leygardagur 23. september 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 183 - 23. september 2000
Nr. 183 - 23. september 2000
JÁKUP MØRK
Umframt at vera slagið um
Havnina, stendur eisini
annað enn æran upp á spæl,
tá HB í morgin er vertur fyri
B36.
Kunnu avgera sjálvir
Eftir endaligu boðini frá
FSF, sum síggjast aðra-
staðni í blaðnum, er greitt,
at HB í løtuni er á odda í
landskappingini, og odda-
sessin hava teir so ongar
ætlanir um missa.
- Vit hugsa fyrst og fremst
um at vinna okkara dyst, og
eftir at hava fingið boðini
um oddasessin, kunnu vit
nú sjálvir gera av, um vit
skulu verða Føroyameist-
arar, heldur liðskiparin á
HB liðnum, Rúni Nolsøe.
Í seinasta umfarinum av
landskappingini skal HB til
Sumbiar, so á pappírinum
er ikki líkt til, at HB hevur
torførastu skránna. Í øllum
førum um mett verður eftir
hagtølunum, tí í innanhýsis
dystunum við grannarnar,
hevur HB aloftast ligið om-
aná.
- Jú, tað er rætt, at hag-
tølinin eru góð fyri okkara
viðkomandi, men hetta
kunnu vit ikki brúka til na-
kað sum helst, sigur Rúni.
Hann leggur afturat, at hann
ivast ikki í, at teir svørt/
hvítu fara at leggja nógv í
VB varð stovnað grundlóg-
ardag í 1905. 95 ára felagið
hevur ongantíð vunnið
meistaraskap og heiðurs-
merkir, síðani tað í 1942
varð farið undir FM kapp-
ingina. Nú eru tvey umfør
eftir av 2000 kappingini, og
tað er greitt, at VB fer at
fáa heiðursmerkir. Spur-
ningurin er hvørjum slagi,
tey fara at vera av.
Um VB ikki tapir í morg-
in, tá teir fáa vitjan av B68,
so er greitt, at heiðursmerk-
ini í hvussu so er verða av
silvuri. Men VB miðjar eftir
gullinum, og í tí stremb-
anini telur einki annað enn
ein sigur á B68. Um ein
sigur í morgin og ein sigur
annan sunnudag í Gunda-
dali ímóti B36 fara at bera
gullkrónurnar, steypið og
milliónina við sær, er treyt-
að av, hvussu B36 fer at
standa seg í grannauppgerð-
ini í Gundadali í morgin, og
hvussu Sumba fer at standa
seg, tá teir annan sunnudag
fáa vitjan av HB.
Hjá VB eru tveir spælarar
leikbannaðir. Annar er mið-
vallarin Milan Kulic, sum
varð útvístur í Gøtu, og hin
er Magni Jacobsen, sum í
Gøtu fekk triðja gula kortið.
Annar av avloysarunum
verður Predrag Zivkovic,
sum var leikbannaður, tá
dystin, so nøkur løtt upp-
gáva verður talan ikki um.
Tríggir vænta
Tríggir av teimum vanligu
leikarunum, verða ikki við
í Gundadali í morgin, og
felags fyri hesar er, at teir
meira ella minni fast hava
hildið til í vinstra borði.
Janus Joensen, sum hevur
átt vinstra bakkin alt árið,
hevur fingið ov nógv gul
kort. Harafturat hava menn-
inir, sum vanliga røkja sess-
in framman fyri Janus, Rói
Ártin og Pætur Dahl, báðir
drigist við skaðar, og tað
verður ikki roknað við teim-
um báðum til dystin.
Sostatt verður Ion Geol-
gau nærum noyddur at finna
sær eina nýggja vinstru síð-
u. Trupulleikin er tó til at
loysa, og roknast kann við,
at onkrir av ungu leikaru-
num á næstbesta liðnum
umframt Florin Mihaéscu
verða við í hópinum sunnu-
dagin.
Minnast ’91
Í B36 hava teir at kalla slept
øllum vónum um heiðurs-
merki í ár, men hetta merkir
avgjørt ikki, at teir ætla at
taka sær av løttum í morgin.
