Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 183 - 23. september 2000 Nr. 183 - 23. september 2000 FøroyaTeletíð konto Sølustøð: Telebúðirnar hjá Føroya Tele Tænastumiðstøðin, Tinghúsvegur, Tórshavn Teldutænastan, Á Hálsi, Tórshavn Leif Mohr, Tórshavn Radiohandilin, Tórshavn Storno, Tórshavn JS-Radio, Handilskjarnan, Tórshavn Elding, SMS, Tórshavn Delta Elektroniktænastan, Tórshavn Damor, Argir Sølufelagið, Hoyvík Contriv, Klaksvík Elding, Klaksvík Spf. Joensen, Vágur ED Joensens Radiohandil, Vágur Elektronikbúðin v/Paula Poulsen, Vágur Radiobúðin, Runavík Elding, Runavík Kort til FøroyaTeletíð konto Sølustøð: Posthúsini kring landið Telebúðirnar hjá Føroya Tele Bókasølan í SMS, Tórshavn Føroya Keypsamtøka, Dr. Jakobsensgøta, Tórshavn Hotel Hafnia, Tórshavn Kiosk Steinatún, Tórshavn Kiosk Hornið, SMS, Tórshavn Kunningarstovan, Tórshavn Hotel Føroyar, Tórshavn Kiosk Activ, Tórshavn Mylnan Bakarí, Tórshavn Norðurlandahúsið, Tórshavn Sjómansheimið, Tórshavn Statoilstøðin í Gundadali, Tórshavn Sølubúðin á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn Shellstøðin, Norðari Ringvegur, Tórshavn Shellstøðin, Á Frælsinum, Tórshavn Statoilstøðin, Argir Føroya Keypsamtøka, Hoyvík Shellstøðin, Vestmanna Statoilstøðin, Kollafjørður Føroya Keypsamtøka, Klaksvík Sjúkrahúsið, Klaksvík Norðoyar Kunningarstova, Klaksvík Shell Service, Stangavegur, Klaksvík Statoil Servicemiðstøð, N. Pálsgøta, Klaksvík Hotel Norð, Viðareiði Føroya Keypsamtøka, Tvøroyri Hotel Tvøroyri, Tvøroyri Fa. Ellen Dahl, v/Solveig Johansen, Vágur Hotel Bakkin, Vágur Hotel Vágar, Sørvágur Kunningardiskurin, Flogvøllurin Føroya Keypsamtøka, Miðvágur Runavíkar Sjómansheim, Runavík Shellstøðin, Norðagøta Shellstøðin, Oyri Statoilstøðin, Saltangará Statoilstøðin, Leirvík Føroya Keypsamtøka, Saltangará Føroya Keypsamtøka, Fuglafjørður Tel 30 30 30 • Fax 30 30 31 • www.tele.fo Sig tað uttan rokning ÁKI BERTHOLDSEN Nú skal Øravík aftur á Før- oyakortið. Øravík er ein gamal, søguligt pláss, men tað eru ikki so nógv, sum geva tí gætur. Men tað ætlar Suðuroyar Kunningarstova nú at gera nakað við. –Øravík er í veruleikan- um eitt sera forvitnisligt pláss, sigur Jonny Dimon á Suðuroyar Kunningarstovu. Tí heldur hon, at tað er spell, at tað eru so fá, sum geva tí gætur. Í Øravík er m.a. tann gamli tingstaðurin í Suð- uroy. Har varð ting hildið í øldir, har alskyns mál, bæði stór og smá, komu til við- Nú skal Øravík á Føroyakortið Sunnudagin verður eitt slag av fólkafundi á gamla ting- staðnum Uppi Millum Stovur í Øravík Friður aftur í Kollafirði ÁKI BERTHOLDSEN Nú er arbeiðsfriður aftur í Kollafirði. Tað gjørdust veruleiki klokkan 8.15 í gjáramorg- unin. Tá skrivaðu Føroya Arbeiðarafelag og Kolla- fjarðar Kommuna undir nýggjan sáttmála fyri dag- røktarmammurnar í Kolla- firði og samstundis fóru tær aftur til arbeiðis, eftir at hava verið í verkfalli í gott tríggjar vikur. Samstundis vóru eisini samhugaverkføllini hjá Før- oya Arbeiðarafelag ímóti Kollafjarðar Kommunu av- blást. Sostatt fara øll ar- beiðsfólk, sum arbeiða hjá Kollafjarðar kommunu, aft- ur til arbeiðis. Millum annað ber tað í sær, at nú verður skúlin aft- ur vaskaður, so nú kann undirvísingin takast upp aft- ur, eftir at steðgur hevur verið í eina góða viku. Løn ístaðin fyri eftirløn Verkfallið í Kollafirði hevur nú vart í gott tríggjar vikur og samhugaverkfallið hevur vart í góðar 14 dagar. Annars var ein sáttmáli komin undir land seinasta vikuskiftið, men heilt ó- væntað førdi ein ósemja um eitt smáttarí við sær, at samráðingarnar slitnaðu. Partarnir vóru annars samdir um lønina. Tað, sum skilti partarnar var spurn- ingurin um eftirløn fyri at hava gestabørn í dagrøkt. Gestabørn eru børn, sum ein dagrøktarmamma tekur í dagrøkt í avmarkaða tíð fyri eina dagrøktarmammu, sum plagdi hava barnið, men sum hevur forfall. Í slíkum førum vildi