leygardagur 3. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 167 - 3. september 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
90 ára føðingardagur
Í dag, 3. september fyllir Kala Jensen, Sumba, 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
70 ára føðingardagur
5. september fyllir Tummas Ennigarð 70 ár. Dagurin
verður hildin hjá dóttrini Nainu í Kollafirði leygar-
kvøldið 3. september. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. september verður Fía Øregaard, Fugla-
fjørður, 80 ár. Opið hús verður í Lonini í Fuglafirði
frá kl. 18.00.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 4. september fyllir Hjørleif Magnussen,
fyrrverandi tollari í Klaksvík, 85 ár. Føðingardagin
verður hann at hitta hjá dóttrini á Nýggjaveg frá kl.
16.00-19.00.
Brúdleyp
Í dag, 3. september kl. 13.30 giftast í Sengeløse kirkju
Annbritt Nielsen úr Tórshavn og Kim Klausen úr
Søborg. Móttøka verður heima á Sparrebro 4 aftaná
vígsluna. Um kvøldið er veitsla fyri innbodnum í
Sengeløse Kro.
Í dag, 3. september kl. 14.00 giftast á sýslumansskriv-
stovuni í Miðvági René Wiberg Joensen, Miðvágur
og Stacey Smith, Chilliwack Canada. Døgurði verður
fyri innbodnum. Opið hús verður í Missiónshúsinum
í Miðvági frá kl. 20.00.
Í dag, 3. september kl. 14.30 giftast í Vágs kirkju,
Vima Beck, Lopra og Bjarti Nattestad, Hvalba.
Gullbrúdleyp
Í dag, 3. september kunnu hjúnini Elsa og Jógvan
Petersen, Kollafjørður halda gullbrúdleyp. Tey, ið
vilja gleða parið, eru hjartaliga vælkomin í Missións-
húsið í Kollafirði millum kl. 10.00 og 14.00.
Dagurin
3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr
Sýriulandi, sum varð hálshøgd fyri trúar sakir.
4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í
álmanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at
hann hevði longu 2. apríl sum halgidag.
5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung róm-
versk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotn-
ing.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt mintust meg á 70 ára
føðingardegi mínum 13. juni 2005.
Heilsan Guðrun
TÍÐINDASKRIV
Í samband við at Løgtingið
í døgunum 1. til 4. sep-
tember hevur vitjan av
álendsku mentanarnevnd-
ini, hevði Margarinfabrikk-
in vitjan av fýra politikk-
arum og einum embætis-
fólki úr Álandi. Har greiddi
Bogi Andreasen, leiðari,
teimum frá umstøðunum
hjá Margarinfabrikkini og
teimum ungu í Tórshavnar
kommunu. Við teimum
vóru eisini tríggir løgtings-
limir: Torbjørn Jacobsen,
John Johannesen og Alfred
Olsen. Hesir eru ikki við á
myndini.
1. september 2005 kundu
trý av starvsfólkunum hjá
P/F Poul Hansen heilsølu í
Havn halda sín 25 ára
starvsdag í fyritøkuni.
Tey vóru Rúna Petersen,
skrivstovukvinna, Símun
Midjord, skrivstovumaður,
og
Jóannes
Joensen,
goymslumaður.
Rúna Petersen, ið er úr
Kvívík, byrjaði sum lær-
lingur á skrivstovuni í
1978. Hon hevur arbeitt á
skrivstovuni í tilsamans 25
ár men hevur verið burtur-
frá inn í millum. Rúna
arbeiðir í dag mest við
ordramóttøku.
Símun Midjord er vág-
bingur. Eftir lokna hand-
ilsskúlaútbúgving byrjaði
hann sum skrivstovumaður
1. september 1980. Símun
arbeiðir í dag mest við edv-
spurningum og kundabók-
haldi.
Jóannes Joensen er argja-
maður. Hann byrjaði á
goymsluni í 1973. Eina tíð
arbeiddi
hann
á
eini
goymslu í Norra, men til-
samans hevur hann arbeitt
25 ár í fyritøkuni. Jóannes
arbeiðir í dag mest við
vøruavgreiðslu, og hevur,
eins og Rúna og Símun,
drúgvar royndir og eina
breiða
vitan
um
sítt
arbeiðsøki.
P/F Poul Hansen er ein
gomul fyritøka, ið var
stovnað í 1927. Í dag
arbeiða 75 fólk í fyritøkuni,
har av umleið 10 av teimum
eru knýtt at virkinum Krás í
Hósvík, sum framleiðir
døgurðamat og viðskera.
25 ára starvsdagar hjá Poul Hansen heilsølu
Høgni Hansen, stjóri hjá P/F Poul Hansen, saman við teimum trimum starvsfólkunum sum høvdu 25 ára starvsdag 1.
september, f.v.: Rúna Petersen, Símun Midjord og Jóannes Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Álendska mentanarnevndin á vitjan
í Margarinfabrikkini
Álendska mentanarnevndin á vitjan í Margarinfabrikkini