Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 23. august 2005 31 Skála setti ein tjúkka striku undir, at teir skulu takast í størsta álvara. Liðið má nú metast sum fremsti FM-biðilin undan seinastu sjey um- førunum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað man ikki vera komið ofta fyri, at VB so ruddiliga verður latið úr á heimavølli, men tað var støðan, tá teir sunnudagin tóku ímóti Skála. Tað kann væl vera, at VB í løtuni er í eini endurbygg- ingarfasu, og tað merkist eisini sera væl, at Símun Samuelsen nú er í Íslandi, eins og Edvard Ble var leikbannaður hesaferð. Men tað skerst framvegis ikki burtur, at tú skalt hava eitt gott lið, um tú ætlar tær at fara úr Vági við einum 5- 1 sigri í viðførinum. Við fullari ferð Og tað var alt fyri eitt greitt, hvønn vegin tað skuldi ganga. Heldur enn at fara varisliga til verka, so gjørdi Skála júst soleiðiðs, sum teir so oftani áður hava gjørt. Við fullari ferð varð lagt út, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Jón- hard Frederiksberg hevði skotið liðið á 1-0, tá hann gjørdi sær dælt av verju- mistakið hjá VB. Hetta gav bara Skála enn meira luft, og næstu longu løtuna trýstu teir vág- bingarnar í botn. Inn um Bjarna Johansen í VB-mál- inum fór bólturin tó ikki, og so líðandi komu vertirnir eisini alt meira við í dystin. Beint fyri hálvleik eydnaðist teimum eisini at javna, tá Poul N. Poulsen sendi eina frísparksperlu upp í nærmasta tríkant av brotsteigarhorninum, og so mundu fleiri av heima- áskoðarunum rokna við, at møguleikin fyri stigum var ikki heilt eingin kortini. Hjá Skála mundi tað kennast sum vátur vøttur at fáa í andlitið beint fyri steðgin, men hetta tóktist tó á ongan hátt at nerva liðið, tá farið varð út til seinna hálvleik. Snøgt sagt, so sat Skála nú á øllum. Hóast tað gekk ein løta, áðrenn málini eisini komu á talvuna, so skolaðu álopini oman VB- málinum. Og eftir einum korteri varð mest sum alt avgjørt, tá Bjarni Jørgensen við tøttum millumbilum skeyt tvey mál. Vágbingar mundu nú ásanna, at slagið var tapt, men hóast tryggu leiðsluna, so vildi Skála ikki seta ferðina niður. Jónhard Frederiksberg skoraði enn einaferð, áðrenn avloysari hansara, Rói Jacobsen, sløkti veitsluna við sínum fyrsta málið í fremstu før- oysku mansdeildini. Favorittar Eftir at dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, kundu skálamenninir um- vegis útvarpið fylgja við seinasta partinum av dyst- inum millum NSÍ og B36 í Runavík. Tann dysturin endaði við sigri til runavík- ingar, og so er Skála altso oddaliðið í Formula-deild- ini. Og tá talan er um eina støðu, framvegis stendur við, nú 20 umfør eru farin aftur um bak, ber illa til at tosa um tilvild, og at hóp- urin hjá liðnum er ov tunn- ur til at halda eitt heilt kappingarár. Veruleikin er, at Skála í løtuni má metast sum fremsti FM-kandidaturin. Ikki bara eru teir ovastir á talvuni. Eftirverandi dyst- arskráin tykist eisini geva Skála ein fyrimun fram um hini oddaliðini. Ikki minst tí teir enn eiga heimadyst á móti HB, eins og tey bæði havnarfeløgini í seinasta umfarinum skulu spæla seinasta innanhýsis dystin. Men talan verður fram- vegis um lykladystir. Ikki minst kann tað gerast sera avgerandi, hvussu leikur fer, tá Skála fer á vitjan