mikudagur 27. september 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 185 - 27. september 2000
Nr. 185 - 27. september 2000
EDVARD JOENSEN
Dalur: Tað hóvar eftir øll-
um at døma ikki fíggingar-
stovnunum, at framleiðslu-
virki flyta úr miðstaðarøkin-
um til útjaðaraøki. Hvørki
banki ella Útnorðurgrunn-
urin vildu fíggja snikkara-
virkið hjá Bødvari Poulsen
í Dali.
Bødvar Poulsen hevði
snikkaravirki í Havnardali,
men gjørdi av at flyta til
Dals, har hann bygdi nýtt
virki, sum stóð liðugt í mars
í ár. Virkið var bíligt.
Ymiskar maskinur og inn-
búgv hevði hann við sær úr
virkinum í Havn, meðan
neyðugt sjálvandi var við
ávísum nýíløgum.
Bødvar Poulsen sigur, at
hann søkti bankafígging,
men fekk noktandi svar. Tað
EDVARD JOENSEN
Dalur: Skal tað vera trygt
at ferðast til og úr Dali, er
einasta loysnin, at ein tunnil
verður gjørdur. So einfalt
verður samferðsluspurn-
ingurin settur upp í Dali.
Tað liggur ein steinur á
vegnum, tá blaðmaðurin er
á veg aftur til Húsavíkar
eftir at hava vitjað í Dali
hendan dagin. Steinurin er
nýkomin oman úr bergin-
um. Hann lá ikki har, tá far-
ið varð suður til Dals.
Ikki er hann so øgiliga
stórur, steinurin, men so
mikið kortini, at kom hann
á – ella inn í – bilin, kundi
hann elvt til eina vanlukku.
Og soleiðis eru umstøðurn-
ar hvønn einasta dag hjá
teimum, sum búgva í Dali.
Vegurin millum Dal og
Húsavík liggur gjørnum
bergið, og har er vandamik-
ið at koyra bæði á sumri og
vetri.
Á vetri orsakað av hálku
og vandanum fyri skalva-
lopi eins og øðrum oman-
lopi. Og um summarið ríður
Fíggingarstovnarnir
noktaðu at stuðla
Tá Bødvar Poulsen søkti fígging til snikkaraverkstað í Dali, vildu fíggingar-
stovnarnir ikki veita lán. Hann bygdi so við vælvild frá teimum, sum hann
keypti tilfarið frá
var so tað, tað var. Síðan
søkti hann Útnorðurgrunn-
in, sum hann helt var til fyri
at stuðla útjaðarafyritøkum.
Men eisini haðani kom sera
skuffandi svar:
»Tíverri ber tað okkum
ikki til at ganga lánsum-
sóknini á møti.«
Eingin
grundgeving
fylgdi við. Tað var sera hug-
stoytt, sigur Bødvar Pouls-
en. Hann hevði annars ta
fatan, at júst hesin grunnur-
in var stovnaður av politik-
arunum í útnorði til at stuðla
fyritøkum í útjaðaranum.
Seinni fekk hann í tele-
fonini at vita frá skrivara
grunnsins, at grundin var
tann, at virki hansara lá so
langt burtur. Men hvørjum
tað lá burtur frá, segði søgan
einki um.
Hinvegin sigur Bødvar
Poulsen, at í dag er hann
kortini bara fegin um, at
hann onga fígging fekk,
hóast tað tá virkaði hug-
stoytt. Teir, hann keypti til-
far frá, vóru sera lagaligir,
og í dag er hann longu kom-
in so væl uppundan, at hann
kann gjalda seinastu skuld-
ina til jólar.
Tað ljóðar mestsum
ótrúligt, men alt í alt stóð
virkið í umleið 400.000,-
krónum, tá hann byrjaði at
arbeiða. Og arbeiði hevur
hann havt ivaleyst av. So
nógv, at hann nú noyðist at
siga arbeiði frá sær.
Bødvar Poulsen ger
trappur á snikkaravirkinum
í Dali. Hann sigur, at higar-
til í ár hevur hann latið 38
trappur, og fleiri eru eftir at
gera. Eisini skal hann gera
onkran køk, sigur hann.
Trappurnar verða gjørd-
ar lidnar í Dali, og so fer
Bødvar sjálvur út at seta tær
upp. Hann flytir sjálvur tær
flestu í egnum bili. Men tað
kemur fyri, at tær eru so
mikið stórar, at hann noyð-
ist at nýta Strandferðsluna.
