Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Harafturímóti vísir upprit frá bretskum professara í verjumálum, sum er góð- kent av sjálvum aðalskriv- aranum í NATO parlament- inum, at Føroyar ikki noyð- ast at hava her, fyri at gerast limir í Partnership for Peace samstarvinum. Kortini ger Niels Helveg Pedersen báðum føroysku fólkatingslimunum greitt, at eitt land við limaskapi í Partnership for Peace tekur á seg fýra skyldur, saman við NATO. At samstarva við NATO og at menna hermegi, ið betri kann samstarva við NATO. At skapa gjøgnumskygni í tillrættarleggingini av al- tjóða verju. At tryggja fólkaræðisligt Helveg heldur fast við sítt Danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Pedersen, stað- festir í svari til føroysku fólkatingslimirnar enn einaferð, at lond skulu hava vápnaða megi fyri at vera limir í Partner- ship for Peace JOHN JOHANNESSEN Ein náttúrlig fyritreyt fyri at vera við í Partnership for Peace samstarvinum er, at landið hevur vápnaða megi. Hetta staðfestir Niels Hel- veg Pedersen í svari upp á fyrispurningar frá Óla Breckmann og Jóannes Eidesgaard, fólkatingslim- um. Teir báðir fólkatingslim- irnir settu danska uttanríkis- ráðharranum hvør sín fyri- spurning um Partnership for Peace, eftir at hann hevði sýtt løgmanni at tosa við NATO aðalskrivaran um samstarv og í brævi gjørt løgmanni greitt, at Føroyar ikki kunnu gerast limir í Partnership for Peace, tí vit hava ongan her. eftirlit av vápnaðum herlið- um. At halda við líka evnini og tilbúgvingina at vera við í tiltøkum, sum til dømis verða gjørd undir ST. Danski uttanríkisráðharr- in vísir á, at afturat hernað- arliga samstarvinum, um- fatar limaskapurin í Partner- ship for Peace eisini samstarv um bjarging og til- búgving. 14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 181 - 21. september 2000 Nr. 181 - 21. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Tá Jóna, elsta dóttirin, fyri trimum vikum síðani gavst í tænastu síni á Landssjúkra- húsinum, »heintaði« Skómakarin hana heimaftur. Fyri 45 árum fylgdi hann 18 ára gomlu dóttrini til arbeiðis á fysta sinni Mynd: Jan Müller Í dag verður Johannus Jacobsen í Fuglafirði níti ár. Millum fuglfirðingar man hann best - og eina mest - verða kendur sum Skómakarin. Abbi kom til Fugla- firðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er fødd- ur og uppvaksin í Funn- ingi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Abba dámdi sera væl tíðina í Havn, og tosar hann ofta um Havnina í 20‘unum, tá hann seym- aði sjómonnum stylvar á verkstaðnum hjá Knút í Smiðjustovu í Bringsnar- gøtu - og veit hann okk- um nógv at siga um gomlu Havnina, ið tá í stóran mun fevndi um Reynið og leiðirnar har um vegir. Í 1930 fór abbi til Fuglafirðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættuliga, men mær er fortalt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari - og skómakari kravdist í eini bygd við nógvum sjó- fólki. Saman við abbasysti, Magninu, flutti hann til Fuglafjarðar. Har fekk hann sær verkstað, og skjótt fann hann sær eis- ini ommu, Ellufíu hjá Óla á Miðgerði, og giftust tey í februar 1936. Abbi og verkstaðið hava altíð verið ein eind, og enn er verkstaðið ein partur av húsinum. Tá vit vóru børn, var abbi á verkstaðnum allan dagin, og omma helt hús, var í køkinum og vaskaði klæði. Í dag brúkar abbi ikki so nógvar tímar á verkastaðnum. Nú eru tímarnir fleiri í køkinum, har hann bakar og mat- ger. Stórur saknur var, tá omma í 1977 doyði, men lívið skuldi halda fram, og sum við handverki- num hevur hann evnini at skapa trivna og lív rund- an um seg. Hugaligar eru eisini løturnar, tá Malla, systirin úr Funningi vitj- ar, og nú abbi er 90, og abbasysti 99, verður stutt- ligt at síggja báðar »níti- áringarnar« í Fuglafirði í dag. Abbi og omma fingu sjey børn. Tólv eru abba- børnini og 21 eru lang- abbabørnini. Góði abbi! Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta. abbabørn Skómakarin í Fuglafirði níti Johannes Jacobsen, skómakarin 90 ár Ein snøggur fuglfirðingur verður níti ár 21 septem- ber - fattur í herunum, lættur upp á sporið og eins fryntligur, sum ein 20 ára unglingi. Hann er ættaður úr Funninigi — sonur til Carolinu og Osvald. Hann hevur livað megin partin av fyrru øld og hevur trinið inn í nýtt árhundrað og nýggja øld. So hann er nóg gamal at vita av. Um hetta er or- søkin til tey mongu árini, er ilt at siga, men slektin í báðar ættir eldist væl. Skómakarin er Johann- es. Annað navn var ikki millum manna. ”Far heim til skómakaran, bið hann bøta upp á hesar skógvar- nar til sunnudagin.”