fríggjadagur 24. juni 2005síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2005
39
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
- Eg minnist, at eg
merkti, at eitt petti av
epli var eftir í búkin-
um, og eg skuldi bara
hava tað uppaftur. So
eg drakk so nógv
vatn, sum eg orkaði
og fekk harvið spýð
tað uppaftur, fortelur
Beinta, sum í knapt
fimm ár hevði bulimi
BULIMI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Beinta hevur júst etið la-
sagne til døgurða. Mamma
hennara hevur illgruna um,
at eitthvørt er á vási við
dótrini, so hon heldur eitt
vakið eyga við henni – ser-
liga um hon fer á wc-ið aft-
an á døgurða. Men Beinta
veit sær ráð. Hon finnur eitt
steyp í kamarinum, sum
hon einaferð var við til at
vinna í ítrótti og spýr í tað.
Telefonin ringir samstund-
is, og tað er onkur, ið spyr
eftir Beintu.
– Eg bleiv sostatt avbrot-
in, og meðan eg tosaði í
telefon, fór mamma niður í
kjallaran. Hon fann hetta
góða steyp og so var galið,
greiðir Beinta róliga frá.
Mamma Beintu var sera
hørm um dótrina og segði,
at hon skuldi til læknan.
Men Beinta dugdi væl at
snúgva sær undan, so hon
lovaði mammu sínari, at
hon ongantíð skuldi gera
slíkt aftur, men innantanna
setti sær fyri, at hon mátti
ansa betri eftir næstu ferð.
Effektivur slankikurur
Beinta var 12 ára gomul, tá
hon fyrstu ferð royndi at
stinga fingrarnar í hálsin
fyri at spýggja. Hon og
nakrar vinkonur vóru dadd-
ur, og tær gjørdu tað mest
sum til stuttleika. Beinta
var altíð tjúkk sum barn,
men hevði ikki stórvegis
trupulleikar av tí, áðrenn
hon kom í pubertetin. Sum
14 ára gomul var hon byrj-
að at hugsa um, at hon feg-
in vildi klænka.
– Eg hevði ikki etið nak-
að serligt í eina viku, men
so fekk eg mær eitt súrepli.
Eg megnaði ikki at halda
tað í mær, so tá eg spýði tað
uppaftur, helt eg, at hetta
kundi verið ein smartur
máti at tapa seg uppá,
minnist Beina afturá.
Hon var fullgreið yvir frá
fyrstan tíð, at tað hon gjørdi,
var ikki rætt. Men tankin um
at gerast kløn var týdningar-
mikil, og hesin mátin virk-
aði. Hon tapti seg. Hon byrj-
aði enntá at ganga móta-
sýning í undirklæðum.
Spýði blóð
Í fýra ár át Beinta so nógv,
sum hon ongantíð hevði
etið áður, men spýði alt
uppaftur, so skjótt sum hon
var liðug. Á hendan hátt
kundi hon eta alt tað, sum
hon hevði hug til, uttan at
tað hevði við sær, at hon
bleiv tjúkk. Men aðrar
fylgjur vóru.
Í fyrstuni mátti hon
stinga
fingrarnar
langt
niður í hálsin fyri at fáa
matin uppaftur, og tað
kundi vera sera pínufult.
Onkuntíð tá hon ikki fekk
alt upp, kundi hon trýsta so
hart upp undir flagbróstið,
at hon spýði blóð.
- Sjálvandi bleiv eg
kløkk, tá eg sá blóðið, men
tað ávirkaði meg ikki kort-
ini, staðfestir Beinta. Og so
við og við vandi Beinta og
kroppurin hjá henni seg við
hetta.
- Til endan var tað so
galið, at bara eg skuldi
bukka meg niður at binda
lissurnar, so rann tað upp,
greiðir Beinta álvarsom frá.
Tenninar
hjá
Beintu
fingu eisini av at vita av
allari magasýruni, sum
kom upp hvønn dag og
fleiri ferðir um dagin.
- Eg kundi spýggja upp í
tíggju ferðir um dagin.
