Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2005 23 tískil hevur tað verið ómetaliga torført at ávirka og stýra sterku altjóða marknaðarkreftunum. Vit hava í dag tvær stovnar, sum eftir mínum tykki, kunnu geva altjóða markn- aðarkreftunum veruligt mótspæl. Hesir stovnar eru ES og ST, men skal tað eydnast, er neyðugt við umfatandi reformum av báðum stovnum. Formaðurin í svenska Javnaðarflokkinum væntar kortini, at politikararnir fara at fáa betri møguleika at ávirka altjóða marknað- arkreftirnar í framtíðini. Hann væntar, at regionalu felagsskapirnar fara at fáa ein avgerandi leiklut í framtíðini. – Eg vænti, at ES, Mercusur í Suðuramerika, NAFTA í Norður Amerika saman við felagsskipanin- um í Asia og Afrika fara at fáa ein enn týdningarmikl- ari leiklut í framtíðini. Hes- ir stovnar fara at tryggja, at vit politikarar fáa betri møguleika at stýra altjóða marknaðarkreftinum, sigur hann. Hjartabarnið hjá Javnað- arflokkum í serliga Norð- anlondum, vælferðarstatur- in, er eisini í eini broyting- artíð. Heldur enn at góð- taka tungar almennar skip- anir, sum mangan ikki seta borgaran í miðdepilin, seta borgarar í dagsins samfelag krav um ávirkan og frælsi til at mynda sín egna ger- andisdag. Hvussu heldur tú vælferðarstaturin skal laga seg til alheimsgerðina? – Ja hatta er ein rættiliga stórur spurningur. Eftir mínum tykki hevur tað ongantíð verið so stórur tørvur á einum vælútbygd- um vælferðarsamfelagið sum júst nú. Kjarnin í væl- ferðarskipanini hevur altíð verið tryggleiki í broyting- artíðum. Skalt tú fáa fólk at satsa og fáa úrslit, mugu tey hava tryggleika. Hevur tú ikki okkurt slag av trygg- leika, fært tú passivar borg- arar, og við passivum borg- arum fært ongan búskapar- ligan vøkstur. Alheims- gerðin hevur við sær, at broytingar fara fram hvønn dag, og tí er vælferðarstat- urin gullverdur í hesum tíðum, vísir hann á. Lata upp enn meir Innflytaraspurningurin er uttan iva eitt av heitastu politisku evnunum, sum hevur tikið seg upp seinastu árini í Evropa. Serliga hev- ur orðadrátturin um innflyt- arar verið harður í londum sum Hollandi, Fraklandi, Eysturríki og Danmark. Sonevndu høgra popul- istisku flokkarnir hjá Pim Fortyin, Jean Marie Le Pen, Jørg Haider og Piu Kjærs- gaard hava veruliga fingið byr seinastu árini, og rákið tykist at vera, at borgarar í fleiri evropeiskum londum ynskja at steðga innflyting- ini. Tað er einki dulsmál, at javnaðarflokkar í Evropa hava havt torført við at finna fótafestið í innflytara- spurninginum. Søguliga hevur humanisma, tollyndi og virðing fyri mannarætt- indum verið kjarnumál hjá Javnaðarflokkum, men tað hevur verið torført at hildið fast í hesum súlum, tí mót- støðan í flestum londum hevur havt við sær, at Javnaðarflokkarnir hava verið noyddir at endur- skoða henda politikk. Spurdur, um tað ikki bert er ein spurningur um tíð, áðrenn javnaðarflokkarnir í Evropa verða noyddir at geva eftir trýstinum frá borgarunum, ið ynskja at steðga innflytingini, svarar Gøran Persson: – Tað er ómetaliga týdn- ingarmikið, at vit ikki hokna undir trýstinum frá teimum konservativu kreft- um, sum ikki sýna tollyndi og í mongum førum ikki virða altjóða sáttmálar um mannarættindi. Vit skulu hinvegin halda fast í okkara politikki, sum leggur upp til tollyndi og mentanarlig- um fjølbroytni. Spyrt tú meg, haldi eg at vit skulu lata okkara lond enn meir upp. Gongdin í Evropa er, at íbúgvaratalið minkar, og tí hava vit tørv á innflytar- um fyri varðveita tænastu- støðið. Formaðurin í svenska Javnaðarflokkinum fortel- ur, at støðan í Svøríki í innflytaraspurninginum er grundleggjandi øðrvísi enn í øðrum evropeiskum lond- um. – Vit í Svøríki hava tikið móti flest innflytarum. Hóast ein framsøknan politikk á innflytaraøkin- um, fær stjórnin javnan at- finningar fyri ikki at lata fleiri innflytarum inn. Talan er sostatt um øvugtan trup- ulleika sammett við flest øll onnur lond í Evropa, sum vilja steðga innflytingini. Eg takki fyri, at eg stýri í einum landi sum Svøríki, tí nógvir av mínum starvsfel- øgum hava júst øvugutan trupulleika, sigur Gøran Persson. Vítt til veggja Fyrrverandi svenski forsæt- isráðharrin, Olof Palme, sum varð myrdur í 1986, hevði í mong ár ein dreym um eitt sosialt reytt Evropa, sum var savna um javnað- arhugsjónina. Hesin dreymur er kortini ongantíð blivin veruleiki, hóast nógvir Javnaðarflokkar hava sitið við valdinum í Evropa. Seinast í nítiárunum vóru heili 11 javnaðarstjórnir í teimum í alt 15 limalond- unum í ES. Hóast javnaðar- leiðararnir formelt hava sama flokslit eru kortini rættiliga vítt til veggja, hvørji sjónarmið teir ymisku flokkarnir standa fyri. Javnaðarleiðararnir í Bretlandi og Týsklandi, Tony Blair og Gerhard Schrøder, verða vanliga bólkaðir at vera rættiliga liberalir javnaðarmenn, meðan Lionel Jospin og Gøran Persson í ávikavist Fraklandi og Svøriki van- liga vera flokkaðir sum rættiliga vinstravendir. Spurdur, um tað ber til at tosa um eitt felags evrope- iskt javnaðarprojekt, tá munirnir millum flokkanir eru so stórir, svarar Gøran Persson: – Tú ert noyddur til at minnast, at hvør javnaðar- flokkur er noyddur at fyri- halda seg til nationala politikkin og ikki bert tann internationala. Hyggur tú eitt nú eftir Labour, so hev- ur Ongland havt konserva- tivar stjórnir í eini 70 ár av seinastu 100 árunum, og hetta setur ein karm fyri, hvussu tú sum flokkur kann skipa eitt samfelag. Tað sama kann sigast í Svøríki. Hevði ein borgarligur flokkur fingið ræðið í Svøríki, so hevði hann á sama hátt verið noyddur fyrihalda seg, at ein Javn- aðarflokkurin hevur rátt fyri borgum í meginpartin- um av tíðini, sigur hann. ftir altjóðagerðini