fríggjadagur 24. juni 2005síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 118 - 24. juni 2005
Hon hevur dripið
fleiri fólk, enn nakar
annar hevur gjørt.
Talan er um deyðilig-
astu sjúkuna í heim-
inum. Eina sjúku,
sum er eldri enn sjálv
menniskjan
Fimmhundrað
milliónir
menniskju eru smittað við
malaria, og nærum tríggjar
milliónir doyggja hvørt ár
av sjúkuni. Fyri hvørji 30
sekund doyr eitt barn av
malaria, og í hundrað lond-
um kring heimin liva nær-
um helmingurin av íbúgv-
unum í støðugum ótta fyri,
um tey verða tey næstu,
sum verða rakt.
Eftir annan heimsbarda
hildu vit vestanfyri, at sjúk-
an var at kalla útruddað,
men nú er hon av álvara á
veg framaftur. Tørvandi
heilivágur,
ferðavinna,
skógartýning og sosialir
trupulleikar hava lagt trýst
á heilsuskipanina í teimum
londum, sum eru í vanda-
økinum. Malarian er komin
aftur til Rusland, til eystara
og syðra partin av Europa
og eisini til USA. Soleiðis
verða nú eini 1.000 ameri-
kanarar og 2.000 bretar
hvørt ár smittaðir.
Var burturbeind
Dokumentar-sendingin,
sum er framleidd av BBC,
og sum er í tveimum pørt-
um, sigur søguna um stríð-
ið hjá mannaættini móti
malaria. Parasittin, sum ber
sjúkuna við sær, hevur
ófatuliga góð evni til at
umstilla seg, so hvørt sum
nýggjur heilivágur kemur
fram.
Støðuga arbeiði undir
bretsku kolonialiseringini
tóktist tó at bera ávøkst, tá
sjúkan varð at kalla burt-
urbeind, men tað var tó ikki
øll søgan. Samstundis verð-
ur nevnliga eisini staðfest,
hvussu tað ber til, at sjúkan
framvegis finst í Afrika,
sum stendur fyri 90% av
árligu offrunum. Og kann-
að verður eftir, hví sjúkan
nú aftur er komin til vestur-
heimin.
Stríðið fyri kopping
Í sendingunum verður mill-
um annað tosað við høvd-
ingin, Peter Kombo, sum
stríðist fyri at bjarga teim-
um sjúku í býnum Klak-
ware, sum liggur í Kisii há-
lendinum í Kenya. Serliga
er tað børn og ung, sum eru
í vanda, og Kombo roynir
til onga nyttu at fáa hjálp
frá lokalu myndugleikun-
um.
Samstundis roynir Jeffrey
Sachs, sum er økonomur í
ST, at fáa ríku londini at
lata meira í neyðhjálp. Og
kanska kann óttin fyri egn-
ari trygd geva ríku londun-
um seinasta skumpið.
Í hvussu so er stríðist
Gary Goode við at týna
malaria-moyggjabitar, tá
eitt óvæntað álop av sjúk-
uni brádliga er í Palm
Beach Califoria. Og so
síggja vit eisini Adrian
Hall, professara, sum í
tíggju ár hevur roynt at
finna fram til eitt kopp-
ingarevni, og á vegnum til
hetta hevur havt bæði sigrar
og tap.
Í
dokumentarsendingini,
Kvinnur
í
Hollywood,
sleppa hyggjararnir at hitta
nakrar av størstu kvinnu-
ligu filmsstjørnunum, sum
siga frá, hvussu tað er koma
í
umskeplaða
heimin
handan hvíta løriftið. Stór
nøvn sum Sharon Stone,
Kathleen Turner, Whoopi
Goldberg, Sally Field, Glen
Close og Kathy Bates siga
sína bersøgnu hugsan um
nakrar av teimum stóru
gjøgnum tíðirnar.
Sýnd verða hópin av
bæði nýggjum og eldru
klippum frá filmsheimin-
um, har fokus er sett á
konufólk. Marilyn Monroe,
Greta Garbo, Ingrid Berg-
man, Audrey Hepburn,
Katharine Hepburn, Grace
Kelly, Mae West, Rita
Hayworth og Vivien Leigh
eru bara nakrar av teimum,
sum verða at síggja. Og
tosað verður eisini um
avbjóðingina at hava leik-
lutin sum ónda kvinnan. Og
leiklutir, sum Fatal At-
traction og Postboðið ringir
altíð tvær ferðir eru góð
dømi um hetta.
Kvinnur í Hollywood
Malaria
Hagtølini siga, at fyri hvørji 30 sekund doyr eitt barn av
malaria
Vána heilsustøðan í stórum part av Afrika hevur gjørt tað nærum vónleyst at stríðast móti
Malaria
Sharon Stone hevur í fleiri
ár verið roknað sum ein av
stóru kvinnuligu
filmsstjørnunum
Og sjálvandi kann ein slík sending ikki gerast,
uttan at Marilyn Monroe eisini er partur av henni
TvDanmark - Leygardagin kl. 12.50
DR2 - mikudagin kl. 20.30