Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 183 - 23. september 2000 Nr. 183 - 23. september 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Fyri viku síðani skrivaðu vit, at tær báðar Gunnleyg Berg úr Neistanum og Ann- ika Ljósstein úr Stjørnuni, fóru til Íslands, har tær í fyrsta umfari skuldu roynd- arvenja við íslendsku meist- arunum úr ÍBV. Umframt venjingar, vóru tær eisini við í tveimum venjingardystum, og eftir øllum at døma, hevur ven- jarin verið væl nøgdur við tað, sum tær báðar hava víst. Báðar bidnar Í øllum førum fingu tær báðar hondbóltsgenturnar boð um at koma aftur til ís- lands, tí felagið var áhugað fyri hesum. Endaliga avgerðin varð tikin hósdagin, og meðan Annika ikki hevði hug at fara, ivaðist Gunnleyg ikki, tá møguleikin var til staðar. Longu mánadagin gongur leiðin til Íslands, har skjøtul verður settur á kappingar- árið hósdagin. Gunnleyg sigur við So- sialin, at hetta so avgjørt er ein møguleiki, sum hon sær fram til við stórum spenn- ingi, men hon leggur tó aft- urat, at tað verður sera tru- pult at endurtaka gullmerk- ini frá undanfarna kapping- arárið. ÍBV hevur nevnliga mist fleiri týðandi leikarar í mun til í fjør, og umframt Gunn- leyg eru í øllum førum tvær aðrar, sum júst eru komnar til felagið. Harumframt sók- nast felagið framvegis eftir einum vinstra bakki, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa Anniku til Íslands, men í løtuni er ikki greitt, hvaðani henda skal koma. Umframt at venja hond- bólt tvær ferðir um dagin, skal Gunnleyg arbeiða hálv- a tíð, so talan verður um heilt aðrar umstøður, enn tær, sum vanliga eru gald- andi fyri føroyskar hond- bóltsleikarar. Umframt at luttaka í Ís- lendsku kappingini, skal ÍBV eisini royna seg í eu- ropeiskum høpi, har ís- lendsku meistararnir skulu royna seg móti einum ung- verskum liði. Hevði ikki hug Fyri mong tykist tað kanska løgið, at Annika Ljósstein segði nei takk, tá ein slíkur møguleiki tók seg upp. Sjálv tykist Annika tó ikki at ivast í, at avgerð hennara var røtt. - Hugurin til at fara var ikki nóg stórur, og tí haldi eg meg hava tikið røttu av- gerðina, sigur Annika. - Vit hava seinastu tvey árini bygt eitt sera spenn- andi lið her í Klaksvík, og hóast vit nú eru meistarar, so vil eg fegin framhaldandi vera ein partur av hesum liðnum. - Umstøðurnar og tilboð- ið úr Íslandi var annars í fínasta lagi, men tá tað kom til stykkis, so var hugurin ikki til staðar, og tí kundi eg ikki velja øðrvísi, hóast tað eru mong, sum hava sagt við meg, at eg havi spilt ein stóran møguleika, sigur Annika Ljósstein at enda. Hvussu er og ikki, so tyk- jast hondbóltskvinnur okk- ara nú at taka upp sama leist, sum fótbóltsdreingir- nir hava gjørt seinnu árini, og spennandi verður tí at vita, hvørt hetta eisini fer at koma til sjóndar á lands- liðnum, sum eisini hevur spennandi uppgávur fyri framman. Gunnleyg fer til ÍBV Eftir royndarvenjing fyri viku síðani, hevur Gunnleyg Berg nú tikið avgerð um at fara til Íslands at royna hondbólts- evni síni JÁKUP MØRK Tað er nú greitt, at einki lið kann rópa seg føroyameist- ara í bestu mansdeildini, fyrr enn seinasta umfar í landskappingini er leikt. Støðan kundi annars verið øðrvísi, um løgfrøðisligu ráðgevarnir hjá FSF mettu, at VB er fremsta liðið í land- inum í løtuni. Mál einki at siga Í tíðindaskrivi til fjølmið- larar boðar FSF frá, at sam- bært løgfrøðisligu ráðgev- um teirra, eru lógirnar so- leiðis háttaðar, at sum støð- an er í løtuni, er HB á frem- sta plássinum. Tað hevur annars verið ivamál um,hvussu grein 33, petti 2, í kappingar- reglunum skal tulkast. Her verður boðað frá, at standa lið á