leygardagur 3. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 167 - 3. september 2005
Ísland
sum fyri-
mynd
Í samband við mentanar-
dagin setti Jógvan á
Lakjuni tiltakið. Í røðu
síni segði hann m.a.:
- Fyri føroyingar er Ís-
land fyrimyndin á mong-
um økjum. Eitt fólk og
ein tjóð, virkin á altjóða
leikpallinum – tað veri
seg vinnuliga eins væl og
mentanarliga og listaliga.
Sum íslendsk skøld vóru
gitin í fornari tíð um øll
Norðurlond,
gera
ís-
lendsk listafólk seg nú
galdandi innan tónlist,
filmslist, bókmentir og
myndlist um allan heim.
- Sum vit síggja tað, er
hetta, sum vit nevna al-
heimsgerðin, ikki komin
niður yvir íslendingar sum
snarljós av heiðum himli
og enn minni sum ein
skelkur, men harafturímóti
sum enn ein møguleiki hjá
eini tjóð, sum í roynd og
veru altíð hevur verið opin
mótvegis umheiminum,
og sum leingi hevur havt
dirvi og førleikar at virka í
altjóða høpi.
- Jú, víst hava vit okkurt
at læra av brøðratjóðini
fyri vestan. Men frænda-
tjóðin kann kanska eisini
læra nakað av okkum –
tað er nakað, sum kundi
bent á hetta, nú talað verð-
ur um eina føroyabylgju
av áhuga – og vælvild
mótvegis Føroyum og før-
oyskum listafólkum í Ís-
landi. So eg fari at vera so
ósmæðin at siga, at vit
hava heldur ikki so lítið at
geva Íslandi og hinum
norðurlendsku
brøðra-
tjóðum okkara, og tað
vilja vit fegin.
- Tjóðirnar í Útnorði
hava leingi havt gott sam-
starv, og er Ísland mangan
drívmegin í hesum sam-
starvi. "Hví skal alt ljósið
í landsuðri liggja?" spurdi
ein av okkara mætastu
mentamonnum fyri meira
enn stórthundrað árum
síðan.
Vit
føroyingar
mugu venja okkum til at
hyggja runt alla havs-
brúnna – ikki minst nú av-
bjóðingarnar, men eisini
møguleikarnir, frá einum
alsamt minkandi heimi
gerast størri og størri.
- Lat okkum taka móti
avbjóðingunum í góðum
samstarvi við grannarnar í
Útnorði. Tað gevur megi
og møguleikar. Vit, sum
liva undir somu náttúru-
givnu fortreytum, mugu
samstarva, hóast vit á
mongum økjum eru kapp-
ingarneytar. Tað vil altíð
vera meira sum bindur
enn, sum skilur, segði
Jógvan á Lakjuni m.a. í
talu sínari.
Samstarva um felags sjónleik í 2009
Tað gekk ikki long tíð
til fyrsta uppskotið til
samstarv millum før-
oyingar og íslendingar
kom á borðið. Dagin
eftir undirskrivingina
av Hoyvíks-avtaluni er
eitt útkast gjørt til
samstarv millum tjóð-
pallarnar báðar
MENTANARSAM-
STARV
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
p 11Føroyar-Ísland: - Eitt
felags leikverk sum íslend-
ingar og føroyingar skriva,
og har fólk úr báðum lond-
unum eru á palli og aft-
anfyri pallin í 2009?
Hetta ljóðar sum ein
dreymur, men hetta kann
kortini gerast veruleiki, um
eitt uppskot til eina trý ára
samstarvsavtalu
millum
Íslendska Tjóðleikhúsið og
Tjóðpall
Føroya
gerst
veruleiki.
Uppskotið varð lagt fram
á einum mentunartiltaki,
sum íslendska uttanríkis-
ráðið skipað fyri hósdagin.
Tað var stjórin í íslendska
tjóðpallinum, Tinna Gunn-
laugsdóttir, sum legði hetta
fram.
Við til framførsluna vóru
bæði politikkarar, menta-
fólk og onnur áhugað. Og
tað var ikki frítt, at hetta
uppskotið
fekk
góða
undirtøka millum fólk.
