týsdagur 23. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 158 - 23. august 2005
ÍF-GÍ 1-3 (0-0):
Alt avgjørt móti endanum
Fuglfirðingar hildu
seg hava sigurin í
hond, tá teir skoraðu
móti dystarenda, men
við trimum málum
seinastu løtuna
koppaðu gøtumenn
øllum á høvdinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er aftur gerandisdagur í
Fuglafirði. Í øllum førum,
tá tosað verður um granna-
uppgerðir, har GÍ mest sum
altíð hevur verið drúgvari
enn fuglfirðingarnir.
Í vár var støðan tó nakað
øðrvísi, tá ÍF fyri fyrstu
ferð í nógv ár vann á GÍ, og
tað var eisini heilt leingi, at
vónin um eina endurtøku
livdi sunnudagin.
Gott málmansspæl
Fyrri hálvleikur var sera
lívligur, og at eingi mál
komu hesa løtuna var eina-
mest góðum málmansspæli
frá Poul Næs Joensen í GÍ-
málinum at takka. Hann er
læntur frá HB fyri restina
av kappingarárinum, og
heldur hann støðinum, sum
hann sýndi hesaferð, so er
lítið at ivast í, at hann kann
gerast góður fongur hjá GÍ.
Tað nervaði tó fuglfirð-
ingarnar, at teir vórðu
noyddir at fremja broyt-
ingar hampuliga tíðliga í
dystinum.
Eftir
hálva
tímanum fór Poul Ennigarð
av vøllinum við skaða, og
sama søgan endurtók seg,
tá Sylla beint fyri steðgin
mátta geva skarvin yvir.
Tað gav GÍ betri rásarúm
eftir steðgin, og teir royndu
eisini at leggja trýst á fugl-
firðingarnar. Teir spældu
seg eisini til møguleikar,
men eins og Poul var tað
fyri steðgin, so var tað nú
Jacob Kaas í ÍF-málinum,
sum sýndi gott spæl.
Soleiðis gjørdist talan um
hampuliga tunga gongd hjá
GÍ, og tá ÍF so eisini kom á
odda, mundu fleiri av
viðhaldsfólkunum hjá GÍ
halda, at hetta bara skuldi
vera ein av døgunum, har
einki vildi bera til.
Koppaðu øllum
Men tað hildu spælararnir
ikki. Teir løgdu enn meira
fyri, og tá ÍF samstundis
ótilvitað varð trýst longur
aftur, kom serstaka treiskni
hjá GÍ enn einaferð til
sjóndar.
Hans Jørgen Djurhuus
var upphavsmaður til út-
javnandi málið, tá hann
slapp oman at baklinjuni,
áðrenn hann fann ein púra
leysan Sámal Joensen. Og l
ítla løtu seinni fann eitt nýtt
innlegg úr vinstru høvdið á
Krzysztof Popczynski, og
so stóð 1-2.
Fuglfirðingar royndu nú
at spenna bogan høgt sein-
astu løtuna. Men ein minutt
fyri dystarlok kundi Krzy-
sztof avgera dystin full-
komuliga. Hesaferð var tal-
an um sera góða skotroynd,
sum fullkomuliga tók ÍF-
málverjan á bóli, og so
kundu gøtumenn av álvara
fegnast. Ikki bara megnaðu
teir fyri aðru ferð í ár at
vinna á ÍF. Meira týdning-
armikið var helst, at teir við
teimum trimum stigunum av
álvara togaðu seg úr botn-
inum, sum fyri tað nógva
hevur verið óhugnaliga nær
hetta kappingarárið.
Hjá ÍF stendur hinvegin
verri til. Enn hava teir trý
stig niður til KÍ, sum fram-
vegis er beint undir strik-
uni, men soleiðis sum úr-
tøkan hjá fuglfirðingunum
hevur verið teir nógvu sein-
astu dystirnar, so skal vend
koma í, áðrenn alt ov leingi.
Komandi umfarið skulu teir
vitja á Skála, og tann dyst-
urin verður so ikki av lætt-
ara slagnum. Hinvegin, so
hava fuglfirðingarnir ikki
tapt fyri Skála í ár, og tað er
kanska ein sannroynd, sum
teir kunnu nýta positivt.
ÍF-GÍ 1-3 (0-0)
0-1: Hanus Eliasen, 72.
1-1: Sámal Joensen, 76.
1-2: Krzysztof Popczynski, 82.