jøvnum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri, hvat lið er fremri. Stendur fram- vegis á jøvnum, er málmun- urin avgrandi. Teir báðir dystirnir mill- um VB og HB í ár endaðu báðir javnir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Stóri spurning- urin hevur verið, um tað eig- ur at vera vágbingum til fyrimuns, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, soleiðis sum tað eitt nú er galdandi, tá semifinalur og finalur í FSF verða leiktar. Vágbingar hava hildið fast um, at útivallarmál eiga at telja við, meðan HB’arnir hava sagt, at hetta ikki stendur ávíst nakrastaðni. Bert stigini telja Nú er so staðfest, at tað bert eru stigini, sum telja í hes- um føri. Í niðurstøðuni verður sagt frá, at grein 33, petti 2, bert sigur at innan- hýsis dystir eru avgerandi. Hetta verður tulkað soleiðis, at stig vunnin í innanhýsis dystum eru avgerandi. Skul- di talan verið um málmun, átti hetta at verið staðfest í reglunum. Tað merkir samstundis, at mál als einki hava at siga í hesum føri. Heldur ikki, um talan var um at liðini høvdu vunnið hvør sínar dystir við fullkomuliga ymsum mál- munum. B68 er framvegis við At innanhýsis dystir á hen- dan hátt, merkir í løtuni, at HB er fremsta lið í landi- num, men støðan kann broytast nógv um vikuskifti. Um so er, at HB tapir grannauppgerðina móti B36, samstundis sum B68 vinnur á VB í Vági, er full- komuliga vent í holuni. Tá verður B68 nr. 1, VB nr. 2 og HB nr. 3. Hetta tí inn- anhýsis dystir tá verða rokn- aðir, hvussu stigatalvan sær út, um vit bert rokna við teimum trimum odda- liðunum. Her hevur B68 vunnið 7 stig móti VB og HB (treytað av sigri í Vági), VB hevur tá 5 stig móti HB og B68, meðan HB bert hevur vun- nið 3 stig móti hinum báð- um oddaliðunum. Alt hetta eru tó bert hy- potetiskar útrokningar, og tað kann væl vera, at støðan er ein heilt onnur sunnu- kvøldið, tá dystirnir eru leiktir á vøllinum. Tað er jú fyrst og fremst har, at avgerðirnar skulu fella. Skrivið frá FSF er annars soljóðandi: »Við tað at ivi hevur tikið seg upp um, hvussu grein 33, stk. 2, í kappingarregl- unum fyri fótbólt skal tulk- ast og, hvussu støðan í fót- bóltslandskappingini skal gerast upp, tá liðini standa á jøvnum stigum, er Fót- bóltssambandið komi til hesa niðurstøðu: Reglan í grein 33, stk. 2, 1. petti. skal skiljast soleið- is, at hugt verður eftir, hvussu nógv stig viðkom- andi lið hava fingið mót- vegis hvørjum øðrum í inn- anhýsis dystum. Talan verð- ur sostatt um eina uppgerð, har hædd ikki verður tikin fyri, hvussu málmunurin er millum viðkomandi lið. Orsøkin til hesa niður- støðu – sum annars sam- svarar við orðaljóðið í greinini – er, at í 1. petti verður onki nevnt um mál- mun, og at málmununurin bert verður umrøddur í 2. og 3. petti. Orðingin í 2. og 3. petti gevur tí onga mein- ing, um málmunurin eisini skal verða avgerðandi, tá uppgerðin fer fram sambært 1. petti. Viðvíkjandi spurningi- num um málmun annars er at viðmerkja, at í uppgerð- inini av støðuni í landskapp- ingini kann bert verða hugt eftir sjálvum málmuninum og, hvat liðið hevur flest vunnin mál. Ongastaðni í grein 33, stk. 2 hevur tað týdning fyri uppgerðina, um mál eru vunnin á útivølli ella ikki.