Magasýran skaddi emalj-
una á tonnunum so mikið,
at tá hon var hjá tannlækna
einaferð í níggjunda flokki,
spurdi tannlæknin hana, um
hon ofta spýði. Beinta
segði sum vant nei, og so
hendi ikki meira. Men hon
fór ikki aftur til tannlækna
tey næstu fimm árini. Ikki
fyrr enn tannapína dreiv
hana til tannlæknan, við-
gekk hon fyri honum, at
hon hevði havt bulimi.
Tenninar vóru tá so oyði-
lagdar, at hon mátti fáa
tíggju postalínskrúnur.
- Tað er tað besta, sum er
hent, síðani eg bleiv frísk, tí
tenninar vóru so ljótar, at
eg tordi ikki at smílast,
greiðir hon stórsmílandi frá
í dag.
Tíðarkrevjandi
Frá tí at hon var 14 ára
gomul, til hon var knapt 20
leið Beinta av bulimi. Hon
íðkaði nógvan ítrótt, og
hann gjørdi hon meira og
meira við, eldri hon bleiv.
Ítrótturin hevði millum
annað við sær, at hon
byrjaði at síggja, at hon ikki
kundi halda fram á hendan
hátt.
- Upp á ein máta kann eg
siga, at ítrótturin hjálpti
mær. Hann var í øllum før-
um eitt stig tann rætta veg-
in, tí eg kom burtur úr sjúk-
uni uttan professionella
hjálp, og tað kann einans
vera tí, at mín kroppur ikki
helt til alla ta likamligu
venjingina og sjúkuna,
heldur Beinta, sum er sann-
førd um, at ítróttin hevði
hon neyvan megnað hetta
uttan aðra hjálp. Hon held-
ur fram, at hartil gjørdist
tað alt ov trupult at krógva
tað fyri øllum, og hon mátti
lúgva allatíðina.
- Tað er sera tíðarkrevj-
andi at líða av bulimi. Tú
mást allatíðina tilrættis-
leggja tær, hvussu máltíðin
skal ganga fyri seg og ikki
minst hvar. Og syrgja fyri,
at umstøður fyri at kunna
sleppa av við matin aftur
sum skjótast, eru tilstaðar,
sigur hon.
Hon minnist aftur á fleiri
ferðir, har hon ikki kundi
fara út at spýggja, beint
sum hon var liðug at eta. Tá
kundi hon blíva frustrerað,
tí gekk ov long tíð, fekk
búkurin stundir til at sodna
matin.
Oyðilagt nógv
Sjúkan hevur oyðilagt nógv
fyri Beintu.
- Fyri tað fyrsta oyði-
løgdust tenninar og sodn-
ingarlagi og fyri tað næsta
gongur tað eisini út yvir ein
sálarliga. Eg misti evnini til
at konsentrera meg, var
øgiliga forvirrað. Sjúkan
gekk út yvir mín gerandis-
dag, og eg var sera rastleys,
greiðir hon frá.
Beinta skilir ikki í dag, at
tað kundi koma so langt.
Hon skilir ei heldur, at hon
megnaði at ganga einsa-
møll við sjúkuni í so langa
tíð og lúgva um hana.
- Eg var øgiliga einsa-
møll við sjúkuni, tí eg for-
taldi tað ikki fyri nøkrum.
Eg krógvaði tað so væl og
leyg
fyri
foreldrunum,
sjeikinum og vinfólkunum,
sigur hon stillisliga.
Men í dag tosar hon opið
um tað og hevur áhuga fyri
etingarólagi sum heild.
- Eg eri bara glað fyri, at
eg megnaði at sleppa burtur
úr tí, áðrenn sjúkan rætti-
liga fekk takið á mær, sigur
Beinta, sum eisini heldur,
at etingarólag átti at verið
sett undir sjóneykuna, tí
sjúkan í dag næstan er tabu.
Beinta hevði bulimi:
Spýði tíggju ferðir um dagin
– Eg dugdi sera væl at
krógva tað fyri øllum, at
eg var sjúk. Eg spýði eitt
nú í posar, sum eg so
goymdi, til eg kundi
tveita teir burtur, sigur
Beinta, sum í fimm ár
leið av bulimi
Modellmynd: Bárður Lydersen
Beinta ynskti at vera
dulnevnd, men blaðið
kennir hennara fulla
navn.