týsdagur 23. august 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 158 - 23. august 2005
214
kvinnur
runnu
Fyriskipararnir úr Bragd-
inum vóru ovfarin, tá tað
var greitt, hvussu stórur
áhugin var, nú felagið á
fyrsta sinni skipaði fyri
kvinnurenning.
Kvinnurenning
hevur
verið vanligt í londunum
kring okkum í fleiri ár,
men hetta er so fyrsta
ferðin, at skipað verður
fyri slíkari renning her í
Føroyum. Talan er eina-
mest um eina sonevnda
motións-renning,
men
hóast heiðursmerki ikki
verða latin, so bar sjálv-
andi til hjá luttakarunum
at fáa tíðir sínar at vita.
Skjótasta kvinnan á mál
var
annars
Valborg
Heinesen. Henni næst var
Sunnevá Bjarnastein, og
á trijða plássinum var
Ann Thomsen.
Øll úrslitini eru tøk á
heimasíðuni hjá Bragd-
inum.
-jm
Ongland,
Skotland
og Kroatia
Skráin fyri EM-undan-
kappingina hjá føroyska
U-19
landsliðnum
í
kvinnufótbólti er nú løgd.
Føroyar komu her í bólki
við Onglandi, Skotlandi
og Kroatia, og einki er at
ivast í, at talan verður um
sera trupla uppgávu.
Føroyski venjarin, Álv-
ur Hansen, er tó farin
undir uppgávuna við góð-
um treysti, og hann hevur
nú úttikið bruttohópin til
ferðina. Í hesum eru
Rannvá Poulsen, Simona
Heinesen og Vilhelmina
Olsen,
AB,
Barbara
Langgaard, Rúna Høj-
gaard og Sarah Ann
Thomsen, B36, Rakul
Magnussen,
Mildrið
Djurhuus og Rudi Zach-
ariassen, EB/Streymur,
Anna Joensen, KÍ, Sigrid
Petersen, ÍF, Gunvá Páls-
son, GÍ, Hanna Isaksen,
B68/GÍ, Heidi á Lakjuni,
Jacoba Langgaard og
Heidi Sevdal, NSÍ/GÍ,
Unn Hansen, NSÍ, Svava
Vestergaard,
Monika
Samuelsen og Miriam
Michelsen,
VB,
Rutt
Thomsen og Kristina S.
Joensen, MB, og Mary-
Ann Isaksen, Skjold BK
(Danmark).
Kappingin í Onglandi
verður spæld í døgunum
26. september til 3.
oktober.
Við sera einføldum
spæli, og uttan at
spíla seg út, vann HB
tryggan sigur á TB,
sum veruliga skal
lyfta seg, skal hótt-
andi niðurflytingin
ikki skal gerast
veruleiki
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ikki stórvegis ivi
um, at toppliðið var betri
enn botnliðið, tá HB sunnu-
dagin tók ímóti TB. Í einum
dysti, sum fyrst og fremst
var merktur av, at spælar-
arnir á báðum pørtum helst
undan dystinum høvdu
góðtikið, at talan skuldi
gerast
um
tryggan
heimasigur.
Sløsut verjuspæl
Tað var annars TB, sum
gjørdi mest um seg fyrstu
løtuna. HB'arnir tóktust als
ikki vera komnir á vøllin
sálarliga, og einar tvær
ferðir var TB um at fáa heilt
góðar møguleikar. Men teir
megnaðu ikki at taka av, og
tá HB so fekk møgulelikan
hinvegin, vóru teir nakað
nógv meira avgjørdir.
Janus M. Joensen sendi
innfyri úr vinstru. Bárður
Mortansson stóð mest sum
púrasta ómarkeraður, og tá
eingin tvøramaður fór eftir
bóltinum, langaði Bárður
til fyrstu ferð, so bólturin
smeyg sær niður í longra
hornið.
Stutt eftir varð dysturin
mest sum avgjørdur, og
hesa ferð var tað tvøramað-
urin hjá HB, Rasmus
Nolsøe, sum kundi senda
bóltin í kassan. Sum vanligt
freistast tú at siga, var talan
um beinleiðis fríspark, sum
Rasmus sendi av brotsteig-
arhorninum og niður við
nærmasta stólpa.
Og tá Bárður lítla løtu
seinni varð spældur púrasta
blankur, fór tað av álvara at
líkjast sori. Ferð eftir ferð
varð TB-verjan
skrødd
sundur, tá heimaliðið skjótt
og einfalt spældi bóltin runt
á vøllinum. Javnvágin í
verjuni varð at kalla als ikki
til, og høvdu HB'arnir verið
bara eitt lítið sindur effekt-
ivir, so vildi talan helst ver-
ið um tennis-tøl longu und-
an steðginum.
Úrslitið var góðtikið
Í góðveðrinum í Gundadali
vóru áskoðararnir vitni til
ein seinna hálvleik, har
millum lítið og einki at
týdningi gekk fyri seg.
Hvørgin parturin tóktist
leggja nakað í verjupartin,
og báðir partar høvdu fleiri
meira ella minni opnar
møguleikar. Um miðjan
hálvleikin kom TB tó á
talvuna, tá Dejan Tomic
umsetti brotssparkið, sum
Hans á Lag framdi móti
TB, men lítla løtu seinni
var munurin aftur trý mál.
Uni Arge, sum annars ikki
hevur spælt á besta HB-
liðnum síðani 2002, varð
skiftur inn, tá TB hevði
skorað upp á brotssparkið.
Og tað tók honum heldur
ikki meira enn góð 40
sekund, áðrenn hann hevði
sýnt eyðkenda máltevið.