Fyri viku síðani fekk B36
rættuliga glið á, tá teir hølv-
aðu NSÍ av, so sjálvsálitið
hjá leikarunum tykist nú á
veg upp aftur, eftir leingi at
HB skal verja oddasessin
Tað tykist ikki, sum um nakar av pørtunum leggur nakað í hagtølini fyri slagið um Havnina
hava verið í aldudalinum.
Jens Kristian Hansen,
sum er liðskipari hjá B36,
sigur, at fyri teirra viðkom-
andi er bert eitt at gera, og
tað er at stríðast fyri teimum
trimum stigunum, sum
spæld verða um.
Bjarni Prior, sum loksins
er komin seg eftir skaða,
fekk triðja gula kortið móti
NSÍ, men í hansara stað
kemur Mikkjal Thomassen,
sum var leikbannaður tá.
Jens Kristian roknar við, at
allir mans annars eru
Í B36 munnu teir heldur
ikki hava gloymt seinasta
umfarið av landskappingini
í 1991. Tað ferðini kundi
B36 gerast meistarar, um
teir vunnu á HB, sum einki
hevði at spæla fyri. Enda-
liga úrslitið gjørdist tó 1-1,
og FM steypið fór tí til
Klaksvíkar.
Við øvugum forteknum
líkist støðan í dag nógv teir-
ri frá 1991, so alt talar fyri
eini sera spennandi granna-
uppgerð, tá annar partur av
slagnum um havnina skal
standa..
Alt bendir á, at talan verður um eina spennandi grannauppgerð sunnudagin, tí hvørgin parturin tykist hava nakran
sum helst áhuga í at vera við undirlutan
VB var í Gøtu.
Stórt trýst
Hjá B68 stendur – um tað
ber til – uppaftur meiri upp
á spæl, enn tað ger hjá VB.
Um B68 ikki vinnur í morg-
in, so er FM møguleikin
burtur, og so er eisini mest
sum greitt, at teir heldur ikki
sleppa upp í part í Europa
Cup. VB vann 2–1 á
Svangaskarði. Um VB ikki
tapir í morgin verða teir
betri í innanhýsis uppgerð-
ini við toftamenn, og VB
hevur betri málmun enn
B68.
Hjá B68 er Fróði Ben-
jaminsen leikbannaður. Jan
Petersen noyddist av vøll-
inum í 1. hálvleiki ímóti
HB. Eitt liðband í fótinum
var toygnað. Jan hevur ikki
vant í vikuni, men á Toftum
høvdu teir í gjár ikki mist
mótið um, at vongverjin og
verjukendi
miðvallarin
verður tøkur í morgin.
B68 ferðaliðið fer suður
til Suðuroyar seinnapartin í
dag. Av Toftum frættu vit í
gjár, at ikki so fáir áskoðarar
ætlaða sær til Vágs í morg-
in.
Í fjør vunnu toftamenn 2–
0 í Vági, og í fyrraárið sendi
VB B68 norður um aftur við
3–1 tapi.
JH
Javnleikur kann ikki brúkast
Hjá VB stendur FM upp á spæl, og hjá B68 snýr tað seg eisini um
møguleikan at sleppa í Europa Cup
Jákup Mørk
Einki er at siga til, at tað
var ein lætti hjá vága-
monnum, tá teir fyri viku
síðani vunnu altavgerandi
dystin móti B71.
Sigurin og tey trý stig-
ini viðførdu, at teir nú aft-
ur sluppu sær upp um
Sumba á stigatalvuni, og
sálarliga var hetta av
sonnum eitt lyft uppeftir.
Vandin lúrir
Støðan á stigatalvuni er tó
ikki tryggari enn so, at
bert eitt stig skilur partar-
nar, og ta Sumba sam-
stundis er betri fyri í inn-
anhýsis dystum, ræður
um hjá vágamonnum at
fáa stig við sær úr Gøtu,
og tey skulu helst vera trý
í tali.
