Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2005 27 Alonso nærkast heimsmeistara heitinum Áðrenn koyringina á Otodrom breytini í Istanbul lá Fernando Alonso á odda í kapp- ingini um heimsmeist- araheitið 26 stig framman fyri Kimi Räikkönen. Í Budapest vann Räikkönen, með- an Alonso einki stig fekk, hetta gjørdi, at eitt sindur av spenn- ingi kom aftur í kapp- ingina. Hesin spenningur hvarv aftur í Istanbul. Gaman í Räikkönen vann, men við Alonso á øðrum plássi styttist munurin millum kapp- ingarneytarnar einans við tveimum stigum. Við fimm koyringum eftir eru 24 stig sera stórur munur, og Alon- so líkist alsamt meira einum heimsmeistara. -nud Schumacher gavst tvær ferðir Sjeyfaldi heimsmeist- arin Michael Schu- macher hevði eitt ringt vikuskifti. Í tíðarkoyr- ingini koyrdi hann útav, og tá liðið noydd- ist at umvæla bilin byrjaði Schumacher næstseinastur. Í sjálv- ari byrjanini fór hann av nítjanda upp á ellivta pláss, men rakti samstundis eitt petti av bilinum hjá Felipe Massa, sum rendi útav og breyt gronina á bilinum. Á fjúrtanda umfari lá Michael Schumacher á tíggj- unda plássi, og megn- aði ikki at sleppa fram- við Ferrari liðfelagan- um Rubens Barri- chello. Hann fór tí í pit og kom út beint framman fyri Webber. Tá Webber royndi at sleppa framvið hon- um, rendu teir saman, og báðir fingu stórar umvælingar í pittinum. Eitt umfar seinni gavst Schumacher, men kom aftur á breytina tá 42 umfør vóru koyrd. Hann koyrdi 9 umfør, soleiðis at hann hevði koyrt longur enn Webber, Massa og Heidfeld. Hetta ger, at hann ikki skal byrja fyrstur í tíðarkoyr- ingini á Monza næstu ferð. -nud Fyri Williams BMW gjørd- ist sunnudagurin heldur stuttur, báðir bilarnir hjá Williams punkteraðu tvær ferðir hvør á høgra bak- dekki. Longu fimta umfar punk- teraði Heidfeld, sum tá lá á sætta plássi, tvey umfør seinni var tað høgra bak- dekk hjá Webber, sum brast, hetta hendi beint aft- an á at Webber var komin framvið pitinnkoyringini. Hann var tá á sætta plássi. Tað tók langa tíð at koyra punkteraða bilin eitt heilt umfar og aftur í pit. Tá Webber kom aftur á breyt- ina var hann aftastur. Á 23. umfari punkteraði sama dekk hjá Webber og hann koyrdi beint í garag- una og gavst. Við trimum høgra bakdekkum punk- teraðum á eini breyt við háferð svingum, var hetta einasta rætta loysn. At Heidfeld ikki var tikin úr koyringini beinanvegin var undrunarvert. Heidfeld megnaði at koyra seks umfør afturat, áðrenn hans- ara høgra bakdekk aftur punkteraði. Við ferð upp um 300 kmt. var tað heppið, at eingin skaði stóðst av øllum hesum punktering- unum. Fyri Michelin, sum noyddist at takað allar sínar bilar út úr koyringini í USA, orsakað av eini líkn- andi hending, er hetta ikki bara pínligt, men beinleiðis ræðandi. -nud Nr. Koyrari Bilslag stig 1 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 10 3 Fernando Alonso Renault 8 2 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 6 4 Giancarlo Fisichella Renault 5 5 Jenson Button BAR- Honda 4 6 Jarno Trulli Toyota 3 7 Christian Klien Red Bull Racing 2 8 David Coulthard Red Bull Racing 1 9 Takuma Sato British American Racing Honda 10 Rubens Barrichello Ferrari 11 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas 12 Ralf Schumacher Toyota 13 Robert Doornbos Minardi-Cosworth 14 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota 15 Tiago Monteiro Jordan-Toyota Úti 16 Christijan Albers Minardi-Cosworth 17 Michael Schumacher Ferrari 18 Nick