mikudagur 27. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 185 - 27. september 2000
Sosialurin
Oddagrein
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Niclas Johannesen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Ein ruddiligari skipan –
uttan peningaspekulatión
Tað hevur givið veruligt afturljóð, at Javnaðar-
flokkurin hevur tikið upp spurningin um skip-
anina við fiskidøgum. Tey, sum fylgja við -
tað veri seg virkisráðgevarrar, løgfrøðingar
og búskaparfrøðingar - ásanna, at tað fer
eitt øgiligt „svans“ fram í dag og harafturat
hevur spekulatiónin tikið yvirhond. Eina ruddi-
ligari skipan
Javnaðarflokkurin ásannar, at tað verður
neyvan gjørt nakað ólógligt, tá fiskidagar
verða seldir. Hinvegin vísir flokkurin á, at
sølan hevur nógvar óhepnar avleiðingar. Skip,
sum hava lítið virði, verða handlað dýrt, tí
skipið hevur veiðiloyvi og fiskidagar. Haraft-
urat forðar henda skipanin fyri, at nýggjar
ella aðrar kreftir sleppa at royna seg.
Tí mælir Javnaðarflokkurin til at skipa ein
fiskidagamarknað, sum skal umsita skipanina
við fiskidøgum. Flokkurin heldur, at fiskidag-
arnir skulu ikki seljast, men lutast út. Tað,
sum ikki verður brúkt, kann loyvishavarin ikki
selja øðrum, men í staðin lata fiskidaga-
marknaðinum aftur. Hesin kann so luta fiski-
dagarnar út aftur.
Verður henda skipanin sett í verk, taka vit
allan spurningin um sølu og spekulatión úr
skipanini. Ein annar møguleiki er, at teir skipa-
eigarar, sum vilja hava fiskidagar, keypa hes-
ar fyri eitt ávíst gjald, og so mugu teir sjálvir
um, um teir selja teir ella ikki. Henda møgu-
leikan hava tveir búskaparfrøðingar nevnt.
Teir hava víst á, at tú kanst ikki selja fiski-
dagar, sum tú frammanundan hevur fingið.
Vit skulu minnast til, at í dag fáa skipaeigarar
fiskidagar, men teir kunnu vinna nógv við at
selja teir aftur. Og tað kann ikki vera rætt, at
landið gevur persónum ein veiðimøguleika,
sum viðkomandi aftur kann selja og forvinna
stórar peningamongdir fyri.
Hetta er í stríð við lógina um vinuligan fiski-
skap, sum slær fast, at fiskiríkidømi er fólksins
ogn. Tað merkir, at tú og eg eiga hetta tilfeingi
í felagsskapi, og at felagsskapurin hjá okkum
øllum, landsins stýri skal umsita hetta á mest
skynsama hátt, so tilfeingið kann gagnnýtast
til fulnar.
Javnaðarflokkurin hevur ikki nevnt møguleik-
an at leggja avgjald ella líknandi á tilfeingi
ella fiskidagar, sum Jørgen Niclasen segði
við Útvarpið mánadagin. Flokkurin hevur bara
víst á ta óhepnu støðuna og á eina gongda
leið burtur úr verandi støðu. Málið varð nógv
umrøtt á landsfundi floksins, men flokkurin
hevur ikki gjørt nakað liðugt uppskot. Nú
verður áhugavert at hoyra, hvat aðrir flokkar
og tey, sum varða av fiskivinnuni, siga til
tankar Javnaðarfloksins um eina ruddiligari
skipan - uttan peningaspekulatión.
EYÐUN KLAKSTEIN
Øll mál, sum viðkoma høv-
uðsstaðnum, skulu viðger-
ast í býráðnum í Havn, áðr-
enn Kommunusamskipanin
kann taka tey upp.
Tað heldur Heðin Mort-
ensen, býráðslimur, sum
saman við hinum býráðs-
limunum í Sambandsflokk-
inum kravdi eyka býráðs-
fund í Havn fyri góðari viku
síðani. Orsøkin var, at tað
var komið fram í eini tíð-
indasending í Sjónvarpi
Føroya, at Kommunusam-
skipanin hevði tosað um
framtíðina hjá SEV.
Hetta kundi Sambands-
flokkurin ikki góðtaka og
kravdi ein eyka býráðsfund
EYÐUN KLAKSTEIN
Skaðarnir eftir glopraregnið
í Klaksvík fyri 10 døgum
síðani eru so umfatandi, at
teir hava nú fingið Klaks-
víkar kommunu at senda
landsstýrinum skriv, har
heitt verður á landsstýrið
um at gjalda ein part av
skaðunum.
