fríggjadagur 22. september 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 182 - 22. september 2000
Nr. 182 - 22. september 2000
Seinasti søludagur til 2. drátt
er hósdagin 28. september
70% av
søluvirðinum verður
latið til vinningar
HIN FØROYSKI HAPPADRÁTTURIN
Frá Happadráttinum
Størstu
vinningar
hesaferð:
1x
60.000 kr.
1x
30.000 kr.
1x
25.000 kr.
1x
15.000 kr.
5x
10.000 kr.
10x
5.000 kr.
TILBOÐ
Vit hava eisini stórt úrval
av baðirúmsmøblum.
Tilboðið heldur fram mánaðin út!
÷20%
av øllum
kranum
÷10% av stálvaskum
Landavegur 2 - 100 Tórshavn - Tel. 318023 - Fax 310963
Sosialurin - 311820
verður á Læraraskúlanum 22. & 23. sept-
ember. Arbeiðsætlanin verður henda:
Fríggjadagur 22. september
kl. 19.00: Góðkenning av fundarskipan
Val av fólki til fundarskipan
Innkomið uppskot um lógarbroyt-
ing
Formansfrágreiðing
Orðaskifti um frágreiðingina
Leygardagin 23. september
kl. 09.00
Orðaskifti heldur fram
kl. 10.30
Kaffisteðgur
kl. 11.00
Frágreiðing skrivarans
Orðaskifti um hana
Frágreiðing frá feløgunum
kl. 12.30
Matsteðgur
kl. 13.30
Virkisskráin
kl. 15.00
Kaffisteðgur
kl. 15.30
Val av Starvsnevnd
Val av floksleiðslu
Val av grannskoðara
Ásetan av limagjaldi
Val av undirnevndum
kl. 16.15
Innkomin uppskot
kl. 17.00
Landsstevnusamtykt – Ymiskt
kl. 20.00
Landsstevnuveitslan
Føroya Javnaðarflokkur
Landsstevnan 2000
Frá
Javnaðar-
flokkinum
Landsstevnuveitslan
verður í kantinuni á Læraraskúlanum leyg-
arkvøldið kl. 20. Orkestrið Driv spælir. Kostn-
aður 150,-
Tekning fer fram á tlf. 317561.
Javnaðarflokkurin
Frá
Javnaðar-
flokkinum
Stangavegur 3 - Box 50
FO-700 Klaksvík - Tel. 455340
FÝRVERK
TIL
TIL ÁR
TIL ÁR
Hava tit ætlanir um at gera eitt sindur
meira burtur úr nýggjárinum hesaferð?
Setið tykkum so í samband við okkum!!!
Vit hava drúgvar royndir at selja fýrverk
til nýggjár, stevnur, brúðleyp o.o. tiltøk.
Í ár kunnu vit bjóða øllum felagskapum
tað vælumtókta ROYAL-FÝRVERKI
fyri serprís.
Verð ikki ov seinur, tíðin er knøpp
og mongdin er avmarkað.
Til sølu
Mercedes E190 2.6
6 cyl. bensin, elektroniska innspræning, auto-
matgear, ABS, klimaútbúna, fartpilot, power-
stýring, sóltak, sentrallás, el-rútavindarar og
taxaleður innan. árg. 89.
Bilurin hevur koyrt 57000 km, ein eigari og
er sera vælhildin.
Áhugað ring
tlf. 31 67 95 eftir kl. 17
Frá 1000 ára
haldinum
Sunnudagin 24. september kl. 16.00 heldur
Niels J. Arge, klokkari í Klaksvík fyrilestur í
konfirmantstovuni í Fuglafjarðar kirkju um
evnið: Klokkaratænastan.
FØROYAR KRISTNAR Í 1000 ÁR
Postboks 1121 · tlf. +298 321132 · fax +298 321761 · FO-110 Tórshavn
Lastbilur til sølu
Scania 112 til sølu.
Tlf. 424220 ella 213220
Sosialurin - 311820
www.wenzel.fo
Ynskir tú eitt sera spennandi arbeiði
við góðum framtíðarmøguleikum?
Verð partur í søluliðnum hjá Ford!
Vit leggja stóran dent á, at tú hevur áræði, vísir ábyrgd
og at tín arbeiðsbyrða ikki liggur eftir í einum søluteami,
har kundatænasta og samstarv eru lyklaorðini.
Skriva okkum nøkur orð um teg ella støkk inn á gólvið.