« HB er fremst FSF fekk hósdagin svar frá løgfrøðingum sínum, sum siga HB vera fremsta lið í landskappingini. Komandi árið noyðist Neistin at vera striku- spælaran, Gunnleyg Berg, fyri uttan Í júst lidnari frágreiðing eru sviar komnir eftir, at fólk á Svøríki flyta minni enn tey gjørdu í seksti-árunum. So- nevndi mobiliteturin — at flyta til annan stað, at fara í aðra vinnu o.s.fr. — er spak- uliga, men støðugt minkaður øll árini. Teir trúðu annars og vónaðu, at fólk fóru at nýta framstigini og øktu møguleikarnar at skapa sær eina betri og ríkari framtíð við at flyta og fara í nýggjar vinnur, ið góvu størri av- bjóðingar enn farandi vinn- urnar. Millum orsakirnar til minkaða mobilitetin nevna sviar, at lutfalsliga talið á yngri fólki er minkandi; og eldri vit gerast, minni verð- ur hugurin at flyta og taka við nýggjum avbjóðingum. Hækkandi útbúgving veks- ur hin vegin um mobilitetin, men í meðal tykist útbúgv- ingarstøðið ikki hækkað seinnu árini. Triðja orsøk hongur eftir øllum at døma uppi í, at báðir hjúnaðarfel- agar arbeiða, og truplari er kanska hjá báðum at finna eggjandi arbeiði á sama staði, um tey flyta. Størsta forðingin tykist tó vera høga skattatrýstið, sum ger, at tað liggur ongin peningaliga rík- ari framtíð í nýggjum avbjóðingum. Samveldi, lond, lands- partar og býir kappast um kapital og vitan Tað er skjótt langt síðan, at gamla býtið av framleiðslu- faktorum, t.e. viðurskiftum, sum liggja til grund fyri framleiðslu og vælferð í einum landi, v.ø.o. í jørð, herundir rávørur, arbeiðs- megi og kapital, var ov ein- falt. Tað hevur kanska størri týdning at býta hesar fram- leiðslufaktorar eftir, í hvønn mun teir eru flytiligir og í hvønn mun staðbundnir. Flytiligari ein framleiðslu- faktorur er, størri er virði á honum, og meira er hann eftirspurdur hjá teimum, sum sakna hann. Jørð, rávørur og ikki flytiligur kapitalur fáa alt minni virði í framleiðsl- uni. Einans í tann mun marknaður er fyri teimum vørum, sum hesir faktorar kunnu medvirka til at fram- leiða, og um dugnalig ar- beiðsmegi er at evna hesar vørur til nýtslu fyri markn- aðin, hava faktorarnir nakað virði. Vit hava sjálvi merkt upp á okkara kropp, at tað vit hildu hava virði, knapp- liga var at kalla virðisleyst. Harafturat kemur, at vørur, ið fremst byggja á hesar fak- torar, verða alt minni eftir- spurdar. Við frammanfyri nevndu gongd roynir kapitalurin at gera seg so óheftan av staði og vinnu sum yvirhøvur til ber. Virðis- og partabræva- handil gera hetta møguligt, og tað ræður tí um hjá fyri- tøkum at fáa partabrøv síni góðkend á virðisbræva- marknaðum, so tey við víðk- an av partapeninginum kunnu fáa neyðugan kapital tilførdan til menning og vøkstur av fyritøkuni. Gongdin í avlopi hjá fyritøk- uni ger av, um kapitalurin varðveitir áhugan í at eiga virðisbrøvini í einari fyritøku ella roynir at sleppa sær av við tey, áðrenn tapsvandin gerst ov stórur. Møguleikarnir fyri avlopi hjá einari fyritøku velst um leiðsluna; hvussu hon skip- ar fyritøkuna, og hvussu fyri- skipanin tryggjar støddina á virðisøking í mun til talið á arbeiðsfólki í fyritøkuni. Tað slepst ikki uttan um, at dugnaligari og meira út- búgvin arbeiðsmegin er, og virknari leiðslan er — bæði í tí dagliga men ikki minni í at fyrireika fyritøkuna til framtíðar krøv — størri gerst avlopið, virðismiklari gerast partabrøvini í fyritøkuni, og størri verða positivu árinini á samfelagið av fyritøkuni. Men eisini arbeiðsmegin sum framleiðslufaktorur verður mett eftir hugi og evnum at flyta — í annað stað og í aðra vinnu. Ófak- lærd og óútbúgvin arbeiðs- megi er aloftast ein ikki flyti- ligur framleiðslufaktorur, sum verður goldin við lágum og svikaligum prísi. Faklærd og væl útbúgvin arbeiðsmegi haraftur ímóti hevur lætt við at flyta bæði í annað land og í aðra vinnu. Dugnaligari hon er, hægri prís fær hon, og fyritøkur, ið hava tørv á meira kapitali til vøkstur og menning, kappbjóða fyri at fáa hendur á hesari arbeiðsmegi. Eitt samfelag við fáum ella fækkandi tali av fyritøkum, sum skapa virðisøking, er illa fyri. Staðbundnu