Hóast hann er fluttur til
Dals, er tað als eingin trup-
ulleiki fyri virksemið, sigur
hann. Sambandið um Skop-
unarfjørð er gott, letur hann
at. Er ikki veður ein dag,
fer hann bara dagin eftir.
Tað er ikki veri enn so, tá
ein arbeiðir einsamallur og
kann ráða sær sjálvuum.
Og júst tað frælsið, at
kunna gera sum hann vil,
er eitt tað besta aktivið í
virkinum í Dali, sigur Bød-
var Poulsen. Ikki einans
hevur hann bygt upp eitt
virki, sum sær út til at ganga
væl. Hann fær eisini tíð at
vera til sjálvur, og tað ber
av øllum, sigur hann.
Dalbingar vilja hava tunnil
Vegurin til Dals er vandafullur, og einasta trygga loysnin er at gera tunnil til
bygdina, siga dalbingar
dagliga grót oman yvir veg-
in. Bæði størri og smærri
steinar.
Groth Nolsøe, timbur-
maður í Dali, sigur, at tað
er at kalla ikki dagur, at ikki
okkurt kemur á vegin. Og
hóast tað enn tíbetur ikki
hevur ført nakra beinleiðis
vanlukku, kann hon henda
hvønn dag, tað skal verða.
Tað skal so óalmindilga lítið
til, fyrr enn tað endar galið.
Ein lítil steinur inn gjøgnum
ein rút, sum rakar ein bil-
førara, og so er vanlukkan
hend.
Tað er hent, at steinar eru
komnir á bilar og hava oyð-
ilagt bæði rútar og tak.
Og um veturin er tað kavi,
sum legst í berginum. Tá
kunnu skalvar standa og
hótta, og viðhvørt loypa teir
og steingja vegin.
Men tað er ikki bara úr
erva, at ferðamaðurin eftir
Dalsvegnum verður hóttur.
Minst líka vandamikið er
tað. At tað loypur undan
vegnum í neðra.
Vegurin liggur, sum øll
vita, gjøgnum bergið, og
undirlendið er einki soleiðis
at reypa av. Stutt er út á
eggina nógvastaðni og beint
í havið. Tá so lop eru niðan
fyri vegin, kann gerast rætti-
liga hættisligt at koyra.
Tað eru ikki tey nógvu
arbeiðsplássini í Dali, so
fólk noyðast at koyra til ar-
beiðis ymsastaðni í Sand-
oynni. Og tey seta seg dagl-
iga í ávísan vanda, tá tey
ferðast eftir hesum vegnum.
Groth Nolsøe, sum dagl-
iga koyrir eftir Dalsvegn-
um, sigur, at tað eru nú nógv
ár síðan, dalbingar savnaðu
undirskriftir, sum vórðu
latnar einum tingmanni í
oynni, við áheitan á lands-
myndugleikarnar um at ar-
beiða fyri tunnli til Dals.
Men ivaleyst er brævið bliv-
ið burtur, tí einki hoyrdist
aftur, Hvørki orð ella eiður.
Alt hetta tilsamans er nóg
ringt, siga dalbingar, sum
staðiliga heita á landsmynd-
ugleikarnar, bæði ting-
menninar í oynni, sam-
gongu, andstøðu, umframt
landsstýrismannin í sam-
ferðslumálum um at virka
fyri, at tunnil til Dals kemur
frammalaga í eini komandi
samferðsluætlan.
Tað er dagligur kostur, at grót og annað kemur niður úr fjallinum í erva
Mynd: Groth Nolsøe
Fyri nøkrum árum síðani leyp undan vegnum
Mynd: Edvard Joensen
Bødvar Poulsen flutti snikkaravirkið úr Havnardali til Dals
Mynd: Edvard Joensen
Vit stjala ikki fólk frá
Føroya Arbeiðarafelag
–Ongin verður tvingaður upp í Starvsmannafelagið. Tað, sum hevur størstan
týdning, er, at øll fáa rímilig kor og skipað viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð
teimum stóru fakfeløgunum
hava í Sjeymannabólkinum.
Tvinga ongan upp í
Men hesar atfinningar tek-
ur formaðurin í Starvs-
mannafelagnum ikki at sær.
–Vit stjala ongar limir tí
tey, sum eru komin uppí
Starvsmannafelagið,
eru
tað munur á hugburðinum í
báðum fakfeløguum.
–PFyri okkum hevur tað
týdning at fáa skipað við-
urskifti. Vit hava havt eitt
grundarlag at gera tað á, og
tí hava vit gjørt tað og givið
teimum eitt tilboð. Í Føroya
Arbeiðarafelag
er
tað
kanska limaskapurin, sum
hevur størstan týdningin.
