týsdagur 26. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 184 - 26. september 2000
Nr. 184 - 26. september 2000
Vágbingar eru illa
nøgdir vi›, at
dómsnevndin hev-
ur sta›fest tulk-
ingina hjá kapp-
ingarnevndini av
n‡ggju áseting-
unum, men teir
ætla sjálvir at
syrgja fyri at
vinna FM heiti›
Fótbóltsfepurin í Vági er
høgur. Alla sí›stu viku og
ikki minst í fyrradagin og í
gjár hevur nógv veri› tosa›
um fótbólt. VB er fremst í
landskappingini,
og
ta›
leggur upp til,
at fót-
bóltspráti›
ver›ur
nógv
fram til leygardagin. Tá fer
ein rúgva av vágbingum vi›
b‡rá›sformanninum Jógv-
ani Krosslá á odda í Gunda-
dal. Máli› er at vinna á B36
og harvi› at fáa fyrsta FM
heiti› nakrantí› su›ur til
Vágs. Og vágbingar trúgva
uppá, at ta› fer at eydnast.
– Spælararnir eru grei›ir
yvir,hvat ta› sn‡r seg um.
Eftir lúsingin í Runavík
hava teir duga› sera væl
bara at savna› seg um næstu
uppgávna, og ta› fara teir
eisini at gera í hesi vikuni.
Teir eru fullgrei›ir yvir, at
um kappingarári› skal ger-
ast so væl eydna› og harvi›
minnisríkt, sum ta› er lagt
upp til, so skulu teir vinna á
B36.
Hetta sigur Mannbjørn
Tausen, forma›urin í VB.
Hann hevur veri› vi› í fót-
bóltinum í mong ár. Vit hava
hesa sí›stu tí›ina fleiri fer›-
ir nevnt, at VB ongantí› á›-
ur hevur fingi› hei›urskrón-
ur í landskappingini. Ta› er
rætt, men ta› er ikki rætt, at
VB ongantí› hevur veri ›
frammanfyri fjór›a plássi›:
– Í 1977 enda›u vit á
tri›ja plássinum. Men tá var
hetta vi› hei›urskrónum
ikki komi›, so vit hava eingi
sjónlig minni frá tí árinum,
sta›festir forma›urin, sum
fegnast um stø›una og held-
ur fleiri orsøkir vera til
hana:
– VB hevur ofta havt gott
fólk, men ta› hevur ongan-
tí› rokki› til, at vit hava
spælt um meistaraskapin.
Orsøkin hevur fyrst og
fremst veri›, at hópurin hev-
ur ikki veri› nóg brei›ur.
Ta› hevur kosta›, at vit hava
veri› noyddir at havt tveir
ella tríggjar spælarar á li›-
num, sum ikki hava veri ›
nóg væl fyri til 1. deildarfót-
bólt. At vit nú eru so væl fyri
kemst ikki minst av, at vit
hava f‡ra útlendingar á li›n-
um, sum hava víst seg at
veri› teir stu›ulsspælarar-
nir, sum føroyskur fótbóltur
má rokna vi›, at útlending-
arnir eru – um ta› skal vera
nøkur meining í at fáa teir
henda vegin.
Men parturin hjá tykkara
egnu hevur ikki ligi› eftir?
– Avgjørt ikki. Hvørki hjá
teimum, sum hava veri› vi›
í mong, mong ár ella hjá
teimum, sum eru ungir og tí-
skil óroyndir í hesum høpin-
um. Allir hava lagt nógv fyri
í venjingini, og eg vóni inni-
liga,
at teir leygardagin
vinna og harvi› fáa ta løn
fyri strí›i›, sum eg haldi, at
teir hava uppibori›, sigur
VB forma›urin.
Mannbjørn Tausen ætlar
sær í Gundadal leygardagin.
Spælararnir plaga ofta at
fara nor›ur kvøldi› fyri
dystirnar, og solei›is ver›ur
ta› ivaleyst eisini hesa fer›.
Summi av vi›haldsfólkun-
um sunnanfjør›s fara nor›-
ur fríggjadagin, og leygar-
morgunin ver›ur Smyril
væl manna›ur vi› VB vi›-
haldsfólkum.
Misnøgdir
vi› tulkingina
Í Vági eru teir sera mis-
nøgdir vi›, at fyrst kapping-
arnevndin og sí›ani dóms-
nevndin hjá FSF hava gjørt
av, at n‡ggju ásetingarnar
skulu tulkast solei›is, at
innanh‡sis málmunurin ikki
hevur nakran sum helst t‡d-
ning.
