hósdagur 21. september 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 181 - 21. september 2000
Nr. 181 - 21. september 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Í viðmerking frá aðal-
skrivaranum frá Fótbólts-
sambandi Føroya í Sosi-
alinum týsdagin, komu
einstøk viðurskifti fram,
sum eftir okkara tykki
eiga
eina
rættleiðing
uppiborna.
Hendingarnar kunnu
samanskrivast nakað so-
leiðis: Tann 28. juli í ár
sendi GÍ inn eina umbøn
um, at kunna nýta ein-
stakan leikara, sum er av-
taluleikari uttanlanda og
er føroyingur. Saman við
hesi umbøn fylgdi ein
skrivlig váttan - bæði frá
leikaranum og frá felag-
num, sum viðkomandi er
sáttmálabundin við. Hetta
var í tráð við tað, sum
stendur í ásetingunum hjá
FSF §17, stk. 2, og fyrsta
afturmeldingin frá FSF
var tá eisini, at ásetingar-
nar vóru fylgdar.
Nakað seinni byrjaði
meldingarnar frá FSF at
broytast nakað, og fyri
umleið tveimum vikum
síðani fekk GÍ eitt bræv
frá FSF, har tað bleiv
staðfest, at vit bert kundu
fáa loyvi at gera nýtslu av
viðkomandi leikara, um
leikloyvið varð flutt um-
leið tvær vikur eftir 28.
juli! Leggið merki til, at
fingu brævið fyrst í sep-
tember – tvs. umleið góð-
an mánað eftir 28. juli. Tá
var heldur torført at halda
ásetingina um tvær vikur,
sum annars ikki er nið-
urfeld nakra staðni.
Tað er eisini rætt, at vit,
eftir at hava fingið brævið
frá FSF, høvdu møguleika
at kæra avgerðina til
Dómsnevndina,
men
meldingarnar frá aðal-
skrivaranum hjá FSF hava
verið, at juridiska ekspert-
isan í dómsnevndini, sum
samstundis er juridiska
ekspertisan hjá FSF, hava
luttikið í niðurstøðum
FSF’s, so ilt er at ímynda
sær nakra aðra niðurstøðu
enn hana, sum FSF og að-
alskrivarin eru komin til.
Vit vilja tí fegin átala,
at FSF tekur avgerðir,
sum ikki beinleiðis standa
í lógum felagsins – t.v.s.
lógum, sum øll feløginin
dagliga kunnu halda seg
til. At FSF ger niðurstøð-
ur, sum vit ongan møgu-
leika hava at fylgja – t.v.s.
at ynski um at eitt leik-
loyvi skal flytast fleiri
vikur undan, at vit hava
fingið kunnleika um hett-
a. Og at enda at juridiska
ekspertisan hjá FSF sam-
stundis er dómsnevnd fe-
lagsins.
við ítróttakvøðu
Gøtu Ítróttarfelag
Nevndin
Viðmerking
JÁKUP MØRK
At ein somikið langur sátt-
máli verður undirskrivaður,
er nærum óhoyrt í føroy-
skum fótbólti.
Við undantakið av mest
vinnandi føroyska venjara-
num, Johan Nielsen, hevur
tað so als ikki verið ger-
andiskostur, at venjarar
støðast leingi í einum og
sama felag.
Fleiri orsøkir
Sambært stjóranum í P/F
Havnar Fótbóltur, sum er
partafelagið aftan fyri frem-
sta liðið hjá HB, so eru tað
tó fleiri orsøkir til, at felagið
nú ger ein somikið langan
sáttmála við Ion.
- Tað eru so nógvir smær-
ri og størri lutir, sum hava
verið viðvirkandi, sigur
Steinfinnur Mittelstein.
- Fyrst og fremst er sjálv-
andi at siga, at vit hava verið
sera væl nøgdir við tað ar-
beiði, sum Ion hevur gjørt
fyri okkum higartil. Hóast
talan ikki hevur verið um
gullmerki hvør ár, so eru vit
so avgjørt ikki av teirri fat-
an, at venjarin ber skuldina
fyri hetta.
- Tað er eisini okkara fat-
an, at spælararnir hava verið
væl nøgdir, og vit hava spurt
okkum fyri hjá bæði drein-
gja-, unglinga- og fyrstu-
deildarliðnum, áðrenn nøk-
ur avgerð varð tikin í so
máta.
