týsdagur 23. august 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 158 - 23. august 2005
Oddaliðini
halda tørn
Talan var ikki um nøkur
serliga óvæntað úrslit, tá
kvinnurnar um viku-
skifti
spældu
sínar
dystir.
Meðan KÍ hevur verið
uttanlands í Europa-Cup
ørindum, hevur B36
klintrað upp á odda-
sessin, og hendan hildu
tær fast um, tá tær
høvdu vitjan av EB/-
Streymi.
Rakul
N.
Joensen (2 mál) og Ása
Dam á Neystabø skutu
málini í 3-0 sigrinum.
KÍ hevur tó enn tveir
dystir til góðar, og tá
hildu fast um trýstið, tá
tær vitjaðu í Gøtu. Og
hóast
KÍ-kvinnurnar
onkra tíð hava verið
meira sannførandi, so
høvdu tær ikki stórvegis
trupulleikar av at toga
sigurin móti GÍ. Fyri
steðgin legði Bára S.
Klakstein
gestirnar
frammmum, og tann
støðan helt sær til heilt
móti
endanum,
tá
Malena Josephsen slerdi
sigurin fastan.
AB hevði hesa ferð
vitjan av EB/Streymi,
og tann dysturin endaði
við tryggum heimasigri.
Seinasti dysturin var á
Argjum, har AB tók
ímóti FS Vágum. Her
var líkt til, at tær á
heimaliðnum skuldu fáa
fulla úrtøku, men í
seinna hálvleiki megn-
aðu gestirnir kortini at
javna, soleiðis at liðini
fingu eitt stig hvør fyri
ómakin.
Úrslitini:
GÍ-KÍ 0-2 (0-1)
B36-EB/Streymur 3-0
(1-0)
AB-FSV 2-2 (2-1)
Enn einaferð fóru teir
hjá EB/Streymi úr
Klaksvík, har KÍ ikki
megnaði at halda fast
um viðrárkið, sum
sigurin á Sevmýri átti
at borið við sær
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Oftani verður tikið til, at
tað í veruleikanum als ikki
skal so nógv til, um eitt lið
skal bróta eina sonevnda
ónda ringrás.
Tað mundu helst eisini
vera nógvir klaksvíkingar,
sum roknaðu við, at hetta
fór at gera seg galdandi, tá
KÍ langt um leingi fekk ein
sigur seinasta vikuskifti.
Tann sigurin bar í fyrstu
atløgu við sær, at TB varð
lagt einsamalt á botnsessin,
og megnaðu klaksvíkingar-
nir at draga nakað av
sjálvsálitið við sær úr tí
dystinum, so tóktist ein
sigur á EB/Streymi á ongan
hátt ógjørligur.
Og tað byrjaði eisini stak
væl. KÍ var væl við í
dystinum fyri steðgin. Teir
royndu at trýsta gestirnar
aftur móti brotsteiginum,
og møguleikar spurdust
eisini burturúr. Men meðan
Kurt Mørkøre akkurát var
ov stuttur ta einu ferðina,
stórbjargaði Rene Tórgarð í
EB/Streyma-málinum, tá
málrevurin seinni gjørdist
púrasta leysur.
Hjá EB/Streymi vóru
talan ikki um so nógvar
møguleikar,
men
Hans
Pauli var tó nær við, tá
hann fyrst hevði jonglerað
seg leysan, áðrenn hann
høgdi til úr spískum, og
einans ein fantom-bjarging
frá Meinhardt Joensen í KÍ-
málinum
forðaði
fyri
einum leiðslumálið.
Tað varð ístaðin KÍ, sum
kundi leggja seg á odda, tá
Marek hamraði til ein
returbólt, sum varð stútaður
út frá málinum. Kósin var
kanska ikki heilt so bein,
men tá Sorin Anghel royndi
at stúta burtur, fekk hann
bara avrættað bóltin, og so
var Rene Tórgarð prísgivin.
Lívligir kantar
Eftir steðgin vendi spælið
tó til fyrimuns fyri gestir-
nar. Ikki minst vóru Hans
Pauli Samuelsen og Bárður
Olsen væl upplagdir á kant-
unum, og fleiri ferðir vóru
boð eftir KÍ-verjuni, uttan
at talan tó gjørdist um teir
heilt stóru møguleikarnar.
