Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 5 Í vikuni fall dómur í einum máli, har ein maður hevði drunknað ein hund á ótespiligan hátt. Maðurin fekk 30 daga fongsul fyri grovasta slag av djórapínslu, og dómarin gjørdist samstundis greitt, at frameftir kunnu fólk rokna við somu revsing, um tey gera av við djór á ein óforsvarligan hátt DJÓRAPÍNSLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dómarin í Føroya rætti vísti onga náði, tá ið ein maður var drigin í rættin fyri at hava avlívað hundin hjá sær við at drukna hann. Dómur var í vikuni sagd- ur í málinum, sum er tvey ára gamalt, og maðurin fekk 30 daga fongsul. Av øðrum persónligum viður- skiftum varð revsingin gjørd treytað. Dómarin gjørdi tó greitt, at frameftir kunnu fólk rokna við 30 daga treyta- leysari fongsulsrevsing, um tey gera av við djór á ein óforsvarligan hátt. – Við hesum gjørdidóm- arin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lívið av djórum á ein óforsvarligan hátt. Tað bar kanska til at drukna eina kettu fyri 30 árum síðani uttan at fáa revsing, men soleiðis er tað ikki longur. Nú kunnu fólk rokna við 30 daga fongs- ulsrevsing, um tey gera tað, sigur Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor. Funnin í Gomlu Hoyvíkini Málið byrjaði í juni mánaði í fjør, tá ið Sosialurin skriv- aði um ein hund, sum varð avlívaður á ein ótespiligan hátt í høvuðsstaðnum. Ein flokkur í Hoyvíkar skúla kom fram á hundin, sum var skolaður upp á land við dráttin í Gomlu Hoyvíkini. – Við labbunum fast- bundnar upp móti kjaftin- um er hundurin tveittur á bláman, og neyðardýrið hevði ongan møguleika at svimja, men hevur trýst seg sjálvan alt meira niður, meira hann hevur spjálkað við afturbeinunum, skriv- aði Sosialurin í juni mánaði 2003. Løgreglan tók eftir áheit- an málið upp, og umvegis Sosialin varð heitt á fólk um at boða løgregluni frá, um tey vistu nakað um málið. Varð troyttur av hundinum Og tað vóru fleiri fólk, sum vendu sær til løgregluna, og endin var, at løgreglan fann fram til hann, sum hevði framt gerðina. Maðurin játtaði seg sek- an, og hann greiddi í rættin- um frá, at hann hevði bund- ið frambeinini á hundinum upp undir kjaftin, hann hevði eisini bundið bak- beinini saman, og so hevði hann hongt ein tungan stein upp í hundin. Síðani var hundurin tveittur á sjógv, og hann druknaði. Tá ið hundurin var funn- in, vóru bakbeinini leys, so fólk kunnu bara ímynda sær, hvussu hundurin hevur spraklað við bakbeinunum, tá ið hann stríddist fyri lív- inum í sjónum. Maðurin greiddi í rættin- um frá, at hann var vorðin troyttur av at ansa eftir hundinum, og tí tók hann lívið av honum. Hann vildi ikki fara til djóralækna, men vildi sjálvur fremja avlívingina. Grovasta slag av djórapínslu Í sambandi við rættarmálið hevði ákæruvaldið biðið um eitt úttalilsi frá Det Veterinære Sundhedsråd fyri at staðfesta, at talan var um djórapínslu at gera av við ein hund á slíkan hátt. Og Det Veterinære Sund- hedsråd var púra avgjørt í sínari niðurstøðu. »Hunden har í flere minutter været udsat for den højeste grad af smerte, lidelse, angst, varighed men og væsentlig ulempe. Rådet vil karaktieresere forholdet som grovt ufor- svarlig behandling af dyr med karakter av mishand- ling,« stendur at lesa í niðurstøðuni. Harvið staðfestir Veteri- nære Sundhedsråd, at talan var um grovasta slag av djórapínslu. Í fongsul fyri at drukna djór Í rættinum greiddi verjin frá, at tað er vanligt nógva staðni í Føroyum at avlíva djór við at drukna tey. Men tað vildi dómarin ikki hoyra talan um. Hon staðfesti, at tað er ikki longur í lagi, at djór verða avlívað á ein slíkan hátt. Normarnir eru broytt- ir, og dómarin segði, at frameftir kunnu fólk rokna við 30 daga treytaleysari fongsulsrevsing, um tey avlíva djór á óforsvarligan hátt. – Vit halda okkum vita, at djór í Føroyum framveg- is verða druknað, tá ið tey skulu avlívast. Tí vilja vit gjarna siga fólki, at gera tey tað, so kunnu tey rokna við fongsulsrevsing, sigur Linda Margrethe Hessel- berg, politiassessor. – Skulu djór avlívast, so skal tað henda momentalt – til dømis við at skjóta tey. Men um fólk ikki halda seg kunnu avlíva djór á ein forsvarligan hátt, so skulu tey boðsenda einum djóra- lækna at gera tað fyri tey, sigur hon. Tivoli í Havn aftur opið Sunnukvøldið var eitt bretskt tivoli, sum varð sett upp á Óðinshædd í Havn, stongt, tí fólkini, sum varða av tí, eru útlendingar, sum ikki hava arbeiðsloyvi í Føroyum. Men nú eru viður- skiftini í hesum tivoli fingin í rættlag, so at tað aftur kann hava opið um vikuskiftið. Løgreglan í Føroyum hevur fingið til vega neyðugu loyvini í skundi. – Vit hava tikið fyrilit fyri børnum og fam- iljum, sum vilja sleppa at royna slíkt tivoli. Hetta er eitt slag av mentan, hóast hon ikki hoyrir heima í einum mentanarhúsi, og vit hava fingið bæði Inn- lendismálaráðið og Udlændingestyrelsen til at viðgera arbeiðs- loyvini í skundi, og nú er alt í lagi, sigur Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor. Tivoliið kann tí aftur hava opið, og bæði børn og vaksin fáa møguleikan at royna karuesellir og annað gott á økinum við gamla Idé-húsið. ek Nýtt fólk til arbeiðis í Kalsoynni Tá ið Mikladalur og Trøllanes komu upp í Klaksvíkar kommunu var ein partur av avtal- uni, at eitt fólk skuldi setast at arbeiða í økin- um. Hetta verður nú veruleiki, tí í blaðnum í dag søkir Klaksvíkar kommuna eftir einum fólki at gera tímalønt arbeiði í Kalsoynni. Kommunumaðurin á Trøllanesi og í Mikla- dali skal taka sær av umvælingum, viðlíka- haldi, røkt, fríðkan og øðrum arbeiði. Fólkið skal starvast undir vegadeildini hjá Klaks- víkar kommunu, og arbeiðsøkið kann fevna um alla kommununa. Einki beinleiðis krav er til útbúgving, men fólkið skal duga handa- ligt arbeiði og verða fyrikomandi, stendur í lýsingini. Freistin at søkja ar- beiðið er 23. septem- ber. ek Harða revsing fyri at drukna ein hund Hesin hundurin var avlívaður við, at frambeinini vóru bundin upp undir kjaftin, afturbeinini vóru bundin saman, og ein tungur steinur var hongdur upp í hann. Síðani var hundurin tveittur á sjógv. Tá ið hann varð funnin aftur, vóru afturbeinini leys, so hundurin hevði spraklað óført fyri at bjarga lívinum, men uttan eydnu Mynd: Jens Kristian Vang Tað var í juni mánaði í 2003, at Sosialurin skrivaði um avlívingina av hundinum. Løgreglan fór undir at kanna málið, og nú er dómur fallin