Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 167 - 3. september 2005 Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum, Hans Pauli Strøm, hevur nú heimild til at lata kommunum studning til heilsufremjandi tiltøk í fólkaskúlun- um. Ætlanin við hes- um studningi er at betra um kostvanarn- ar hjá skúlabørnum í øllum aldri HEILSUPOLITIKKUR Tað verða alt fleiri skúla- børn í vesturheiminum, sum viga ov nógv, og helst er hetta eisini so í Føroyum. Orsøkin til ta øktu yvirvektina millum skúlabørn er, at tey eru minni og minni likamliga virkin, samstundis sum tey fáa alt fleiri kaloriur í kostinum. Lívsstílurin hjá teimum flestu er nógv broyttur seinastu tíggjuáraskeiðini. Børnini verða koyrd í og úr skúla, mangan tí tey búgva so langt burturi, ella tí at stundir ikki eru til at ganga. Eftir ein langan skúladag, har tey hava brúkt høvdið heldur enn kroppin, seta tey seg við telduna ella framman fyri sjónvarpið. Ov nógv børn eru ikki nóg likamliga virkin í dag. Samstundis veksur orku- inntøkan, millum annað tí at tað er vorðið so vanligt at drekka sodavatn í stórum nøgdum. Eisini annað góð- gæti er vorðið ein fastur partur av gerandiskostinum hjá børnum og ungum. Hetta ger, at tey hvønn dag fáa nógvar sukurkaloriur uttan at geva hesum gætur. Meira vatn – betri drekkivanar Fyribyrgingarráðið tók í fjør stig til eina kanning av kostvanum hjá fólkaskúla- næmingum. Í hesum sam- bandi varð ein royndar- verkætlan við drekkivatns- kølarum sett í verk í Tórshavnar kommunu. Endamálið var at fáa skil á, um næmingar broyta drekkivanar, fáa tey eitt annað tilboð enn sodavatn at leska seg við. Kanningin vísir, at drekkivanarnir hjá teimum børnum, sum hava atgongd til kalt vatn at drekka, broytast til tað betra. Tveir triðingar av teimum spurdu næmingunum drekka meira vatn, og nógvir næmingar siga seg drekka minni sodavatn, saft og juice, eftir at drekkivatnskølararnir eru settir upp á skúlunum. Frukt, grønt og vatn- kølarar Hans Pauli Strøm er fegin um møguleikan at lata kommunum studning til heilsufremjandi tiltøk. Hesin studningur lættir um hjá fólkaskúlunum at seta í verk frukt- og grønmetis- skipanir. Eisini fevnir studningurin um útvegan av vatnkølarum. – At hjálpa skúlabørnun- um ávegis til betraðar kost- vanar er ein týdningarmikil uppgáva. Og eg vóni, at øll skúlabørn í Føroyum áðr- enn langt um líður fáa møguleika at taka lut í hesum átaki, sigur lands- stýrismaðurin í almanna- og heilsumálum. Eitt átak fyri heilsuni Sunnudagin klokkan 15:30 verður konsert í Porkeri. Næmingar í Musikskúlanum eru á venjinagrlegu í sambandi við eina komandi tónleikaferð til Hetlands. Sam- stundis er hetta eisini sólsøgan um veðra- horn sum ljóðføri TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Suðuroyar Concert Band hevur konsert í Porkeris Skúla sunnudagin klokkan 15;30. Hetta er bólkur, sum er settur saman av tveimum næmingabólkum í Suður- oynni. Ein undir leiðslu av Oddur Hentze og hin undir leiðslu av Ulf Nordlund. Saman eita tey Suðuroy Concert Band og í næstum fara tey – eini 50 í tali – tónleikaferð til Hetlands. Ætlandi skal mentanarsam- starv koma burturúr