leygardagur 3. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eg vil við nøkrum fáum orðum
lýsa nøkur orð um mína elskaðu
systir Sigrid, sum var elst av okkum
8 systkjum. Tað vóru ikki nøkur
løtt boð at fáa, tá ið Signar, sum er
yngst av trimum børnum hjá systi,
segði at mamma hansara var farin
heim til tann stað, har vit øll bíða
eftir. Sigrid bleiv einans 65 ára
gomul.
Hon flutti til Havnar sum ung,
nam sær útbúgving og arbeiddi
sum læknaskrivari í 28 ár á Lands-
sjúkrahúsinum. Síðan flutti hon til
Danmarkar, har hon og Brandur
búðu í 3 ár. Tey komu síðan heim
aftur til Føroyar og vóru her í nøkur
ár, til tey gjørdu av at flyta til Ís-
lands.
Sigrid eigur ein son, sum hevur
búð í Íslandi í mong ár og arbeiðir
sum
maskinverkførari.
Yngri
beiggi hansara, sum eisini er
maskinverkførari, býr í Havn. Elst
av teimum er Ingun, sum hevur
læraraútbúgving.
Til tykkum, ið eftir sita í hesi
syrgiligu løtu, vil eg at Harrin
gevur tykkum styrki til at liva
víðari. Eg vil hervið lýsa frið yvir
mína elskaðu systir.
Heilsan
Tórhallur
Fuglafjørður 31. august
Til minnis um systur mína Sigrid
Sigrid og maðurin, Brandur
Í mai 2005 tók Benny
Ejdesgaard í Havn prógv
sum koyrilærari á Dansk
Kørelærerskole.
Hesin
skúli verður mettur sum ein
tann fremsti innan sítt øki í
Danmark.
Benny hevur stovnað
koyriskúlan KOYRILÆR-
ARIN, og mánadagin 12.
september byrjar fyrsta
skeiðið.
Frá komandi viku av
kemur heimsíðan hjá koyri-
skúlanum at virka, og tá ber
til lat fáa upplýsingar um
koyrifrálæru og annað í
hesum sambandi á:
www.koyrilararin.fo
Benny sigur, at tey ið
vilja ogna sær koyrikort til
persónbil kunnu tekna seg
til at byrja mánadagin 12.
september við at ringja á
tel. 212001.
Benny Ejdesgaard nýggjur koyrilærari
12. september 2005 byrjar fyrsta skeiðið hjá Benny Ejdesgaard, sum er útbúgvin koyrilærari á
Dansk Kørelærerskole
Mynd: Jens Kristian Vang
Alarmsentralurin 1-
1-2 hevur tikið nýggja
tøkni í brúk fyri enn
betur at tryggja sam-
skiftið við borgaran.
Talan er um eina
telduskipan, sum
sjálvvirkandi goymir
allar telefonsam-
røður, sum fara fram
um alarmsentralin
TÍÐINDASKRIV
Alarmsentralurin
krevur
støðuga útbygging fyri at
nøkta tørvin frá samfe-
lagnum, eins og verandi
tøkni skjótt gerst átíðar-
hóskandi og í ringasta føri
óálítandi.
Fiskimálaráðið, sum hev-
ur samskipandi ábyrgdina
fyri tilbúgving í Føroyum,
hevur fíggjað skipanina,
sum nú er sett í verk. Tekn-
iska loysnin er framd, tí
bandupptøkuskipanin, sum
higartil hevur verið nýtt,
ikki sampakkar við sein-
astu dagføringarnar av tele-
fonskipanini á alarm-sen-
tralinum. Eisini verða upp-
lýsingar um dagfesting og
klokkutíð goymdar.
Persónar, sum eru í neyð-
støðu, eru ikki altíð førir
fyri at siga greitt, hvat er
áfatt ella hvar tey eru – ella
hava tey einfalt ikki stundir
til tess. Tí er umráðandi at
tryggja samskiftið við tey.
Tað kann nýggja skipanin.
Lætt og skjótt er hjá vakt-
leiðaranum á alarmsentral-
inum at avspæla eina sam-
røðu fyri á tann hátt at
tryggja sær, at boðini eru
rætt skild og at rætta hjálp-
in er umbiðin.
Nýggja skipanin verður
somuleiðis brúkt til at
skjalprógva alt samskifti,
sum fer fram um alarm-
sentralin.
Skjalprógvaða
samskiftið kann á henda
hátt nýtast í sambandi við
eftirmetingar ella um kært
verður um virksemið á
alarmsentralinum. Skipan-
in hevur pláss til at goyma
samskiftið,
sum
verið
hevur seinasta árið.
Føroya Tele hevur staðið
fyri arbeiðinum við nýggju
dokumentatiónsskipanini.
Føroya Tele hevur sambært
loyvinum at reka fjarskifti
skyldu at tryggja, at upp-
kall til alarmsentralin koma
fram í telefonkervinum. Í
hesum sambandi setti Før-
oya Tele herfyri upp nýggj-
an verkslara, neyðstreym-
útgerð
o.a.
á
alarm-
sentralinum.
Fiskimálaráðið og Før-
oya Landfúti arbeiða fram
ímóti øðrum loysnum í
samsvari við frágreiðing-
ina, sum í mars 2003 varð
gjørd
undir
heitin-
um»Tilbúgvingarverkætlan
Føroya«.
Næsta
stigið
verður at gera tøkniligar
ábøtur á skipanina, sum
alarmsentralurin nýtir, tá
t.d. sløkkilið og bjarg-
ingarfeløg verða tilkallað í
sambandi við eldsbruna og
aðrar vanlukkur.
Alarmsentralurin
nýggja tøkni
www.sosialurin.fo