Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 158 - 23. august 2005 Svenski forsætisráð- harrin og formaðurin í Javnaðarflokkinum, Gøran Persson, hel- dur ikki, at Javnaðar- flokkar í Evropa hava gjørt nóg mikið fyri at tálma sterku altjóða marknaðar- kreftunum seinastu árini. – Vit mugu altíð vera til reiðar at finn- ast at okkum sjálvum, og tað er eingin ivi um, at vit kundu havt gjørt tað betri við- víkjandi altjóða- gerðini, sigur sviin, ið hevur vitjað Føroyar um vikuskiftið SAMRØÐA Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Tað er leygardagur 20. aug- ust. Sólin skínur oman og niðan, og í Miðlahúsinum í Vágsbotni vitjar ein mest kendu og virðismettu evro- peisku politikarunum. Eingin ivi er um, at talan er um ein politiskan kapasi- tet av teimum heilt stóru, og samstundis er hann menniskja, sum hvílir í sær sjálvum. Gøran Persson er lítið pátikin, fryntligur og dugir væl at lurta og svara. – Umhvørvi, globalt demokrati og eitt væl út- bygt vælferðarsamfelag eiga at vera hjartamál hjá øllum javnaðarflokkum, sigur hann, og hugsanir mínar fara til politiska sam- starvsfelaga hansara í Ong- landi. – New, new, new, everyt- hing is new. We have to reform ourselves or we die. Bretski forsætisráðharrin og formaðurin í bretska Javnaðarflokkinum, Tony Blair, legði ikki fingrarnar í millum á ráðstevnu hjá Javnaðarflokkunum í Evropa, sum varð hildin í svenska býnum Malmø í 1997. Bretski javnaðarleiðarin hevði eisini alla orsøk til at veipa við ørmunum. Gjøg- num nítiárini høvdu Javn- aðarflokkarnir flutt seg nógv, og mong av gomlu grundsjónarmiðunum vóru ikki at fáa eyga á longur. Frá at vera heitir tals- menn fyri, at tað almenna hevði umfatandi eftirlit við búskapinum, gingu Javnað- arflokkarnir á odda fyri umfatandi einskiljingum av almennum ognum. Upp- runaliga vóru Javnaðar- flokkarnir eisini mótstøðu- menn av Evropa Samveld- inum, men henda mótstøða fánaði meir og meir burtur í áttati og nítiárunum, og fleiri av flokkunum fóru í staðin fyri at vera andstøð- ingar at síggja ES sum eitt hent amboð at røkka longri á vælferðarøkinum. Formella samstarvið við fakfeløgini og sambandið við arbeiðarastættina vikn- aði eisini alsamt seinastu árini í 20. øld, og Javnaðar- flokkarnir gjørdust alt meiri miðflokkar, heldur enn at vera flokkar á vinstravonginum. 20. øld var øldin hjá Javnaðarflokkum. Stóra verkætlanin, vælferðar- staturin, fekk veruliga fastatøkur í nógvum lond- um í serliga Norðurevropa, men avbjóðingarnar í 20. øld eru nógv øðrvísi enn avbjóðingarnar í 21. øld, og tí eru Javnaðarflokkarnir noyddir at endurskoða sín politikk og laga hann til broyttu fyritreytirnar, sum eru eyðkendar av individu- alismu heldur enn sam- haldsfesti og mentunarlig- ari, búskaparligari og polit- iskari altjóða gongd heldur enn tjóðarbygging. Sama hugsjón – Tað er ómetaliga týdning- armikið at leggja sær í geyma, at grundleggjandi javnaðarhugsjónin fram- vegis er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Vit javnaðarfólk skulu ikki sleppa øllum, og broyta alt tað, vit hava staðið fyri. Hinvegin er talan um eina nýggja tíð, og tí eru vit noydd at seta okkum sjálv- um nýggjar spurningar, men grundhugsanin er framvegis tann sama. Svenski forsætisráðharr- in, Gøran Persson, tekur als ikki undir við teimum, sum skíra grundhugsjónina hjá Javnaðarflokkum fyri ótíð- arhóskandi og í ringasta føri fyri deyða. Spurdur, hvørji ítøkilig øki, ein Javnaðarflokkur