Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JAN MÜLLER Oljutingið, sum varð stovn- að herfyri, fer nú undir sítt fyrsta tiltak. Tað er eitt sem- inar, sum verður hildið á Føroya Handilsskúla 4. okt- ober. Saman við Handils- háskúlanum BI í Stavanger hevur nevndin í Oljuting- inum sett saman eina skrá undir heitinum: Oljuvirk- semi í Føroyum - møguleik- ar og avbjóðngar fyri vinnu- lív, almenna fyrisiting og útbúgvarstovnar við atliti til heilsu, trygd og umhvørvi. Fyri at kunna vera við í til- tøkum hjá Oljutinginum skal ein verða limur. Í løtuni hava rættiliga fitt av ein- staklingum og virkjum teknað seg sum lim í fel- agnum, sum hevur til enda- mál at umrøða mál, ið hava tilknýti til eina komandi oljuvinnu. Evnini, sum verða við- gjørd á Oljutinginum, eru m.a. Vónirnar til oljuvirk- semi (Eyðun Elttør, olju- málaráðharri). Um oljulóg- gávuna (Anni á Hædd), Heilsa, trygd og umhvørvi - mannagongdir (Alex Buvik), Treytir fyri veitarar/ krøv til samstarvsfelagar (John Inderhaug), Hvønn týdning fær hetta fyri før- oyska vinnulívið (Jan Mortensen), Leikluturin hjá Undirvísingar- og menta- málastýrinum (Torbjørn Jacobsen, landsstýrismað- ur), Møguleikar fyri føleikaloysnum yvir stytri og longri tíð (Ragnar Magnussen, Føroya Hand- ilsskúli), Um BI (Sigmund Rosnes, Handilsháskúlin BI Møguleikar og avbjóðingar Stavanger), Innihald, gjøgn- umgongd og lestrarmyndil (Ingvil Smines Josdal, Handilsháskúlin BI, Sta- vanger). Eftir innleggini verður møguligt orðaskifti. Ingvør Nolsøe, forkvinna í Oljutinginum Tilmelding skal vera Vinnuhúsinum í hendi í seinasta lagi 2. oktober. For- kvinna fyri Oljutingið er Ingvør Nolsøe. 12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 181 - 21. september 2000 Nr. 181 - 21. september 2000 »Havið« – heims- hav og heimahav Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókarverkið »Havið« eftir Boga Hansen, havfrøðing, ið snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleið- irnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking Bókarverkið »Havið« eftir Boga Hansen er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir at vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvar- blanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Høvundurin hugsar sær, at hesin partur kann vera grundarlag undir tí, sum annars verður skrivað í bók- ini. Annar partur í bókini – og kanska tann mest upp- runaligi, av tí at høvundurin hevur sjálvur verið uppií at gjørt nógvar av kanningun- um, ið bókin byggir á – eru tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botn- viðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðan- fyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Het- lands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóv- arhiti og broytingar eftir árs- tíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák á firðum, teir føroysku gátt- arfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera. Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um saman- hang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum ser- stakliga og um toskagýting- ina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evn- um, hvussu tey eitrandi evn- ini flytast í sjónum og hvussu støðan er viðvíkj- andi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høv- undurin veðurlagsbroyting- arnar í farnari tíð, viðgerð sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vaktst- arhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar. Bókin er ikki skrivað til nakran serligan bólk av fólki. Í Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum – átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga. Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt núi miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhalds- deild fólkaskúlans og fólka- skúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undir- vísingina ella sum stuðul í undirvísingini. Sjálvur hev- ur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing. Í bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt og sum gera bókina nógv lættari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og marg- broytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorð- um. Repro-Z hevur tikið sær av repro, umbróting og prentumsiting. Bókin er 232 bls. til støddar og kostar 240 kr. 6. ár á rað, skipar Gospel- tónleikafelag Føroya fyri Gospelfestivalinum og aftur í ár er Norðurlandahúsið karmur um festivalin, sum nú rættiliga hevur rótfest seg í Føroyum. Endamáli hjá fyrireikar- unum at hava henda festival er at menna og gera umstøð- urnar hjá teimum, ið fáast við at syngja andaligan tón- leik í Føroyum betri. At skapa eitt forum, har karm- arnir eru optimalir. Festivalurin í ár er einki undantak. Heili 13 bólkar, einstaklinga og kór fara at framføra andaligan tónleik í Norðurlandahúsinum 23. og 24. septembur og har verður eisini høvi at ogna sær fløgur og bøkur. Upplýsingar um Gospel- tónleikafelagið og Gosp- elfestivalin 2000 fáast eisini á heimasíðuni hjá Gospel- t ó n l e i k a f e l a g n u m , www.gospelmusic.fo. Atgongumerlir fáast í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovuni í Havnn og Kiosk Vár í Saltangará. Teir luttakandi á festival- inum í ár eru: Siloakórið: Eitt kór, sum føroyingar flestir eru stoltir av. Kóri hevur ein greiðan og beinraknan boðskap og ferð at framføra mildan kór- tónleik, júst sum vit kenna Siloakórið fyri. Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum sigur at tey hava eisini fingið stuðul frá nøkr- um sera dugnaligum tón- leikarum. Siloakórið leggur fyri á festivalinum leygar- dagin. Heini Lützen: Hann kenna vit øll. Hevur í mong ár veri sera virkin í Før- oyska tónleikaheiminum og við fleiri fløguútgávum á baki. Hann fer fyri tað mesta at syngja lovsangir. Eyðun Jacobsen: Eyðun Jacobsen, sum forrestin júst hevur hildi silvurbrúdleyp saman við konuni, er eisini eitt sera kent navn innan andaliga tónleikaheimin í Føroyum. Hann er júst komin heim av útlegd í Danmark, har hann hevur virkað sum lovsangsleigari í einari stórari kirkju í Ål- borg. Hann hevur eisini fløguútgávu í ryggsekki- num og verður tað spenn- andi at hoyra hvat hann fer at borðreiða við á festivalinum í ár. Elsebeth Lindegaard: er 24 ár. hon er gift og er mamma at 2. dreingjum. Í juni var hon liðug við peta- gog útbúgvingina. Síðan Elsebeth var barn hevur hon sungi nógv. Tá hon var 5 ár framførdi hon saman vi sistur síni í missi- ónshúsinum har hon búði og skjótt bleiv tað til fleiri og fleiri framførðslur. Tá systurin flutti heiman helt hon áfram einsamøll við at syngja. Hon hevur ein fast- an klaverspælara við sær og á Gospelfestivalinum hevur hon kór og fult orkestur við sær. Í 1995 gav Elisabeth út eina fløgu, sum kallaðist Dråben. Í novembur 99 kom so seinna fløgan sum kallast Hos Far. Og tað er serliga sangir frá hesi fløgu, sum Elsebeth fer at framføra á Gospelfestivalinum. Fyri 7 árum síðani misti Elsebeth pápa sín eftir at hann hevði verið sjúkur í nógv ár. Nógvir av tekstu- num, sum eru á fløguni “Hos Far” eru hetta at missa pápan. Tittulagi “Hos Far” ber eina vón um at sýggja pápan aftur í Himli. Tónleikurin er poppur. Lægt tónleikin tilrættis hev- ur Jacob Grunnertoft, sum eisini verður á konsertini. Elsebeth sigur at hon gleðir seg at koma til Føroya saman við orkestri sínum og vónar at nógv fólk koma til konsertinar í Norð- urlandahúsinum 23. og 24. septembur. Jan Honningdal: Hann er frá norra. Giftur og eigur 4 børn. Sangur hevur altíð ligi á hjartanum hjá Jan og hann ynskir at brúka sangin sum eitt amboð fyri Harran. Gjøgnum tíðina hevur hann verið sera aktivur í andaliga arbeiðinum har hann hevur veri. Serliga er tað lovsangurin, sum liggur honum á hjarta og hevur hann givið fleiri fløgur út. Á Gospelfestivalinum fer Jan at framføra við tónleik- arum úr Føroyum. Hann og kona hansara gleða seg at koma til Føroya, og vit gleða okkum at hoyra tey. Jesus Band: Er ein nýggj- ur bólkur úr Eysturoynni. Hesin spennandi bólkurin spælir fyri tað mesta blues og traditionellan rock. Liquid Gravity: Poppur. Bólkurin er serliga kendur fyri sínar framførðslur á Vaglinum, har bólkurin hevur luttikið á útimøtum hjá samkomuni í Filadelfia. Bólkurin er eisini kendur fyri at vera ein sera yvir- givin lovsangsbólkur. A2J: Ein dansibólkur í Kelduni í Skálafirði. Tey hava framført dansir, mime og drama síðani 1998. Saltbrøður: „Poppur i en nøddeskal“ Saltbrøður vóru við á seinasta Gospelfesti- vali og var framførðslan tá bergtakandi. Góður sving- andi poppur, beinraknir tekstir og smílandi fólk á pallinum. Saltbrøður svingar og vit gleða okkum at hoyra teirra nýggja rep- ertuire. I Am:: Ein bólkur, sum so sanniliga ikki liggur á tí latu síðuni. I Am, sum m.a. hevur havt góðar plasering- ar á „15 Tær Bestu“ í Út- varpi Føroya og sum eisini hevur verið í Íslandi og spælt í summar, skal enda festivalin. I Am spælir rein- an rock og má framførðslan hjá teimum eisini sigast at vera í serklassa. Sætti gospelfestivalurin verður í vikuskiftinum í Norðurlandahúsinum Taxi eru í løtuni á ferð í Íslandi, so formurin skuldi verið eins góður og tann hjá fótbóltsleikarunum Fótbóltsdansur á Kambsdali JÁKUP MØRK Talan er um eitt afturvend- andi tiltak, sum GÍ skipar fyri. Fyrst og fremst er tiltakið ætlað leikarunum, sum í summarhálvuni hava dystast móti hvørjum øðrum, soleiðis at hesir nú kunnu hittast undir øðrum umstøðum. Undirtøkan millum leikararnar fyri tiltakinum hevur vanliga verið sera góð, og hava leikarar úr øllum eysturoyarfeløgu- num leita sær til Kambs- dal. Góð undirtøka Tað eru tó ikki bara leik- arar, sum sleppa við a Kambsdal. Áskoðarar, og dansigestir annars eru eis- ini væl komnir, og eisini frá teirra síðu hevur und- irtøkan verið góð. Sostatt vóru í fjør eini 800 fólk til dansin. Orkestrið ta ferðina var Taxi, sum ivaleyst telist millum kendastu bólkar okkara, og soleiðis verður ætlandi eisini hesu ferð. Taxi er annars í løtuni á konsertferð í Íslandi, so at formurin hjá teimum er í lagi, er einki at ivast í. Alt í lat tykist vera lagt upp til ein hugnaligan enda á kappingarárinum, og í Gøtu vóna tey, at til- takið aftur í ár fær góða undirtøku. Samstundis, sum fótbóltslands- kappingin endar, verður stórt dans- itiltak í Ítróttahøllini á Kambsdali Sig okkum frá Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Galvaniseraðir viðfestisvognar Sosialurin - 311820 Tosið við okkum!