Brævið, sum varð sent í
gjár, er stílað til Anfinn
Kallsberg, løgmann.
- Glopraregnið hevði van-
lukkuligar avleiðingar í
okkara kommunu, og neyð-
ugt verður við umfatandi
inntrivum á samferðslu-
kervið í býnum og á ymsar
leiðingar, sum fullkomiliga
eru farnar av lagi, sigur
Jógvan við Keldu, borgar-
stjóri í Klaksvík.
Meira enn fýra
milliónir
Tekniska umsitingin hjá
Klaksvíkar kommunu hevur
mett um skaðan av regn-
inum og skriðulopunum, og
hon er komin fram til, at tað
í minsta lagi verður talan
um 4,6 milliónir krónur.
– Hetta er ein náttúruvan-
lukka, sum hevur rakt okk-
ara bý, og tí halda vit, at tað
er sjálvsagt, at landskassin
er við at gjalda fyri skað-
arnar, sigur Jógvan við
Keldu.
- Var talan um eina ella
tvær milliónir, so høvdu vit
ikki sent hetta skrivið til
landsstýrið, skaðarnir eru so
Raðfylgjan skal vera røtt
Býráðið í Havn skal fyrst viðgera mál, sum viðkoma Havnini, áðrenn Komm-
unusamskipanin tekur tey upp, heldur Heðin Mortensen, býráðslimur
um málið.
Jógvan við Keldu, borg-
arstjóri í Klaksvík, heldur,
at býráðslimirnir í Havn
lupu fram av, tí einki ítøkil-
igt var í tíðindunum í SEV.
Býraðsformenninir høvdu
bara tosa eitt sindur um
SEV.
Sett upp á pláss
- Fyri okkum var hetta ein
prinsippmál, tí vit ynskja
ikki, at Kommunusamskip-
anin skal gerast eitt oman-
fyristandandi býráð, sum
viðger mál, sum býráðslimir
í Havn einki kenna til, sigur
Heðin Mortensen.
- Býráðið í Havn skal
fyrst viðgera mál, sum við-
koma
Havnini,
áðrenn
-
Kommunusamskipanin
skal ikki gerast eitt oman-
fyristandandi býráð, sum
viðger mál, sum býráðslim-
ir í Havn einki kenna til,
sigur Heðin Mortensen, bý-
ráðslimur í Havn
Kommunusamskipanin tek-
ur tey upp. Tað var tað, sum
vit vildu staðfesta við hes-
um málinum. Vit fingu ein
eykabýráðsfund, har málið
var umrøtt, og síðani eru
eingir
trupulleikar
hjá
Kommunusamskipanini at
hyggja nærri at SEV.
- Tað er bara av týdningi,
at raðfylgjan er røtt, og at
býráðið í Havn veit um mál,
sum Kommunusamskipan-
in ætlar sær at viðgera, og
tað vóna vit, at vit hava sett
upp á pláss við hesum, sigur
Heðin Mortensen.
Heita nú á landstýrið um at
gjalda ein part av skaðunum
Klaksvíkar kommunu heitir nú á landsstýrið um at gjalda ein part av tí
upphæddini, sum tað kostar at umvæla umfatandi skaðarnar eftir glopraregnið
fyri góðari viku síðani
umfatandi, at vit kenna okk-
um noyddar at gera tað, sig-
ur hann.
Meira kann koma
undan kavi
Tað regnaði sum ongantíð
áður í Klaksvík mánadagin
fyri 10 døgum síðani. Út á
seinnapartin fór vatnflóð at
gera um seg nógva staðni í
býnum, og síðani komu
skriðulopini, sum eisini
gjørdu stóran skaða. Nógv
hús fingu skaða, vegir og
kloakkleiðingar somuleiðis.
Seinastu vikuna hevur
tekniska umsitingin hjá
Klaksvíkar kommunu roynt
at staðfest skaðarnar og
meta um, hvat umvæling-
arnar fara at kosta. Samlaða
úrslitið er 4,6 milliónir
krónur, men tekniska um-
siting vísir á, at talan her
um skaðar, sum tað ber til
at fáa eyga á, og at tað uttan
iva kemur meira undan
kavi, tá umvælingararbeiðið
rættiliga fer í gongd.