Kollafjarðar Kommuna ikki gerðar. Tingstovan er í einum gili einans 10 minuttir til gongu frá vegnum. Í gilinum er ein stórur, flatur steinur, sum varð brúktur til tingborð. Kendast av teimum mál- um, sum vóru fyri á tingið í Øravík, er óivað málið, sum vit kenna aftur úr søgnini um Snæbjørn. Beint við tingstaðin er Rossatindur, har tey, sum møttu á tingið tjóðraðu hest- arnar. Í Øravík eru eisini tvey pláss, fólk vórðu avrættað fyri ymisk brotsverk. Har eru Skarpheyggjar, har fólk vórðu hálshøgd og niðri í mølini er Gálga- gjógv, har fólk vórðu hongd. Jonny Dimon sigur, at eldri fólk søgdu altíð, at á einum ávísum stað í Gálga- gógv var grasið serliga grønt. Har skuldi tey liggja jarð- að, sum vórðu avrættað. Fólkafundur í morgin Jonny Dimon heldur, at tað er spell, at fólk ikki kenna meiri til hesi plássini. Fyri at bøta um tað. verður í fyrstu atløgu fólka- fundur á gamla tingstaðnum sunnudagin klokkan 14. Har fer Steinbjørn B. Jac- obsen, lærari og rithøvund- ur, at halda røðu. Fólk verða biðin um at hava Songfólk Føroya Fólks við og tað sakar helst onki, um tey eisini hava heitt drekka við sær. Jonny Dimon veit, at hetta er ikki besta árstíðin at hava eitt slíkt tiltak. Tað hevur eisini verið leingi í umbúna, men altíð er okkurt komið í vegin. Og nú má tað so vera. Ætlanin er at møtast úti á Gálganum kl. 14 og so verður farið til Øravíkar, haðani farið verður til gongu niðan í tingstovuna. Annars verða skelti sett upp við vegin, sum vísa fólki á, hvar tingstovan Uppi Millum Stovur er. Ætlanin er eisini at seta skelti upp, sum vísa á onnur søgulig støð í Suðuroy, eitt nú Gálgagjógv í Øravík, Sigmundsgjógv í Sandvík og Havgríms Grøv í Hovi. Suðuroyar Kunningarstova ætlar nú at gera vart við fleiri søgulig støð í Suðuroy. Fyrsta stigi verður ein fólkafundur seinnapartin sunnudagin á gamla tingstaðnum í Øravík Eitt stríð um eina fimm krónu um dagin longdi verkfallið í Kollafirði í eina viku. Men Føroya Arbeiðarafelag vil av prinsipiellum orsøkum ikki siga vunnin rættindi frá sær og kommunan vildi ikki boygja seg fyrrenn hóskvøldið lata eftirlønina fylgja við barninum. Dagrøktarmamman, sum plagdi hava barnið, skuldi missa eftirlønina, men mamman, sum hevði barnið í gestarøkt, skuldi ikki fáa hana afturfyri. Hetta vildi Føroya Ar- beiðarafelag undir ongum umstøðum góðtaka. Ikki tí, í pengum hevði hetta lítið upp á seg, tí talan er um eina fimm krónu um dagin. Men fyri Føroya Ar- beiðarafelag var talan um eitt prinsipp um, at vunnin rættindi verða ikki latin av hondum aftur. Tað varð heldur ikki góðtikið, at tær skuldu fáa minni í løn fyri at hava gestabørn í dagrøkt Tískil helt verkfallið á eina heila viku afturat. Men hóskvøldið fekk Føroya Arbeiðarafelag eitt nýtt uppskot til semju frá Kollafjarðar Kommunu. Tað uppskotið brúkti Føroya Arbeiðarafelag so náttina til at kanna, og tað endaði við, at felagið tók av. Úrslitið av tí var, at sátt- máli varð undirskrivaður kl. 8.15 í gjáramorgunin og samstundis var verkfallið avblást, eins og blokadan annars ímóti Kollafjarðar Kommunu. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at semjan ber í sær, at dagrøktarmamm- urnar framvegis ikki fáa eftirløn fyri at hava gesta- børn í dagrøkt. Men tað, tær skuldu fáa í eftirløn, verður ístaðin lagt oman á lønina. Sostatt fáa dagrøktar- mammurnar umleið 5,5% eyka í løn fyri at hava gesta- børn í dagrøkt. Annars er sáttmálin galdandi við afturvirkandi kraft frá 1. august til 31.desember, tá ið Kolla- fjørður fer undir Havnina og tá skal nýggjur sáttmáli gerast. Í nýggja sáttmálanum verður lønarlagið hjá dag- røktarmammum í Kollafirði á sama støði sum í Havn, men tað verður ikki so stór- ur munur á lønini á at hava størri børn og at hava smæri børn. Í Havn fáa dagrøktar- mammurnar 700 krónur meiri fyri at hava smabørn í dagrøkt enn tær fáa fyri at hava tey størru