Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 167 - 3. september 2005 Nú um dagarnar boðaði eitt av heimsins størstu oljufeløg- um frá, at tað fer undir eina umfatandi boriætlan á Atlants- mótinum, í bretskum øki skamt frá føroyska markinum. Talan er um felagið Chevron. Tað er ikki ov nógv sagt, at júst hetta felagið í dag er undangongufelagið á øllum At- lantsmótinum, tó at onnur stór oljufeløg sum Statoil, Shell og Dong ikki smæðast aftur. Vit kunnu í hvussu er staðfesta, eftir ein heldur lakan og úrslitaleysan útvikling á øllum At- lantsmótinum, at tað nú av álvara er við at koma gongd á leitingina. Var tað ikki fyri tí væleydnaðu boringini nær markið, Rose- bank/Lochnagar, so kundi lættliga staðið verri til við eini oljuframtíð á Atlantsmótinum og her ikki minst við Føroy- ar. Tí eftir fleiri miseydnaðar boringar har suðuri við markið eydnaðist tað oljufeløgum at raka við olju longur norðari, í einum øki, har bert lítið er borað áður. Tað var í tøkum tíma. So væl vildi til, at oljusamtak við Chevron á odda, nú hev- ur skundað undir eina risastóra boriætlan, har tað skulu borast tríggir avmarkingarbrunnar í næsta ársfjórðingi í 2006. Hetta er óvanligt, tí tá fund verða gjørd av hesum slag, ganga oftani fleiri ár við at bora slíkar brunnar. Tað er greitt, at umrøddu brunnar fara eisini at geva nógvar týðandi upplýsingar um møguleikarnar at finna olju okk- ara megin markið. Teir kunnu koma at vera ein katalysator fyri leiting á landgrunninum. Ein kann næstan siga, at teir í sær sjálvum eru ein partur av leitingini við Føroyar eis- ini, so tætt liggja teir upp at markinum. Og júst okkara megin markið hava somu oljufeløgini, sum hava funnið Rosebank, fingið tillutað leitiloyvi. Tískil kann boriætlanin á Rosebankleiðini í veruleikanum koma at skunda undir leiting við Føroyar. Havandi hetta í huga skulu vit eisini minnast til, at oljusamtøk við Statoil, BP og Amerada Hess sum fyristøðufeløgunum í 2006 og 07 fara at bora brunnar á basaltinum. Tað er tí rætt at siga, at vit komandi tvey árini fara at síggja eina spennandi tilgongd á landgrunninum, sum vónandi kann enda við fleiri olju- fundum. Dagurin í dag er ein merkisdagur í føroyskari fótbólts- søgu. Vit skulu til at spæla móti tí besta fótbóltslandinum í heiminum, Fraklandi. Hetta er eingin løtt uppgáva. Møguleiki er fyri, at vit verða avsmurd. Kortini seta vit álit okkara á frægu og ungu spælarar, sum í hesum dysti veruliga sleppa at vísa seg sum ambassadørar fyri ta lítlu tjóðina úti í Norðuratlantshavi. Hóast úrsltini ikki altið hava verið av teimum allarbestu, so hava vit álit á, at okkara lið fer á vøllin í dag fyri at vísa, at hóast lítil so megnar tú eisini nakað móti teimum stóru. Vilji og treiskni, sum eisini eyðkennir tann minni menta, kann eisini vísa seg gull vert í slíkari stund. Psykologiska drívmegin kann gerast so sterk, at vit veruliga kunnu fáa eitt gott úrslit. Men vit vita, at tað kann ganga báðar vegir. Vit kunnu ikki annað enn at "krossa fingrar" fyri okkara tjóðarlandsliði. Góða eydnu. DAGSINS MEINING Sosialurin Týðandi vegamót VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Samkynd Jóhan Heri Joensen Fuglafjørður Sum granni til stríðskvinn- una Sonju Jógvansdóttir og Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismann, so