Stórir skaðar
Millum stóru skaðarnar í
býnum er vegurin á Helna-
brekku. Har rann so nógv
vatn, at gongubreyt og part-
ur av vegnum skolaði burtur
og endaði longri niðri í býn-
um.
Allar leiðingar, sum eru
omanfyri hendan vegin,
liggja nú berar, og skolað
er eisini undan betonggarð-
um og kantsteinum, so her
verður eitt stórt umvæling-
ararbeiðið at gera. Tekniska
umsiting hevur mett hendan
skaðan til hálva aðru milli-
ón króur.
Aðrastaðni í býnum hava
ristir, deksil og asfalt fingið
skaða, og eisini har er neyð-
ugt við nógvum umvæling-
ararbeiðið, og Úti í Grøv er
stórur skaði hendur á ymiskt
fríðkanararbeiði, sum er
gjørt har seinnu árini. Hesin
skaðin er fyribils mettur til
eina slaka millión.
Umvæla beinanvegin
Klaksvíkar kommuna heitir
í skrivinum til landsstýrið á
myndugleikarnar at bera ein
part av kostnaðinum at fáa
Klaksvíkar kommunu upp-
aftur á tað støðið, sum hon
var undan regninum.
- Tað er sera umráðandi,
at skaðarnir verða gjørdir
aftur beinanvegin og ikki
sleppa at liggja. Tað fer bara
at koma aftur um brekku og
kosta okkum seinni, sigur
Jógvan við Keldu, borgar-
stjóri í Klaksvík.
Sama dag, sum skaðarnir
hendu, var nógv arbeiði
gjørt fyri at rudda vegir og
forða fyri skæðum, og síð-
ani hava fólk hjá kommun-
uni eisini arbeitt við teimum
mest átrokandi skæðunum.
Hesa vikuna heldur arbeiðið
fram at rudda allar vegirnar,
og at spula teir reinar aftur.
Men neyðugt er við stór-
um
umvælingararbeiðið
næstu mánaðirnar, og stend-
ur tað til Klaksvíkar komm-
unu, verður hetta arbeiðið
lutvíst goldið av landskass-
anum.
Skaðarnir vóru stórir, tá tað regnaði av grimd í Klaksvík
fyri góðari viku síðani. Nú heitir Klaksvíkar kommuna á
landsstýrið um at gjalda fyri ein part av umfatandi skað-
unum.
Mynd: PhotoCare
JAN MÜLLER
Hetta sigur Kristian Magn-
ussen, løgtingsmaður og
umboð Javnaðarfloksins í
Trivnaðarnevndini eftir at
Javnaðarflokkurin um viku-
skiftið hevði landsstevnu. Á
hesi stevnu vóru sosial- og
almannamál eisini nógv
frammi, og varð m.a. funn-
ist at tingmanningini fyri
ikki at gera nokk við sosi-
alpolitikkin.
Kristian Magnussen, sum
sjálvur eitt skifti var lands-
stýrismaður í almannamál-
um sigur, at hetta er nakað
hann hevur tikið til eftir-
tektar og vil hann gera sítt
til, at hesi mál verða hægri
raðfest.
Hann sigur annars, at tað
er sera ringt at gera sær eina
meting av, hvat tað er, sum
samgongan arbeiðir við á
eitt nú pensiónsøkinum. -
Her er nógv tos, og tað
verður sagt, at okkurt er á
veg. Men helvtin av sam-
gongutíðini er farin, og enn
vita vit ikki, hvat landsstýr-
ið ætlar. Tað, sum er sagt,
er, at lønmóttakarar skulu
kunna draga frá óavmarkað
av tí, sum teir fortjena. Tvs.
JAN MÜLLER
Nú nógv hevur verið tosað
um at skerja blokkin úr
Danmark sohvørt búskap-
urin batnar, so heldur Kristi-
an Magnussen, fram-søgu-
maður Javnaðarfloksins í
sosialmálum, at tað er púra
burturvið at tosa um at
skerja ella kuta av blokk-
inum, nú so nógv stendur í
hálvum gekki í Føroyum.
– Tá tað verður tosað um
at skerja blokkin, so hugsi
eg ikki, at tað er ráðiligt at
gera tað, fyrr enn man hevur
fingið vælferðarstigið í Før-
oyum upp á eitt støði, sum
líkist tí í grannalondunum.
Og tað er tað so avgjørt ikki
í dag.
