týsdagur 23. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 23. august 2005
29
Tølini
høvdu alt at
siga
NSÍ venjarin ásann-
ar, at leikliga avrikið
kundi havt verið
meiri sannførandi,
men hann heldur, at
hansara lið ofta hev-
ur verið í tí støðuni,
at teir hava spælt
væl, men kortini
einki fingið burturúr
NSÍ
Jóannes Hansen
Tað gongur sum eftir ánni
hjá NSÍ. Setningurin hjá
teimum var í summar-
steðginum at vinna tríggj-
ar teir fyrstu dystirnar
eftir summarsteðgin. Um
tað eydnaðist, so vóru teir
við í FM kappingini.
Nú eru trý tey fyrstu
umførini eftir summar-
steðgin løgd afturum bak,
og NSÍ hevur fingið fulla
úrtøku. Móti KÍ og B36
hava teir vunnið 1-0, og
móti HB vunnu teir 2-1.
- Hesa ferð kundi leik-
liga avrikið havt verið
betri. Vit vóru kroystir
síðsta tíman, men tað er
positivt, at vit megnaðu at
halda tørn. Spælararnir
skulu eiga rós fyri, at teir
sýndu góðan hugburð. Vit
hava ofta verið leikliga
omaná og einki fingið
burturúr. Hesa ferð var
tað øvugt, og nú sær tað
hampuliga ljóst út hjá
okkum,
heldur
NSÍ
venjarin.
Hvat segði tú við tínar
spælarar í steðginum?
- At nú vóru bara trý
korter eftir at próvtøkuni,
sum vit í summarsteðgin-
um høvdu sett okkum
sjálvum.
Spælararnir
vistu væl, at tað var rættu-
liga
avgerandi
fyri,
hvussu áhugavert heystið
verður, at vit fingu fult
móti B36, og teir strídd-
ust sum leyvur.
Hvussu verður nú?
- Vit taka eina viku í
senn. Nú fokusera vit á
ferðina til Suðuroyar. Vit
hava fleiri ferðir havt
trupulleikar, tá ið vit hava
spælt móti TB. Nú eru
teir í vandamiklari støðu,
og eg ivist onga løtu í, at
teir fara at leggja nógv
fyri móti okkum. Men tað
er í sovornum støðum, at
tað er møguleiki at vísa,
hvør dugur er í liðnum,
og eg havi stórt álit á
mínum spælarum, at teir
fara at megna at stríða seg
til gott úrslit á Sevmýri.
Men teir vita væl, at tað
skal arbeiðast og stríðast
fyri søkini, heldur væl
nøgdi
NSÍ
venjarin,
Trygvi Mortensen.
Ongar tenn
B36 hevði ávísar trupul-
leikar fyrstu løtuna. Tá ið
fyrsta korterið var farið,
skiftu Fróði Benjaminsen
og Klæmint Matras um.
Fróði fór úr miðverjuni og á
miðvøllin. Á Skála skiftu
teir eisini um, men tá var
tað Klæmint, sum flutti
fram á miðvøllin og Fróði,
sum flutti aftur í mið-
verjuna.
Umbýtingin hesa ferð
hevði somu ávirkan, sum
tann á Skála hevði. B36,
sum saknaði heilt nógv
smáskadda Inga Højsted,
gjørdist bóltførandi so at
siga alla tíðina, og í longum
løtum í fyrra hálvleiki fór
bólturin
bara
av
NSÍ
hálvuni, tá ið teir í B36
royndu at fara undir enn
eina álopsuppbygging og í
tí sambandinum tóku Jákup
Mikkelsen og Pól Thor-
steinsson við í royndina.
Bestu B36 royndina und-
an steðginum átti Santos,
sum var mest kreativi
hvíttklæddi maðurin við
Løkin. Eftir at B36 í fitta
løtu hevði havt álop inni í
NSÍ brotsteiginum, legði
Mikkjal Thomassen upp á
tvørs
til
Santos,
sum
smekkaði til úr tíggju metra
fjarstøðu og við nógvum
fólki millum seg og málið.
