týsdagur 23. august 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 158 - 23. august 2005
Á almennu vitjanini
hjá Göran Persson í
Føroyum nýtti løg-
maður høvi at greiða
honum frá, hví Før-
oya ynska fullan lima-
skap í Norðurlanda-
ráðnum
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Talan var um ein almenna
vitjan, tá Göran Persson
vitjaði í Føroyum um viku-
skiftið.
Løgmaður hevði latið
honum eina formella inn-
bjóðing - kanska tí at hann
hevði frætt umm, at Göran
Persson hevði hug at vitja
hendan vegin.
Hetta var ikki ein ar-
beiðsvitjan, og tí var einki
ávíst mál á skránni. Hetta
var í veruleikanum ein kur-
teisisvitjan, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, sum
kortini hevði nógv mál,
hann fegin vildi greiða
honum frá.
- Einasti veruliga ar-
beiðsfundurin var hildin í
Norðurlandahúsinum undir
sokallaða arbeiðsdøgurð-
anum. Har komu vit kortini
ikki rættuliga á mál, men
har vóru sjálvsagt onnur
høvi, har vit fingu tosað
saman - og vit fingu heilt
fitt burtur úr, sigur løg-
maður.
Gøran Persson er ikki ein
og hvør. Hevur verið for-
sætismálaráðharri í Svøríki
í 10 ár. Hevur verið ein
markantur norðurlendskur
politikari, men harumframt
er hann eisini ein mar-
kantur politikari í Evropa,
heldur løgmaður.
Hann vísir á, at Svøríki er
kent fyri at hava nógvar
sterkar meiningar um nógv
viðurskifti úti í heimi. Um
altjóða politikk, um makt-
javnvág, um yvirgang og
hungur úti í heimi.
- Göran Persson er í allar
mátar
ein
áhugaverdur
politikari. Hann er ein av
teimum stóru politikarun-
um, og tí helt eg tað verða
áhugavert at taka ávís mál
fram, og tað sum lá nærm-
ast við vóru norðurlanda-
mál.
Jóannes Eidesgaard vísir
á ríkisfundin í síðstu viku,
har Anders Fogh Rasmus-
sen kom við uppskotinum
um fyribilsloysnina ella
millumloysnina viðvíkjandi
umboðanini í Norðurlanda-
ráðnum.
- Eg skilti á ríkisfundin-
um við Anders Fogh Ras-
mussen, at hann hevði tos-
að við hinar forsætismála-
ráðharrarnar um málið í
junimánaði í Danmark. Tá
fekk eg ta fatan, at Göran
Persson vísti eina ávísa
reservatión hesum viðvíkj-
andi. Og tí var tað um-
ráðandi fyri meg at greiða
eitt sidur frá føroysku støð-
uni til norðurlandaráðið.
Løgmaður vísir á, at løg-
tingið hevur samtykt, at vit
skulu hava fullan limaskap
- og tað var eitt einmælt
løgting, leggur hann dent á,
og minnir á, at ynskið
hevur verið frammi áður. Í
sjeytiárunum var ein nevnd
sett, nevnd Petrinevndin,
sum var nevnd eftir svenska
løgmálaráðharranum, sum
viðgjørdi hesi viðurskiftini,
uttan tó at koma á mál.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður vísir á, at Svøríki er
tann stóri fíggjarin av
Norðurlandaráðnum. Teir
gjalda ein triðing av fíggj-
arlogini, og tí eru teirra
meiningar rættuliga avger-
andi fyri, hvat fer at henda.
- Eg brúkti eitt sindur av
tíð upp á at forklára, hví
løgtingið hevði ta støðuna
til fullan limaskap, og
hvussu stóran týdning vit
mettu, at norðurlandamál
høvdu. Eisini at vit mettu,
at vit meta okkum hava
fullan rætt til sjálvstøðugan
limaskap, tí vit eru eitt
serstøkt norðurlendskt øki
við egnari mentan, máli,
søgu og okkara egna vinnu-
lívi við teimum trupulleik-
um, sum har eru. Tá tað nú
ikki ber til undir galdandi
umstøðum at fáa fullan
limaskap, so bað eg hann
vísa forstáilsi fyri teirri
millumloysnini, sum And-
ers Fogh Rasmussen hevur
skotið upp, við at Føroyar
fáa sína egnu sendinevnd til
Norðurlandaráðið,
sigur
løgmaður.
Göran Persson tók ikki
støðu til limaskapin á fund-
inum við løgmann. Hann
segði, at hann ikki hevði
havt stundir til at viðgjørt
málið síðani fundin, har
Anders Fogh Rasmussen
hevði lagt uppskotið fyri
norðurlendsku starvsbrøð-
urnar, men hann lovaði, at
hann skuldi fara at seta seg
inn í málið og so taka tað
uppaftur við løgmann.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at slíkt lobbyarbeiði
hevur sera stóran týdning,
serliga tí at Svøríki er so
stórur partur av norður-
lendska samstarvinum.
Umrøddu limaskap í
Norðurlandaráðnum
Maiken Poulsen frá Løgmansskrivstovuni greiðir Gørani Persson frá gamla tingstaðnum á
Tinganesi
Til morgunmatin í Tinganesi sunnumorgunin var borðreitt við føroyskum viðskera. Her greiðir løgmaður Gøran Persson frá, hvussu føroyingar hagreiða eitt nú
skerpikjøt og turran fisk