leygardagur 3. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karolina Johannesen, Tvøroyri, andaðist týs-
dagin 30. august, 87 ára gomul. Jarðarferðin verð-
ur úr Tvøroyrar kirkju leygardagin 3. september
klokkan 13.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey,
ið vilja minnast Karolinu kunnu lata Missións-
húsinum á Tvøroyri eina gávu. Konta í Føroya
Banka.
Margun Nørgaard, fødd Hammer, andaðist á
Kolding Sygehus hósdagin 1. september, 40 ára
gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Niels Jacob Niclasen, ættaður úr Nesi í Hvalba
andaðist mikudagin 31. august, 53 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapllinum
leygardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálma-
bókini.
Sigrid Petrine Andreasen, ættað úr Fuglafirði,
búsitandi á Akranesi í Íslandi, andaðist týskvøldið
30. august, 65 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður, at kæri maður mín, pápi,
verpápi, abbi og langabbi
Sverre Vilhelm
Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikumorgunum
31. august, 79 ára gamal.
Kistan fer av kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
sunnudagin kl. 16, heim í Christianskirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
mánadagin 5. september kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Asta,
Atli, Jensa og Esta
Leygardagin 3. september
verður
Nikala
Jensen
Sumba 90 ár. Stóra dagin
heldur hon hjá dóttrini í
Vági, saman við børnun-
um.
Kala, sum hon vanliga
verður nevnd, er ættað úr
Kálvhúsinum á Glyvrum.
Foreldrini hjá Kalu vóru
Martin Vang av Glyvrum
og Sunneva, sum var úr
Sumba. Tey bæði fingu
níggju børn - sjey gentur og
tveir dreingir. Okkara mill-
um nú, eru bert tær fýra -
Svanhilda og Diny, sum
búgva í Eysturoynni -
Cecilia og Nikala, sum
búgva í Sumba.
Kala kom suður til Sum-
biar, til ommuna í Kálgarði
at búgva, bert 9 ára gomul.
Í Kálgarði var nógv at
takast við. Tað var jú
bóndahús, og so høvdu tey
eisini telefonstøð har. Ser-
liga hetta við telefonstøðini
var orsøkin til, at Kala kom
suður at búgva. Hon slapp
at ganga við telefonboðum,
og alt sum hartil hoyrdi.
Tey vóru ógvuliga góð
við hana í Kálgarði. Serliga
minnist hon, hvussu góður
Tummas í Kálgarði var við
seg. Hann var ungur drong-
ur, eini 18 - 20 ára, tá hon
kom suður. Hon minnist, at
tað fyrsta hann gjørdi, tá
hon var komin, var at fara
til handilsmannin at keypa
køkur.
Tvey ár gingu, til Kala
fór norður aftur til Glyvrar
at vitja, men so gott hevði
hon havt tað í Sumba, at
hon vildi sleppa suðuraftur.
Hon minnist enn, fyrstu
telefonboðini hon fór við.
Tað var longu dagin eftir,
hon var komin til Sumbiar.
Tað varð lagt henni eina við
at siga rætta navnið á
konunu, sum boðini vóru
til, og ikki eyknevnið. Tey
søgdu henni, hvar konan
búði, og so fór hon avstað.
Tá hon kom niðan móti
húsunum, har konan búði,
fór vindeygað upp, og ein
kona spurdi, um telefonboð
vóru til sín. Eg veit ikki,
segði Kala, men telefonboð
eru til Sunnevu Katrinu.
Kala
minnist
eisini
mangan ungan sjeikin, sum
so smæðin kom til hennara
og bað hana ringja upp til
unnustuna, sum kanska
búði í aðrari bygd.
Eisini var tað mangan so-
leiðis, at fólk komu til
hennara, og bóðu hana
ringja til lækna fyri seg.
Hon tosaði so við læknan
fyri viðkomandi, og segði,
hvat var áfatt. Oftast var
læknin dani, so hetta mátti
vera á donskum.
Kala varð gift í 1941 við
Johannes Jensen úr Sumba.
Tey fluttu saman í barna-
heimið hjá Johannesi, har
Kala býr enn. Johannes
doyði fyri tíggju árum
síðani. Tey fingu seks
døtur, harav tvær doyðu
sum smágentur. Hinar eru:
Greta, sum býr á Tvøroyri,
Mathea, sum býr í Glost-
rup, Jonna, sum býr á Tvør-
oyri og Magna, sum býr í
Vági.
Ommubørnini eru níggju
og
langommubørnini
tíggju.
Omman hevur altíð verið bæði blíð
og tíð at koma inn til. Ikki var ein
meir enn komin inn um dyrnar, so
varð dekkað borð við fínasta stelli
og heimabakaðum drýli og trumfi.
Svangur mátti man ikki verða. Tá
so etið var, ja so skuldi man spæla
kort. Vóru tað bara vit báðar, so
spældu vit Túsund, og ofta komu
Alma og Erna á gátt. Vóru vit fleiri,
so spældu vit Sjavs. Hetta við
kortum og spæli hevur altíð verið
eina partur av tí at vera hjá omm-
uni.
So leingi eg kann minnast, eri eg
komin nógv hjá ommuni og abb-
anum. Til eg var eini 13 ár, var eg
har hvørt vikuskifti. Eg hjálpti
teimum at gera reint og keypa inn,
men ongantíð skuldi eg gera ov
nógv. Eitt gólv at støvsuga ella
vaska, tað var nokk.
Einaferð keypti omman eitt
spæli-bingo, og hetta hugnaðu vit
okkum nógv við. At ommuni
dámar at spæla bingo, vita ivaleyst
tey flestu her um leiðir, tí omman
er fastur fúsur á bingo, tá tað er.
Altíð hava tey verið góð við
okkum børn. Abbin segði altíð frá
søgum. Tá hann var undir Íslandi
og í Onglandi. Hetta elskaði eg; at
sita hjá abbanum og lurta, meðan
hann trallaði, sum eg kallaði tað.
Tá so farið varð til songar, svav
eg altíð hjá ommuni. Har bóðu vit
altíð Faðir Vár, og omman las úr
Lestrarbókini.
Nú, omman verður 90 ár, eru
uttan iva nógvar søgur at siga frá og
nógv minnir í huganum. Og enn er
tað líka hugnaligt at sita og lurta
eftir, tá hon sigur frá.
Góða omman; minnini eru nógv,
og nógv er at vera takksom fyri. Og
tú skal vita, at minnini um mín
barndóm í Sumba og eisini seinni,
nú eg eri vorðin vaksin, verða
aldrin gloymd. Tú hevur enntá
verið og vitjað meg í Keypmanna-
havn 88-ára gomul. Ikki eru nógv,
ið kunnu siga tað.
Ongin hevur haft betri ommu enn
eg. Takk fyri alt!
Karla
Nikala Jensen 90 ár
Til Kalu-ommuna á níti-ára degnum
Kunngjørt verður at kæri pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Edvin Olsen,
ættaður úr Hósvík,
búsitandi í Vestmanna,
andaðist fríggjamorgunin, 87 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Familjunnar vegna,
Hanna, Leivur, Lisbjørg og Brynhild