týsdagur 10. oktober 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 194 - 10. oktober 2000
Nr. 194 - 10. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Tað var eisini eftir ein av
hesum
stikbóltunum,
at
Sveis skoraði triðja málið.
Av
brotsteigarmarkinum
varð bólturin sleptur inn um
til Alexander Comisetti, og í
royndunum at renna hendan
upp aftur, skumpaði John
Petersen miðvallaran í rygg-
in, og so var eingin bøn.
Føroyingar vildu annars
vera við, at Comisetti var
rangstaddur, tá bólturin varð
sleptur innum, men hetta
vikaði so ikki við støðuna
hjá dómaranum. Türkilmaz
tók sær av uppgávuni frá
11-metra
blettinum,
og
hóast Jákup fór rætta vegin
hevði hann ongan møgu-
leika at verja fyri skotinum,
sum sat dygst úti við stong-
ina.
Beint fyri hálvleik hendi
so stóra katastrofan, sum
eisini hevði við sær, at óttin
fyri einum rættiligum sorli
fór at veksa.
Julian var heldur sløsutur,
tá hann í verjustøðu misti
bóltin til David Sesa. Púra
leysur sendi hann úr 16
metrum eitt skot móti mál-
inum, og føroyski liðskipar-
in, Jens Kristian, sá sær ikki
onnur ráð enn at nýta hond-
ina at verja fyri, og so vóru
boðini greið.
Reytt kort til Jens Kristian
og brotsspark til Sveis. Tür-
kyilmaz var aftur settur at
skjóta, og skotið varð sent á
júst sama stað sum tað fyrra.
Flatt inni við høgra stólpa.
Hetta var ikki hissini
hvøkkur hjá føroyingunum
at fáa beint fyri hálvleiks-
steðgin. Við ellivu monnum
hevði spælið riggað sera illa
í fyrra hálvleiki, og tá farið
varð inn til skiftirúmini, sat
man við kensluni av, at talan
kundi gerast um ein sera
óhugnaligan seinna hálvleik
fyri okkara viðkomandi.
At tað kortini ikki gjørdist
talan um rættiligt sorl, kom í
høvuðsheitum av tveimum
lutum.
Annar var, at sveisarar
settu ferðina á spælinum
nógv niður, og talan tí ikki
gjørdist um sama trýst móti
føroyska málinum, sum tal-
an hevði verið um í fyrra
hálvleiki.
Serliga lætti hetta um hjá
Allani Mørkøre, tí umframt
at vera einsamallur í høgra
borði, var hann partvíst eis-
ini í miðverjuni, og tí gjørd-
ist síða hansara enn tunnari
enn í fyrra hálvleiki.
Hin orsøkin var, at Jákup
Mikkelsen hevði ein seinna
hálvleik, sum var nógv betri
enn tann fyrri. Einar tríggjar
ferðir var talan um rættiliga
fantombjargingar,
tá
øll
onnur mundu síggja bóltin
hava kós móti meskunum.
Bert ta einu ferðina mátti
hann taka bóltin úr meskun-
um hesi trý korterini, og fyri
triðju ferð hendan leygar-
dagin var talan um brots-
sparksmál.
Alexander Comisetti var á
veg fram við Allan, sum tó
við eini reinari kropstakling
fekk flutt mannin burtur, so
bólturin kundi fáast av
vandaleið.
Onkursvegna
helt cypriotiski dómarin tó,
at Allan hevði forbrotið seg,
og hóast mótmælini frá før-
oysku leikarunum so varð
aftur dømt brotsspark. Aftur
varð Türkyilmaz settur at
skjóta, og hesu ferð slapp
hann rættiliga at vísa seg, tá
hann sendi Jákup niður móti
høgra horni, meðan bólturin
varð lobbaður mitt í málið.
Meira enn hetta eina mál-
ið varð talan ikki um í
seinna hálvleiki, og meðan
sveisararnir kundu fagna
sínum leikarum fyri sann-
førandi sigurin, fekk før-
oyski 12. maðurin eitt klapp
frá leikarunum, sum takk-
aðu fyri stuðulin, teir hóast
alt høvdu fingið allan dyst-
in.
Øssur var framúr
Samanumtikið má sigast, at
fyri føroyska landsliðið var
talan um ein keðiligan enda
á kappingarárinum.
Spælið hekk nógv verri
saman, enn tað hevur gjørt í
fleiri ár, og ikki síðani stór-
tapið fyri Estlandi, hevur
liðið havt ein slíkan kollekt-
ivan niðurtúr.
Kollektivan er kanska í so
nógv at siga, tí onkrir ein-
stakir glottar vóru kortini at
hóma.
Umframt Jákup Mikkel-
sen, sum stóð seg sera væl í
seinna hálvleiki, tóktist Óli
Johannesen vera væl fyri í
verjupartinum, og so var tað
eisini Øssur Hansen.