P/F Wenzel
Við Velbastaðvegin
100 Tórshavn
Tel. 31 38 73
Att.: Peter S. Petersen og Leif Hovgaard
Vit útvega eisini:
Plastbakkar
Pakkibond, tape
Merkir, etikettir
Knívar
Kitlar, húgvur,
handskar, svintur o.l.
Ymisk tól til ídnaðin
Reingerðisevnir
Tilsetningsevnir
Plattar
Ráðgeving í tilevning
av pakkitilfari
...sjálvandi til besta prísin!!
Staravegur 5, P.O. Box 3099
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 35 30 00
Fax +298 35 30 10
E-mail: farpack@farpack.com
Føroya størsta
úrval av
PAKKITILFARI
úr karton,
bylgjupapp og plast
innan øll vinnuøkir
*
*
*
*
*
*
*
*
*
*
sosialinum
Lýsið í
Eg skal takka býráðsfor-
manninum fyri at hava
handað
mær
2000-ára
M.A.Jacobsens viriðisløn
fyri yrkisbókmentir, men
serliga skal eg takka nevnd-
ini fyri, at hon er komin til
tað úrslit, at bókin „Føroyar
á vegamóti“ er heiðursløn-
arverd.
Tá eg fekk boðini, var
mín fyrsti tanki, at hetta
kundi als ikki bera til, tí tað
eru so nógvar góðar yrkis-
bøkur komnar út í farna ári,
og hví skuldi mín bók vera
tikin fram um allar hinar?
Men kundi hetta kanska
hava nakað við tað at gera,
hvørs heiðursløn talan var
um?
M. A. Jacobsen, Mass Ja-
cobsen var føddur í Havn í
1891, í gjár fyri 109 árum
síðani. Faðir hansara var Já-
kup bøkjarin, og móðirin
var Elsebeth, sum var av
Velbastað. Mass á Húsum,
sum hann ofta varð nevndur
av tí, at faðir hansara var av
Húsagarði í Havn, var so at
siga føddur inn í ta føroysku
sjálvstýrisrørsluna.
Ætt
hansara var væl umboðað í
Tinghúsinum, tá menn og
kvinnur komu saman har 2.
jóladag í 1888 at verja Før-
oya mál og Føroya siðir.
Hesin fundur var farskotið
til ta føroysku tjóðskapar-
rørsluna, og parturin hjá
skyldfólkum hansara hevur
aldrin ligið eftir, tá tað kom
til at gera tað neyðuga ar-
beiði. Sum dømi um tað
kann nevnast, at eldra systir
hansara Sanna giftist við
Símuni av Skarði og gjør-
dist húsmóðir á Føroya
Fólkaháskúla, sum var í
Føgrulíð barnaárini hjá
Massi.
Hesi ár vóru mikil remb-
ingarár í Føroyum, og var
Mass við í Ungmannafe-
lagnum í Havn, sum vakti
nógv til tjóðskaparligt med-
vit. Í 1907 fekk hann real-
prógv, og árið eftir fór hann
til Keypmannahavnar, har
hann fekk studentsprógv í
1910 og las nøkur ár á uni-
versitetinum, men gavst –
próvleysur. Eina ferð spurdi
eg systurson hansara Jóhan-
nes av Skarði, hví Mass ikki
las seg lidnan. Jóhannes
svaraði, at orsøkin var tann
bera blaktaða armóð, og at
vit í dag høvdu ilt við at
skilja, hvussu ringt tað var
at fáa lisið, áðrenn stuðuls-
skipanir til lesandi vóru
fingnar í lag.
Fyri føroyskt mentanarlív
var tað ein gáva, at hann
ikki gjørdist liðugur, tí so
hevði hann tikið prógv í ma-
tematikk og alisfrøði. Ein-
gin studentaskúli var í Før-
oyum, sum hann hevði
kunnað fingið starv á, so
helst var hann tí ongan tíð
komin heim aftur. Men nú
gjørdist hann bókavørður
og kom at hava eitt týdning-
armikið lutverk í mentanar-
liga og politiska lívi lands-
ins. Sum bókavørður megn-
aði hann í teimum neyðars
tíðum, ið tá vóru, at fáa bygt
tey stásiligu bókasavnshús-
ini av gróti. Skald og rit-
høvundur var hann. For-
maður var hann fyri tíðar-
ritinum Varðanum, sum
kom út átta ferðir um árið.
Saman við Christiani Ma-
tras var hann í 1927-28 høv-
undur av tí føroysku-donsku
orðabókini. Hann skrivaði
Rættskrivingarreglurnar,
sum nú verða seldar í 13.