Kristian Magnussen vísir
á, at sum støðan er á al-
manna- og heilsuøkinum í
Føroyum í dag, so er nógv
niðurslitið.
Sjúkrahúsverkið er t.d.
ikki væl fyri. Ábøtur eru
neyðugar innan nógvar
ymsar skipanir eitt nú røkt-
arskipanir innan almanna-
verkið. – Okkum tørvar
rættiliga nógv røktar- og ell-
Mugu tryggja sømuliga
fólkapensión
-Vit mugu satsa meira uppá at menna Samhaldsfasta saman við eini betri fólkapensión fyri at tryggja øllum nøkur
nøktandi og sømulig ellisár
Kristian Magnussen, tingmaður vil fegin vita, hvat verður
av øllum pensiónstosinum hjá landsstýrinum, nú valskeiðið
er meira enn hálvrunnið
onkur annar betala meira í
skatti. Kristian Magnussen
vísir á, at tað sær ikki mæt-
ari út enn, at tað er ætlanin
hjá landsstýrinum, at mun-
urin, sum verður gjørdur á
fólki í arbeiðslívinum, skal
førast víðari yvir í pensións-
tilveruna. Og tað kann hann
á ongan hátt taka undir við.
Kristian Magnussen er
sannførdur um, at besti veg-
urin at ganga er at betra um
verandi fólkapensiónina og
bøta um skipanina við
Samhaldsfasta. Tað er tann
mest rættvísa leiðin at
ganga, tí tá kunnu ellisárini
tryggjast hjá øllum borgar-
um á jøvnum føti uttan mun
til, hvørja inntøku teir hava
arbeiðsárini. Vit mugu ikki
koma hartil, at tað verður
gjørdur munur á møguleik-
um og rættindum hjá fólki,
sum koma í ellisárini - út
frá tí støðu tey hava havt á
arbeiðsmarknaðinum.
Harmur um fakfeløgini
Hann dylur heldur ikki fyri
ónøgd sína við, at eitt nú
fakfeløgini sjálvi hava tikið
stig til eftirlønarskipanir.
Fakfeløgini áttu ongantíð
sjálvi at tikið stig til egnar
Ikki ráðiligt at
skerja blokk nú
isheimspláss bara fyri at
nøkta verandi tørv. Komm-
unan í Havn gjørdi stóra
kanning herfyri, og kom
eftir, at at tað manglaðu eini
60 pláss bara í Havn. Talið
fyri allar Føroyar eru í
hvussu er tað dupulta heldur
tingmaðurin, sum vísir á, at
tað skulu brúkast einar120
mill. kr. fyri bara at nøkta
tørvin á ellis- og røktar-
heimsplássum í dag. Hartil
koma øktar rakstrarútreiðsl-
ur uppá einr 40 mill. kr. um
árið. Eisini á mongum øðr-
um økjum eru vit afturút-
sigld. Avlamispensiónin t.d.
er nógv lægri hjá okkum
enn í londunum rundan um
okkum.
Kynisma
Kristian Magnussen brúkar
orðið kynisma um støðuna
í dag, har landsstýrið - um
somu tíð sum tað tosar um
at kuta blokkin burtur, hev-
ur stórt yvirskot í landskass-
anum og ikki vil gera nakað
munandi fyri at betra um
støðuna á almanna- og
heilsuøkinum.
– Vit kundu havt gjørt so
nógv ting betri, tá hugsað
verður um støðuna hjá
landskassanum. Landsstýr-
ið tosar um at hava loft á
íløgunum, tí tað skal yvir-
upphita búskapin. Tað er
rætt, tá tað um ávísar íløgur
ræður. Men tá tað kemur til
eitt niðurslitið almanna- og
heilsuverk er hetta ikki
rætta gongdin. Eg haldi, at
nettupp í slíkum tíðum, har
man
hevur
pengarnar,
kundi man gjørt íløgur í
slíkt, sum ikki yvirupphitar
búskapin. Eitt nú hildið
sjúkrahúsið
ajour
við
medicotekniskum tólum.
Tað yvirupphitar ikki bú-
skapin. Man kundi valt nak-
rar íløgur, sum ikki høvdu
økt virksemi við sær.
tryggingar.
– Við hesum hava fak-
feløgini eisini sjálvi verið
við til at grivið eina grøv
fyri
fólkapensiónina.
Ístaðin fyri at royna at
leggja trýst á politikararnar
fyri at fáa pensiónina upp,
so hava tey góðtikið at
brúka sína egnu løn partvíst
til at spara upp ískoyti til
pensiónina. Soleiðis er tað
farið meira og meira tann
vegin.