Eisini leggur Steinfinn
dent á, at tað so avgjørt ikki
er nøkur løtt uppgáva at
finna ein nýggjan venjara,
og tá samstarviði hevur
koyrt somikið væl í trý ár,
heldur hann tað vera upp-
lagt at leingja sáttmálan.
- Skal ein nýggjur venjari
finnast, skal nógv arbeiði
leggjast í, áðrenn partarnir
kenna hvønn annan nóg
væl. Hetta hava vit verið í-
gjøgnum við Ion. Í byrjanini
var tað sjálvandi ein stór
umstilling, sum mátti fara
fram hjá báðum pørtum, tí
hann kom jú úr einum heilt
øðrum umhvørvi, har krøv
til og umstøður hjá leika-
runum eru heilt øðrvísi enn
hjá okkum. Nú dugir hann
at laga seg til føroysku
mentanina, meðan vit sam-
stundis síggja nógv positivt
í hansara hugburði, har til-
vildin so at siga ongantíð
sleppur at ráða.
- Eisini hevur hann stórar
menniskjaligar eginleikar,
sum vit hesi trý árini hava
virðismett sera høgt, so
samanumtikið hava vit ver-
ið sera fegin um hansara
leiklut í felagnum.
Ion fær fýra ár afturat
Seinnapartin í gjár skrivaði Ion Geolgau undir nýggjan sáttmála við HB. Sáttmálin er galdandi í 4 ár
Í HB eru tey somikið fegin um venjaran, at Ion nú fær fýra ár afturat í felagnum.
Sáttmálin skuldi eftir ætlan undirskrivast seinnapartin í gjár
Líkindini at renna vóru ikki
av teimum bestu, tá Roys-
nið seinasta leygardag skip-
aði fyri árligu rennikapp-
ingini Runt Agnið. Teir 18
rennarar løgdu til brots í
regni og vindi. Men hetta
veðurlagið er vorðin ein
náttúrligur partur av kapp-
ingini Runt Agnið.
Byrjað varð við skúlan á
Toftum. Runnið varð úteftir
gjøgnum Tofta bygd, niðan
Heygarnar, út á Nes og nið-
an á Agnið. Runnið varð so
oman móti Runavíkini, út
gjøgnum Saltnes og á mál á
Tofta kei.
Hjá monnunum løgdu
Sølvi R. Hansen og Gutt-
orm Sørensen harðast út,
meðan Cecil Weihe legði
seg á triðja plássið. Guttorm
og Sølvi fylgdust, til okkurt
um 1 km var eftir, tá fór
Guttorm frá Sølva og gjør-
dist sostatt vinnari av kapp-
ingini. Sølvi gjørdist nr.
tvey, meðan Cecil gjørdist
nr. trý.
Rigmor for solo
Hjá kvinnunum vóru einans
tríggir luttakarar. Rigmor N.
Joensen legði seg á odda
beinanvegin og helt leiðslu-
na heilt á mál. Nummar tvey
og trý gjørdust ávikavist
Brindis Weihe og Inga
Hansen.
Guttorm og Rigmor á
odda
Kappingin var samstundis
triðja og næstseinasta umfar
av Daewoo Marathon Cup,
har luttakarnir í fýra um-
førum tilsamans
renna eitt heilt marathon.
Hjá kvinnum er Rigmor
N. Joensen trygt á odda
frammanfyri Brindis Weihe.
Í teimum fyrstu trimum
kappingunum, ið eru til-
Runt Agnið 2000
Árliga rennikappingin, Runt Agnið, fór fram í Eysturoynni um vikuskiftið
samans 36,595 km til
longdar, hava tær nýtt á-
vikavist 2.28,05 tímar og
3.27,52 tímar.
Undan kappingini leygar-
dagin var størri spenningur
hjá monnum. Guttorm Sør-
ensen var bert 9 sek. fram-
manfyri Signar Røsvik sam-
anlagt. Signar luttók ikki í
kappingini Runt Agnið, so
nú er Guttorm trygt á odda
við tíðini 2.10,35 tímar fyri
36,595 km., meðan Cecil
Weihe er nummar tvey við
tíðini 2.18,30 tímar. Honum
á baki kemur Sølvi R. Han-
sen, ið hevur nýtt 2.20,11
tímar at renna teir 36,595
kilometrarnar.