VB kærdi fríggjadagin
avger›ina hjá kappingar-
nevndini til dómsnevndina.
Leygarkvøldi› hev›i dóms-
nevndin tiki› stø›u. Teir
sta›festu
avger›ina
hjá
kappingarnevndini. Vit hava
skilt, at Christian Andreas-
sen, sum er løgfrø›iligur
rá›gevi
hjá
kappingar-
nevndini, ikki luttók í vi›-
ger›ini. Ólavur Jákup Kris-
toffersen er eykalimur í
dómsnevndini.
Hann
er
gamal HBari, og tí helt hann
seg ikki til at vera vi› í vi›-
ger›ini. Ta› vil vi› ø›rum
or›um siga, at ta› vóru Páll
Nielsen og Jegvan M. Elia-
sen, sum stó›u fyri sta›fest-
ingini.
– Vit kunnu ikki gera
meiri vi› hetta máli›, og
fyri okkara vi›komandi er
hetta li›ugt. Men vit skilja
ikki tulkingina, og eg ivist
ikki í, at reglan og tulkingin
fara at ver›a tikin upp, tá
feløgini og FSF fara at eftir-
meta kappingarári›, sigur
Mannbjørn Tausen.
Teir í VB gjørdu stórt
kanningararbei›i,
á›renn
teir kærdu avger›ina hjá
kappingarnevndini:
– Vit spurdu okkum fyri
hjá
altjó›a
fótbóltssam-
gonguni. Í grein eitt í kapp-
ingarreglnum ver›ur sagt, at
alheimsreglurnar eru gald-
andi í føroyskum fótbólti
saman vi› føroysku reglun-
um. Vit fingu at vita, at í
Spania eru somu reglur
galdandi sum í Føroyum.
Har telja innanh‡sis málini.
Um ta› stendur á jøvnum,
so ver›ur hugt at málum,
sum eru skora› á útivølli.
Jugoslavarnir, sum eru hjá
okkum, hava sagt okkum, at
hetta sama er galdandi í
Jugoslavia, men hetta hava
vit ikki fingi› sta›fest hjá
FIFA. Men nú vóna vit, at
ta› ikki ver›ur aktuelt vi›
hasi greinini. Á a›alfundin-
um má hetta fáast í rættlag,
og so ætla vit okkum ikki at
tosa meiri um ta›, sigur
Mannbjørn Tausen,
sum
hevur eyguni og hugsanun-
um vendum ímóti leygar-
degnum, tá VB fer í Gunda-
dal at strí›ast fyri fyrsta FM
heitinum nakrantí›.
jh
Vágur er á gosi
- Vit fingu at vita, at í Spania
eru somu reglur galdandi
sum í Føroyum, og har telja
innanh‡sis
málini,
sigur
Mannbjørn Tausen millum
anna› um avger›ina hjá VB
um at kæra
Antihetjan sunndagin
- Ta› eru betri
menn enn eg, sum
hava brent
brotsspark í eins
t‡dningarmiklum
dystum, helt
óhepni
brotssparkskjúttin
hjá HB, Alan
Mørkøre
Jákup Mørk
Var ta› nakar einstakur per-
sónur, sum var havdur á
munni serliga ofta í Havn
sunnudagin, mundi ta› vera
óhepni brotssparksskjúttin
hjá HB, Allan Mørkøre.
Tá ein minuttur var eftir
av vanligu leiktí›ini, og
stø›an var 2-1 til HB, hev›i
hann gyltan møguleika at
flyta li›felagarnar eitt risa-
fet nærri FM-heitinum.
Restina av søguni munnu
tey flestu kenna, og sjálv-
sagt var Allan harmur um
brenda sparki›, tá vit seinni
fingu or› á hann.
Tr‡sti› var stórt
Fyrst og fremst helt hann tó,
at størsta orsøkin til mistu
stigini var, at B36 var nógv
betra li›i› í seinna hálvleiki.
- Teir vóru nógv meira
aggressivir enn vit, og tá vit
so ikki skora upp á okkara
møguleikar, so kann ta› ikki
ganga ø›rvísi, helt hann
fyri, tá vit spurdu hann um
dystin.
