Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 11 VIÐMERKINGAR Vegna tað at nakrar, heldur óhepnar orð- ingar, komu fyri í greinini, ið var at lesa í Dimmalætting 1. september 2005, und- ir heitinum Øll upp- søgd í Mentanarhús- inum. Vil eg hervið koma nakrar rættingar Vegna nevndina Per Christensen, formaður Nevndin og leiðarin av Mentanarhúsinum hava leingi viðgjørt tí skeivu gongdina í rakstrinum av Mentanarhúsinum. Fyrst í august avgjørdu nevnd og leiðarin (Sólarn Sol- munde), at siga samstarvið upp teirra millum. Sam- stundis, var avgjørt at hini, ið høvdu føst størv í hús- inum, eisini skuldu sigast upp. Hetta vóru tvey _ tíðar størv, eitt sum hjálparfólk og eitt sum bókhaldari. Húsavørðurin hevði sagt seg úr starvinum nakað áðrenn hendan avgerð var tikin. Samstarvið millum leið- arin og Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag heldur uppat frá 1. oktobur 2005. Eisini kom tað skeivt fyri viðvíkjandi Norðurlanda- húsinum. Norðurlandahús- ið fær sjálvandi ikki stuðul úr Mentamálaráðnum, men úr Norðurlandaráðnum. Eisini er Norðurlandahúsið ikki beinleiðis kappingar- neyti hjá Mentanarhúsin- um, men verður Mentanar- húsið oftani samanborið við NLH, og er hetta eftir mínum tykki óheppið, tá ið NLH fær stóran stuðul út- goldnan fyri sítt virksemið, meðan Mentanarhúsið noyðist at virka útfrá vinnuligum fortreytum. Toll- og Skatt ger eisini sítt arbeiði, her er tað sjálvandi lógarkarmurin, ið er heldur stirvin og ikki tekur hædd fyri hvørt virksemi er reint vinnuligt ella mentanarligt Annars heldur virksemið fram í Mentanarhúsinum, eitt nú ávirka hesar broyt- ingar ikki tiltakið við Car Park North, ið verður í Mentanarhúsinum 24. sep- tember 2005. Vantandi skipar Mentanarhúsið ikki fyri so nógvum tiltøkum framyvir, men verður húsið meira útleiga til ymiskt mentanarligt virksemi. Evnisdagur verður í Norðurlandahúsinum 5. september 2005 um norðurlendska harð- skapsgransking EVNISDAGUR Norðurlandaráðið í sam- starvi við Fróðskaparsetur Føroya Seinastu fimm árini hevur Norðurlandaráðið stuðlað eini stórari granskingar- verkætlan við heitinum Kyn og harðskapur. Enda- málið við verkætlanini varð at varpa ljós á harðskap í mentunarligum høpi, við serligum atliti til harðskap kynjanna millum. Nú verkætlanini er liðug, hevur Norðurlandaráðið gjørt av at kunnast skal um úrslitini. Fyrsta tiltakið var ein stór ráðstevna, sum var í Gøteborg í summar. Har- afturat hevur Ráðið gjørt av, at úrslitini skulu kunnast í øllum Norðanlondunum. Kunningin í Føroyum verður á evnisdegi, sum verður í Norðurlandahúsin- um mánadagin 5. septem- ber. Við á fundinum vera millum annað umboð fyri løgregluna, Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum hevur umboðað Føroyar í stýris- bólkinum og Katrine Sid- enius, sum er yvirlækni á nýggju miðstøðini fyri ney- ðtøkuoffur á Ríkissjúkra- húsinum í Keypmannahavn. Evnisdagurin vendir sær serliga til fakfólk innan heilsu-, sosial- og skúla- verkið, løgregluna, politik- arar og fjølmiðlar, men øll, sum hava áhuga fyri evnin- um, eru hjartaliga vælkom- in í Norðurlandahúsið. Tað kostar einki at vera við á evnisdegnum. Eyðun Joen- sen og Fróðskaparsetrið skipa fyri evnisdegnum. Skráin á evnisdegnum er henda: 9.00-9.25 E y ð u n Joensen, psykologur vegna stýrisbólkin: Kunning um ráðstevnu- dagin og granskingarverkið hjá NorFa/Norðurlendska Ráðharrastovninum um "Kön och Våld" ,"Gender & Violence" 2000-2005. 