Tað var eisini av kantun-
um, at málið kom. Vandin
tóktist annars ikki so stórur,
tá Hans Pauli við rygginum
móti málinum skuldi taka
ímóti bóltinum, men við
einum vøkrum saksasparki
fekk hann kortini sent
bóltin í meskarnar.
KÍ royndi at svara aftur,
men tað gav at kalla bak-
sláttur, tá teir royndu at
flyta fólk niðan á vøllin.
Tað gav í øllum førum EB/-
Streymi góðar fortreytir at
spæla eyðkenda kontra-
spælið, og so beyð ikki bøt-
ur. Egil á Bø legði gestirnar
framum, tá hann var fyrstur
á bólti úr høgru, og tá Sorin
lítla
løtu
seinni
varð
spældur leysur, var hann
ísakaldur.
Við 3-1 dovnaði spælið
nakað, men klaksvíkingar-
nir fingu eina lítla vón, tá
Ove Nysted var so nógv
hægstur og drønstútaði inn-
legg úr vinstru. Meira enn
ein vón gjørdist tað tó ong-
antíð til. Sorin var enn
einaferð rætti maðurin á
rætta staðnum løtu seinni,
og so var leyst og liðugt.
Niðri við 2-4 megnaðu
klaksvíkingarnir ikki at
reisa seg aftur, og meðan
teir fimm minuttirnir, sum
dómarin hevði lagt afturat
tíðini, gingu, kundu gestir-
nir draga andan púrasta
róliga.
Tað er tó ikki nakað, sum
klaksvíkingar kunnu loyva
sær í hesum døgum. Hóast
sigurin á TB gav nakað av
luft til botnsessin, so er so
langt í frá sloppið enn.
Og tað er einki dulsmál,
at skal felagið lyfta seg, so
skal tað helst gerast í teim-
um fýra komandi dystun-
um. Her verður talan um
dystir móti fleiri av teimum
liðum, sum eru stødd niðar-
liga á talvuni, umframt at
Skála eisini kemur á vitjan.
Í øllum førum munnu
viðhaldsfólkini vóna, at
talan ikki verður um spent-
ar støður undan seinastu
trimum umførunum. Tá
skulu klaksvíkingarnir tvær
ferðir til Havnar, áðrenn
NSÍ kemur á vitjan í
seinasta umfarinum, so tað
talar av álvara fyri einum
sera truplum endaspurti.
KÍ-EB/Streymur 2-4 (1-0):
KÍ helt ikki fast
1. deild kvinnur
v
t
d v - j -
t
mál mál +/- stig
1 B36
13
10 - 2 - 1 52
9
43
32
2 KÍ
11
10 - 1 - 0 44
8
36
31
3 GÍ
13
6 - 1 - 6 22
36
-14
19
4 EB/Streymur 12
4 - 1 - 7 22
32
-10
13
5 AB
12
2 - 3 - 7 11
29
-18
9
6 FSV04
13
0 - 2 - 11 12
49
-37
2
KÍ-EB/Streymur 2-4 (1-0)
1-0: Marek Wierzbicki, 31.
1-1: Hans Pauli Samuelsen, 55.
1-2: Egil á Bø, 71.
1-3: Sorin Anghel, 78.
2-3: Ove Nysted, 86.
2-4: Sorin Anghel, 89.
Dómari: Páll Augustinussen
KÍ: Meinhard Joensen – Leon Bjartalíð, Ovi
Nysted, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki – Høgni
Madsen (Harley Bertholdsen, 74.), Hjalgrím Elttør,
Símun Joensen – Arnold Joensen (Emir
Huseinovic, 76.), Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni
GK: Ove Nysted, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør,
Kurt Mørkøre
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Fróði
Clementsen, Andrzej Pacek, Esmar Eiðisgarð (Ólav-
ur Poulsen, 46.) - Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni
Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen - Sonni L. Peter-
sen (Ronnie Samuelsen, 63.), Sorin Anghel
GK: Hans Pauli Samuelsen
FAKTA UM DYSTIN
Kurt Mørkøre var í tveimum
førum nær við, men tað
eydnaðist honum ikki at
skjóta KÍ burtur av
niðurflytingarsessunum í
hesum umfarinum
Mynd: Bárður Lydersen