Eitt fríspark fann onkurs-
vegna veg til føtur hansara,
og eftir at hava drigið
framvið fyrsta verjuspæl-
arunum, hamraði hann úr
16 metrum bóltin upp í
handara málhorn. Vildi væl
til, so kundi Arge-maðurin
eisini skorað enn einaferð,
tá hann varð spældur mest
sum elysur, men hetta var
bara enn ein misnýttur
møguleiki í dystinum, sum
altso ikki hevið tað heilt
stóra uppá seg leikliga.
Fyrst og fremst, tí HB
longu undan dystinum helt
seg hava vunnið hann, og tí
TB eisini undan dystinum
hevði góðtíkið, at teir fóru
ikki at fáa nakað burturúr.
HB-TB 4-1 (3-0):
Linligt í Gundadali
Eftir trý ára fráveru
var Uni Arge aftur at
síggja á besta HB-
liðnum. Og eftir bara
40 sekundum hevði
hann givið greið boð
um, at hann enn telist
millum vandamestu
spælararnar í
føroyskum fótbótli
COME-BACK
Jákup Mørk
Tað var ikki í tonkunum, at
hann einaferð aftur skuldi
spæla fótbólt í fremstu
føroysku deildini.
Eftir at hann á sumri
2002 noyddist at gevast við
fótbóltinum, ráddi tað fyrst
og fremst um at fáa heilsu-
støðuna í rættlag hjá Una
Arge. Fleiri vóru tey, sum
mundu møta málrevinum
spákandi í Viðarlundini,
ella kanska smárennandi
kring vøllin í Gundadali.
- Eg var ræðuliga illa
fyri. Eg hevði havt trupul-
leikar við rygginum, og tað
hevði so aðrar fylgjur við
sær. Snøgt sagt, so var allur
kroppurin úti av javnvág,
og tað tók mær eisini hálvt
annað ár at koma fyri meg
aftur.
Roknaði tú tá nakran tíð
við, at tú aftur fór at spæla
fótbólt á høgsta støði?
- Yvir høvur ikki. Eg ikki
so mikið sum hugsaði um
fótbóltin hesa tíðina. Í fjør
varð eg so biðin um at
koma við á fjórðu deildar
liðið hjá okkum. Tað, sum
vit róptu Dream Team.
- Tað gekk bara heilt væl,
og í ár hugsaði eg so, um eg
ikki skuldi fara at royna
meg á eitt lítið sindur hægri
støði. Eg haldi, at tað sum
veruliga gav mær seinasta
skumpið, var, at Heine
Fernandez ringdi til mín
tíðliga í ár fyri at vita, hvat
eg ætlaði mær.
Og vart tú so klárur alt
fyri eitt?
- Nei. Langt ífrá. Eg
segði honum, at eg í øllum
førum vildi royna meg
sjálvan fyrst. Og at eg als
ikki ætlaði at hugsa um
besta liðið fyrstu fýra
mánaðirnar. Tað hevur tó
víst seg, at tað gekk
soleiðis hampuliga væl, og
nú havi eg so aftur roynt
meg á besta liðnum. Eg
skuldi sum so longu vera
við í hópinum seinast, men
ta ferðina mátti eg geva
avboð, tí eg skuldi verða
vertur í 3-2 sendingini.
Minti um debut'ina
Men sunnudagin var tíðin so
komin. Fagnaðurin í HB-
skýlinum var stórur, tá
maðurin við átta talinum
varð skiftur inn, og hann
gjørdist ikki minni stórur, tá
Uni eftir bara 40 sekundum
á vøllinum hevði skorað.
Og eftir dystin fjaldi
málskjúttin ikki, at hann
var fegin um at vera aftur.
Og ikki minst, at hann við
hesum fekk lagt afturat
teimum tølum á ævinleika-
talvuni hjá HB, har Uni er
maðurin við nógv flestu
málunum.
- Hetta minti næstan um,
tá eg debuteraði fyri eini 17
árum síðani, helt Uni við
einum stórum brosi.
Og so er spurningurin
bara, um Uni nú aftur kann
fáa ein eins týðandi leiklut,
sum hann hevði seinasta
partin av 80'unum og flestu
av 90'unum. Fyribils er
staðfestingin í øllum før-
um, at HB við hesum hevur
fingið ein jokara, sum kann
geva
vágskálini
eyka
tyngdina, sum helst verður
neyðug, nú tað av álvara er
farið at stunda til í enda-
spurtinum.
Toppskjúttin er aftur
Til dystin móti NSÍ mátti
Uni geva avboð, tí hann
skuldi vera vertur á 3-2
sendingini. Hesa ferð var tað
tó hinu megin upptøkutólið,
at hann kom á skíggjan
HB-TB 4-1 (3-0)
1-0: Bárður Mortansson, 7.
2-0: Rasmus Nolsøe, 15.
3-0: Bárður Mortansson, 25.
3-1: Dejan Tomic (br.), 70.
4-1: Uni Arge, 71.
Dómari: Eiler Rasmussen.Tað vóru ikki bara spæl-
ararnir, sum høvdu ilt við at savna seg um dystin.
HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Svenn
F. Jacobsen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen -
Vagnur M. Mortensen, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen,
Jákup á Borg (Tór-Ingar Akselsen, 60.) - Bárður
Mortansson (Rókur Jespersen, 78.), Hans á Lag
(Uni Arge, 70.)
GK: Hans á Lag, 34
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic (Jón Tórur
Holm,68.),Aca Petrovic,Óli Johannesen,Jón Jo-
hannesen - Dan Mortensen,Alexxandar Jovevic,
Einar Petersen (Birgir Rasmussen,90.),Allan Poul-
sen (Búi Mortensen,77.) - Dejan Tomic,Hallur
Christiansen
GK: Predrag Zivkovic, 62.
FAKTA UM DYSTIN