fríggjadagur 29. september 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú rópa heilsusystrarnar í Føroyum varskó:
Vit drukna í børnum
sum hava trupulleikar
– Tað er harmiligt, at tað fyribyrgjandi arbeiði ímillum børn er so lágt í metum
sigur Bjarta Vilhelm, leiðandi heilsusjúkrasystir
andi eisini nøkur fá, sum
hava trupulleikar og tey,
skulu vit so royna at hjálpa.
Bjarta Vilhelm sigur, at
arbeiðsbyrðan er munandi
økt seinastu árini.
Hon heldur,at orsøkin til
tað er ikki so nógv, at talið
á børnum og familjum, sum
hava truulleikar, er so nógv
økt.
–Orsøkin er heldur, at vit
eru betri førar fyri at varnast
trupulleikar.
– Men tað er eisini týði-
ligt, at hugburðurin er nógv
broyttur, so at fólk eru skjót-
ari at søkja sær hjálp og
fúsari at taka ímóti hjálp.
Samstundis er tað tvør-
fakliga samstarvið á økin-
um nógv batnað.
Mangla pengar og
fakfólk
Bjarta Vilhelm sigur, at ein
stórur partur av trupulleik-
anum stendst av, at tað verð-
ur ov lítið av peningi sett
av til hetta øki.
–?Heilsusystraskipanin
fær seks milliónir um árið
og tað er ikki nógv, tá ið
hugsað verður um, at vit
umfata øll børn í Føroyum
í og undir skúlaaldur, tvs,
eini 15.000.
– Samstundis mangla vit
fýra heilsusystrar, tvær í
Havn, eina í Suðuroy og
eina í Norðoyggjum.
– Hetta er stórt spell, tí
heilsusystraskipanin
er
fremsta fyribyrgjandi tiltak
yvirhøvur á barna- og fam-
iljuøkinum.
– Ein millión afturat
hevði tí gjørt undurverk, tí
so fingu vit sett tær fýra
heilsusystrarnar,
sum
mangla.
Men Bjarta Vilhelm sigur,
at tað er eisini ein annar
stórur trupulleiki, at heilsu-
systrarnar hava alt ov vána-
ligar møguleikar at vísa
børnum og familjum til ser-
frøðingar á ymsum økjum,
tá ið trupulleikar stinga seg
upp.
–Eitt nú mangla vit barna-
psykologar og vit hava ong-
an barnapsykiatara yvirhøv-
ur í Føroyum, samstundis,
sum vit eisini mangla
fysioterapeutar.
– Harumframt hava vit
heldur onki tilboð til tey fáu
foreldur, sum hava vænt-
andi førleikan til at verða
foreldur, so at tey kundu
lært at verið foreldur.
Bjarta Vilhelm sigur, at
ein avleiðing av støðuni er,
at mangan verða trupulleik-
arnir uppdagðir nógv seinni,
enn ynskiligt hevði verið.
– Mangan varnast vit ikki
trupulleikarnar
fyrrenn
børnini eru komin í skúla,
men tá eru tað ofta nógv
dýrari loysnir, sum skulu til
fyri at hjálpa upp á trupul-
leikan.
– At tað so bara eru heilt
fáa staðni í landinum, at
skúlalæknaskipanin virkar,
ger støðuna sjálvandi ikki
frægari.
Bjarta Vilhelm sigur, at
heilsusystraskipanin er nú
so hart fyrispent, at tað
gongur ikki longir afturat..
støðan viðvíkjandi tí fyri-
byrgjandi arbeiðnum ímill-
um børn er nú so vánalig,
at tað eru allar orsøkir til at
rópa varskó.
– Landsins myndugleikar
hava ferð eftir ferð víst á,
hvussu stórur dentur verður
lagdur á tað fyribyrgjandi
arbeiðið. Men á smábarna-
og familjuøkinum mugu vit
ásanna, at tað verður ikki
gjørt líka nógv, sum tað
verður tosað.
Bjarta Vilhelm sigur, at
tað verður ofta ført fram,
hvussu nógv barnaverndir-
nar kring landið hava fingið
at gera tey seinastu árini.
– Í tí sambandinum er tað
eisini neyðugt at vísa á, at
heilt nógv av teimum mál-
um, sum barnaverndirnar
hava til viðgerðar, eru mál,
sum heilsusystrarnar vísa
teimum á.
Heilsusystraskipanin um-
fatar øll børn í Føroyum,
bæði børn í skúlaaldri og
børn undir skúlaaldur.
– Heilsusystrarnar ráð-
geva familjum og kanna
børnini.
Í skúlanum ber tað eisini
til hjá børnunum at venda
sær til heilsusystrina í trún-
aði við ymsum trupulleik-
um og tað eru ikki so fáir
trupulleikar, sum koma
fram tann vegin.
–Tey allarflestu børn og
tey allarflestu heimini virka
tíbetur heilt væl.