burdi eg følt meg sum lús ímillum tvær negl, tá tosað verður um samkynd, men soleiðis er ikki, grannalagið er gott bæði til høgru og vinstru. Men eg øtist aftur hesa ferð. Nú kann eg ikki halda meg kúrran í fjøldini, eg má geva ljóð frá mær. Tá tey samkyndu hava eithvørt á skránni, so leypa tey RØTTU upp við for- maningum og døming. Eg spyrji meg sjálvan: Hví øsa seg upp um hesi fólk? Eru tey verri enn vit heturosexuellu? Er Gud nærri okkum? Hvussu við teimum fíggjarliga ivasomu? Hvussu við spekulant- unum sum liggja á lógar- innar útjaðara? Hvussu er við horkallum og horkvinnum? Hvussu við hjúnaðar- skilnaði? Hvussu við øllum øðrum syndum? Sita tey fíggjarliga iva- somu, horkallar og hor- kvinnur ikki ímillum okk- um góðu í kirkjum og sam- komum. Tey fíggjarliga ivasomu síggja vit millum fingrar við. Horkallar og horkvinnur síggja vit millum fingrar við. Skilnaða síggja vit mill- um fingrar við, MEN TEY SAM- KYNDU ERU DEYÐANS GONGD... Hans Pauli Strøm. Á síðsta fundi Í Fuglafirði fekst tú, í øðrum saman- hangi, av grovfílini frá mær, men eg vil eisini rósa táið tú gert tað sum gott er. Eg taki hattin av fyri tær, at tú torir at føra teg framm og góðtaka menniskju sum eru annarleiðis. At verða í flokki saman við fundamentalistum sum Gerhard Lognberg, sum flokkar menniskju í A og B hugar mær ikki. Ei heldur hugar tað mær at løgmaður góðtekur at javnaðarhug- sjónin eisini skal rúma tí hugsjón at vit í Føroyum skulu flokkast í A og B menniskju.. Eg spyrji bara: Hvar er javnaðarhugsjónin? Er hon gloymd millum allar bønirnar? Gerhard: Varð Jesus ikki ein tann fyrsti verðuligi Javnaðarmaður. Skuldi tú ikki gingið í hansara fótasporum, og tikið skøkjur og annarleiðis seksuell undir títt veingja- breiði? Í nógv Harrans ár hava tey sum vóru annað enn heturosexuell verið noydd at slept sær av landinum. Tey vóru óbeinleiðis lands- forvíst, tí slíkur liviháttur kundi ikki góðtakast mill- um okkum góðu. Trupul- leikarnir vóru fluttir av landinum.Nógvar syndar- ligar mannalagnur, vóru á henda hátt útfluttar til Dan- markar? Onkrar av teimum kendi eg, og syrgi við teim- um avvarandi. Í seinastuni hevur onkur tikið seg saman, og við sera stórum dirvi trini framm og vart tey sum borgarar í okkara landi. Fremst millum teirra er granni mín Sonja, ein megnarkvinna við bein í nøsini, ein kvinna sum torir at siga hvør hon er og hvat hon stendur fyri. Sjálvur kenni eg onkur sum eru sett í tann bólkin at verða annað enn heteru- sexuell. Eg kann ikki siga annað, enn at hesi menn- iskju vóru, og eru fyri mær nøkur minsturmenniskju. Eg vildi ynskt, at vit øll vóru eins góð og tey. At Gud vil venda Føroya landi bakið tí hesi fólk eru millum okkara, havi eg ilt við at trúgva Eg ivist eisini stórliga um Gud vil klamsa hurðina táið hesi menniskju trína framm og vísa teirra syndatalvu. Líka mikið, hvussu vit hótta við Halgu bók, so kemur til allar tíðir at finnast millum landsmenn okkara, menniskju sum ikki eru sexuelt sum flestu okkara. Vit eiga at góðtaka hesi menniskju, og ikki loysa trupuleikan sum vit higartil hava gjørt. Við at geva teimum ein einvegis ferðaseðil av landinum. Eg vóni at vit á Føroya landi í framtíðini eisini hava pláss fyri teimum sum eru annarleiðis, baði sálarliga og likamliga, enn flestu okkara. Góða eydnu Sosialurin