Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 187 - 29. september 2000 Nr. 187 - 29. september 2000 Foreldrafelagið í Tórshavn er av teirri fatan, at tað er ábyrgdin hjá Tórshavnar Kommunu at skipa fyri barnaansing til íbúgvarnar í býnum. Kortini hevur fel- agið illgruna um, at kommunan roynir at sleppa sær undan hesi ábyrgd og leggja hana yvir á foreldur og fyritøk- ur í býnum. Tí eigur Bý- ráðið enn einaferð at verða mint á, at allir skattgjaldarar eiga rætt til somu sømdir, og ikki einans nakrir útvald- ir. Hvaðani stavar so hesin illgrunin hjá foreldrafel- agnum? Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 7. sept- ember 2000, varð eitt mál um broyting av kommunalu dagrøktarskipanini á skránni. Fyri at útvega fleiri dagrøktarheim, varð skotið upp at broyta skipanina fyri dagrøktina soleiðis, at møguleiki varð fyri at hava egin børn í dagrøkt, undir treyt av at fremmand børn eisini eru í dagrøktini. Skip- anin gongur út uppá at tú skalt gjalda fyri tíni egnu børn, ið tú hevur heima, men skal afturfyri taka fremmand børn eisini, sum tú fært løn fyri at passa. (Hesa samtykt kallar for- eldrafelagið sannført av sonnum »discount-barna- ansing«). Málið varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Og so er tað vit spyrja :»12-0 til hvønn? Børnini? Neyvan!« Foreldrafelagið heldur uppá, at hetta seinasta spjálkið hjá býráðnum er tað, sum danir nevna »panik før lukketid«. Veruleikin er jú tann, at allir býráðslimir við seinasta val lovaðu at loysa barnaansingartrupul- leikan, men málið er ikki rokkið enn — og verri enn so. Vit meina, at býráðið við hesi samtykt roynir at fáa »bíðilistan, sum er langur sum eitt ónt ár« til at síggja út sum »ein bíðilisti, sum man bíðar øðiliga stutt á« — ja, eitt slag av »graslíkis- bíðilista«. »Discount-barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu« er ikki annað enn nýggja kontantgjaldið, har fólk fáa pening fyri at ansa egnum børnum og harvið taka tey av bíðilistanum. Blív dag- røktarmamma hjá Tórs- havnar Kommunu! Í sínu tíð varð kontantgjaldið giv- ið sum fíggjarligur stuðul til børn uttanfyri kommunalu ansingarskipanini. Hetta kærdi foreldrafelagið í Havn til Kommunala eftir- litið og fekk felagið viðhald í, at lógarheimild ikki var fyri at gjalda fólkið pening, fyri at halda børnum sínum heima, og sostatt uttanfyri kommunalu ansingarskip- anini. Also býráðið fekk at vita, at tað mátti man ikki. Hvat ger býráðið so? Jú, syrgir fyri, at børnini sum eru uttanfyri kommunalu ansingarskipanini (also heima), kortini eru innan- fyri! Men hvussu? Jú, fluks verður mamman send heim við einum posa av pengum og sínum egna barni. Men harumframt hevur hon eis- ini fingið starv - sum dag- røktarmamma hjá sínum egna barni. Nú er barnið innanfyri skipanina, men kortini heima hjá mammu sínari, sum samstundis fær pening frá kommununi. Alt treytað av, at hon eisini letur dyrnar upp fyri nøkrum armingum av kommunala bíðilistanum. Í samtyktini um »dis- count-barnaansingina« verður einki sagt, um hvørji krøv skulu setast teimum, ið velja at taka av hesum ógvuliga ivasama tilboði. Lat okkum tí hyggja at teim krøvum, ið eru sett til tær, ið eru dagrøktarmamm- ur í dag. Fyri at verða góð- kend sum dagrøktar- mamma, skal