–?Men so eru tað sjálv-
ÁKI BERTHOLDSEN
– Vit eru um at drukna í ar-
beiði við børnum, sum hava
ymsar trupulleikar at drag-
ast við.
–Men tað er harmiligt at
síggja, hvussu lágt landsins
myndugleikar meta um tað
fyribyrgjandi arbeiði ímill-
um børn.
Tað sigur Bjarta Vilhelm
leiðari á heilsusystraskip-
anini.
Heilsusystrarnar í Føroy-
um høvdu felagsfund miku-
dagin, har tey viðgjørdu
støðuna.
Og tað tók teimum ikki
langa tíð at semjast um, at
støðan er sera vánalig.
Bjarta Vilhelm sigur,
Fleiri túsund børn verða slept upp á fjall, tí tað myndugleikarnir raðfesta ikki tað fyribyrgjandi arbeiði á barna og
familjuøkinum nóg høgt og nú rópa heilsusystrarnar varskó.
Myndin er tilvildarliga vald
Sleppa ikki til skúlalækna
tey koma í skúla og so aftur,
tá ið tey fara úr skúlanum.
Nú hevur Jenis av Rana,
løgtingsmaður, sett Helenu
Dam á Neystabø, landsstýr-
ismanni í almanna og
heilsumálum fyrispurning
um skúlalæknan í Havn.
Hann sigur, at tað kann
ikki góðtakast at børnini í
havn ikki skulu sleppa til
skúlalækna.
Hetta hevur fingið av-
varðandi ymsastaðni frá at
gera vart við seg.
Tey siga tað er verri enn
so bara í Havnini, at skúla-
læknaskipanin ikki virkar.
Tvørturímóti, er tað ógv-
uliga fáa staðni í landinum
at børnini sleppa til skúla-
lækna.
Veruleikin er, at tað er
bara undantakið, at børnini
sleppa til skúlalækna og tey,
sum gera vart við seg,
halda, at Jenis av Rana átti
ikki bara at hugsa um
børnini í Havn, tí børnini á
bygd eru líka nógv verd
sum tey í Havn og tey hava
líka góðan rætt at sleppa til
skúlalækna.
Ein av teimum, sum hev-
ur gjørt vart við seg, er Kar-
in Strøm, heilsusystir í Suð-
uroyar syðru helvt.
Hon sigur, at tað er ó-
metaliga óheppið, at skúla-
læknaskipanin ikki virkar.
Hon vísir á, at farna
skúlaár hevur hon kannað
312 børn í Suðuroyar syðru
helvt.
Somuleiðis hevur hon
ráðgivið um heilsu, røkt og
fyrbyrging.
–Av teimum 312 børnun-
um, havi eg víst 54 børnum
víðari til serfrøðingar av
ymsum slag, ella til barna-
verndirnar. Børnini verða
m.a. víst til kommunu-
lækna, eygnalækna, ella til
Sernámsdepilin.
–Sostatt er tað umleið
sætti hvør næmingur, sum
verður vístur víðari til
barnavernd, ella til serfrøð-
ing av ymsum slag.
Karin Strøm sigur, at av
tí, at hon ikki er lækni, er
tað ógvuliga sannlíkt, at tað
eru mangir trupulleikar,
sum hon ikki fær eyga á og
sum tí ikki verða uppdag-
aðir. Eitt nú hyggir læknin
eftir trupulleikum við ryggi
o.ø, og hetta eru trupulleik-
ar, sum eg í mangar mátar
ikki finni, sigur hon.
Eftir, hvat skilst, er tað ein
ósemja um sáttmála ímill-
um Landsstýrið og lækn-
arnar, sum ger, at skúla-
læknaskipanin kring alt
landið mestsum er dottin
niðurfyri.
Foreldur ansa nú eftir politikarum
Stefan í Skorini
Tórshavn:
– Allir politikararnir siga
seg vilja økja um tali› av an-
singarplássum, men tá tosi›
kemur inn á ítøkiligar ætl-
anir, hoyra vit tær vanligu
undanførslurnar.
Hesi eru or›ini hjá Sámali
Johansen, sum er forma›ur í
Foreldrafelagnum, sum er
fyri foreldur at smábørnum í
Havn.
At
umstø›urnar
hjá
minstu borgarunum í høv-
u›ssta›num ikki eru í lagi
kom til sjóndar mikukvøld-
i›, tá 150 fólk stevndu á
fund í Nor›urlandahúsinum
at tosa um ansingartørvin í
Havn.
Foreldrafelagi› er fari ›
undir eitt n‡tt átak, sum
hevur til endamáls at varpa
ljós á, at alt ov fá ansingar-
pláss eru til børn í Havn.
Bí›ilistarnir eru langir sum
ongantí› fyrr, men fram-
vegis liggur eingin ítøkilig
ætlan frammi.