Og tá tað ikki hevur verið
lagt nakað trýst á politikar-
arnar frá fólki, sum eru
virkin
á
arbeiðsmarknaðinum, til at
halda pensiónirnar ajour, so
hevur man politiskt kanska
ikki kent serliga trongd til
at gera nakað. Høvdu hesi
fólkini heldur sett hesi
prosentini
inn
í
eina
kollektiva fólkapensión, so
hevði tað kanska verið
komið meira burtur úr. -Og
hvør kann við 100% vissu
tryggja fólki, sum seta
pengar í eftirlønarskipanir,
at tey fáa eitt avkast tá av-
tornar, at tey ikki missa sín-
ar pengar! Partur av hesum
pengum verður jú plaserað-
ur onkunstaðni, eitt nú á
virðisbrævamarknaðum,
sum vit vita kunnu vera
svikaligir.
Kristian Magnussen ivast
annars í, um tað ber til at
venda við aftur nú. Hann
heldur hetta vera stórt spell,
tí tey, sum fara at hava mest
brúk fyri fólkapensión fram-
yvir, eru tey, sum hava havt
lítið ella einki tilknýti til
arbeiðsmarknaðin.
Tey
koma tí at hava enn minni
møguleika at leggja trýst.
-Tí mugu vit politiskt
tryggja teimum, soleiðis at
tey koma at hava eina sømi-
liga fólkapensión.
Hvat viðvíkur dagsins
fólkapensión, so heldur
Kristian Magnussen, at tað
er torført at generalisera, tí
summi klára seg og onnur
gera tað ikki. Men tað eldra
ættarliðið, sum hevur spart
alt sítt lív, gerast væl eisini
minni og minni.
at tey, sum tjena nógv og
harvið kunnu seta av til eina
fólkapensión, ellistrygging
ella hvat hetta kann eita, tey
skulu fáa ein stóran skatta-
frádrátt. Fáa tey tað, so má
Fuglafjørður: Leygar-
dagin verður ein 15 mán-
aðar gamal tarvur sleptur
inn á eitt øki niðanfyri
Handilsskúlan á Kambs-
dali, og tarvurin skal síð-
ani gera av, hvør skal eiga
hann.
Tað er svimjifelagið í
Fuglafirði, sum skipar
fyri neytalortakapping,
tey kalla, og í løtuni fer
Tarvurin skal avgera
hvør fær hann
Ein tarvur stendur upp á spæl í Fuglafirði um vikuskifti,
og avlopið hjá tarvinum avger, hvør fær tarvin
Vinningurin er tarvurin,
sum verður flettur sama
dag sum kappingin er.
Fólk kunnu nú keypa
teigar á økinum á Kambs-
dali, og leygardagin kl.
15.00 verður tarvurin
sendur inn á økið at gera
sína uppgávu í spælinum.
ek
Í sambandið við býráðs-
valið í november, skipar
Foreldrafelagið í Havn
fyri
pallborðsfundi
í
Norðurlandahúsinum
mikudagin 27. november
kl. 19.30.
Evnið
á
fundinum
verður: „Er barnaansingin
bara valagn?”.
Hetta átti at tala til ein
hóp av borgarunum, bæði
teir ið hava trupulleikan
nú og teir, ið kunnu vænta
Pallborðsfundur um
barnaansing í Havn
nógv fólk fara at stuðla
tiltakinum, hetta verið seg
bæði foreldur og onnur
áhugað, sigur Foreldrafel-
agið í Havn.
sølan av lutaseðlum fram.
Lutaseðlarnir eru nú ikki
eitt pappírspetti, men ein
teigur á tí økinum, har
tarvurin skal sleppast. Økið
verður býtt upp í so nógvar
teigar, sum fólk hava hug
at keypa, og tann fyrsti
lorturin, sum kemur úr
tarvinum
avgerð,
hvør
teigur
hevur
vunnið
kappingina.
sær trupulleikan í næsta
valskeiðið.
Umboð frá øllum flokk-
um, sum stilla upp til bý-
ráðsvalið í Havn, verða við
á fundinum.
Ætlanin hjá foreldra-
felagnum er at minna nú-
verandi býráðspolitikarar á
avrik teirra í farna valskeiði
og seta spurnartekin við tey
vallyfti, vit eru vitni til í
hesum døgum.
Foreldrafelagið vónar at