heimið góð- kennast. Viðurskiftini skulu skipast til fortreytirnar hjá børnunum. Spælistova, wc- viðurskifti, og útigarður o.l. Dagrøktarmamman hevur hartil rætt at fáa barnaseng- ur, barnastólar, leikutoy, vognar og koyristólar og at fáa framt serligar innrætt- ingar, um tørvur er á tí. Hatta vóru tey fysisku krøv- ini. Sjálvandi skal dagrøkt- armanmman vera før at ansa børnum og hava egin- leikar at vera góð við børn- ini — sagt við øðrum orðum skulu bæði dagrøktar- mamman og heimið vera barnavinarlig. Alt hetta skal góðkennast av leiðaranum av dagrøktini og økispeda- goginum. Og hví verður alt hetta gjørt? Tí at ansa børn- um er ikki sum at ansað eftir hønum (alt gott um tær). Býráðið hevur skyldu at tryggja, at karmarnir um barnaansingina eru tryggir. Nógv fleiri spurningar enn svar reisir samtykt tykkara. Skulu mammurnar, sum velja at fara heim at ansa børnum, eisnini góð- kennast? Hvussu verður ein bíðilisti samskipaður við hesa skipanina? Hava tær rætt til somu ágóðar sum dagrøktarmammur? Hvat sigur kommunala eftirlitið? Hvat kostar eitt pláss í »discount-barnaansingini« í mun til eitt stovnspláss? Hvat um nú ein mamma angrar at hon fór heim, og velur at fara til arbeiðis aft- ur? Hvussu er støðan hjá teimum børnunum og for- eldrunum? »Discount-barnaansing- in« varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Hon tók ikki útgangsstøði í tørvinum hjá børnunum. Foreldrafel- agið meinar, at tit ístaðin fyri ivasamar lappaloysnir, eiga at seta tykkum fyri at loysa barnaansingartørvin einaferð med alla. Sum eitt av okkara skaldum sigur, so er lívið í sær sjálvum nóg trupult at »rekast og villast inní«, og tí eiga tit ikki sum útgangsstøði at gera tað enn truplari hjá okkara minstu. Um tit ikki gera tað, so eru vit bangin fyri, at støðan - orsakað av hesi samtykt - verður 0-12, og tit við henni gjørdu 12 sjálvmál, ið ikki góvu tykkum atgongd til enn eitt valskeið í býráðn- um. Vinarliga Vegna Nevndina í Foreldrafelagnum Sámal Johansen Rigmor Dam Inna Sigvardsen Gurðið Ellefsen Høgni í Stórustovu P.s. Forrestin ætla vit okk- um í næsta brævi, at hyggja nærri at hagtølunum fyri barnaansingini. Barnaansing er kommunalt málsøki. Tað er heilt nat- úrligt, ein kommuna eisini tekur sær av yngsta ættar- liðnum, tryggjar teimum bestu umstøður, sum aftur hevur við sær, at tey for- eldur, sum ynskja børn síni ansað uttan fyri heimið, hava hendan møguleikan. Hetta er eisini ein treyt fyri, at foreldrini hava møguleika at luttaka í ar- beiðslívinum, og at arbeiðs- plássini í kommununi fáa neyðuga arbeiðsorku. Við øðrum orðum, ein býur, ein bygd ella kommuna, har alt hongur saman. Arbeiðs- pláss, arbeiðsmegi, úrtøku- møguleikar og trivnaður fyri yngri sum eldri. At ein kommuna, sum Tórshavnar Kommuna, eigur at vera før fyri, bæði fíggjarliga og á annað hátt, at røkja hesa uppgávu, eigur at vera ein sjálvsagdur lutur. Men til tess krevst politisk- ur hugburður og realistiskar loysnir. Fíggjað av øktum vinniligum virksemi tá enn fleiri sleppa í vinnu. Tórshavnar kommuna eigur at átaka sær hesa upp- gávu og seta sær sum mál, at øll, sum ynskja sær og hava hesa tænastu fyri neyðini, skulu hava hendan møguleika. Barnaansingar- stovnar eiga m.a. at vera ein