At Johan Byrial Hansen
var nýttur sum gardering
aftan fyri, tóktist at hóva
toftamanninum sera væl, og
so at siga hvørja ferð, at
nakað av álopsspælið var frá
føroyskari síðu, var Øssur
partur av hesum. Eisini
megnaði hann sera væl at
halda bóltinum, umframt at
hann eisini spældi hann frá
sær við umhugsni.
Móti endanum av dystin-
um fekk hann eisini eitt stórt
klapp frá áskoðarafjøldini,
tá hann sera hegnisliga lyfti
bóltin upp um mótstøðu-
mann sín, áðrenn hann úr
góðum 20 metrum royndi
seg við einum hálvfluktara.
Einki er at ivast í, at hann
fram um nakran annan var
dagsins maður hjá okkara,
men hinvegin má tað sigast
at vera spell hjá Øssi, at
liðfelagarnir ikki tóktust at
hava sama hegni hendan
leygardagin í Zürich.
Talan gjørdist at
enda um eitt satt
antiklimaks hjá
føroyingum í Zü-
rich leygardagin.
Eftir eina ynski-
byrjan og eitt
máls leiðslu, end-
aði dysturin við
sveisiskum stór-
sigri
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen, Zürich
Sveis-Føroyar 5-1 (4-1)
Byrjanin av dystinum móti
Sveis man vera ein hin besta
í søguni hjá føroyska lands-
liðnum.
Eftir gott og væl tríggjar
minuttir
eydnaðist
Una
Arge at fáa fatur á eini sløs-
utari afturlegging úr sveisku
verjuni. Eftir at fyrst Uni
sjálvur, og síðani John Pet-
ersen høvdu roynt seg við
skotum, eydnaðist Una at
spæla bóltin flatt inn undir
málið, har John hevði lætt
spæl við at skumpa bóltin
seinasta pettið í málið.
Sveisisku leikararnir og
áskoðararnir við stóðu sum
negldir, og einasta ljóð, sum
hoyrdist á vøllinum, mundi
vera gleðisrópini frá teim-
um úti við 100 áskoðarun-
um, sum vóru komin til Zü-
rich at heppa á okkara
menn.
Raknaðu við
Hvøkkurin fekk tó teir á
heimaliðnum at rakna rætti-
liga við, og tað var skjótt, at
teir fingu lagt eitt stórt trýst
oman móti málinum hjá
Jákupi Mikkelsen.
Í útgangsstøði hevði Allan
Simonsen valt at spæla við
einum áleypara, grundað á,
at
mótstøðuliðið
hevði
tríggjar, og at tað tí var
neyðugt við einum verju-
leikara eyka.
Hetta hevði tó við sær, at
tað so at siga var ógjørligt
hjá føroyska liðnum at
spæla seg úr trýstinum.
Einsamallur á toppinum
royndi Uni at stríðast og
renna eftir teimum bóltum,
sum vórðu sparkaðir fram-
eftir, men so at siga hvørja
ferð kom bólturin til ein av
verjuleikarunum,
og
so
kundi nýtt álop byrja.
Serliga var tað í síðunum,
at sveisar royndu at spæla
seg ígjøgnum, her hendi tað
ferð eftir ferð, at Allan
Mørkøre varð yvirspældur,
tá mótstøðan var í yvirtali.
Tað var eisini merkisvert,
hvussu einsamallur Allan
tóktist vera í síðuni, og at
einki varð gjørt til tess at
tetta um í verjuborði hans-
ara. Vinstru megin røkti
Øssur vongverjasessin, men
har var eisini Johan Byrial
Hansen aftanfyri, og tí hevði
Øssur als ikki somu trupul-
leikar sum Allan at dragast
við.
Eisini viðførdi hetta, at
Allan so at siga ongan
møguleika hevði at koma
fram við í álopspartinum,
sum jú er sterkasta síða
hansara. Flutti hann seg
fram um miðvøllin, var víð-
opið aftan fyri hann.
Sjónligir veikleikar
Sum nevnt omanfyri, so
megnaði
føroyska
liðið
ongantíð at spæla seg úr
trupulleikunum í verjupart-
inum. Ferð eftir ferð varð
bólturin mistur á veg niðan í
álop, og meira enn tí einu
ferðina brendi heilt nógv á
framman fyri málinum.
Eina hendinga ferð um
miðjan hálvleikin, var um
reppið, at Uni slapp leysur,
eftir at hann og Sámal
høvdu spælt seg ígjøgnum,
men í evstu løtu eydnaðist
tað einum verjuleikara at
koma fyri. Hevði talan verið
um mál ta ferðina, stóð 0-2 á
stigatalvuni, men soleiðis
skuldi ikki verða.
Í næsta álopi sínum fekk
Sveis hornaspark,
og tá
hetta varð skotið inn við
nærmastu stong, kom stóri
verjuleikarin, Marco Zwys-
sig við fullari ferð, og stút-
aði bóltin í føroysku mesk-
arnar.
Sveisiska
leiðslumálið
kom nakað seinni, og hetta
kom sum eitt úrslit av
tveimum føroyskum veik-
leikum, sum longu høvdu
verið sjónligir eina løtu.
