarar - ikki hava møgu-
leika fyri ótarnaðir at keypa
og selja partabrøv í fe-
lagnum. At strangari krøv
vera sett til rapportering og
ger av roknskapum osfr.
segði Petur Holm.
Sosialurin hevur lagt
seg fram um øll hini
tíðindabløðini í
landinum, tá ið tað
ræður um lesarar. Ein
kanning hjá Gallup
vísir, at 53 prosent av
øllum føroyingum
yvir 15 ár lesa
Sosialin. Ábyrgdar-
blaðstjórin á Sosial-
inum sigur, at blaðið
ætlar liva upp til
álitið
MIÐLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sosialurin er mest lisnað
tíðindablaðið í Føroyum.
Tað vísir ein nýggj kann-
ing hjá Gallup Føroyum.
Í eitt ár – frá mars mán-
aði í fjør til mars mánaði í
ár – hevur Gallup savnað
lesaratøl
fyri
føroysku
bløðini, og úrslitið er, at
Sosialurin verður meira
lisin enn hini tíðinda-bløð-
ini.
Ovast á listanum er
Vikublaðið, sum verður
borið ókeypis í hvørt hús í
landinum hvønn týsdagin.
Men tá ið tað ræður um tey
vanligu tíðindabløðini, sum
føroyingar
gjalda
fyri,
hevur Sosialurin størsta
undirtøku. 53 prosent av
øllum føroyingum yvir 15
ár lesa Sosialin.
– Vit fegnast um, at vit
eru blivin størsta tíðinda-
blað í landinum, men vit
ætla okkum ikki at leggja
okkum afturá nú. Blaðið fer
framhaldandi at menna seg,
og vit ætla at liva upp til
álitið, vit hava fingið frá
fólki, og við tíðini skulu vit
í enn størri mun gerast
fólksins blað, sigur Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóri
á Sosialinum.
Fram um Dimmu
Dimmalætting hevur í nógv
ár verið roknað sum størsta
blaðið í landinum, men
kanningin hjá Gallup vísir,
at fleiri fólk lesa Sosialin
enn Dimmu. 48 prosent av
føroyingum lesa Dimma-
lætting.
Kanningin hjá Gallup
vísir, at eins nógvar kvinn-
ur sum menn lesa Sosialin.
53 prosent av øllum kvinn-
um og 53 av øllum monn-
um lesa blaðið.
Fólk taka blaðið til sín
Tá ið hugt verður eftir
aldursbýtinum vísir tað seg,
at fólk í øllum aldri lesa
Sosialin. Serliga nógv fólk
í aldrinum frá 20 til 49 ár
lesa Sosialin, meðan lutvíst
færri fólk yvir 60 ár lesa
blaðið.
– Fólk um alt landið í
øllum aldri og við øllum
áhugamálum lesa okkara
blað, og hetta vísir bara, at
fólk hava tikið Sosialin til
sín. Eg meti, at tann fjøl-
broytti tíðindaflutningurin
hjá okkum eigur ein stóran
part av heiðrinum fyri
hetta, sigur Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri.
Betra blaðið
Sosialurin flutti fyrr í ár av
Argjum og í Vágsbotn í
miðbýnum í Havn, har
Miðlahúsið er blivin ein
nýggjur miðdepil hjá blað-
num.
– Vit fingið framúr góðar
fysiskar karmar, og tað,
sum vit nú arbeiða við, er at
menna tað redaktionella
arbeiðið og umstøðurnar,
so vit fáa eitt enn betri blað,
sigur Jan Müller.
– At so nógv fólk lesa
blaðið, og at vit eru blivin
størsta tíðindablaðið í land-
inum, setir bara størri krøv
til okkum, og vit ætla at liva
upp til hesi krøv. Vit skulu
royna at gera alt betri, sigur
ábyrgdarblaðstjórin
á
Sosialinum.
Sosialurin er landsins
størsta tíðindablað
Sosialurin er nú mest lisnað tíðindablaðið í landinum. Ábyrgdarblaðstjórin ætlar, at blaðið skal liva upp til álitið, sum fólk hava
givið blaðnum
Mynd: Jens Kr. Vang
Gallup hevur kannað,hvørji bløð føroyingar lesa.Úrslitið
er niðanfyri, og tølini skulu lesast sum prosent av øllum
føroyingum yvir 15 ár.
Oyggjatíðindi
8%
Vinnuvitan
10%
Norðlýsið
13%
FF-Blaðið
16%
Trúboðin
19%
Kvinna
30%
Dimmalætting
48%
Sosialurin
53%
Vikublaðið
64%
FAKTA