óbroyttu útgávu og fram-
vegis eru tann besta veg-
leiðing hjá øllum teimum,
sum ætla sær at skriva før-
oyskt lýtaleyst. Tað verður
alt ov nógv at nevna alt tað,
sum hann fekk givið út. Frá
1. januar 1933 til hann
doyði sum 52 ára gamal í
1944, var hann harumframt
formaður í Tórshavnar bý-
ráð, og sat í løgtinginum í
fýra ár frá 1936. Fjøltáttaður
var hann. Umframt Varðan
og fagrar bókmentir gav
hann út Adressubókina,
sum greiddi frá Føroyum á
føroyskum, donskum, en-
skum, týskum, fronskum og
sponskum! Hann var við til
at stovna føroyska Stu-
dentafelagið í Keypmanna-
havn í 1910, og stutt áðrenn
hann doyði grundaði hann
Tórshavnar Musikskúla og
var í fyrstu nevndini saman
við Williami Heinesen og
Erik Petersen.
Rakstrarmátturin í øllum
hesum virkni var sjálvstýr-
ishugsjón hansara.
Men tað var ikki lætt at
vera sjálvstýrispolitikari tá.
Høvuðsorsøkin til hetta var,
at eisini hjá sjálvstýrispo-
litikarum var tað ringt at
ímynda sær, at kongsins
ráðharrar kundu lúgva fyri
okkum fyri at fáa okkum til
at lata okkum lynda ta ússa-
ligu støðu, sum vit vóru í.
Tað, ið hesir ráðharrar og
teirra serfrøðingar førdu
fram, var, at vit vóru ein
partur av Danmarkar ríki,
og at danska fólkið ráddi
yvir okkum. Teir søgdu, at
danska
grundlógin
var
grundlóg okkara, og at dan-
ska stjórnin hevði lógliga
heimild til at útinna vald í
Føroyum.
Stjórnin helt, at alt virk-
semi sum kundi føra til, at
tey sum búðu í Føroyum
fóru at halda seg vera nakað
annað enn danir, var bein-
leiðis vandamikið, tí tað
kundi elva okkum til at
finnast at tí ríkiseind, sum
hon segði okkum vera ein
part av. Slíkt virksemi varð
skírt ólógligt, og sum dømi
um, hvussu langt danska
stjórnin gekk, kann verða
nevnt, at tá Havnar Fram-
burðsfelag í 1917 skipaði
fyri at savna saman und-
irskriftir fyri at venda sær
til bretsku stjórnina fyri at
fáa í lag øktan tilflutning av
neyðsynjarvørum
undir
heimskrígnum, vóru odda-
menninir í hesum tiltaki
skírdir landasvíkjarar og
stevndir fyri kanningar-
nevndina hjá danska ríkis-
degnum.
Hvørki Mass Jscobsen
ella aðrir sjálvstýrismenn
vildu hava sitandi á sær, at
teir gjørdu nakað ólógligt.
Teir høvdu alla tíðina eina
kenslu av, at tað ikki var
rætt, sum danskir ráðharrar
og teirra serfrøðingar førdu
fram, og hildu seg tí vera í
sínum fulla rætti til at virka
fyri føroyskum máli, før-
oyskari mentan og føroysk-
um sjálvstýri.
Men hóast teir viðgjørdu
hesi viðurskifti dúgliga,
eydnaðist teimum ikki at
prógva, at tað vóru vit, sum
høvdu rætt til at gera av,
hvat ið henda skuldi í landi
okkara. Hetta gjørdi, at teir
høvdu ilt við at fáa ein
meiriluta at taka undir við
sjónarmiðum sínum, tí tá ið
á stóð, kundu teir ikki siga
annað enn, at danska stjórn-
in hevði lógligan rætt til at
fara við okkum sum hon
gjørdi, men teir hildu, at
hetta var órímiligt. Hetta var
útlagt til at merkja veikleik-
a, og gjørdi hetta sítt til, at
undirtøkan fyri sjónarmið-
um teirra gjørdist ov lítil.
Tað bók mín er ein roynd
til at greiða, er hvørt nakað
er um tann illbata, sum
Mass og aðrir sjálvstýris-
menn høvdu um, at donsku
sjónarmiðini ikki eru røtt.
Tí havi eg kannað nakrar
heilt avgerandi spurningar,
sum kunnu setast um við-
urskiftini millum Føroyar
og Danmark. Fyri at kunna
gera hetta hevur verið neyð-
ugt at finna fram til alt tað,
sum vísindamenn innan
statsrætt og fólkarætt hava
viðgjørt um Føroya støðu,
greina tað og gera metingar
av, hvat ið er eftirfarandi,
og hvat ið ikki er at líta á.