í 21. øld eigur at leggja seg eftir svarar fryntligi sviin: – Umhvørvi, globalt demokrati og eitt vælútbygt vælferðarsamfelag eiga at vera hjartamál hjá øllum javnaðarflokkum. Øll trý málini eru rættiliga umfat- andi, og á hesum økjum er nógv at tríva í. Gøran Persson vísir á, at í løtuni fyllir umhvørvis- spurningurin nógv í hans- ara hugaheimi. – Tað er einki dulsmál, at heimurin í dag nærum er bundin av olju, og hetta hevur álvarsamar avleið- ingar við sær fyri umhvørv- ið. Samstundis sum vit ger- ast meira og meira bundin av olju, størri ávirkan hava høgu oljuprísirnir á okkara búskap. Men vit kunnu velja eina aðra leið. Vit mugu ongantíð ov skjótt bera so í bandi at fáa fleiri og størri íløgur gjørdar í verkætlanir, sum royna at menna nýggjar orkukeldur, sum fara betri um um- hvørvið. Svenski forsætisráðharr- in heldur, at endamálið við menningini av nýggjum orkukeldum eigur at vera tvíbýtt. – Vit mugu varðveita bú- skaparliga vøksturin, men umhvørvið skal ikki rinda prísin. Vit skulu hinvegin miða ímóti at varðveita vøksturin og samstundis taka veðurlagsbroytingarn- ar í størstum álvara, sigur hann. Alheimsgerðin Eitt veruligt valdsskifti er farið fram á altjóða pallin- um seinastu 20 árini. Nationalstaturin, sum setti dagsskránna og hevði eftir- lit við vinnulívinum, hevur av álvara mist fótafestið, og risastóru fleirtjóða-fyritøk- urnar gera í størri og størri mun sjálvar av, hvussu tær skipa seg uttan um polit- isku myndugleikarnar. Fyritøkurnar virka ikki longur nationalt, men hin- vegin globalt, og hetta hev- ur havt sær, at politisku myndugleikarnir renna aftan á stórfyritøkunum og kenna seg noyddar at taka undir við avgerðunum og ætlanunum, sum stór-fyri- tøkurnar stinga út í kortið. Frá at nationalstaturin hevði eftirlit við fyritøkun- um, er hann í dag noyddur at geva seg undir stórfyri- tøkunum. Fleiri á vinstravonginum eru av teirri áskoðan, at vinstri vongurin og serliga Javnaðarflokkarnir hava sitið hendur í favn, og latið fríu marknaðarkreftirnar ótálmaðar fáa frítt rásarúm, meðan grundleggjandi menniskjalig, sosial og mentanarlig atlit ikki hava verið tikin. Eitt aðalmál hjá javnað- arflokkum hevur søguliga verið at stýra marknaðar- kreftunum við regulering- um av øllum handaslagi, men eftir globaliseringin er vorðin veruleiki, hava Javnaðarflokkarnir havt torført við at sett síni fingramerki á sterku glo- balu marknaðarkreftirnar. Ert tú samdur í, at Javn- aðarflokkarnar í Evropa hava verið ov seinir á sjó- arfallinum viðvíkjandi al- heimsgerðini? – Eg vildi logið, um eg segði nei til handan spurn- ingin. Vit mugu altíð vera til reiðar at finnast at okk- um sjálvum, og tað er eingin ivi um, at vit kundu havt gjørt tað betri. Ein týdningarmikil spurningur er kortini, um nakar annar hevði kunnað gjørt tað bet- ur enn vit, og tað trúgvi eg ikki, svarar Gøran Persson. Spurdur, hvør høvuðsor- søkin er til, at Javnaðar- flokkarnir hava latið altjóða fyritøkunum so stórt vald, svarar svenski forsætisráð- harrin: – Ein stórur hevur trupul- leiki verið, at politisku skipanirnar á aljóða stigi eru rættiliga veikar, og Vit hava runnið ef – Vit javnaðarfólk skulu ikki sleppa øllum, og broyta alt tað, vit hava staðið fyri. Hinvegin er talan um eina nýggja tíð, og tí eru vit noydd at seta okkum sjálvum nýggjar spurningar, men grundhugsanin er framvegis tann sama, sigur svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson Mynd: Bárður