Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 9 Dótturfelagið hjá Føroya Tele lækkar nú prísirnar fyri breiðband, og harafturat verður ferðin sett upp. Familjan Føroyar fær ágóðan, heldur Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti INTERNET Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður bíligari og skjótari at brúka breiðband frá Føroya Tele. Í gjár kunngjørdi dótturfelagið hjá Føroya Tele, FT Sam- skifti, nýggjar prísir fyri breiðband-internet, og fel- agið bæði lækkar prísirnar lægri og setir ferðina upp. Prísirnir verða settir nið- ur við 20 prosentum, men samstundis verður ferðin á internetinum tvífaldað. Umframt príslækkingina og skjótari ferð, fær minsta breiðbandshaldið nú 250 Mbyte ókeypis at taka nið- ur, og miðlinga og størsta haldið verða ókeypis um náttina. – Breiðbandstænasturnar eru nú á slíkum støði, at øll kunnu vera við. Bíligir prísir og dupult so skjótt samband er nú ein veru- leiki. Væntandi koma mun- andi fleiri kundar nú at taka av góðu tilboðunum, sigur Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti. Hann heldur, at við broytingunum eru stórir fyrimunir, serliga fyri fam- iljuna Føroyar, sum kemur at merkja eitt betri og bílig- ari breiðband. Nýtt felag Tað var í juni mánaði í ár, at P/F FT Samskifti, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele, varð stovnað. Hetta varð gjørt fyri at tryggja felagn- um somu treytir og møgu- leikar sum aðrir veitarar á marknaðinum. Richard Mortensen er stjóri í felagnum, og umleið 100 fólk starvast hjá fel- agnum. Føroya Tele hevur annars í eitt ár ført breiðbandið hjá sær fram, og kundatalið er støðugt vaksið hetta árið. Nu ætlar FT Samskifti at fáa enn fleiri at rógva út á internetið. Tey flestu kunnu eisini taka av, tí breiðbandið er nú útbreitt til 93 prosent av teimum bygdu økjunum í landinum. Breiði vegurin verður bíligari Fyrstu fruktirnar av Hoyvíks-avtaluni millum Føroyar og Ísland eru longu at síggja. Nú er frítt tollfrælsi millum londini SAMSTARV Snorri Brend Føroyar-Ísland: Longu í gjár kom fyrsta frælsið eftir sáttmálanum millum Ísland og Føroyar í gildi. Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin skriv- aðu fyrrapartin í gjár undir eina avtalu um fult toll- frælsi fyri vørur landanna millum. Hetta merkir, at tollfrælsi nú er fyri allar vørur báðar vegir. Hetta fer so aftur at geva føroyingum stórar fyrimunir í mun til støðuna í dag. Avtalan um tollfrælsi varð undirskrivað eftir teirri nýggju uttanríkis- politisku heimildarlógini. – Hetta er at meta sum ein søgulig avtala, tí hetta er fyrstu ferð at »govern- ment of the Faroes« er nevnt í einum sáttmála, segði Jóannes Eidesgaard eftir undirskrivingina. Davíð Oddson fegnaðist eisini um avtaluna. – Ein avtala er bert orð, men nú verða hesi orðini so umsett til gerð, segði hann. Avtalan um tollfrælsi, sum varð gjørd ígjár, verður bert galdandi í eina tíð. Hon fer nevniliga úr gildi, tá handilssáttmálin – Hoyvíks-avtalan – um øll tey fýra frælsini kemur í gildi, eftir samtykt í Løgtinginum. Eftir undirskrivingina fór íslendski uttanríkisráðharr- in, Davíð Oddsson aftur til heimland sítt. Nú er tollfrælsi við Ísland Sørvágur: Í dag verður skipað fyri forvitnislig- um torgdegi í Sørvági, har til ber at keypa bæði grønmeti og fisk úr bygdini, um ein kann siga tað so. Torgið verður mitt í bygdini, og byrjar kl. 10 við ókeypis morgun- matarborði, sum Føroya Banki hevur stuðlað. Oyran í Sørvági er kend fyri at vera sera fruktagóð, og nógv ymiskt slag av grønmeti fæst at vaksa har. Á torg- inum ber til at keypa eplir, gularøtur, leyk, hvítleyk, kál o.a., sum veltararnir úr Oyruni hava latið. Fiskurin frá Vesturvón er dygdarvøra. Manning- in henda síðsta túrin hevur skorið flak, kjálk- ar, lippur, bankað turran fisk og hongt fisk upp at ræsa. septembur. Eisini verður undir- hald fyri tey smærru. Mini-tivoli við m.a. hoppiborg verður á økinum og harafturat bomm-tombola. Við tað at tað er ókeypis at koyra gjøgn- um undirsjóar-tunnilin í dag, vænta fyrireikararn- ir nógvar gestir vestur- eftir. sb. Keypa grønmeti úr bygdini – Breiðbandstænasturnar eru nú á slíkum støði, at øll kunnu vera við, sigur Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti Mynd: Jens Kristian Vang Teir báðir – Davíð Oddsson og Jóannes Eidesgaard – hava undirskrivað enn eina avtalu. Hesa ferð um tollfrælsi millum londini Mynd: Jens Kr. Vang