fram- leiðslufaktorarnir megna ikki at halda búskapinum uppi, og samfelagið er illa fyri, tá tað ræður um at tryggja sínum gomlu, vinnu- leysu, veiku og sjúku mann- sømulig kor. Unga fúsa fólk- ið flytir burtur, stóra fjøldin av ófaklærdum fólki missir arbeiði, og lutfalsliga talið á gomlum gerst órímuliga stórt í mun til orkuna hjá samfelagnum at veita teim- um eftirløn og góð ellisár. Ei dáni í, at býir, lands- lutir og lond, ja enntá sam- veldi leggja so stóran dent á at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri kapitali og dugnaligari arbeiðsmegi at koma til og støðast í teirra samfelag, hvussu lítið hetta enn er. Fyritøkurnar og fyri- tøkuleiðslurnar fær samfel- agið gjørt lítið við, men um- støðurnar hjá teimum at virka til frama fyri vøkstur og menning av teimum sjálv- um kann samfelagið royna at gera so frægar sum til ber. Reyvafall í oljuni? Fyri stórthundrað árum síð- an menti føroyska samfel- agið seg við ferð úr bónda- og landbúnaðarsamfelagn- um og inn í eina fiskivinnu- tíð. Í 1880-unum var før- oyski útflutningurin eftir tá- tíðar meti hávirðisøktar vørur úr ull, men longu í 1930-unum var útflutningur- in broyttur so nógv, at hann eftir tátíðar meti at kalla bert var hávirðisøktar fiskavørur og ein viðfáningur av óvirk- aðari ull. Tað fyri okkum í dag at síggja ófatuliga áræði og viljin hjá privatum og vinnulívi í tjúgu- og tríatiár- unum at føra okkum í røttum tíma inn í ídnaðarsamfelagið miseydnaðist, eitt nú av kreppu og øðrum veraldar- bardaga. Og aftaná kríggið fekst ikki lag á. Tað almenna kom so upp í — fyrst seinast í fimtiárun- um við stuðulslánsskipan og seinni við sekstimiljóna- grunni, báðar skipanir væl- meinandi, men tær tóku støði undir kappingarførari vinnu- lívsmenning. Nú kundi hon bert henda við stuðli og fyri- skipan landsins. Nú sjeyti ár eftir hava vit aftur fingið møguleikan at gera eitt risalop frameftir, sum kann tryggja okkum eitt samfelag, har tey ungu síggja sær eina ríka og av- bjóðandi framtíð í Føroyum, og har tey gomlu kunnu gleða seg til at bjóða sínum barnabørnum góðar løtur í uppvøkstri saman við teim- um. Møguleikin liggur sjálv- sagt í oljuvinnuni, sum kanska kann taka seg upp við Føroyar. Ikki í oljuni, tí olja er ein skitin, kleimin og umhvørvisskaðilig evja, sum eina tíð frameftir er virð- ismikil í orkuframleiðslu. Hon hevur tískil eisini lágan og svikaligan prís, verður hesin prísur ikki hildin uppi av tilvildarligum ella til- ætlaðum marknaðarskorti ella av skatti sagdur at tæna umhvørvi. Møguleikarnir liggja í, at frálandavinna við Føroyar kann geva føroyskum fyri- tøkum tiltrongda høvið til at menna seg úr handaligum framleiðslu- og tænastuvirk- semi í hátøkniligt tænastu- og menningarvirksemi. Úr virksemi, sum gevur lágt og svikaligt meirvirði, í virksemi við høgari meirvirðisøking. Úr virk- semi, sum dúvar upp á ófak- lærda arbeiðsmegi, sum er nøgd við óstøðug arbeiðs- pláss, í virksemi, sum bert kann klára seg við dugna- ligari leiðslu og arbeiðsmegi, sum støðugt er í útbúgving og setir krøv um eggjandi arbeiðsuppgávur. Føroyskar fyritøkur hava longu mentalt fyrireika seg til at taka av hesum møgu- leikum og avbjóðingunum í frálandavinnuni. Tí bjóðaðu 24 fyritøkur seg fram á ONS 2000 í Stavanger. Tær vilja uppí; royna seg og gerast dugnaligir samstarvspartar í oljuvinnu við Føroyar og úti í heimi. Tær vilja vinna pening og tryggja sær og sínum starvsfólkum góð og lønandi arbeiðskor. Fyritøkurnar vita fullvæl, at royalty og hækkaður partafelagsskattur á oljufel- øg ikki tænir teirra áhuga- málum, Hesar inntøkur tæna heldur ikki áhugamálunum hjá starvsfólkunum og teirra avvarandi. Hesar