ferð- ini. Næmingarnir hava eisini roynt seg sum kongaligir veitarar av tónleiki. Tá krúnprinsurin og Mary vitj- aðu í Vági, spældu nakrir næmingar undir leiðslu av Ulf Nordlund uppá veðra- horn. Mary fekk eisini eitt slíkt til ognar. Ulf fann fyri tveimum árum síðani uppá at gera ljóðføri burturúr vøkrum veðrahornum. Hetta vant uppá seg og eftir kongaligu vitjanina, har m.a. danskt sjónvarp tók søguna um hornini upp, er avtala gjørd um eini 1500 horn til tón- leikaseljarar úti og heima. Mary fegnaðist, meðan danskt sjónvarp tók upp, um veðrahornið, ið hon fekk til ognar. Ulf Nord- lund greiddi frá hesi søg- uni: »Der var engang en mand hvis kone var frugtsomme- lig. Imidlertid udviklede barnet sig ikke som det skulle. Han gik derfor hen til troldmanden og spurgte om han kunne hjælpe. Troldmanden hidkaldte en fe, der sagde: Du skal gå ud i skoven og finde et horn fra en enhjørning eller allerbedst fra en vædder. Så skal du rette hornet op mod solen og blæse to klare toner. Hvis du kan det, vil dit barn både blive smukt og yderst velskabt!« Mary vildi beinanvegin royna seg, men krúnprins- urin minti á, at maðurin skuldi blæsa og hann blásti vakrar tónar. Eftir hetta kom í sjón- varp, er søgan um veðra- hornini vorðin kend. Næmingarnir eru á venj- ingarlegu um vikuskiftið í samband við ferðina til Hetlands og sunnudagin er konsert í Porkeri klokkan 15:30 Konsert í Porkeri Sunnudagin er næmingakonsert í skúlanum í Porkeri. Næmingar skulu í næstum á tónleikaferð til Hetlands. Høvi verður eisini at hoyra tónar spældar á veðrahorn. Veðrahornini gjørdust kend úti og heima eftir kongaligu vitjanina í Vági, tá søgan um veðrahorn sum ljóðføri m.a. kom í danskt sjónvarp (Mynd: Erik Christensen) – Vit hava fingið neyst, og vit ætla at keypa tveir nýggjar bátar. Tí vóna vit at selja so nógvar lutaseðlar sum gjørligt, sigur Andrea Debes, skrivari í Sunda Róðrarfelag KAPPRÓÐUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Um tú tastar »SURF« á tína fartelefon og sendir sms’in til 1441, so hevur tú keypt ein lutaseðil frá Sunda Róðrarfelag, og tú ert við í lutakastinum um fleiri góðar vinningar. Á Oyrarbakka hevur kappróðrarfelagið í Sunda- lagnum fingið neyst. Fel- agið ætlar eisini at hava tveir nýggjar bátar klárar til komandi kappingarár, og tí tørvar felagnum pengar. – Vit høvdu bara eina gentumanning við í kapp- róðrinum í ár, men vit ætla meira næsta ár, sigur Andrea Debes. – Vit fáa tá eitt nýtt fimmmannafar og eitt seksmannafar, sum vit ætla at manna bæði við kvinn- um og monnum, sigur hon. Neystið hjá Sunda Róðrar- felag er í bátahylinum á Oyrarbakka, og har ætla tey eisini at innrætta ein part til venjingarhøli. Andrea Debes sigur, at tað er tungt at reka eitt slíkt felag á einum smáplássi, men tey eru kortini eini 130 limir í felagnum. Vinningarnir í fartele- fonlutaseðlunum m. a. • Ein bilur • Ein cruiseferð • Tvær ferðir tveir ferðaseðlar við Atlantsflog • Gávubrøv frá Statoil, Shell og Handilskjarnanum Drigið verður millum seðlarnar 13. september. Sunda Róðrarfelag nýggjar bátar Andrea Debes er skrivari í Sunda Róðrarfelag Mynd: Jens Kristian Vang