Spurningurin er - sum
ikki einaferð - um peningur
kann játtast. Henda spurn-
ingin fer m.a. Jógvan á
Lakjuni at fáa um stutta tíð,
í starvi sínum sum lands-
stýrismaður í mentamálum.
Í øllum førum verður her
lagt upp til eitt sera for-
vitnisligt og spennandi
samstarv, sum bæði londini
fara at fáa stóra gleði av.
Gongst sum ætlað kemur
avtalan í gildi á nýggjárin-
um og er í gildi til á sumri
2009.
Íblástur
Í útkastinum til hetta trý ára
samstarvið verður sagt, at
føroysku myndugleikarnir
skulu gjalda eina ávísa
upphædd og teir íslendsku
ein aðra.
Skotið verður upp, at ís-
lendingar skulu lata dupult
so nógv í stuðli til sam-
starvið sum teir føroysku.
Einki verður tó nevnt um
upphædd.
Umframt hesa fíggingina
so skulu bæði leikhúsini
eisini søkja stuðul frá
stovnum og privatum virkj-
um, og skal hetta tvífalda
upphæddina, sum tey hava
bundið seg til at gjalda.
Hetta er tann fíggjarligi
parturin, men tann mentan-
arligi parturin leggur eisini
upp til eitt sera gevandi
samstarv.
Her verður m.a. sagt, at
leikhúsini skulu vitja hvørt
annað á hvørjum ári við
einum av leikum sínum.
Somuleiðis skulu gestaar-
beiðarar frá hvørjum palli
vitja á hinum staðnum, fyri
at geva íblástur til víðari út-
búgving og menning innan
leiklistina.
Í triðja samstarvsárinum
verður gjørt eitt felags leik-
verk sum dramatikari, leik-
stjóri, leikarar, scenografur
ella ljóð- og ljósteknikari
frá báðum londunum skapa
og framleiða.
Jógvan á Lakjuni
hevði ikki hoyrt um
hesa avtaluna fyrrenn
á mentanartiltakin-
um hósdagin. Hann
fer nú at kanna hana
nærri
SAMSTARV
Snorri Brend
Játtan: - Henda avtalan er
góð, men vit mugu nú fyrst
viðgera hana!
Jógvan á Lakjuni er altíð
fegin, tá fólk koma við
goðum hugskotum. Hans-
ara trupulleiki er bert, at
flestu teirra kosta pening.
Tað ger hetta útkastið til
samstarv á leikhúsøkinum
millum Føroyar og Ísland
eisini.
- Eg veit ikki, hvat ís-
lendingar vilja lata. So
hetta má alt kannast nærri,
sigur hann við Sosialin,
beint eftir at kunnað varð
um avtaluna.
Nógv at læra
Fyri ein landsstýrismann í
mentamálum er altíð gott at
tað hendir nakað í hansara
málsøki – eisini innan leik-
listarligt samstarv millum
tvey lond.
- Hetta átti eisini at verið
á øðrum økjum. Og her
hava vit nógv at læra av
íslendingum, sigur hann.
Hann torir kortini illa at
lova nakran pening til eina
slíka ætlan. Men hann vil
hinvegin als ikki forða fyri
ella steðga einum slíkum
samstarvi.
Næsta útspælið verður tí
helst tað at báðir partarnir
fara at seta seg saman at
tosa
nærri
um
hesa
spennandi avtaluna.
Góð avtala – men hon kostar
- Hetta er ein góð avtala, men hon kostar pening, sigur Jógvan á Lakjuni. Høgrumegin sæt Maria Ellingsen, sum er ein av
fólkunum handan íslendska leikin "Ulfhamssaga"
Hans Tórgarð lesur upp stuttsøgu, sum íslendski
uttanríkisráðharrin, Davíð Oddsson hevur skrivað og Carl
Johan Jensen hevur týtt
Tinna Gunnlaugsdóttir legði
fram spennandi ætlan um
samstarv innan leiklist
millum Føroyar og Ísland