týsdagur 23. august 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 158 - 23. august 2005
Føroyar eru
perlan í Útnorði
Umrøddu grindadráp og burðardygga veiði
Göran Persson og
Anitra Steen nýttu
føgur orð, tá tey
takkaðu fyri seg eftir
samkomu hjá
løgmanni í Tinganesi
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sunnudagin endaði vitjanin
hjá svensku forsætisráð-
harrahjúnunum. Hetta var
fyrstu ferð ein svenskur
forsætisráðharri
alment
vitjaði í Føroyum. »Ett stort
tack för et mycket intress-
ant och givande besök i
Västnordens pärla - Färö-
arna«, skriva Göran Pers-
son og frú Anitra Steen
millum annað í gestabók
løgmans:
»Ett stort tack för ett
mycket intressant och giv-
ande besök i Västnordens
pärla - Färöarna. Vi gläds
över de starka banden mell-
an Färöarna och Sverige.
De skall vi gemensamt
utveckla de kommande
åren.
Vi gläds också över
möjligheten att besöka
olika delar av Färöarna -
den vackra och storslagna
Suðuroy, den imponerande
kustlinjan i norr och den
levande fiskeindustrin i
Klaksvík.«
Undir vitjanini hjá
Göran Persson nýtti
løgmaður høvi at
greiða honum frá
týdninginum, sum
burðardygg veiða
hevur fyri eina tjóð,
ið livir av tí, ið havið
gevur
VITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vit fingu lýst føroyska
mentan. Vit fingu lýst
føroyska málið, føroyska
søgu, politikk vinnulív og
so slapp hann sjálvandi
eisini at síggja føroysku
náttúruna, so eg haldi, at
hann á hesi stuttu vitjan
fekk eitt gott innlit í, hvat
hetta er fyri eitt samfelag.
Tað gav hann eisini til
kennar, at hann skilti nøkur
ting munandi betur, heldur
løgmaður eftir vitjanina hjá
svenska forsætismálaráð-
harranum, Göran Persson.
Løgmaður vísir á, at
Göran Persson hevði sett
seg væl inn í tey politisku
viðurskiftini í Føroyum, og
hann vónar, at tað inntrykk-
ið, hann her fekk, eisini
kann verða við til, at hann
kann tala okkara søk, tá tað
kemur har til.
– Eg legði eisini dent á at
fáa hann at skilja hetta við
burðardyggari veiði. Vit eru
ein tjóð, sum livir so tætt
havsins tilfeingi, og tí hava
vit okkara fulla rætt at gera
nýtslu av tilfeinginum í
havinum, sigur Jóannes
Eidesgaard. Hann heldur, at
tað tí er serliga neyðugt, at
ein tjóð sum Svøríki, sum
ofta í verki hevur sýnt
vantandi forstáilsi t. d. tá
tað kemur til hvalaveiði,
skilir hvat tað er sum ger at
vit fiska, veiða hval, fugl
o.s.fr.
– Tí vit hava livað av
hesum í 1000 ár og vita,
hvar javnvágin eigur at
verða fyri at halda okkum
røttu megin, vísir løgmaður
á. Hann heldur, at tað hevur
týdning, at eitt land sum
Svøríki í teimum forumum,
har tað er neyðugt at taka
orðið og greiða frá, hvat
burðardygg veiða er, kann
vísaa forstáilsi fyri teimum
føroysku sjónarmiðunum
og eisini teimum grøn-
lendsku og grindadrápi hjá
okkum.
Løgmaður legði dent á at
siga Görani Persson, at tað
var eitt sindur av einum
paradoksi, at vit ofta verða
kritiserað
fyri
okkara
grindadráp av tjóðum, sum
hava verið viðvirkandi til ta
stóru dálkingina av havin-
um, sum eisini hevur rakt
okkara grindahval, og ikki
at tala um tey artisku
súgdjórini.
– Tann dálking, sum vit
dragast við í t. d. grinda-
tvøsti er dálking frá ídnað-
arlondunum, og tí er tað av
týdningi, at hetta við burð-
ardyggari veiði og um-
hvørvisatliti hanga saman,
sigur løgmaður.
Svøríki kent fyri at vera
eitt land, sum sýnir um-
hvørvinum stórt atlit, tí er
tað eisini av týdningi, at tey
skilja, hvussu stóran týdn-
ing umhvørvi hevur fyri
okkara
møguleikar
at
yvirliva sum ein tjóð, ið
livir av havinum.
– Hesum vísti Göran
Persson fult og heilt for-
stáilsi fyri, fegnast løgmað-
ur um.
Göran Persson og Anitra Steen á veg í
bilin aftur vestur í Vágar. Fyrsta
Føroyavitjanin hjá svenskum
forsætisráðharra er av
Svenska flaggið varð vundið
í húnarhátt í
Innlendismálaráðnum