Undirmannaða høgra síð-
an viðførdi sjálvsagt, at inn-
leggini vóru nógv í talið, og
fleiri ferðir mundu føroyska
áskoðararnir ikki vera heilt
tryggir um støðuna, tá Jákup
Mikkelsen ikki sá út til at
hava rættiligt tamarhald á
hesum.
Heilt galið gjørdist tað, tá
Sebastian Fournier í 35.
minuttinum enn einaferð
slapp avstað í høgru. Við
vinstra beininum sendi hann
eitt skrúvandi innlegg móti
málinum. Jákup Mikkelsen
fór skeivur av bóltinum, og
hóast hann royndi at fáa
sligið bóltin út um, endaði
alt við, at bólturin fór sigl-
andi móti handara stólpa,
haðani hann støkk inn í
málið.
Sveisaraostur
Leiðslumálið viðførdi ikki á
nakran hátt, at sveisararnir
settu ferðina á spælinum
niður. Sjálvsálitið varð held-
ur nýtt til at søkja enn meira
á føroyska málið, og ikki
kann sigast annað enn, at
umstøðurnar til hetta vóru
góðar.
Sjálvsálitið var at kalla
sogið úr okkara monnum,
og seinasta korterið kom tað
neyvan fyri, at talan var um
fleiri enn tvær samanhang-
andi sendingar millum leik-
ararnar. Eftiransingarnar á
miðvøllinum vóru nærum
ikki til staðar, og hetta við-
førdi eisini, at verjan í fleiri
førum varð undirmannað.
Frammanundan høvdu teir
har afturi annars nóg stórar
trupulleikar av framherjun-
um báðum, Chapuisat og
Türkyilmaz.
Mest av øllum var verjan
hesa løtuna álík einum væl
gataðum sveisaraosti, og í
einum tveimum førum varð
Jákup Mikkelsen noyddur at
koma út, tá bólturin varð
stungin inn um verjuna, so
menn sluppu leysir móti
málinum.
Dagsins rættur:
Sveisaraostur við holum
av brotsspørkum
Uni Arge fær fatur á eini sløsutari afturlegging, og roynir seg
við skoti, sum verður blokerað
Bólturin støkkur út til John, sum smekkar til móti málinum, men
hesu ferð fær málverjin vart fyri
Bólturin dettur aftur til Una, sum enn eina ferð roynir seg við
einum skoti, sum fer flatt fram við málinum
Alt endar við, at John Petersen fær sett bóltin í netið, og Føroyar eru á odda 1-0
Julian Johnsson stríddist eins nógv, og hann vanliga ger, men hesu ferð kom ikki tað stóra burtur úr øllum stríðnum
Sveis-Føroyar 5-1 (4-1)
Leiktur á Stadion Hardturm, Zürich
Leygardagin 7. oktober kl. 17.30
0-1 John Petersen 4.
1-1 Marco Zwyssig 26.
2-1 Sebastian Fournier 35.
3-1 Kubilay Türkyilmaz (br.) 42.
4-1 Kubilay Türkyilmaz (br.) 45.
5-1 Kubilay Türkyilmaz (br.) 53.
Sveis:
1. Pascal Zuberbühler (11 dystir/0 mál) – 2. Badile
Lubamba (2/0) (18. Raphaél Wicky (32/0) 66.), 4.
Stéphane Henchoz (44/0), 5. Marco Zwyssig (6/1),
3. Sébastian Fournier (27/3) – 7. David Sesa (27/1),
10. Ciriaco Sforza, liðformaður (72/7), 6. Johann
Vogel (37/1) (15. Fabio celestini (7/0) 66.), 8.
Alesandre Comisetti (23/4) – 9. Stéphane Chapuisat
(79/18), 11. Kubilay Türkyilmaz (59/30) (16. Mario
Cantaluppi (13/3) 76.)
Gult kort: Stéphane Henchoz 46.
Føroyar:
1. Jákup Mikkelsen (16/0) – 5. Hans Fróði Hansen
(14/1), 2. Óli Johannesen (47/1), 3. Jens Kristian
Hansen, liðformaður (37/2), 7. Johan Byrial Hansen
(1/0) – 9. Allan Mørkøre (52/1), 6. Sámal Joensen
(19/0) (13. Jóhannis Joensen (8/0) 63.), 8. Julian
Johnsson (36/1), 11. John Petersen (28/3) (18. Rógvi
Jacobsen (5/0) 63.), 4. Øssur Hansen (41/2) – 10.
Uni Arge (31/7)
Gult kort: Jens Kristian Hansen 32.
Reytt kort: Jens Kristian Hansen 45. (Beinl. reytt)
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: William (Bill) Mc Leod Jacobsen
Áskoðarar: 9.500
Dómaratríbólkur úr Cypern:
Costas Kapitanis, Andreas Xanthou, Antonis Papa-
panayiotou. 4. dómari av Cypern, Loizos Loizou
FIFA eygleiðari úr Kekkia:
Rudolf Bata