Tað verður tó eitt skert
FS Vágar, sum fer í Sar-
Í morgin verður síðsti lands-
kappingardysturin í hesum
kappingarárinum spældur í
Klaksvík. Tað er so langt
síðani, at teir í KÍ staðfestu,
at møguleikin var burtur fyri
endurtøku av sama rómi-
num kring vøllin, sum var,
tá kappingarárið í fjør end-
aði.
Í fjør oysregnaði, tá síðsti
dysturin varð spældur í
Klaksvík. Tá stóð vøllurin
undir í vatni. Einki er gjørt
við vøllin enn, men higartil
í ár hevur tað spælt sera væl
av. Tað hevur so at siga ikki
regnað teir sunnudagarnar,
tá KÍ hevur havt heimadyst
í landskappingini.
Tá sandoyingar í morgin
koma til Klaksvíkar, hevur
heimaliðið ikki annað enn
æruna at spæla fyri. Klaks-
víkingar eru dotnir niður á
sætta plássið. Við sigri á
B71 og FS Vágum er møgu-
leiki fyri, at teir kunnu
vinna seg fram á 4. plássið.
Men teir hava ikki møgu-
JÁKUP MØRK
Sum skrivað omanfyri, so
stendur tað nú at kalla um
lív hjá sumbingum.
Í løtuni eiga teir niðasta
sessin á stigatalvuni, og tað
er fyri at sleppa av hesum,
at teir í morgin leggja leið-
ina inn í Eysturoynna.
Leypa á
Nýggi venjarin hjá sum-
bingum, Magni eystan Á,
ásannar, at tað liggur ein
torfør uppgáva fyri fram-
man, men ræddur tykist
hann á ongan hátt vera.
Tað stendur um lív
hjá Sumba
Runavíkingar ætla at reisa seg aftur, eftir stórtapið fyri viku síðani
- Vit hava verið eitt sindur
í iva um, hvussu reglurnar
eru við javnstøðu í stigum,
men nú er so líkt til, at ein
javnleikur kann verða nóg
mikið hjá okkum. Tað
merkir tó ikki, at vit ikki
royna eftir sigrinum í Runa-
vík, og vit fara so avgjørt
ikki at grava okkum niður í
royndunum at verja eina
stigið, sigur Magni.
Talan er ikki um leikbann
ella skaðar hjá sumbingum,
og so verður spurningurin,
hvussu Magni fer at bland-
að kortini.
At leikarar hansara eisini
vita, hvat skal til, er eingin
ivi um. Sumba hevur nú trý
ár á rað verið mett sum
fremsta niðurflytingarevni,
men higartil hava teir snýtt
serfrøðingarar tvær ferðir á
rað, og so er spurningurin,
hvørt hetta eisini fer at eyd-
nast í ár.
NSÍ vil reinsast
Í Runavíkini ger NSÍ ven-
jarin, Trygvi Mortensen, seg
og leikararnar til undan
seinata heimadystinum í ár.
Umframt at vera seinasti
heimadysturin á árinum,
líkist hetta eisini seinasta
heimadystinum yvirhøvur
hjá Trygva sum venjara.
Hann hevur nevnliga boðað
frá, at hann vegna arbeiði
ikki hevur stundir at standa
við stýrisvølin komandi ár.
Hópurin, sum Trygvi hev-
ur at takað av, er meinlíkur
hópinu, sum var fyri stórtapi
í Gundadali, men hetta tyk-
ist tó á ongan hátt at nerva
Trýgva.
leika at vinna pláss í Europa
Cup ella Intertoto Cup.
Hjá KÍ eru allir spæla-
rarnir tøkir, sum hava verið
við tær seinastu vikurnar.
Niclas Niclassen var leik-
bannaður, tá KÍ var í
Sumba.
Sambært Norðlýsinum í
gjár verður dysturin í morg-
in tann síðsti í hesum kapp-
ingarárinum hjá Rógva Ja-
cobsen. Hann fer í morgin
til Noregs, har hann skal
royndarvenja í Sogndal í
tíggju dagar. Tað vil siga, at
Rógvi verður ikki við, tá KÍ
komandi leygardag rundar
kappingarárið av í Sørvági.