Seinasta umfar av Dae-
woo Marathon Cup verður
tann 21. oktober, tá 5,6 km
verða runnir í Kambsdali.
Úrslit, Runt Agnið
Kvinnur
1. Rigmor N. Joensen,
Bragdið, 42,55 min
2. Brindis Weihe, Bragdið,
57,08 min
Menn
1.
Guttorm
Sørensen,
Treysti, 37,36 min
2. Sølvi R. Hansen, Roys-
nið, 37,53 min
3. Cecil Weihe, Bragdið,
39,05 min
Rigmor N. Joensen og Guttorm Sørensen eru trygt á
odda í Daewoo Marathon kappingini
Mynd: Birgir Sondum
Hesar seinastu mánarnar og
serliga henda mánadin hev-
ur Jóannes Eidesgaard verið
svínaður út og dúgliga á-
lopin av diversum fullveld-
isfólki, (líka frá Vágfjalli til
Úlvsá og Elin Henriksen)
og tadð hava nógvir eldri
javnaðarveljarar
fegnast
um, tí einki er meira
skammiligt hjá javnaðar-
fólki enn at verða róstur av
tí slagnum.
Petur Mohr Dam, slóð-
brótari okkara, sum var ark-
itekturin aftan fyri føroyska
vælferdarstatin plagdi ofta
at taka til, at besta kum-
passið hjá honum fyri at
vita, um politiska kósin var
røtt, rættvís og greið fyri at
gagna føroysku lønarfjøld-
ini var at síggja og hoyra,
hvussu nógv hann var hund-
dálkadur av tjóðveldis-
monnum. (Hann hevdi tann
heiður saman vid Georg
Lindenskov Samuelsen at
vera mest persónliga chik-
aneraði føroyski politikkari
– fyrst av fólkaflokki, sídani
av
tjódðveldismonnum.)
Skuldi tað knappliga verið
ein vika, har hann ikki var
yvirfúsaður av teimum,
gjørdist hann næstan illa við
og fór at umhugsa, um hann
mundi vera á rættari leið
politiskt, “tí … “, legði hann
afturat, “ Gud náði og
troysti okkum javnaðar-
menn, taíð vit í okkara rætt-
vísispolitikki rokna við at
fáa nakra tøkk frá tí turr-
gelda
tjóðveldislidinum,
sum aldri hevur havt og
aldri fer at hava nakran er-
ligan socialan vilja í poli-
tikki.” Ì dag verda linjurnar
tíbetri strikaðar týðuliga
upp í føroyskum politikki,
soleiðis at eingin ivi skal
vera um tað bládýpi, sum
er og altíð fer at vera millum
øðrumegin rationelt og
pragmatiskt hugsandi javn-
aðarmenn og hinumegin á-
byrgdarleysar, irrationellar
nationalistar og dagdroym-
arar sum fullveldismenn.
Her er munur á monnum.
Risagjógv er millum skila-
leiðina hjá Jóannesi og ør-
vitisleiðina hjá Høgna.
Frá tí vulgeru reklamu-
stovuni i Tinganesi (fyrr
landsstýrisskrivstovan)
roynir
Landsmøsnarin,
Hoydal at villleiða fólk og
fortelja teimum, at vit eru
ein homogen tjóð, og tí er
ikki brúk fyri flokspolitikki
longur. Hetta sigur óvitin í
ramasta álvara. Bara tað sig-
ur okkum, at tað er brúk fyri
javnaðarpolitikki meira enn
nakrantíð áður. Er hann so
ungur, at hann ikki veit,
hvørjar hann her citerar?
Hevur hann aldri hoyrt um
korporativan politikk ella
Volksgemeinschaft? Hevur
hann ikki, kunnu vit vissa
hann um, at tað ongantíð
hevur verið meira brúk fyri
flokkspolitikki, enn síðani
hann kom við sínum ørvit-
isprojekti um loysing uppá
avbetaling.