Heidfeld Williams-BMW 19 Felipe Massa Sauber-Petronas 20 Mark Webber Williams-BMW HM fyri koyararar 1 Fernando Alonso 95 2 Kimi Räikkönen 71 3 Michael Schumacher 55 4 Juan-Pablo Montoya 40 5 Jarno Trulli 39 6 Giancarlo Fisichella 35 7 Ralf Schumacher 32 8 Rubens Barrichello 31 9 Nick Heidfeld 28 10 Mark Webber 24 HM fyri lið 1 Renault F1 130 2 McLaren-Mercedes 121 3 Scuderia Ferrari 86 4 Toyota Racing 71 5 BMW WilliamsF1 52 6 Red Bull Cosworth 27 7 BAR Honda 24 8 Sauber Petronas 14 9 Jordan Toyota 11 10 Minardi Cosworth 7 Úrslitið á Otodrom breytini í Istanbul Ræðandi dagur hjá Williams og Michelin Tað varð týðiliga undirstrikað, at tað eru McLaren og Renault, sum eiga bestu bilarnar í ár. Eingin annars var nakran tíð nær nám- ind fýra teimum fremstu plássunum FORMEL 1 Niels Uni Dam McLaren-Mercedes og Renault vístu, at hetta eru bestu bilarnir í ár. Teirra fýra bilar lógu fremstir alla koyringina á nýggju formel 1 breytini í Istanbul. Gian- carlo Fisichella byrjaði bestur og slapp framvið Kimi Räikkönen í byrjan- ini. Renault bilurin hjá Fisi- chella hevði nógv minnið bensin í tanganum enn McLaren bilurin hjá Räik- könen og var tí kvikari av- stað. Men nøkur fá sving seinni yvirhálaði Räikkön- en og tók fyrsta plássið aft- ur. Hetta varð avgerandi yvirhálingin, tí Räikkönen slepti ikki fremsta plássin- um aftur. Eitt sindur verri gekk hjá Fisichella. Hann megnaði ikki, at halda liðfelagan Alonso aftan fyri seg. Hann endaði á fjórða plássi, tá Juan Pablo Montoya, sum byrjaði í fjórðu støðu, fór framvið báðar Renault bil- arnar í fyrsta pittstoppi. Montoya lá á øðrum plássi inntil seinasta umfar, tá Alonso slapp framvið honum. Ein samanstoytur við Tiago Monteiro átti stóran part av skuldini. Á triðjseinasta umfarið Mon- toya bremsaði heldur brád- liga og portugisiski Mon- teiru rendi sín Jordan Toy- ota upp í reyvina á Mc- Laren-Mercedes bilinum hjá honum. Hetta hóast Montoya lá fleiri umfør frammanfyri hann, við hesum fekk Alonso minkað somikið um munin upp til Montoya, at tá Montoya fór av breytini á seinasta um- farið, misti hann annað pláss. Koyringin gjørdist annars sera spennandi við nógvum yvihálingum og sannfør- andi koyring av serliga Jen- son Button, sum seinastu nógvu umførini trýsti Fisi- chella, men tó ikki megnaði at taka fjórða pláss. Jenson Button hevði ivaleyst verið á sigursskammilinum, um hann ikki var byrjaður á trettandu byrjunarstøðu. Hann lá annars væl fyri í tíðarkoyringini áðrenn hann koyrdi tvær ferð útav. Jarno Trulli byrjaði av fimtu støðu og megnaði at halda fimtu pláss heilt til Jenson Button fór framvið honum í sambandi við sein- asta pittstop. Christian Klien og David Coulthard í Red Bull Rac- ing bilunum fingu tey sein- astu stigini á sjeynda og áttanda plássi. Klien koyrdi sannførandi, og hetta telur væl í stríðnum at vinna sær eitt setur í Red Bull Racing næsta kappingarár. Liðið hevur longu kunngjørt, at antin Klien ella Vitantonio Liuzzi koyra fyri liðið næsta ár, saman við David Coulthard. Samanumtikið var koyr- ingin frálík, breytin hevði brekkur, og blind sving, og spennandi møguleikar fyri at yvirhála. Breytin er eitt meistaraverk, og Turkaland hevur fingið eina breyt, sum uttan iva verður karm- ur um nógvar spennandi koyringar í framtíðini. Räikkönen vann í Istanbul Kimi Räikkönen var fyrstu løtuna yvirhálaður av Fisichella, men hann megnaði skjótt at taka hetta aftur, og so helt sterki finnlendingurin fast um HM-møguleikan Mynd: Reuters