Fyrsti spurningurin er
sjálvandi:
Eru Føroyar ein partur av
tí danska ríkinum?
Her vísir tað seg, at líka
síðan søgunar dimmalætt-
ing hava Føroyar verið ein
partur av tí norska ríkinum.
Sárasta hending, sum okk-
um hevur verið fyri, var tá
ið Noreg fór burtur úr ríki
okkara í 1814. Um hetta sigi
eg soleiðis í bók míni:
„Tað hevur verið vanlig
fatan í Føroyum, at støðan
tá var tann, sum Hans A.
Djurhuus sigur: „ei kendist
skilnarstund svár“. Men Jó-
annes bóndi sigur í 1939 í
síni Føroya Søgu I, at
mannasøgn er, at føroyingar
vóru harmir og tóku tað
tungt, tá ið teir frættu, at
Føroyar vóru skildar frá No-
reg.
Vit skulu minnast til, at
vit ongar fjølmiðlar høvdu
í Føroyum tá, og at tað held-
ur ikki var loyviligt at finn-
ast at stýrinum. Tann sum
slíkt gjørdi, kundi fáa
deyðadóm.
Men eitt kundu føroying-
ar gera, og tað var at yrkja
vísur til føroyskan dans, har
atfinningar kundu verða før-
dar fram, uttan at myndug-
leikarnir skiltu petti av tí.
Tað var hetta, Nólsoyar Páll
hevði gjørt við miklum heg-
ni í Fuglakvæðinum.
Hevur tað, sum her fór
fram, ikki fingið nakran til
nakað tílíkt?
Vit hava eitt kvæði, sum
er um eina ráðagerð millum
danska og svenska kongin
og nakrar norðmenn um,
hvussu teir skuldu fáa gjørt
enda á Noregs kongi. Með-
an bæði danski og svenski
kongurin gera sær fyri
skommum í bardaganum,
eru tað at enda norðmenn,
sum sjálvir gera av, hvør ið
skal stýra Noregs ríki.
Hetta er kvæðið Ormurin
Langi, sum er um Ólav
Trygvason og deyða hans-
ara við Svøldur. Tann sum
samanber tað, sum hendi í
1814, við gongdina í kvæð-
inum, sær at her er talan um
eina beinrakna viðmerking
til hendingarnar í Noregi í
hesum ári, og at skaldið,
sjóvarbóndin, hevur verið í
parti við Noregs kongi og
avgjørt ikki hildið við Dan-
markar kongi.
Vit kunnu siga, at hetta
skaldið kanska ikki hevur
verið ímyndin av tí vanliga
føroyinginum, tí móðir
hansara var norsk. Men
kvæðið gav gott afturljóð
hjá føroyingunum, og teir
roknaðu seg sjálvar uppí, tá
sjóvarbóndin segði í niður-
lagnum: „Glaðir ríða No-
regs menn/til hildarting“.
Men vóru hetta ikki bert
tóm orð? Kundi tað koma
upp á tal, at føroyingar lótu
lív á Hildar tingi sum aðrir
Noregs menn?
Í 1628 fekk Noreg sín eg-
na her, sum var tann einasti
reint norski stovnur í tí fe-
lags norska-danska ríki-
num. Allir norðmenn komu
undir herskyldu, meðan
danir ikki vóru tað. Í Før-
oyum var ein kommandant-
ur á Skansanum, og líka til
1814 var hetta eitt av størv-
unum í norska herinum, so
sum tað stendur skrivað
1813 í Hov- og Statskalend-
arinum fyri norska og dan-
ska ríkið, sum er komin út
á hvørjum ári síðan 1734.
Føroyingar vóru tí undir
herskyldu sum aðrir norð-
menn.
Við kongligari plakat frá
13. mei 1801 varð ásett, at
á hvørjum ári skuldu í Før-
oyum skrivast út 8 ella 9
nýliðar.
Streymoyggin,
Eysturoyggin og Suður-
oyggin skuldu á hvørjum ári
koma við tveimum nýlið-
um. Norðuroyggjar skuldu
annaðhvørt ár koma við 2
ella 1. Annaðhvørt ár skuldi
Sandoyar sýsla og Vága
sýsla koma við einum.
Sýslumenninir skuldu lata
nýliðarnar sýna av komm-
andantinum og fútanum,
sum skuldu gera av, um teir
vóru nýtiligir til krígstæn-
astu. Vóru teir tað, komu
teir upp í skansaliðið. Tæn-
astutíðin var fýra ár, so í alt
høvdu vit umleið 34 sol-
dátar á Skansanum. Skyldan
hjá føroysku hermonnunum
var at seta lívið í váða fyri
fosturlandið, Noregs ríki, og
tað var tí ikki orðaskvaldur
fyri føroyingar at ríða til
Hildar ting sum Noregs
menn.