eykainntøkur skulu annað- hvørt verða brúktar eftir pol- itiskum áhugamálum, ella tær skulu goymast burtur til framtíðar politisk endamál. Verða eykainntøkurnar brúktar nú, fer samlaða nýtslan í samfelagnum langt út um tað, sum landsbúskap- arliga er forsvarligt, og nýtsl- an fer til at halda uppi framleiðslu og virkjum, sum ikki eru kappingarfør. Eins og í áttati-árunum fer henda meirinýtsla at máa støðið undir meirvirðisskapan í samfelagnum og harvið undir framtíðar livilíkindum í Føroyum. Og verða eykainntøkurn- ar goymdar til framtíðar nýtslu, tá tað almenna held- ur, at nú er tíðin komin til at seta á tær ella brúka møgu- ligar rentuinntøkur til eitthvørt samfelagsgagnligt endamál, tryggja løgting og landsstýri sær við hesum eitt framtíðar vald, sum í roynd og veru ikki er tilætlað teimum í einum demo- kratiskum samfelag. Vald teirra kemur at liggja í, at vit í dag hava tryggjað teimum at sleppa at sita á einum peningakassa, sum allir borgarar eiga part í, men ikki sleppa at nýta, sum teir halda vera skilabest. Politiska kjakið í landinum fer at snúgva seg fyrst og fremst um, um tíðin ikki er komin í størri muni at brúka av hesum peningi til átrokandi endamál, sum mugu haldast liggja á láni. Eins og í Noregi sleppa borgarar í kommunum og fylkjum ikki at taka seg saman um at tryggja góða sjúkrarøkt, góðar skúlaskipanir, ellis- og barnarøkt o.s.fr., tí staturin hugsar bert um at stýra oljumiljardunum. Politiski hugurin í Føroy- um at skifta landsbúskapar- liga og vinnuliga skaðiliga stuðulin úr danska ríkis- kassanum út við eina eins skaðiliga eykainntøku úr einari møguliga komandi oljuvinnu kann fáa teg at óttast, at lopið inn í eina hátøkniframtíð gerst eitt reyvafall í oljuni. Áhugin fyri at fáa landskassanum eyka inntøkur fara í besta fall bert at tryggja, at vit kunnu hava nógv fólk í almennari tænastu ella dúvandi upp á almennar inntøkuveitingar, og í versta fall verða forðingar fyri, at føroysk vinna kann menna seg at liva í hátøkni- og kunn- ingarsamfelagnum. Úrslitið gerst tað sama, nøkur fá kunnu ríka seg upp, restin livir eitt staðbundið lív uttan meiningsfult arbeiði og framtíð, har ongin framfúsur og lívsavbjóðandi ungdómur støðast. Í kanningini Føroya Fram- tíð — Hvat vilja føroyingar — sum varð gjørd á vári 1993 søgdu 87 % av føroyingunum, at teir ikki ynsktu at liva sum oljumilj- óningar, um olju varð funn- in við Føroyar, men at teir vildu sleppa at arbeiða. Teir svaraðu í somu kanning, hvussu mong ymisk arbeiði, teir kundu hugsa sær. Hug- urin at arbeiða í hátøkni, kunningartøkni og tænastu- vinnum lá kanska omanfyri samsvarandi tøl í okkara grannalondum og ber boð um, okkara framtíðar møgu- leikar í sambandi við oljuvinnuna eru stak góðir. Vit mugu ikki lorka okkum framtíðina av hondum Føroyska samfelagnum standa ótrúliga spennandi møguleikar fyri framman. Tað ræður bert um hjá okkum at taka burtur allar tær mongu sjálvskaptu forð- ingarnar, ið gera at virkis- fúsin ungdómur ikki slepp- ur framat, og at smáu og nýggju fyritøkurnar í Føroy- um ikki sleppa at virka, mennast og skapa spennandi og góð arbeiðspláss fyri virkishugaðar føroyingar. Fremsta og alrastørsta forðingin liggur í, at tað al- menna situr á knappliga helvtini av øllum arbeiðs- plássum í Føroyum, av hes- um er kanska ein triðingur arbeiðspláss, sum í fram- komnum londum rundan um okkum eru privatvinnulig arbeiðspláss, og í teimum mest framkomnu londunum eru um 20 % av teimum almennu arbeiðsplássunum annars farin úr statsligari ogn til kommunur ella felagsskapir, sum røkja tæn- asturnar við munandi hægri tænastustøði enn framman- undan. Vit eru skjótt