Hann skal eisini gera sær
greitt, at føroyingar aldri
vera nakað homogent fólk,
- hartil eru ahugamálini ov
ymisk. Tad er langt glopp
frá teim, sum halda seg hava
patent uppá at vera føroy-
ingur og so til teirra, sum
veruliga eru tað og búleikast
á bygd fyri slitmannaløn.
Tann forkelaða klikan av
vælløntum, dansktgøddum
akademiskum patentføroy-
ingum, sum dusa sær í Havn
hava eingi áhugamál til fel-
ags við arbeidsmonnum í
Miðvági, arbeidskvinnum í
Sumba, útróðrarmonnum í
Klakksvík ella fiskimonn-
um í Fuglafirði. Her mugu
javnadarmenn kompromis-
leyst avdúka og steðga dem-
agoginum, og tað tykist Jó-
annes at vera farin undir nú
av álvara, tí leika fullveld-
ismenn steinørir. Vit onnur
fegnast og veita honum
riddaraslag. Riddarin skal
herja móti øllum drekum og
trøllum, ikki minst fullveld-
isskrýmslinum. Ì politikki
hava tjóðveldismenn altid
verið ørindaleysir - fantasi-
leysir nationalistar, sum
ongantíð lærdu at hugsa
longur og meira enn eina
hálva viku fram í tíðina.
Teir eru ikki problem-
loysandi – nationalistar eru
allastadni bara problem-
skapandi.
Lat tað vera sagt, so tað
ikki kann misskiljast, at
javnaðarmenn aldri hava
verið og aldri verða full-
veldismenn, hvaðna minni
loysingarmenn, tað skal tí
endurtakast, at tí og júst tí
er meira brúk fyri sterkum
miðvísum flokkspolitikki,
sum kann avdúka tómleikan
og vitloysi í fullveldispro-
jektinum og Hoydalsrepu-
blikkini. Hetta er Jóannes
eisini farin undir, tí verður
hann ærumeiddur av tí
hatsku fullveldis-juntaini.
Tað er tí í góðum treysti,
at javnadarfólk hesu ferð
kunnu fara til landsfundar
og vita tað, at flokkurin enn
sum fyrr vil stríðast móti
allari nationalismu, dana-
hatri, ósemju og øllum tí
destruktiva og niðurbrót-
andi politikki, sum tjóð-
veldisflokkurin altíð hevur
umboðað. Yvirlýsing átti at
verið gjørd um, at fólkið
ikki longur vil finna seg í tí
landsfíggjada heilavaski,
sum Hoydalsmøsnarin skip-
ar fyri hvønn einasta dag,
har hann beinleiðis neyðtek-
ur alla tíðindatænastu her í
landinum. Ì øllum øðrum
londum hevdði tað, sum
RIDDARASLAGIÐ til Jóannesar Eidesgaards
áðrenn landsfund Javnadarfloksins
Viðmerking:
fyriferst í Tinganesi verið
mett undantaksstøða, har
vanlig demokratisk rættindi
eru suspenderad! Men hjá
okkum ber alt til!
Tvinnar eru leiðirnar:
Tann hjá Høgna er við bindi
fyri eyguni at leypa beint á
sjógv – hin leiðin, tann hjá
Jóannesi er ein hampuliga
vælgongd gøta, har vit taka
brekkuna lagaliga, sýn av
sýn, hamara fyri hamara, og
vita við okkum sjálvum, at
fram kemur hann, ið hóliga
fer. Hesa seinnu leiðina fær
Jóannes ótøkk fyri frá full-
veldismonnum, tí teir vilja
hvørki dønum ella vanliga
føroyinginum nakað gott.
Vit kunnu bara biðja hann
dríva meira á, so hann eins
og Petur Mohr Dam fær all-
an tjóðveldiskøstin oman
yvir seg, men harvið kann
koma heilt fram á odda í
rættvísisstríðnum. Men júst
tí, at Jóannes verður lastað-
ur av hasum fólkaslagnum,
skal hann hava og hevur
uppiborið riddaraslag frá
okkum øðrum, ið vilja sam-
starv, symbiosu og gott
brøðralag við danir.