Tað er ikki greitt, um teir
tríggir útlendsku KÍ spæl-
ararnir aftur komandi ár fara
at spæla í Klaksvík. Men vit
skilja á lagnum, at tað er
væl hugsandi, at dysturin í
morgin verður tann síðsti í
Klaksvík hjá onkrum teirra.
Ikki heilt leysir
Sandoyingar hava allar
menn tøkar í morgin. Eingin
er leikbannaður. Einasti
skaðin er vøddaskaðin, sum
longu í 1. hálvleiki noyddi
Michael Jørgensen at taka
seg burturúr í Sørvági. Í gjár
roknaðu teir í B71 við, at
danin verður tøkur í morgin.
Tað er framvegis møgu-
leiki fyri, at B71 skal flyta
niður. Støðan kemur í, um
sandoyingar einki stig fáa í
tveimum teimum seinastu
umførunum, og um FS Vág-
ar og Sumba fáa fleiri stig.
Við gongdini higartil í ár í
huga, má metast, at tað skal
vilja illa til hjá B71, um tað
endar við, at teir flyta niður.
Í fjør vann KÍ 3–1 á B71
í Klaksvík, í 1997 var úr-
slitið 5–2 og í 1996 4–0.
B71 var í 2. deild í 1998. Í
1995 vann B71 3–1 í
Klaksvík.
JH
- Vit vóru so fittir í Gun-
dadali, so leikbann er sjálv-
andi ikki talan um, tekur
hann skemtandi til. Víðari
sigur hann, at tað sjálvandi
fyrst og fremst ræður um at
vaska talvuna reina afutr.
- Eg ivist ikki í, at spæla-
rarnir eisini eru somikið
ærukærir, at teir eisini eru
av somu fatan, sigur ven-
jarin.
Sostatt tykist tað ikki at
gerast nøkur løtt uppgáva
hjá sumbingum sunnudag-
in, hóast runavíkingar sum
so einki hava at spæla fyri.
Sumbingar halda enn
fast um lívsvónina í
fyrstu deild
pisgerði í morgin, tí í øllum
førum eitt, og møguliga
tvey leikbann tyngja liðið.
At vit skriva møguliga
tvey kemst av, at vágamenn
ikki vilja vera við, at John
Johannesen skal hava leik-
bann, hóast hann nú er skrá-
settur fyri 5 gul kort. Hetta
tí kortið, sum hann varð
skrásettur fyri móti B71,
ikki varð givið honum.
Hinvegin mugu teir undir
øllum umstøðum vera Ari
Thomassen fyri uttan, og
hetta er so ein dyggur smeit-
ur, tí talan her er um mest
roynda leikara teirra. Tór-
Ingar Akselsen hevur vant
nakað seinastu tíðina, eftir
at hava veirð skaddur í fleiri
vikur, og møguliga verður
hann á vágaliðnum hesa-
ferð.
Uttan Magna
Johan Nielsen hevur, við
einum undantaki, allar
sínar mans tøkar undan
dystinum
móti
FS
Vágum. Undantakið er
liðskiparin,
Magni
Jarnskor, sum fekk reytt
kort seinast.
Størsta uppgávan hjá
venjaranum verður helst
at motivera leikarar sínar,
tí sum árið hevur gingist,
hava teir einki annað enn
æruna at spæla fyri í
landskappingini.
Æran hevur hinvegin
aloftast nógv at siga í
Gøtu, og hóast árið varð
bjargað
við
steypasigrinum, so er
einki at ivast í, at gøtu-
menn fegnir vilja sleppa
sær enn longri upp á
stigatalvuna.
Spæla um keisarans skegg
FS Vágar fingið luft
Mánadagin fer Rógvi Jacobsen hjá KÍ til Noregs, har
hann skal royndarvenja við Sogndal
Enn eru sadnoyingar ikki 100% vísir í at sleppa undan niðurflyting
Vágamenn lyftu seg upp um Sumba fyri viku síðani, og
nú er B71 næsta mál teirra
Hvørki Ari Thomassen ella Magni Jarnskor vera á vøllinum, tá GÍ og FS Vágar
dystast í morgin. Báðir eru leikbannaðir