á veg til at taka Grønland aftur. Ætlanin at seta eitt alment oljufelag á stovn er tískil demokratiskt og samfelags- mennandi burturvið; al- menni og politiskt stýrdi eig- araskapurin gerst bert enn størri. Ovurstóri almenni eigara- skapurin tryggjar samstund- is, at tær fáu privatu familju- fyritøkurnar kunnu einsa- mallar sita á restini og forða ungum framfýsnum at sleppa framat. Ein annars landsgagnlig fyritøka sum Atlants Kolvetni, sett á stovn í tøkum tíma, gerst ov lættliga skjóti vegurin til eitt 13-familju samfelag sum íslendska. Tað liggur í oligarkisku skipanini av fel- agnum, men eisini í at før- oyingar uttanlendis ikki sleppa at vera partaeigarar. At vit fara at hava færri fam- iljur enn í Íslandi er eyðvitað, men hetta ger ongan mun annars. Verandi skipan ger, at tey fáu gerast ríkari og kunnu støðugt taka sær teir bestu bitarnar, tá tað almenna verður kroyst til at lata burt- ur av tí, sum tað av óhepn- um viðurskiftum hevur lagt undir seg, og at tey mongu liva frá hondini til munnin uttan størri vónir og møgu- leika fyri einari ríkari fram- tíð. Av tí sama ger verandi skipan, at samfelagið sum heild verður ov veikt at taka av stóru avbjóðingunum og missir menningarmøguleik- arnar í at megna avbjóðing- arnar. Vit lorka okkum fram- tíðina av hondum. Lat vanliga føroyingin fáa veruligan lut í felagsognini nú! Seinastu tvey—trý árini hava fleiri røddir verið frammi um at selja burtur av teimum fyritøkum, sum tað almenna eigur, og at gera aðrar almennar stovnar til almenn partafeløg, sum so seinni kunnu verða seld. Seinast er sonevnda Cara- gata-frágreiðingin komin við somu staðiligu áheitan á landsins myndugleikar, tí hetta kann eisini vera við til at minka um almennu skuldina. Tað eru sostatt nógvar or- sakir til, at tað almenna eig- ur at sleppa sær av við tær mongu fyritøkurnar, sum tað beinleiðis ella umvegis eigur alt ella høvuðspartin í. Men skulu vit sum samfelag verða før fyri at taka av stóru avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman, er avgerandi neyðugt, at so nógvir Før- oyingar sum gjørligt eiga beinleiðis vinnuligan lut og vinnuliga ávirkan á gongd- ina, og á hvørjar avbjóðing- ar teir serliga vilja leggja seg eftir at taka av. Einki bendir á, at Føroyingurin ikki er førur fyri at umsita sín egna ognarlut við skili, tvørtur ímóti. Tá Føroyingar í 1870-80- árunum fóru úr bóndasam- felagnum inn í fiskivinnu- tíðina, vóru tað traðarmenn, sum gingu á odda. Sum trað- armenn høvdu teir fingið føtur undir egið borð, fingið sjálvsálit og áræði og tordu at váða alt sítt uppsparda í vágiligu men vónríku fiskivinnuni. Fleiri máttu seta seg í stóra skuld fyri at sleppa burtur úr aftur, men teir flestu komu sær og sínum langt fram í sam- felagnum. Vit mugu tí vóna, at tíð- indini eru sonn um, at Før- oya landsstýri og løgting eru farin undir at fyrireika og fremja eina skjóta umskipan av sínum eigaraskapi av fyritøkum og stovnum, soleiðis at flest møguligir føroyingar gerast beinleiðis medeigarar í hesum. At myndugleikarnir eru komnir langt áleiðis við einari miðvísari ætlan um fremjan- ina av hesari sølu, so parta- brøvini, í hvussu so er í fyrsta umfari, koma so vítt millum so mangar føroy- ingar, burturi og heima, sum gjørligt, og í so stórum pørt- um av samlaða partapening- inum, at nýggju partaeigar- arnir fáa ávirkan á gongdina í felagnum. Vit mugu eisini vóna, at fyrireikingarnar ikki verða seinkaðar av ætlanunum um ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Ein slíkur fær ikki veruligan týdning, uttan so at vit eru fús og fyrireikað at lata allar føroyingar sleppa upp í part. Vit verða ríkari tá…