heilt natúrligur partur av øllum útstykkingum komm- ununar. At ansingarmøgu- leikar standa børnum í boði, eigur at vera eins natúrligt sum tá tey fara í skúla. Men tá hetta nú er ein kommunal uppgáva burtur- av krevst, at eisini aðrar kommunur í landinum seta sær somu mál og mið. Gera tær ikki tað, verður torført at loysa hendan trupulleika. Trupulleikin verður bert fluttur úr einari kommunu í aðra. Hesi seinastu fýra árini eru útvegaði mong ansing- arpláss, men bíðilistin er eins langur í dag sum hann var fyri fýra árum síðani, fyri ein stóran part orsaka av tilflytingini til Havnar. Sjálvandi búsetast fólk har møguleikarnir eru, og merkir tað í hesum førinum, at kann eitt nú Tórshavnar Kommuna bjóða fólki bæði arbeiði og barnaansing, og aðrar kommunur ikki gera tað, skunda vit undir eina sera ógvusliga fráflyting av økjunum við teimum tørv- Eitt 50 ára minni Í 1950 var eg til fiskarí við «Rólant« av Tvøroyri, skip- ari var Pauli hjá bóndanum úr Trongisvági. Fiskaríi gekk hampuliga væl, um hálvan september komu vit aftur, tá ið vit komu inn á Mykinesgrunnin bleiv ódn- arveður, radari var ongin tá, eitt ekkolodd var, sum ikki riggaði, so vit blivu slongj- andi har á grunninum í tvey samdøgur, tá gekk vindurin vesturum, so tá bleiv tikið undan, ætlanin var at seta meg av á Sandi, men tá var ongin havn her, og veðrið var so vánaligt at tað bleiv hildið suður ígjøgnum Skúvoyarfjørð, suður um Dímun og so inn á Tvøroyri. Hettar var fríggjadag, tá var Smiril akkurát farin norð, hann kom suðuraftur leygardag, sunnudag var ongin sigling, so eg slapp ikki til hús fyrrenn mána- dag, men tá bleiv siglt í Sandoynna, so eg slapp dir- ekta til hús tá. 50 ár seinni ár 2000 Í februar mánað í ár blivu vit, konan og eg, boðin í brúdleyp í Vági. Brúdleyp er jú besta veitsla man kann koma í, so tað gleddu vit okkum til og bleiv tað eisini virkuliga hugnaligt og gott, sum altíð í Suðuroynni. Brúdleypið var hildið Opið bræv til Tórshavnar Býráð frá foreldrafelagnum í Havn »Here we are again — happy as can be _ Var tað strævið at bíða?« Allarhelst. Lat okkum tí fara beint til evni, ið hesa ferð er »Discount- barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu«. Halló allir farandi og komandi býráðslimir! Barnaansingarpláss eins natúrlig sum skúlapláss andi tilboðunum til ta kommununa, sum kann bjóða fólki grundleggjandi tørvin, arbeiði og barnaans- ing. Ein gongd, sum hvørki tænir økjunum uttan fyri Havnina, og líka lítið høv- uðsstaðnum sjálvum. Er nøkur sum helst mein- ing í øllum tosinum um bygdamenning, at fólk skulu hava arbeiðs- og trivnaðarmøguleikar úti um landið, er alneyðugt, at tílík tilboðstanda øllum borgar- um landsins í boði. Uttan mun til hvar í landinum teir búgva. Øll skulu vera hjartaliga vælkomin til Havnar. Men tað skal vera av fríum vilja, og ikki av neyð. P.S. Á frálíka fundinum miku- kvøldið um barnaansing, sum Foreldrafelagið skipaði fyri, tóktist einki at vera ógjørligt at fáa pallborðslut- takararnar til. M.a. at hækka útreiðslurnar á fíggjarætlan- ini við í minsta lagi 15 milli- ónum um árið - einki probl- em, varð sagt. Eg havi hug at taka bý- ráðskollegar mínar upp á orðið. Hví bíða til eftir val- ið. Lat okkum handla nú, so síggja vit, hvat er