- Seinna hálvleik vór›u
vit veruliga tr‡stir aftur á
vøllin, og ta› var als ikki til-
vita›, at okkara spæl gjørd-
ist so verjukent.
- Vit trúgva tó framvegis
upp á gulli›, tí um B36
megnar at tr‡sta VB á sama
hátt komandi sunnudag, so
ivist eg ikki í, at B36 vinnur
tann dystin. Seinna hálvleik
vór›u vit veruliga tr‡stir aft-
ur á vøllin, og ta› var als
ikki tilvita›, at okkara spæl
gjørdist so verjukent.
Ikki serliga stuttligt
Sum nevnt, so hev›i Allan
sjálvur
møguleikan
at
skúgva allan iva til viks,
men vanliga tryggi brots-
sparksskjúttin misn‡tti, tá
hann
fekk
møguleikan.
Spurdur um hetta svara›i
hann:
- Eg plagi at skora upp á
brotsspark,
men Tróndur
lúrdi meg av í hasum førin-
um. Eg tosa›i eisini vi›
hann eftir dystin, og tá
seg›i hann, at hann tók
kjansin og tveitti seg rætta
vegin.
- Ta› eru tó betri menn
enn eg, sum hava brent
brotsspark í minst líka
t‡dningarmiklum dystum,
og hatta er so bara naka› av
tí, sum ger fótbólt-
in stuttligan. Eg
má tó vi›ganga, at
ta› ikki var serliga
stuttligt beint eftir
dystin, men sum
sagt, so trúgva vit
framvegis upp á
møguleikan
fyri
gullmerkjunum,
seg›i Allan Mørk-
øre at enda.
Hóast taptu stigini,
tr‡r Allan
framvegis uppá, at
HB kann røkka
FM-gullinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Lesi› eisini
Ítróttasosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin gjørdi
fundarsamtykt á landsfund-
inum seinasta vikuskifti.
Ríkisrættarstøðan
Landsstevnan ásannar, at
landsstýrið er komið í rass-
haft av fullveldisætlanini. Tí
er nú í tøkum tíma, at allar
kreftir, sum vilja veruligt
sjálvbjargni, taka seg saman
at loysa hetta mál eftir tí
leisti, sum er lagdur fram í
uppskoti Javnaðarfloksins
til eina komandi sjálvsstýr-
isskipan.
Hetta er besti mátin at fáa
breiðu semjuna í fólkinum
um sjálvstýri, sum er neyð-
ug fyri, at øll kunnu kenna
seg trygg og medvirka til
tær broytingar, sum skulu
til, fyri at Føroyar kunnu
koma at standa á egnum
beinum.
Hernaðarmálið
Landsstevnan slær fast, at
tað er í stríð við okkara
fólkaræðisligu skipan, at
landsstýrið arbeiðir við at
innlima Føroyar í Nato ella
tess felagsskapir, uttan at
løgtingið hevur havt høvi at
viðgera
spurningin
av
nýggjum.
Felags tilfeingi —
fólksins ogn
Landsstevnan mótmælir, at
fiskirættindi og fiskidagar
eru vorðin handilsvøra hjá
nøkrum fáum at ríka seg
upp av.
Landsstevnan mælir tí til
at broyta fiskidagaskipanina
og vísir m.a. á tørvin fyri
einum fiskidagamarknaði at
umsita fiskidagar. Serliga
hevði hetta gagnað møgu-
leikunum hjá nýggjum fólki
at sleppa uppí fiskivinnuna.
Oljan á føroyskum
hondum
Landsstevnan harmast um,
at uppskotið frá andstøðuni
um at stovna alment olju-
felag ikki vann frama á løg-
tingi. Tí áleggur landsstevn-
an flokkinum áhaldandi at
stríðast fyri, at eitt alment
oljufelag verður sett á stovn.
Privatiseringar
Landsstevnan stuðlar floks-
ins greiðu støðu ímóti at
avreiða almennar ognir til
privatar fyri løtuvinning,
sum skal fíggja fullveldið.
Privatisering er í veru-
leikanum ein avdemokrat-
isering, har fólksins møgu-
leikar fyri ávirkan eru burt-
ur, og virðini ístaðin latin
spekulantum at gera sær
dælt av.
Skal vera gott at
eldast í Føroyum
Landsstevnan tekur dygg-
iliga undir við floksins
stremban eftir at varðveita
og menna eina samhalds-
fasta eftirlønarskipan, sum
kann tryggja øllum eina
hóskandi pensjón. Privata
fólkatryggingin hjá sam-
gonguni verður ikki annað
enn ein brandskatting, sum
serliga fer at raka tey lág-
løntu meint.