Støðan er sera álvarsom í
dag! Fullveldisklikan søkir
við vilja konfrontatión við
danir og roynir at forpesta
viðurskiftini millum báðar
tjóðirnar. Landsmøsnarin er
langt síðani farin um alt
mark fyri demokratiskan at-
burð. Alt tað, sum heima-
stýrisflokkarnir høvdu bygd
upp av vælvild og áliti mill-
um danir og okkum við
seigum dugnaarbeiði líka
síðani 1946 er henda kyn-
iska ókvalifiseraða novisa í
politikki við at beina fyri.
Verður hesin politiski óviti
ikki steðgaður skjótt, kann
tað koma at taka eitt heilt
ættarlið at byggja uppaftur
normalar relatiónir við dan-
ir.
Landsfundur Javnaðar-
floksins eigur tí at taka hetta
álvarsmál upp soleiðis at
danir skilja at tað bara er
ein forkelaður fullveldis-
bólkur, sum stendur aftan
fyri
hesar
ráu
og
ábyrgdarleysu kollisións-
kósina.
Lat okkum at enda øll
minnast, hvussu Petur Mohr
Dam plagdi at teppa Erlend
Patursson og hansara her-
viliga harkalið, táið teir fóru
sjóleysir upp at rópa um, at
“í Føroyum skuldu føroy-
ingar ráða” … so kom tað
sáttliga, men hvast frá Petur
Mohr Dam: Í Føroyum
skulu føroyingar liva. Vit
vita, at í tí fongsli, sum full-
veldismenn kunnu bjóða
okkum, verður ikki liviligt
hjá
rættiliga
nógvum.
Svangligt verður at liva av
ússaligari Hoydalshjálp, tí
teir menninir egna bara fyri
seg sjálvan, og sera ódrúgv-
ur verður posamatur frá ó-
dugnaligum
tjóðveldis-
monnum. Og tí, at Jóannes
er farin at stríðast manniliga
móti hesum samvitskuleysu
hyklarum, skal hann hava
sítt triðja riddaraslag. Einki
er meira heiðurligt og ridd-
arligt fyri ein føroyskan pol-
itikkara enn at herja móti
Hoydalismuni, heimføðis-
skapinum og fordummilsi-
num, tí annað er turrgeldi
Hoydalsóvitin ikki førur
fyri at veita tjóðini og hans-
ara fjarstýrdu mikrofon-
haldarar í tjóðveldisreiðru-
num í útvarpi , sjónvarpi og
aðrastaðni við standa bara
sum observatørar og tora
ikki at muta ímóti. Jóannes
er tí rættiliga einsamallur í
dag – hóast hann er and-
støðuleiðari, verður hann at
kalla ikki boðsendur av fjøl-
miðlum. Vit eiga øll at
stuðla Jóannesi og ikki lata
hann stríðast einsamallan!
Frá okkara journalistum er
eingin hjálp at heimta – teir
hava selt seg langtsíðani!
Virgar T. Dalsgaard
Nú er eitt ár liðið. Boðini
komu óvæntað, at Elinborg
knappliga var farin á Sjúkr-
ahúsið. Vit vónaðu, at tað
fór at laga seg. Men ta nátt-
ina á Landssjúkrahúsinum
fingu vit at vita, sum tímar-
nir liðu, at onki var at gera.
Soleiðis kann lagnan sláa.
Yngst av seks systkjum
skuldi fara fyrst. Røsk og
glað og altíð til reiðar at
geva eina hjálpandi hond.
Tað var so meiningsleyst at
Elinborg brádliga ikki var
her meira.
Hon var so heppin at
traðka sínar barnaskógvar á
Borðuni. Røturnar vóru av
Nesi og úr Lamba. Grund-
arlagið var gott at skapa tað
menniskjað, hon var. So
lítillátin, og hevði tó so stór-
an týdning fyri okkum. Øll-
um tørvar eitt grundarlag,
og hon var ein, ið dugdi at
savna familjuna, altíð við
frískum sinni og hugskot-
um. Hugsaði positivt. Var
millum annað við til at lata
Konditaríið uppaftur.
Ringt er at skilja, at hon
ikki er her longur. Men
minnini liva.
Latið okkum minnast tað
góða, Elinborg gav okkum,
og latið hennara lyndi geva
okkum íblástur. Eingin veit,
hvat ið kemur, so vit mugu
gleðast um tað, vit hava.
Ærað veri minnið um
Elinborg.
Páll og Súni
Til minnis um
Elinborg Zachariasen