veru- leiki og hvat er valagn. Mín partur skal ikki liggja eftir. Blíðar heilsanir Tórfinn Smith, býráðslimur leygardag, so fyri at koma suður til tíðina, máttu vit fara til Havnar beint aftaná middag fríggjadag, so náddu vit Smyril suður um kvøldið. Tá høvdu vit gold- ið 70 kr í part fyri at sleppa umborð á Smyril. Seinna- partin sunnudagin komu vit so norð aftur til Havnar, men tá var rutan í Sand- oynna liðug við sigling, so nú máttu vit aftur gista í Havn til mánadagin, har vóru vit so heldig at vit áttu eina dóttur búgvandi í Havn, so vit sluppu frá at gjald afyri logi, men suð- uraftur til Sands máttu vit aftur gjald a70 kr í part fyri at koma til hús. Soleiðis eru umstøðurnar millum suður- oynna og sandoynna ár 2000. Nú verður nógv tosað um nýggjan Smyril og tað skal verða væl unt. Men tað skal verða við 22 míla ferð forbí Sandoynna hvønn einasta túr. Sólvit Simonsen Kommunuval 2000: Óvissa um boring vi› Føroyar Jan Müller Ta› er ikki vist, at ta› ver›a fleiri boringar á føroyskum øki næsta ár. Fleiri av feløg- unum, sum hava fingi› leiti- loyvi, hava annars sagt, at tey ætla sær at bora næsta ár. Solei›is sum stø›an er á boripallsmarkna›inum í løt- uni og helst eisini komandi ár, so fer ta› helst at ver›a torført at finna nóg nógvar pallar, sum kunnu bora í før- oyskum øki næsta ár. Sosi- alurin skilur á keldum, sum hava tilkn‡ti til altjó›a bori- pallsmarkna›in, at eftir- spurningurin eftir pallum til at bora á djúpum vatni á øll- um Atlantsmótinum, frá lei›unum vestan fyri Írland og nor›ur í Norskahavi›, er sera stórur. Djúpum vatni Fleiri feløg skulu bora á djúpum vatni vestan fyri Írland, m.a. Statoil, Conoco og Enterprise. BP hevur ætl- anir um boring á djúpum vatni í norskum øki. Í løtuni borar ExxonMobil har nor›- uri skamt frá føroyska markinum. Teir hava bora › í skjótt tríggjar mána›ir og spurningurin er um teir eru vi› at testa eitt møguligt risastórt gassfelt. Felagi› vil tó einki siga. Conoco hevur ætlanir um at fara undir sokalla› appra- isalboring í Suilvenøkinum, skamt frá føroyska markin- um, vi› tí í hyggju at kanna møguleikan fyri lønandi framlei›slu. Olja er longu sta›fest í hesum økinum. Eftir at leitiloyvini vór›u latin í Nor›urlandahúsinum seg›i BP-stjóri, at teir fóru at bora í næsta ár. Sama seg›i stjórin fyri Amerada Hess. Roknast má vi›, at hesin bólkurin vil bora næsta ár. Statoil hevur veri › meira vari› vi› ikki at lova nakra boring í næsta ár, hó- ast nettupp Statoil er ta› fel- agi›, sum longu sí›st í 90- unum seg›i vera klárt til at fara undir boring. Nú kunnu ta› so ver›a a›rar orsøkir til, at man vil bí›a. Og ein kann ver›a tørvurin á bori- pallum. Hvat vi›víkur tí 4. operatørinum, Agip, so hev- ur ljó›a›, at teir fara ikki at bora fyrr enn í ár 2002. BP best fyri Ta› ljó›ar annars í løtuni, at BP er tann operatørurin á føroyskum øki, sum liggur best fyri, tá talan er um at fáa ein pall til í næsta ár. Ta › sn‡r seg um tann nútímans- gjørda Transocean Leader ella Jack Bates, sum í løtuni borar vi› marki›. Spurn- ingurin er so, hvat hendir vi› stóra og spildurn‡ggja boriskipinum West Navion, sum nettupp er útgjørt til at bora á djúpum vatni. Statoil eigur ein part av felagnum, sum rekur skipi›. Ein møguleiki er so