1-3: Krzysztof Popczynski, 89.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, Poul Ennigarð (Atli
Petersen, 32.), Símun Eliasen, Rúni Elttør - Hanus
Eliasen, Høgni Zachariasen, Emil N. Leifsson, Eyðun
Ryggshamar -. Sylla D. Ahmed (Dánjal P. Højgaard,
44.), Bartal Eliasen
GK: Poul Ennigarð, 19., Atli Petersen, 34., Rúni
Elttør, 60.
GÍ: Poul N. Joensen - Jónreid Dalheim, Robert
Rzeczysky, Kaj Ennigarð, Hans Jørgen Djurhuus -
Hans Pauli Petersen (Bjarni Justinussen, 84.),
Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Hanus Jacobsen -
Poul Arni Jacobsen (Sam Jacobsen, 90.) - Krzysztof
Popczynski
FAKTA UM DYSTIN
Hans Jørgen Djurhuus, sum her sæst í dysti við Hanus Eliasen, royndist væl á vinstra bakki hjá GÍ, og hann var eisini maðurin,
sum legði upp til útjavnandi málið
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast B36 hevði bólt-
in nógv tann størsta
partin av tíðini, so
var tað NSÍ, sum
hevði størstu mál-
møguleikarnar, tá ið
teir tóku enn eitt stig
móti toppinum
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
B36 kendi ikki sína vitjun-
artíð í dýrdarveðrinum í
Runavík. NSÍ fekk mál
burturúr einum av fimm
møguleikum, og so vunnu
teir øll stigini í spennandi
og intensu uppgerðini.
Einasta málið fekk NSÍ,
tá ið stóri pinnurin var
triðju ferð á veg runt. Vong-
verjin í vinstru, Einar Han-
sen, tveitti langt innkast,
Helgi L. Petersen, sum aft-
ur hesa ferð var annar av
framherjunum,
snittaði
víðari við høvdinum, og
Páll M. Joensen var enn
eina ferð á rætta staðnum í
røttu løtuni, tá ið hann var
púra blankur og við høvd-
inum smekkaði bóltin upp í
handara málkrókin.
Heimafagnaðurin
var
stórur, og fyrsta korterið
var NSÍ væl við. Eftir at
Allan Mørkøre úr høgru
hevði havt góða skotroynd,
gjørdist Christian Høgni
Jacobsen leysur í høgru,
hann slapp langt inn í
brotsteigin og smekkaði til
úr góðari støðu, men bólt-
urin fór við síðuna av mál-
inum hjá Jákupi Mikkel-
sen, sum síðani fyri tað
mesta ikki hevði stórvegis
at gera.
Síðstu fimm korterini
vóru teir á heimaliðnum
tríggjar ferðir vandamiklir.
Jónstein Petersen var tvær
ferðir leysur í vinstru, og
Helgi L. Petersen fekk mitt
fyri mega møguleika. Men
tað tóktist sum um, at teir
stríputu, eftir at teir høvdu
telvað seg í góðar støður,
gjørdust linir í kongunum
og lítið avgjørdir, tá ið teir
stóðu frammanfyri lands-
liðsmálverjanum,
sum
vann tvídystirnar.
Fimm teir síðstu minutt-
irnar var Jákup Mikkelsen
rættuliga virkin í brots-
teiginum hjá Jens Martini
Knudsen. Tað var um repp-
ið, at Jákup stútaði horna-
sparksinnlegg í málið, men
tað eydnaðist ikki, og har-
við gjørdist málið, sum
leigusveinurin úr HB bein-
anvegin hevði stútað, tað
avgerandi.
Í
summarsteðginum
ásannaðu teir í NSÍ, at um
nakar møguleiki skuldi
verða fyri heiðursmerkjum,
so var alneyðugt at vinna
tríggjar teir fyrstu dystir-
nar, sum allir vóru á
heimavølli. Tað hava teir nú
megnað, og harvið eru teir
boð upp á ein av trimum
oddasessum.
Men
leikliga
avrikið
størsta partin av tíðini móti
B36 bendi ikki á toppplas-
ering. Eftir fyrsta korterið
var NSÍ fyri tað mesta
kroyst aftur í egnan brots-
teig. Teir mistu fullkomu-
liga takið á miðvøllinum,
har teir høvdu ilt við at
finna út av, hvussu teir
skuldu byrgja upp fyri B36,
sum hevði tríggjar sentralar
miðvallarar, og sum hevði
tríggjar heilt frammi.
Viggo Johannesen og Óli
Hansen
vóru
sannir
brandar í miðverjuni. Teir
dugdu væl at plasera seg,
teir vunnu nógv teir flestu
dystirnir í luftini, og teir
vóru ógvuliga skjótir og
avgjørdir í mann móti
manni spælinum.
NSÍ stóð