Bólturin brast í stólpan
vinstru megin Jens Martin
Knudsen, sum kanska fekk
stundir at fylgja við, tá ið
bólturin snúraði millum
hann og málstrikuna og fór
út til málspark í mótsatta
borðinum!
Trý tey síðstu korterini
snúði tað hjá NSÍ seg um at
halda tørn. Stóra B36 yvir-
vágin bar við sær, at tað
nógva gekk fyri seg á ikki
serliga stórum øki, men
uppløgdu málmøguleikar-
nir kundu meiri enn so
teljast á aðrari hondini - um
talan yvirhøvur var um
upplagdar møguleikar.
Tá ið so nógv gongur fyri
seg á so lítlum øki, so eiga
amboðin at vera eitt nú at
spæla skjótt eitt tvey mitt
fyri, við yvirlappum at
spæla seg til baklinjuna fyri
at leggja innfyri, at bjóða
av ein móti einum í brots-
teiginum og harvið dyrgja
eftir brotssparki og at royna
við skotum úti frá, sum
møguliga kunnu taka í
onkran og harvið broyta
kós og snýta málverjan.
Ivaleyst ætlaðu teir í
B36, sum ofta hava víst seg
sum góðar spælarar, at nýta
øll hesi amboðini fyri at fáa
eina málið, sum eftir øllum
at døma væl kundi havt
borið fleiri við sær, men tað
eydnaðist
ikki.
Heldur
gjørdist talan um bóltflyt-
ingar, sum ikki skeiklaðu
verjupartin hjá NSÍ, har
Helgi L. Petersen ofta var
millum teir aftastu.
Klokkan
gjørdist
alt
størri mótstøðumaður hjá
B36, og síðstu løtuna
gjørdist tað nógv til ill-
neiting inn á dómaran, sum
- burtursæð frá gula kortin-
um til Fróða Benjaminsen -
kom stak væl frá upp-
gávuni.
Oby hevði fínan stútara á
Jens Martin eftir horna, og
Santos hevði tvær fínar
skotroyndir úti frá, sum
góvu Jens Martini Knudsen
møguleikar at vísa, at tað
framvegis er dugur í hon-
um. Hann helt tætt, B36
tapti, og enn eina ferð var
tað við máli hjá Páll M. Jo-
ensen, at NSÍ fekk fult og
harvið av álvara legði seg
út í kappingina um heiðurs-
merkini.
NSÍ-B36 1-0 (1-0):
eisini triðju royndina
NSÍ-B36 1-0 (1-0)
1-0: Páll M. Joensen 3.
Dómari: Lassin Isaksen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen,Viggo Johannesen, Einar Hansen (Andy
Olsen, 66.) - Páll M. Joensen (Kári Hansen, 73.),
Dánial Hansen, Jústinus R. Hansen (Sjúrður
Jacobsen, 76.), Jónstein Petersen - Christian Høgni
Jacobsen, Helgi L. Petersen
Gult kort: Sjúrður Jacobsen
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen (Bogi
Hermansen, 70.), Fróði Benjaminsen, Pól Thor-
steinsson, Alex Santos - Niels Joensen, Klæmint
Matras, Mikkjal Thomassen - Allan Mørkøre, Oby
(Thomas Hans Rubeksen, 79.), Bergur Midjord
(Levi Hanssen, 74.)
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Allan Mørkøre
FAKTA UM DYSTIN
Alex dos Santos hevði nakrar
góðar skotroyndir, men tað
var ov sjáldan, at B36
megnaði at spæla seg fram til
teir opnu møguleikarnar
móti NSÍ, sum við triðja
sigrinum á rað hevur otað
seg heilt fram í
heiðursmerkjastríðið
Mynd: Álvur Haraldsen