Vit høvdu sostatt tá ein
standandi her, sum var upp
á 0,7% av fólkatalinum.
Høvdu vit í dag havt ein
lutfalsliga eins stóran her
sum tá, so vóru nú yvir 300
føroyingar í hermannabúna.
Men tá vit høvdu somu
skyldur sum aðrir norskir
borgarar, hvussu var tað so
við okkara rættindum sum
norðmenn?
Tann 15. januar 1776 kom
ein konglig kunngerð um
innburðarrætt. Í henni verð-
ur ásett, at fyri at njóta ávís
rættindi sum t.d. at fáa al-
ment starv í ríkjunum
krevst, at viðkomandi er
innborin, tvs. annaðhvørt
føddur sum „holsteinari,
dani ella norðmaður.“
Av tí at vit høvdu vernd-
arskyldu í norska herinum,
kundi tað yvirhøvur ikki
vera nakar ivi um, at øll tey,
sum búðu í Føroyum, høvdu
innburðarrætt sum norð-
menn. Sjóvarbóndin hevði
tí rætt í tí, hann segði í Orm-
inum Langa.“
Tað var tí við góðari
grund, at altjóða dóm-
stólurin í Haag dømdi tann
5. apríl 1933, at so seint sum
tann 14. januar 1814 vóru
Føroyar ein partur av No-
regs ríki.
Fyri at broyta markið
millum Føroyar og danska
ríkið skulu vit samtykkja
hesum, og hesa samtykt
skulu vit hava gjørt eftir
1814. Tíverri fyri ta donsku
stjórnina kann hon ikki vísa
á at vit hava gjørt nakra slík-
a samtykt, og tað er tí við
góðari grund at forsætisráð-
harri Danmarkar sigur, at
danski staturin ikki kann
reka aftur okkara próv-
førslu.
Tað er tí óreingiligt, at vit
ikki ríkisrættarliga eru ein
partur av danska ríkinum.
Men hóast hetta eru vit
saman við hesum danska
ríki.
Hetta samstarv er tó ikki
av ríkisrættarligum, men av
fólkarættarligum
slag.
Grundarlagið fyri hesum
samstarvi er tann altjóða
sáttmáli, sum vit sum partur
av norska ríkinum gjørdu
við danska ríkið tann 29.
august 1450, fyri nágrein-
liga 550 árum síðani. Hesin
sáttmáli ásetur, at vit eru ein
javnbjóðis partur í sam-
starvinum við Danmark.
Eins og danir kunnu taka
avgerðir um, hvat alment
mál skal vera í Danmark,
so kunnu vit taka avgerð
um, hvat alment mál skal
vera í Føroyum. Sama er
galdandi fyri alla aðra lóg-
gávu. Men sáttmálin ásetur,
at vit skulu hava sama kong,
og at vit skulu vera saman í
kríggi.
Fyri at sleppa burtur úr
einum slíkum altjóða sát-
tmála millum tveir partar
krevst, at teir eru samdir um
at fara hvør til sítt. Men nú
er hetta ikki nøkur forðing
hjá okkum longur, tí tann
17. mars í ár hevur danska
stjórnin boðað frá, at hon
gevur okkum loyvi til at fara
burtur úr felagsskapinum
við Danmark um so er at
vit vilja tað.
Nú, ið full greiða er fingin
á okkara statsrættarligu og
fólkarættarligu støðu, liggur
betri fyri enn nakrantíð fyrr
at seta tað í verk, sum sjálv-
stýrisrørslan hevur virkað
fyri síðan fundin í tinghús-
inum 2. jóladag 1888: At fáa
Føroya mál til æru, og at
fáa føroyingar at halda sam-
an og ganga fram í øllum
lutum, at teir mugu verða
sjálvbjargnir.
Tað gleðir meg, at nevnd-
in eftir øllum at døma hevur
hildið, at Mass Jacobsen
hevði fegnast um at lisið
hesa bók, sum gevur honum
rætt í øllum tí, sum hann
stóð fyri í virkna lívi sínum.
Tí sigi eg enn eina ferð takk
fyri ta heiðursløn, tit hava
veitt mær.
Zakarias Wang
Røða í sambandi við handanina av M. A. Jacobsen virðislønini
Gevur Mass Jacobsen rætt