Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 167 - 3. september 2005 Í hesum døgum er mentanarnevndin hjá álendska tinginum á vitjan í Føroyum. Virkandi forkvinnan, Katrin Sjøgren, heldur álendingar og føroyingar hava nógv til felags á mentan- arliga økinum VITJAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Landsstýrið, løgtingið og teir ymisku løgtingsmenn- inir hava havt óvanliga nógvar vitjanir í summar. Fyrr í vikuni vitjaði danski umhvørvismálaráðharrin, Connie Hedegaard, Jógvan við Keldu, landsstýris- mann, og í løtuni er álendska mentanarnevndin á vitjan. Ferðavinnan er eitt gullnám Katrin Sjøgren er virkandi forkvinna í álendsku ment- anarnevndini, tí vanligi for- maðurin hevur verið fyri einum ferðsluóhappi, og hann er tí ikki við í Føroy- um. – Mentanarnevndin hjá løgtinginum var á vitjan í Álandi fyri einum ári síðani, og tá funnu vit út av, at vit hava sera nógv til fel- ags. Tí hildu vit í álendsku nevndini, at tað hevði verið áhugavert at vitja í Føroy- um, og nú eru vit her, sigur Katrin Sjøgren. Forkvinnan heldur, at bæði Føroyar og Áland hava ein felags trupulleika, nevnliga at vit í alt ov stóran mun bert hava eitt bein at standa á. Í Føroyum er tað fiskivinnan, ið er altavgerandi fyri samfelag- ið, meðan tað í Álandi er sjóvinnan, ið hevur ovur- honds samfelagsligan týdn- ing. Eg haldi tí, at báðir partar hava nakrar royndir, ið kunnu verða til gagns fyri hini, sigur Katrin Sjø- gren. – Eg haldi, at eins og í Álandi er ferðavinnan eitt alternativ til høvuðsvinn- una. Vit eru kanska komin eitt sindur longur enn tit við at menna ferðavinnuna, men tað er einki at ivast í, at her eru stórir møguleikar í Føroyum. Vit vistu, at tit høvdu eina stórbæra nátt- úru í Føroyum, men at hon skuldi verða so stórfingin, høvdu vit ikki væntað. Tal- an er í veruleikanum um eitt gullnám, sum tit eiga í tykkara náttúru, heldur Katrin Sjøgren. Álendska mentanar- nevndin kom til Føroya hósmorgunin, og hon fer av landinum aftur sunnudagin. Á ferðini verður vitjað í løgtinginum, í Norður- landahúsinum, ymiskum ítróttarfeløgum, og so fer nevndin eisini til ymisk mentanarlig tiltøk, meðan hon er í Føroyum. Seinnapartin mikudagin kundu vestmenningar stað- festa, at eingin politistøð longur er í bygdini. Miku- dagin bleiv politiskeltið við politistøðina nevnliga tikið niður, og frá hósdegnum av noyddust vestmenningar at venda sær til løgregluna í Havn, um teir hava tørv á hjálp. Tað hevur í seinastuni verið frammi, at rættuliga nógv smærri og størri lógarbrot hava verið í bygdini, men løgreglan í Havn metur ikki, at talan er um nakran stórvegis trupulleika. tn Tey, sum dagliga ferðast gjøgnum Leynatunnilin, noyðast næstu dagarnar at brynja seg við toli, tí tá verður arbeitt í tunnlinum. Arbeiðið í Leynatunnlinum hevur við sær, at næstu tvær vikurnar verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin við ljósregulering millum klokkan átta á morgni og sjey á kvøldi. Um næturnar og í vikuskiftinum er tunnilin tó opin sum vant, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari. tn Nógv havnarfólk hava seinastu dagarnar undrast á, at trapp- urnar í Posthúsbrekk- uni úr Tórsgøtu nið- an á Vaglið eru burtur ARBEIÐI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er tó einki at stúra fyri hjá teimum, sum óttast fyri, at trappurnar eru horvnar og ikki koma aftur, tí tær koma aftur. Vanlig kloakkútskifting Mikael Viderø, býararkit- ektur, sigur, at tað, sum verður gjørt í Posthús- brekkuni í løtuni, bert er ein vanlig útskifting av kloakkunum á staðnum. Arbeiðið er ikki tengt at umvælingunum í kjallar- anum á gamla posthús- inum, har sum ein partur av býráðsumsitiingini nú heldur til. Sum vit hava umrøtt í blaðnum her áður, so verð- ur gamli posthúskjallarin gjørdur um til matarhøli hjá starvsfólkunum hjá býráðn- um, og ætlanin er eisini, at talan skal verða um eitt matarstað, ið eisini hevur opið um kvøldarnar. Nær arbeiðið verður lið- ugt, dugir Mikael Viderø ikki at siga í løtuni. Álendingar á vitjan Fríggjadagin vitjaði álendsksa mentanarnevndin í mentamálaráðnum, har tey millum annað heilsaðu upp á Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann Mynd: Jens Kr. Vang Skifta kloakkirnar Trappurnar í gomlu posthúsbrekkuni eru burtur, tí at kloakkirnar verða skiftar út. Tá ið arbeiðið verður liðugt, kemur alt tó at líkjast sær sjálvum aftur Mynd: Jens Kr. Vang Eingin løgregla í Vestmanna Mikudagin bleiv politi- skeltið við politistøðina í Vestmanna tikið niður, og harvið noyddust vestmenn- ingar at stað- festa, at teir nú noyðast at venda sær til løgregluna í Havn, um teir hava tørv á hjálp. Mynd: Jákup Durhuus Arbeiða í Leynatunnlinum Lesið -so eru tit við!