- “Jú, kom aftur leygarkvøldið”. Heim aftur leygarkvøldið. Tá slapst tú at sita undir bitunum í hjallaranum eina góða løtu og bíða, meðan hann legði síðstu hond á verkið. So varð prátað, og sum flestu vaksin gjørdu í bygdini, argaði hann teg eitt sind- ur. Hetta varð bara upp- fatað sum spæl. ”Mamma tín fær ikki hesar skógvarnar til sunn- udagin. Hon skal á leist- um í kirkju, ella hon kann fara í svartaskógvarnar hjá pápa tínum!” Og so var látur. Skemtið bar brá av barnsligum, uppkiptum fyrimyndum, sum í barna- sinninum fóru aftur við borðinum sum nakað stuttligt: Síggja mammu fara í kirkju í svartaskóm hjá pápa, ja, alt bar til, men, men, men… Maskinurnar snurraðu, og skómakarin stóð í síni kittlitaðu svintu í siss- heimi og gjørdi hetta so snøkt, sum til bar. Dyggur var hann í sínum hand- verki, og væl visti hann eisini, at skógvarnir skuldu skína. Tað skuldi standa eftir, tá ið farið varð inn eftir kirkjugólvi- num sunnudag, at verkið var til fulnar gjørt, og einki krotusmíð hekk uppi yvir hali ella leisti. Sjálvandi visti Skógmak- arin um alt hetta. Mundi tað ikki honum eisini vera ein dygd, at kvinnurnar fóru í skógvar serliga sunnudag, sum høvdu verið í hansara hondum kvøldið fyri? Orðið móta- sýning var ikki uppfunnið um hetta mundið, og hevði henda gongd inn eftir kirkjugólvinum einki við tað at gera. Hetta var spurningur um æru, bæði hjá handverkaranum og hjá tí, sum í skónum var. Æran er fagrasta træ í skógini, og ærukær eru flest øll. Lat tað eisini vera sagt, tá ið nomið varð við handverkið, at ikki vart tú kveistraður burtur, tá ið tú onkran regndag stakk inn á gólvið í Smiðjuni, Snikkaravirkinum hjá Jacob Olufi og Bedingini. Handverkið livdi í hvørj- um króki, tú sást tað, kendi angan av tí, og tilevningin var goymd í onkrum króki, sum fyri eftirtíðina gjørdist til nakað dýrabart. Meðan tú bíðaði inni hjá Skómakar- anum, var lív í hvørjum sekundi. Tíðin stóð still, hóast hetta var leygar- kvøld. Eygað sá, hvussu alt fyrifórt, og tað var gott. Johannus lærdi eisini ortupediskt skósmíð. Her skuldu bæði hegni og evni til at fara um allar teir føtur, sum vóru merktir av bága úr móð- urlívinum ella skaða, sum hevði elvt til vanføri. Her skuldu listalig evni til. Jú, tú kanst vera góður lista- maður, men alt endar í handverki, og so er spurn- ingurin: Um tú ert góður handverkari ella ikki. Og her hevur Johannus verið hollur. Hann var knýttur at teimum, sum skuldu hava hetta slag av skóm og ikki minst, tey at hon- um. Tey komu úr øllum landinum til hansara, so sigast kann: Vælsignað veri hondin! Ikki fer tann kittlitaða svintan frá mær. Hon var bæði impressionistisk og ekspressionistisk. Teir svørtu prikkarnir, ið livdu í plagginum, gjørdu Jo- hannus til ein listaligan part av einum heimi, sum bara sæst niðri í Paris hjá t. d. Monèt, Gauguin og Delacroix. Johannes kom sum ungur til Fuglafjarðar. Hann og Magnina (systir- in) búleikaðu á Bakka- num dygst við smiðjuna (húsini hjá Høgna og Marthu) ta fyrstu tíðina. Johannus bleiv skotin í Ellu Fíu (Elin Sofíu) hjá Óla Miðgerði. Tey giftust 1936 og fingu sjey børn. Nú er væl av vatni runnið í á síðani tú fórt úr Funn- ingi. Eg haldi, tær hevur dámt í Fuglafirði, og í dag ert tú millum elstu fólk í bygdini. Hábarslig vóru tit, tú og Elli Fía, og satt at siga ert tú eins snøggur tann dag í dag, hóast tú hevur mist tína betri helvt og nátt tey níggjuti. Alexandra og eg ynskja tær hjartaliga til lukku við teimum níti árunum og blíðan byr framyvir. Frits Glaðing 2 útkomið Mánaðarblaðið Glaðing er nú aftur komið á søluhillar- nar. Eins og í fyrra blaðnum er tilfarið fjølbroytt. – Eitt nú kunnu vit nevna greinina um mongu ódugn- aligu barnaverndirnar í Før- oyum, har børnini mangan gerast offur fyri skilaleysum avgerðum, verður nevnt í tíðindaskrivi frá Glaðing. Av øðrum í blaðnum er at nevna grein um systrar, sum ongantíð hittust í 78 ár, um vanlukkuraktan familj- umann, sum er bundin í koyristóli, grein um ungar føroyingar við donskum skúlaskipi o. s. fr. Tað er Grækaris D. Magnussen, sum er blað- stjóri á Glaðing. Hann sigur, at tað var við ikki sørt av spenningi, at teir fóru undir at geva út blaðið. – Hóast spádómarnir frá mongum síðum vóru daprir, mettu vit, at pláss eigur at vera fyri einum øðrvísi fjøl- miðli, sum eitt mánaðarblað jú er, sigur hann. Fyrra blaðið fekk góða móttøku, seld eru millum fýra og fimm túsund eintøk. Onnur útgávan av mánaðarblaðnum, Glaðing, er útkomin KENDUST SUM SYSTRAR HITTUST ONGANTI‹ VANLUKKURAKTUR BUNDIN AT RULLISTÓLI 1. ÁRGANGUR NR. 2 2000 S E P T. / O K T. 2 0 0 0 GEORG STAGE ONKI FYRI RÆ‹USKÍTAR BLÓ‹TØPP AV GYR‹ISLOPI BARNAVERNDIR OFRA BØRN