Fólkapensjónin og sam-
haldsfasta arbeiðsmarknað-
areftirlønin skulu gerast so
munagóðar og skipast so
• at hin einstaki fíggjarliga
skal kunna skipa sær pen-
sjónstilveruna, sum honum
hóskar best,
• at skiftið frá arbeiðs-
marknaðinum til pensjóns-
tilveruna gerst lagaligari,
bæði arbeiðsliga og fíggj-
arliga,
• at umstøður skulu skapast
Fundarsamtykt frá lands-
stevnu Javnaðarfloksins
fyri, at pensjónistar kunnu
fáa skerda arbeiðstíð og lut-
vísa eftirløn,
• at hitt almenna við fjøl-
broyttum tilboðum skapar
fortreytir fyri, at pensjonist-
ar kunnu hava eitt virkið og
innihaldsríkt lív.
Pláss fyri øllum
Landsstevnan krevur mun-
andi bøtt fíggjarlig kor hjá
teimum, ið forvinna minst,
og munagott endurgjald
móti inntøkumissi av óar-
beiðsføri, vanlukku ella ar-
beiðsloysi.
Landsstevnan vísir á, at
tað er ein vaksandi tørvur á
at varðveita og menna væl-
ferð-arskipanir, soleiðis at
øllum verður tryggjað bestu
liviumstøður.
Flokkurin eigur eisini at
leggja nógv størri dent á ein
virknan og fjølbroyttan
endurbúgvingarpolitikk.
Javnaðarflokkurin skal
virka fyri
• at brekað verða hoyrd og
fáa høvi at taka lut í orða-
skifti um mál, ið viðvíkja
teirra lívi,
• at forðingar ikki verða
fyri, at brekað fáa sama rætt
til samfelagslig tilboð sum
onnur, og
• at nøktandi stuðul og end-
urgjald vegna brek verða
veitt.
Eitt betri arbeiðslív
Landsstevnan ásannar, at
undir sitandi borgarligu
samgongu eru ójavnarnir og
ótryggleikin á arbeiðs-
marknaðinum øktir, og at
tørvurin á ábótum er vorðin
átroðkandi.
Landsstevnan
áleggur
Javnaðarflokkinum at virka
fyri
• at mismunurin millum
tímalønt og fastlønt viðvíkj-
andi sjúkradagspeningi skal
fyribeinast beinanvegin, so
at øllum á arbeiðsmarknað-
inum verður tryggjað fult
endurgjald undir sjúku frá
fyrsta sjúkradegi,
• at
barnsburðargrunnur
fyri allan arbeiðsmarknaðin
skal setast í verk beinan-
vegin, so at tímalønt og fast-
lønt eisini her verða javn-
sett. Eitt týðandi familju-
politiskt tiltak á arbeiðs-
marknaðinum er at longja
barnsburðarfarloyvið upp í
tvey ár.
• at nýggj arbeiðsmarknað-
arútbúgvingarskipan skal
stovnast, við lóggávu um
farloyvisskipanir og lønar-
endurgjald,
• at 120-daga reglan hjá
fastløntum, sum skerjir upp-
sagnarfreistina og tilknýtið
til arbeiðsmarknaðin, skal
burtur. Ístaðin skal ein skip-
an m.a. við sjúkraráði á ar-
beiðsplássunum finna aðrar
útvegir, enn bara at blaka
fólk til hús. Soleiðis skapa
vit eisini ein rúmligari ar-
beiðsmarknað, sum eisini
hevur pláss fyri fólki, sum
eina tíð ella varandi ikki
hava fullan arbeiðsførleika.
• at fiskimenn skulu hava
rætt til pensjón frá 60-ára
aldri.
Landsstevnan ásannar, at
ongantíð hevur verið størri
tørvur á, at allar góðar kreft-
ir taka hendur saman um ein
sterkan Javnaðarflokk, sum
kann tryggja eitt sam-
haldsfast samfelag, har hvør
kennir egnan týdning og
egnar skyldur. Eitt sam-
felag, sum setur okkara
frælsi til eitt virkið og við-
komandi lív í hásæti.
Javnaðarstuðlar lurta álvarsamir eftir hvat flokkurin hevur at bjóða í framtíðini
Mynd: Sofus Johannesen