eisini, at fleiri operatørar taka seg saman og leiga ein og sama boripall. Tá ver›ur so spurn- ingurin, um pláss er fyri fleiri boringum frá sumrin- um ár 2001 og út á heysti›. Tí neyvan ver›ur bora› tá ta› nærkast vetrinum. Tí má ein rokna vi›, at fær BP t.d. Jack Bates til at bora á sumri næsta ár, so ver›ur hann teirra burturav hetta ári›. Sosialurin skilur, at ta› hevur veri› fundur millum operatørarnar á føroyskum øki um m.a. umrødda spurn- ing. Ta› hevur ikki eydnast okkum at fáa vi›merkingar frá hesum fundi. Eftirspurningurin eftir boripallum til djúpt vatn er so stórur í løtuni - og so fáir pallar eru til, sum kunnu bora á heilt djúpum vatni - at ivasamt er, um ta› ver›a fleiri boringar á Føroyaøkinum næsta ár Boripallurin Jack Bates er ein av teimum mest fram- komnu í heiminum og ein av teimum fáu, sum kann bora á heilt djúp- um vatni. Í løtuni borar hann skamt frá føroyska mark- inum, har hildi› ver›ur, at Exxon- Mobil hevur rakt vi› eitt risastórt gassfelt. Óvist er um hesin pallurin ver›ur at síggja á føroyskum øki næsta ár Spildurn‡ggja boriskipi› West Navion, sum er útgjørt til at bora nettup á føroyaøkinum. Óvist er um oljufeløg fara at leiga sær hetta skipi› til boring vi› Føroyar næsta ár Edvard Joensen Tórshavn: Íslendskir matsnillingr eru í hesum døgum á Hotel Hafn- ia og bor›rei›a vi› íslends- kum mati fyri áhugaum før- oyingum. Vitjanin er li›ur í samstarvi› millum Restau- rant Naust í Reykjavík og Hotel Hafnia í Havn. Tú merkir beinanveg ser- merkta luktin av hákallin- um, tá stigi› ver›ur úr lyft- ini á Panorama á Hotel Hafnia. Har er eingin ivi um, at tú hevur gingi› rætt. Tí›indafundurin, har ís- lendingar s‡na fram ís- lendskan mat, ver›ur hildin her uppi. Stuttligt at sleppa at smakka hákallin einafer› aftur, Hjá teimum, sum leita sær á Hotel Hafnia at fáa ein bita um vikuskifti›, er for- kunnugur matur á lepanum. Millum anna› stórhvala- tvøst, livrapylsa, sey›ar- høvdasúlta, kóka› hvíta- n‡ra, bló›pylsa og tann kendi hákallurin. Okkara kokkur, Gu›- mundur, sum er íslendingur, grei›ir frá, at samstarvi› kom í lag á Travel Mart fer›avinnumessuni í fjør, tá íslendingarnir vóru í Før- oyum. Ta› er so vor›i› til, at lei›slurnar matstø›unum hava gjørt av at vitja hvønn annan og bor›rei›a vi› ávikavist íslendkum mati í Havn og føroyskum í Reykjavík. Fyrsta vitjanin er tann hjá íslendingunum nú um vikuskifti›. Saman vi› Jóannesi, kokki í Naustinum, grei›ir hann frá tí, sum á bor›inum er. Og sjálvandi ber ikki til at fara út aftur, uttan at hava smakka›. Má vi›ganga, at ta› er fyrstu fer›, at hvíta- n‡ra er fari› í mín munn, og ta› smakka›i ikki illa. Teir, Gu›mundur og Jó- annes, siga, at tey, sum ætla sær at smakka hvalatvøsti›, helst eiga at skunda sær, tí nøgdin, teir hava vi›, er av- marka›. Og fyri at fáa sum mest burtur úr, vilja teir halda, at fólk skulu koma um vikuskifti›, tí tá ver›a íslendingarnir her og kunnu svara spurningum, fólk møguliga hava. Annars ver›ur íslendski maturin á matskránni hjá Hotel Hafnia í ein mána› ella so. Blessa›ur veri hákallurinn Á Hotel Hafnia fer komandi mána›in at bera til at fáa íslendskan mat. Ymiskt av sey›i og so tann nógv umtala›a hákallin, sum tær anna›hvørt dámar ella ikki Mynd: Jens K. Vang