– Men at Føroya Arbeið-
arafelag tvíheldur um, at tað
„eigur“ dagrøktarmammur-
nar, uttan at gera nakað fyri
tær, er heldur ikki rætt.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at teir hava ikki gjørt
sáttmála fyri dagrøktar-
mammur aðrastaðni.
– Men tað eru aðrar
kommunur, sum eru áhug-
aðar og tær fara vit sjálvsagt
eisini at kunna um viður-
skifti, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
–PAt Ingeborg Vinther
kallar okkum óloyal og
skuldsetir okkum fyri at
stinga Føroya Arbeiðarafel-
ag í bakið, er ein pláta, sum
eg havi hoyrt ofta. Men
bæði Ingeborg Vinther og
øll onnur vita, hvussu loyalt
at Starvsmannafelagið er,
og haldi sanniliga eisini, at
vit hava sett okkara spor
eftir okkum.
Gunnleivur
Dalsgarð
væntar ikki, at hetta fer at
fáa avleiðingar fyri sam-
starvið í Sjeymannabólkin-
um.
–Hjá okkum verður ongin
trupulleiki at samstarva. Og
tá ið fakfelag skulu sam-
starva á so ólíka grundar-
lagið, sum vit gera í Sjey-
mannabólkinum er ein hin
fremsta fortreytin, at vit
kunnu semjast um, at vit
kunnu vera ósamd um
ymisk viðurskifti, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Gunnleivur
Dalsgarð
ÁKI BERTHOLDSEN
–Ongin verður tvingaður at
blíva limur í Starvsmanna-
felagnum. Tey, sum eru
komin uppí, eru komin av
fríum vilja.
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafelag-
num tekur sær ikki nær av
ábreiðslunum, sum formað-
uriní einum øðrum stórum
fakfelag, Ingeborg Vinther
í Føroya Arbeiðarafelag,
setir fram ímóti Starvs-
mannafelagnum í Sosialin-
um í gjár.
Ingeborg Vinther skuld-
setir Starvsmannafelagið
fyri at troka seg inn á fak-
felagsøkið hjá Føroya Ar-
beiðarafelag við at royna at
fáa dagrøktarmammur upp
í Starvsmannafelagið, hóast
tær frammanundan eru limir
í Føroya Arbeiðarafelag.
–Eg havi aldrin vitað so
óloyala framferð allar mínar
dagar sum fakfelagsfólk,
segði Ingeborg Vinther.
Tað er blivið so vátt í fak-
felagsreiðrinum av hesi or-
søk, at Føroya Arbeiðara-
felag fer nú at gera støðuna
upp, og ein avleiðing av tí
kann vera, at arbeiðarafel-
agið tekur seg burturúr sam-
starvinum, sum sjey av
viðurskiftini hjá dagrøktar-
mammunum í rættlag.
–PSíðani er Kommunala
Starvsmannafelagið komið
upp í Starvsmannafelagið
og harvið hava vit eisini
yvirtikið sáttmálaøkini, sum
tað hevði frammanundan
Gunnleivur Dalsgarð
sigur, at Starvsmannafelag-
ið hevur eisini sáttmála við
aðrar kommunur.
–M.a. hava vit sáttmála
við Sørvágs og Skála
Kommunu. Og tær hava
biðið okkum gera ein sátt-
mála fyri dagrøktarmamm-
urnar í báðum kommunun-
um við støði í sáttmálanum
í Havn.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at tað hevur Starvs-
mannafelagið so gjørt.
–Síðani hava dagrøktar-
mannurnar fingið í boði at
taka av hesum sáttmála, og
tað hava tær gjørt av egnum,
fríum vilja.
– Tað hevur ongan týdn-
ing, hvar tey hava verið
frammanundan og tað havi
eg heldur ikki ánilsi av. Tað,
sum hevur týdning er, at vit
hava gjørt eitt sáttmálaupp-
skot, sum tær sleppa at taka
støðu til av egnum vilja.
– Vit hava ikki stolið limir
frá Føroya Arbeiðarafelag,
tí tað var ongin sáttmáli á
økinum frammanundan og
tað er tað, sum ger allan
munin.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum sigur, at
tað, sum hevur størstan
týdning, er at dagrøktar-
mammurnar fáa skipað við-
urskifti.
–POg fáa vit sáttmálavið-
urskiftini hjá dagrøktar-
mammunum greið, er tað
ein sigur hjá fakfelagsrørsl-
uni.
