Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2005 25 Umrøddu eisini Evropa og framtíðina VITJAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Sjálvandi hevði eg eisini Evropa og fram- tíðina í bakhøvdinum undir vitjanini hjá Göran Persson. Svø- ríki var limur í EFTA til 1995 og hevur síð- ani verið limur í ES. Göran Persson hevur tí hollar og stóra vitan um øki. Jóannes Eidesgaard vísir á, at Göran Persson er ein klókur maður, og tí meldar hann ikki út beinleiðis, hvat hann heldur, at vit skulu gera. – Men hann bað um tíð at hugsa um hetta, og skuldi hann venda aftur til mín. Eingin ivi er um, at hann hevur havt sítt skepsis við ES, men dugir væl at síggja teir fyrimunir, sum Svøríki hevur við at verða limur í ES. Vit skulu minnast til, at tað tók teimum 20 ár meira enn hjá dønum at taka støðu ES-lima- skapin. Ein ryggjageisli av hvali til pennahald- ara. Tað var gávan, sum sviar í Føroyu lótu Görani Persson á samkomuni í Miðla- húsinum leygardagin VITJAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Leygardagin høvdu sviar, búsitandi í Føroyum, høvi at hitta svenska forsætis- málaráðharran, Göran Pers- son á samkomu í Miðla- húsinum í Vágsbotni. Formaðurin í felagnum, Ann-Kristin Nilsson, hand- aði forsætisráðharranum blómur og segði nøkur orð um nýggja svensk-føroyska felagið í Føroyum. Siðani handaði Mikael Green Görani Persson eina gávu, sum var ein penna- haldari, sum hann sjálvur hevur gjørt úr einum ryggjageisla av grinda- hvali. Hóast tað kundi hugsast, at onkur symbolikkur var í hesum - at geva honum gávu úr hvali, so var tað kortini ikki so, sigur Ann- Kristin Nilsson. Á vitjani hjá Görani Persson nýtti Jóannes Eidesgaard, løgmaður m. a. høvi at greiða honum frá grindadrápi og tí neyðuga í, at vit í Føroyum liva av tí, ið havið gevur - og at vit halda okkum røttu megin javnvágina við burðardygg- ari veiðu. Svensk-Færøisk Foren- ing í Føroyum varð stovnað í maimánaði, og var hetta tiltakið fyrsta almenna upp- gávan hjá felagnum. Felagið hevur slakar 40 limir. Av teimum eru eisini nógvir føroyingar, sum eitt nú hava búð í Svøríki ella á einhvønn hátt hava sam- band við Svøríki. Næsta tiltakið hjá felag- num verður Kräftskiva Í Føroyum búgva millum 25 og 30 svenskir ríkis- borgarar. Göran fekk penna- haldara av hvali Sviar í Føroyum góvu Jøran Persson pennahaldara, sum var gjørdur úr einum ryggjageisla av grindahvali Ann-Kristin Nilsson, forkvinna í Føroysk-Svenska Felagnum handaði Gøran Persson blómur