í Runavík, og longu nú kunnnu fólk so smátt fara at gleða seg til eitt brak, tá HB kemur á vitjan. Tað er ein dystur, sum lættliga kann vísa seg at gerast gulldyst- urin, tá trífalda meistara- liðið kemur á vitjan. Lykladystir fyri framman Hjá VB er støðan ikki heilt so hugagóð. Enn halda teir sær omanfyri strikuna, men munurin niður til KÍ er bara tvey stig. Komandi dystir- nir fara helst at verða sera avgerandi í so máta. Fyrst skulu vágbingar til Havnar, har B36 er mótstøðuliðið, og síðani bíða tveir dystir, sum báðir mugu roknast sum sonevndar seks-stiga uppgerðir. ÍF á útivølli og KÍ á heimavølli eru dystir, sum skulu geva úrtøku, um sleppast úr botnstríðnum. Langt eftir á málið Hóast Skála við sigrin- um í Vági undirstrik- aði, at teir kanska er besta boðið upp á eitt komandi meistaralið, so hevur liðskiparin, Pauli G. Hansen, lítlan hug at skriva undir uppá, at hansara lið er favorittur til gullið. – Hevði tað verið ein dystur eftir, so tosaðu vit kanska um tað. Men tað eru altso framvegis sjey dystir eftir at spæla, og tað eru hesir, sum vit fyrst og fremst skulu hugsa um. Men at vinna 5-1 í Vági. Er tað ikki eitt úrslit, sum boðar frá einum liði, sum er sera væl fyri? – Tað er eitt gott úr- slit. Eingin ivi um tað. Og hini úrslitini pass- aðu okkum eisini væl. Nú eru vit so einsa- mallir á odda, og tí vita vit sjálvandi, at møgu- leikin fyri gullinum er til staðar, men tað er altso ikki nakað, sum vit tosa serliga hart um, staðfestir Pauli. Tað eru annars fleiri, sum vilja vilja vera við, at Skála er tað av oddaliðunum, sum hevur bestu skránna eftir. Teir hava spælt tríggjar dystir móti B36, og móti HB rest- ar framvegis seinni heimadysturin. Einasta toppliðið, sum teir skulu hitta á útivølli, er NSÍ, og tá HB og B36 enn hava seinastu inn- anhýsis uppgerðina eftir, skuldu fortreyt- irnar hjá Skála verið á eini góðari leið. – Sjálvir halda vit so ikki, at vit hava nakra lætta skrá eftir. Vit skulu til bæði Runavík og Eiðs, har vit plaga at hava tað sera torført. Og torført verður tað eisini á Tvøroyri, har TB fer at stríðast av øllum alvi. – Heldur ikki haldi eg, at heimadystirnir síggja serliga lætti úr, so vit fara ikki at tosa longur fram enn til næsta dystin. Taka vit ikki hvørja tí einastu uppgávu í allar størsta álvara, so kann tað heilt skjótt ganga gal- ið, staðfestir hann at enda. -jm VB-Skála 1-5 (1-1) 0-1: Jónhard Frederiksberg, 6. 1-1: Poul N. Poulsen, 44. 1-2: Bjarni Jørgensen, 58. 1-3: Bjarni Jørgensen, 62. 1-4: Jónhard Frederiksberg, 76. 1-5: Rói Jacobsen, 85. Dómari: Georg N. Rasmussen VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen - Dan Djurhuus, Poul N. Poulsen, Milan Kuljic, John Poulsen, Nenad Zivanovic - Jón Krosslá Poulsen. GK: Poul N. Poulsen, John Poulsen. Skála:Vlada Filipovic - Pætur Dam Jacobsen, Milic Curcic, Rúni Rasmussen, Iulian Florescu (Bárður Daniel- sen, 80.) - Bjarni Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen (Arnhold Berg, 75.), Hanus Thorleifsson - Jónhard Frederiksberg (Rói Jacobsen, 83.), Bogi Gregersen Fakta um dystin VB-Skála 1-5 (1-1): Skála er favoritturin Mortan úr Hørg slapp aftur at merkja gerandisdagin, tá hann og VB høvdu vitjan av einum sera væl spælandi Skála-liði Mynd: Áki Bertholdsen