Ein partur av átakinum
hevur veri› lesarabrøv, sum
ver›a at síggja hvørja viku
fram til b‡rá›svali›. Miku-
kvøldi› var› skipa› fyri
pallbor›sfundi, har allir teir
politisku flokkarnir vór›u
umbo›a›ir.
Lappaloysnir
– Ein av undanførslunum
hjá b‡rá›slimunum var, at
teir kunnu ikki lova naka›,
tí teir vita ikki, hvussu b‡-
rá›i› fer at síggja út eftir
vali›. Ta› er ein vánalig
undanførsla, og hvør er so
meiningin vi› valfundum,
um politikararnir ikki kunnu
lova undan valinum, hvørj-
um teir fara at arbei›a fyri.
Sjálvandi kunnu teir ikki
lova, hvørjum málum teir
fara at náa, men til ber at
siga, hvørjum arbeitt ver›ur
fyri, sigur Sámal Johansen.
7. september samtykti b‡-
rá›i› einmælt eitt uppskot
vi›víkjandi
barnaansing.
Ta› ber í sær, at foreldur
kunnu hava síni egnu børn í
dagrøkt, um tey eisini taka
onnur børn í dagrøkt. Tey
skulu gjalda fyri síni egnu
børn, og fáa pening fyri tey
fremmandu børnini.
Í lesarabrævi frá Foreldra-
felagnum í dag ver›ur
henda loysnin kalla dis-
count loysn. Foreldrafelagi ›
heldur ta› vera illgunavert,
at b‡rá›i› samtykkir eitt
slíkt uppskot beint undan
valinum.
– Á fundinum lova›u
onkrir at samgongupolitik-
arunum eitt ávíst tal av ans-
ingarplássum innan eitt á-
víst áramál, men ta› hava vit
veri› vitni til fyrr, uttan at
naka› er komi› burturúr,
sigur Sámal Johansen.
Men trupulleikin hvørvur
ikki sum døgg fyri sól, og
ansingarpláss eru ikki á
hvørjum horni. Í løtuni
veksur bí›ilistin skjótari
enn tali› av ansingarpláss-
um.
Foreldrafelagi› vísir á, at
tørvur er á eini heildarloysn
og ikki lappaloysnum.
Eingin loysn
í eygsjón
Í 1996 var› ein verkætlan
gjørd, sum loysti barnaans-
ingartrupulleikan
á›renn
2006, men sí›ani er listin
bara vaksin. Hetta ber bo›
um, at henda ætlanin ikki
hevur betra› ta ringu stø›-
una.
– Útlitini eru heilt einfalt
ikki serliga gó› fyri eini
loysn innan stutta tí›, og ta›
bar fundurin eisini bo› um.
Barnaansingin
hevur
veri› eitt av høvu›smálun-
um hjá b‡rá›num at loysa
seinastu árini. Politikararnir
vísa á, at fólkatali› er vaksi›
vi› rúkandi fer›, men ta› er
ta› sama sum fyri tíggju
árum sí›ani. Sámal Johan-
sen er ikki serliga bjart-
skygdur.
– Eg eri ikki so bláoygdur
at halda, at allir politikar-
arnir broyta meining nú, tí
teir eru meira har›hú›a›ir
enn so. Tí›in er komin til at
politikararnir
ra›festa
barnaansingina
meira
frammalaga enn nú, sigur
Sámal Johansen.
Foreldrafelagi› fer ikki at
skipa fyri fleiri pallbor›s-
fundum, men lesarabrøvini
ver›a fleiri í tali fyri at
minna politikarar á, at fleiri
foreldur enn eru illa sperd.
Politikararnir í Havn vilja fegnir tosa um trupulleikan vi› barnaansingini, men foreldrini fingu eingi ítøkilig lyfti, tá
Foreldrafelagi› í Havn hev›i pallbor›sfund mikukvøldi›
Eini 150 fólk vóru komin saman í Nor›urlandahúsinum mikukvøldi›, har ljós var› varpa› á ansingartrupulleikarnar. Líti›
ítøkiligt kom tó burturúr
Mynd: Jens K. Vang
Leivur Hansen, b‡rá›sforma›ur, vi› einum pápa, sum ikki fær sítt barn ansa›. B‡-
rá›sforma›urin vildi ikki lova naka›, og útlitini fyri eini loysn eru ikki gó›, sigur forma›ur
Foreldrafelagsins, Sámal Johansen
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 187 - 29. september 2000
Nr. 187 - 29. september 2000
VIKUSKIFTISTILBOÐ
Borðbílegging á tel. 317500 • Eisini fæst bílig gisting
Sosialurin - 311820
Til Matna
❖Rækjubland
við bakaðum breyði
❖ Piparbúffur
við grønmeti
og bakaðum epli
Kostnaður kr. 150.-
Fjølbroytt
ala carte matskrá