Hann sigur, at kanska er
–3Tað er beinleiðis lygn, at vit taka limir frá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Gunnleivur
Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
komin av fríum vilja, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at fakfelags-
liga hava dagrøktarmamm-
urnar verið forsømdar so tað
munar. Og tað er harmiligt,
at ein so stórur og týðandi
bólkur hevur verið uttan lóg
og rætt øll hesi árini.
– Heldur Ingeborg Vinth-
er, at dagrøktarmammurnar
hoyra undir í Føroya Ar-
beiðarafelag, hevur hon
havt ríkiligt av tíð til at fáa
viðurskiftini hjá teimum í
rættlag.
Hann sigur, at tað er
Kommunala Starvsmanna-
felganum í Havn fyri at
takka, at hol er sett á, at fáa
ÁKI BERTHOLDSEN
Enn er ikki gjørt av, hvar
nýggi almanna- og heilsu-
skúlin á Tvøroyri skal vera.
Men fleiri møguleikar
verða kannaðir og Undir-
vísingar- og Mentamála-
stýrið hevur nøkur høli í
kikaranum.
Eftir, hvat skilst, er tað tó
mest sannlíkt, at skúlin fær
høli í kommunuskúlanum
úti á Tvøroyri, í somu
hølum, har HF helt til í síni
tíð, men endalig avgerð er
kortini ikki tikin enn.
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
sigur, at tað er ivasamt,
Kanna fleiri
møguleikar
á Tvøroyri
– Ætlanin er, at eftirútbúgvingin av
heimahjálpum skal vera kring landið,
men øll sjúkrarøktarútbúgvingin verður
á Tvøroyri, sigur Torbjørn Jacobsen
hvussu heppið tað er at
leggja hendan skúlan undir
sama tak sum kommunu-
skúlin er. Men kortini
verður hildið, at hølini, sum
eru uppá tal, liggja so av-
síðis, at tað skuldi ikki verði
nakar trupulleiki.
– Men tað verður í Øllum
førum bara ein fyribils
loysn ímeðan leitað verður
eftir eini endaligari loysn.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað verður løgd stór
orka í at fáa skúlan á føtur.
–Nú verður arbeitt eftir
eini ætlan um, at eftirút-
búgvingin av heimahjálpum
skal byrja 1. januar og at
sjálvur røktarskúlin skal
byrja 1. august næsta ár.
Hann sigur, at ætlanin er,
at undirvísingin í eftirút-
búgvingini skal vera kring
landið, so at heimahjálpir-
nar sleppa frá at flyta.
Men undirvísingin skal
kortini stýrast av Tvøroyri.
Hinvegin skal øll undir-
vísing í sjúkrarøktarskúlan-
um fara fram á Tvøroyri.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at tað eru fyri mestan partin
tilkomnar konur, sum eru á
eftirúbúgvingini og tað
verður trupult at fáa tær at
flyta heimaní frá ta tíðina,
útbúgvingin varar.
Annars leggur hann aft-
urat, at eftir at øll skjøl í
sambandi við skúlan eru
gjøgnumgingin, kann enda-
liga staðfestast, at tað er
ongin, skrivlig, politisk av-
gerð tikin um at skúlin
skuldi vera í Havn.
–Sostatt er skúlin ikki
fluttur úr Havn. Skúlin er
stovnsettur á Tvøroyri, sig-
ur Torbjørn Jacobsen.
Í løtuni verður søkt av
nýggjum eftir leiðara til
skúlan.
–PSøkt er eftir leiðara fyrr,
men flestu av teimum, sum
søktu, hava søkt við teirri
fortreyt, at skúlin verður í
Havn. Fyri at beina allan iva
burtur, verður tískil søkt av
nýggjum. Tað ger, at onkur
av teimum, sum søktu fyrru
ferð, fer kanska ikki at søkja
aftur, tí tey hava ikki hug
til at flyta til Suðuroyar.
Hinvegin kann tað eisini
henda, at onkur, sum kundi
hugsað sær at søkt, læt vera,
tí at hann skuldi vera í Havn.
Herfyri var Torbjørn Jacobsen Landsstýrismaður í Skúla- ogmentamálum á Rundferð í Suðuroy og kunnaði seg um
viðurskiftini, her er hann saman við býráðsformanninum á Tvøroyri, uppi á takinum á hotellinum á Tvøroyri, har teir
hava útsýnið niðan á sjúkrahhúsið, sum fær ein týðandi leiklut nú almanna og heilsuskúlin skal vera á Tvøroyri