børnini. Í Kollafirði verður mun- urin 350 krónur. Tær fáa nú góðar 3.000 kr. um mánaðin fyri tey minnu børnini og knapt 3.000 fyri tey størru. Kannað fleiri skip Flutti tvey fólk á sjúkrahús ÁKI BERTHOLDSEN Hendan seinasta mánaðin hevur danska sjóverjan flutt tvey fólk av skipum til lands á sjúkrahús. Bæði fólkini vóru við russiska trolaranum Seymon Lapshenkov. Talan var um eina 57 ára gamla konu, sum hevði innvortis bløðingar og um ein 63 ára gamlan mann, sum hevði trupul- leikar við hjartanum. Verjuskipið Hvidbjørn- en sigldi ímóti trolaran- um, sum var staddur 250 fjórðingar í ein landnyrð- ing úr Føroyum. Tá ið Hvidbjørnen var nógv nær, fór tyrlan eftir fólkunum og fekk tey umborð á Hvidbjørnen. Har viðgjørdi læknin tey, ímeðan siglt varð ímóti Føroyum. Tá ið Hvid- bjørnen var komin nóg nær, fór tyrlan aftur á flog og fleyg fólkini til Havn- ar, har tey komu á Lands- sjúkrahúsið. Granat við ongum krúti Føroyum Og hendan seinasta mánaðin hevur danska verjuskipið Triton kann- að eitt franskt skip, trý russisk og tvey ensk skip. Hinvegin hevur vaktar- skipið Agpa kannað eitt franskt skip, umframt trý íslendsk skip. Somuleiðis er føroyskt sjóøki kannað við flúgv- ara, men heldur ikki hes- ar kanningarferðir hava avdúkað ólógligan fiski- ÁKI BERTHOLDSEN Danska verjan hevur seinasta mánaðin kannað fleiri útlendsk skip undir Føroyum. Færøernes Kommando sigur í einum tíðinda- skrivi, at hesa tíðina hava tað veroð ímillum seks og 30 útlendsk skip undir Føroyum um dagin Mikudagin vóru eitt nú sjey íslendsk, trý fronsk, eitt danskt, eitt enskt og eitt russiskt skip undir Beint fyri ólavsøku var Færøernes komando vest- uri í Vágum. Løgreglan í Vágum hevði boðað frá, at ein lutur, ið minti um eina granat, varð funnin tveir kilometrar sunnan- fyri Miðvág. Serfrøðing- ar frá Færøernes Komm- ando fóru vestur og teir funnu so útav, at talan var um eina enska tvey tumma granat, men at onki krút var í henni. –Áki– Hósdagin var farið í holt við upptøkurnar til nýtt sjón- band við Kulum Rótum, og í tí sambandi hava Trølla- Pætur, Trølla-omman og onnur góð fólk verið at finna á Klaksvíkar Sjúkra- húsi, har fyrstu upptøkurnar verða gjørdar. Tað er Zacharias Hammer, sum ger upptøk- Klaksvík: Nú er greitt, hvørji fólkini eru, sum fara at manna listan hjá Tjóð- veldisflokkinum til býráðs- valið í Klaksvík í november. Tey trý fólkini, sum hava sitið fyri flokkin í bý- ráðnum seinatu fýra árini stilla øll uppaftur. Karsten Hansen og Steinbjørn Jacobsen vóru valdir í bý- Gera upptøkur til nýtt sjónband Trølla-Pætur og Trølla-omman eru høvuðsleikarar í nýggj- um sjónbandi hjá Kulum Rótum urnar til nýggja sjónbandið, sum eftir ætlan skal koma út miðskeiðis í november mánaði. Í fjør góvu Kular Røtur eitt sjónband út undan jól- um, og tað var so mikið væl eydnað, at tey royna seg við einum nýggjum bandi hesi jólini. Umframt sjónbandið hava Kular Røtur eisini út- givið tvær væl umtóktar fløgur. Kular Røtur hava havt nógvar konsertir seinasta árið, og 7. oktober verður eitt stórt tiltak í ítróttarhøll- ini á Hálsi, har Trølla-Pætur, Trølla-omman, Kári Cool, tónleikarar, sangarar og dansarar verða við. ek Trølla-Pætur, Trølla-omman og onnur góð fólk gera í hesum døgum upptøkur til nýtt sjónband á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Mynd: Jonhard Hammer Býráðslimirnir stilla uppaftur Listin hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík er liðugur ráðið seinast, og síðani Karsten gjørdist landsstýr- ismaður, hevur Herger Joensen røkt annan sessin hjá Tjóðveldinum. Rani Nolsøe er nýtt val- evni hjá Tjóðveldisflokkin- um, meðan hini hava stillað upp áður. Listin sær soleiðis út: Hanus T. Bærentsen, Karsten Hansen, Steinbjørn Jacobsen, Torkil Heinesen, Jórun Høgnesen, Anna Løwe Jacobsen, Hergerð Joensen, Jákup Pauli Jo- hannesen, Rani Nolsøe og Jón Harald Poulsen. ek