9.30-9.50 Malan Marners- dóttir, professari, dr.phil., Fróðskaparsetur Føroya: Harðskapur lýstur í før- oyskum bókmentum 9.55-10.15 Eyðun Andreas- sen, professari, dr.phil, Fróðskaparsetur Føroya: Harðskapur lýstur í sagnum og kvæðum 10.15-10.45 Kaffi og te 10.45-11.20 Jens Jensen & Hildur Hentze, Løgreglan: Um harðskap og harð- skapsfyribyrging í løg- regluarbeiðinum 11.25-12.00 Elin R. Planck, leiðari fyri Kvinnu- húsið: Royndirnar frá arbeiðinum í Kvinnuhúsinum 12.00-13.00 Steðgur 13.00-14.00 Katrine Sid- enius, yvirlækni á Rigs- hospitalets Center for Voldtægtsofre: Royndirnar frá arbeiðinum á Ríkissjúkrahúsinum og um nakrar av granskingar- verkætlanunum 14.00-15.15 Panelorðaskifti, har høvi verður hjá áhoyrarum at viðmerkja, spyrja og fáa svar 15.15-15.30 Eyðun Joen- sen frá stýrisbólkinum fyri granskingarverkætlanina: Samandráttur og niður- støða Orðstýrari: H e l e n a Dam á Neystabø Ókeypis luttøka eins og høvið verður hjá fólki ókeypis at ogna sær ymsar granskingarfrágreiðingar um harðskap v.m. Viðmerking til grein um Mentanarhúsið Kyn og harðskapur Góðir karmar til nýggjar fyritøkur Vágur: Tey, sum hava hug at seta á stovn egið virki í Vágs kommunu kunnu nú fáa serstakan stuðul til hetta. Frá 1. januar komandi ár verður nevniliga gjørligt at fáa ráðgeving til hesa ætlanina, eins og eitt lítið fíggjarligt ískoyti verður givið til keyp av slíkari ráðgeving. Lagt er upp til, at hesin stuðulin skal vera umleið 5000 kr. Og á býráðsfundi í Vági týskvøldið varð hetta eisini samtykt. Tó fer viðgerðin av fíggjar- ætlanini fyri 2006 at taka endaliga støðu til, hvør upphædd ið latast skal. Fleiri viðurskifti skulu fáast í rættlag, áðrenn skipanin kann setast í verk, m.a. skal Innlendis- málaráðið góðkenna hana. Fyrireikarnir hava kortini fingið at vita, at skipanin ikki er í mótstríði við kommunulógina, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás. Henda ætlanin er ein partur av Visjón 2010, sum er ein ætlan um at menna og skapa framburð í Vági. Og nú hevur so býráðið eisini skapt ein hepnan møguleika hjá ígongdsetarum. Henda skipanin við stuðli til ígongdseting av vinnuligum virksemi kem- ur at virka soleiðis, at hesi fólkini venda sær til kommununa í Vági. Hag- ani fáa tey stuðul, soleiðis at tey rinda ráðgevingar- tímar hjá vinnuráðgevum, grannskoðara, sakførara og øðrum sakkønum fólki. sb. Hundaskeið: Nýstovnaða hundafelagið fer nú til verka við sínum fyrsta skeiði fyri limirnar. Í dag kl. 14 verður fyrsta skeiðið hjá felagn- um hildið. Hetta er eitt skeið í vanligari hunda- røkt, sum verður hildið í Skansastovu í Havn. Ein partur av skeiðnum er um klipping av hundi, har fólk ofta lata hundin doyva hjá djóralækna og síðani sjálvi trimma hund- in. Úrslitið er mangan har- eftir, men nú verður so møguleiki at fáa kunnleika um, hvussu ein trimmar hundin, hvussu ein bustar tenn hansara og hvussu ein reinsar eyguni og oyruni. Samstundis við skeiðið er eisini gjørligt at melda seg sum lim í Hundaeig- arafelagnum. Sum skilst hevur gingið væl við at fáa fólk at tekna seg sum limir. Í dag eru sostatt omanfyri 40 fólk limir í felagnum. sb. Hundar skulu eisini klippast Klaksvík: Nú skal leiðari finnast til nýggja virkis- húsið fyri ung, sum kommunan í Klaksvík ætlar sær undir. Sum skilst, so skal virksemið minna nakað um tað, sum gjørt verður í og út frá Margarinfabrikkini í Havn. Í lýsing í Norðlýsinum í gjár verður sagt, at leið- arin skal skapa møguleik- ar hjá børnum og ungum fyri mennandi uppliving- um í einum rúsfríum um- hvørvi. Viðkomandi skal eisini samstarva við feløg og einstaklingar um felags mál. Nýggi leiðarin skal vera pedagogur, lærari ella hava aðra viðkomandi út- búgving, og fær haraftrat ta spennandi uppgávuna at byggja upp henda stovnin frá grundini av. Sum skilst, so fer hetta virkishúsið at halda til í húsunum har Sjóvinnu- bankin helt til í sínari tíð. sb. Virkishús til tey ungu Góðir karmar verða nú skaptir fyri tey, ið hava hug at seta virki á stovn í Vági (savnsmynd) Klaksvíkingar fáa nú sítt virkishús fyri ung, sum fer at virka eftir nøkurlunda sama leisti sum Margarinfabrikkin í Hav