leygardagur 3. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 167 - 3. september 2005
Nýtt frá Bókadeildini:
Úlvsbróður
Úlvsbróðir er fyrsta
bók av seks í bókar-
røðini Krýnikur úr
døkkari fortíð. Døkka
fortíðin er fyri fleiri
túsund árum síðan, tá
fólk vóru veiðarar og
savnarar
"Tá eg var tíggju ár, ynskti
eg mær ein úlv. Og ein boga
og píl, og eitt hálsband við
djóratonn í, sum steinaldar-
fólk. So vaks eg til, og
mangt broyttist - men ikki
so øgiliga nógv." Soleiðis
sigur rithøvundurin, Mich-
elle Paver, sum ongantíð
misti hugin at granska livi-
hátt og umstøður í steinøld-
ini. Hon hevur sett seg sera
væl inn í plantu- og djóra-
lív, og hvussu fólk hava
hugsað á teimum døgum.
Hetta setur eisini sín dám á
bók hennara Úlvsbróðir,
sum, umframt at verða sera
spennandi, verður mett at
vera eitt skrivligt valaverk.
Høvuðspersónurin Torak
verður hetja, ikki tí hann
vil, men av neyð. Hann
hevur sæð pápan verða
dripnan av einum illum
anda í bjarnarkroppi, sum
verður óndari og óndari,
sum tíðin líðir. Pápin
megnar í deyðsløtuni at
greiða Toraki frá tí, hann
noyðist at gera fyri at
bjarga øllum: hann noyðist
eina langa ferð at lokka
bjørnina til fjallið hjá
heimsandanum fyri at gera
enda á henni.
Úlvsbróðir kom út í
Onglandi í 2004 og hevur
fingið sera góð ummæli og
er nógv lisin. Og longu nú
kunnu børn og ung ogna
sær bókina á føroyskum.
Michelle Paver hevur
áður skrivað til vaksna les-
aran, men við hesum bók-
unum er hon vorðin kend
um allan heim. Tá ið enska
forlagið slapp at lesa
bókina, skrivaðu tey alt fyri
eitt sáttmála við rithøvund-
an um seks bøkur, sum
snúgva seg um Torak og
lívið sum veiðari og savnari
í Norðurevropa fyri fleiri
túsund árum síðani. Síðani
eru rættindini til bóka-
røðina seld um allan heim.
Bergur Rasmussen hevur
týtt Úlvsbróður úr enskum.
ave
MjúS visti ikki, at
Saybia samráddist
við suðuroyingar
Sambært Katrini
Petersen talskvinnu
fyri MjúS, vistu tey
einki um, at Jóan-
søkufestivalurin
hevði havt samband
við Saybia um at
spæla har, tá avtalan
var gjørd við danska
bólkin
FESTIVALAR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tróndur Enni fanst í
Planet blaðnum, ið liggur í
hósdags-Sosialinum, harð-
liga at fyriskiparunum av
MjúS fyri at hava víst
ljótan atburð við at bjóða
Saybia meira pening enn
Jóansøkufestivalurin hevði
bjóðað fyri at fáa bólkin at
spæla hjá sær.
Tróndur Enni finnist
eisini at MjúS fyriskipar-
unum fyri at hava lagt
festivalin
á
Jóansøku.
Katrin Petersen vísir á, at
tá tey valdu dagfestingina
á MjúS, lá einki tónleika-
tiltak í Suðuroy. Tey vistu,
at jóansøka var, men
mettu, at ein oyggjarstevna
og ein tónleikafestivalur
væl klára at deila eitt viku-
skifti. Hetta vísti seg eisini
at vera rætt mett, sigur
Katrin. Tí Jóansøkuhaldið
í Suðuroy var sambært So-
sialinum sera væl vitjað.
Nógv tiltøk vóru kring
landið jóansøkuvikuskift-
ið. Millum annað var
heimskendi gospelsangar-
in Russ Taff í Føroyum
hetta vikuskiftið og hevði
tvær konsertir. Katrin Pet-
ersen skilir ikki, at tað
skal vera so nógv »ljót-
ari« at gera eitt tónleika-
tiltak á Sandi enn í Havn
og Runavík. Hon undrast
tí, hon hevur ikki hoyrt
eitt øvugt orð frá Tróndi
Enni um tey, sum fingu
Russ Taff til Føroya.
Hon heldur tað er sera
harmiligt at hoyra henda
tónan brúktan um MjúS -
og púra óneyðugt eisini.
Tí bæði Russ Taff-kon-
sertirnar, MjúS og tiltakið
hjá Tróndi Enni fingu góð
skoðsmál í bløðunum, og
allir fyrireikarar søgdu
seg vera nøgdar.
Tróndur Enni segði við
Planet, at tað er tápuligt at
skapa sovorðið klandur,
og at vit hava ikki brúk
fyri split á føroyska tón-
leikapallinum. Hesum er
Katrin Petersen samd í.
Hon sigur, at føroyski
tónleikapallurin
hevði
onga ætlan um at fara til
Suðuroyar á jóansøku -
Har var onki tónleikatil-
tak! Ikki fyrr enn tíðindini
frættust, at teir 1500
íbúgvarnir í Sandoynni
ætlaðu at savna allar
kreftir at fáa oynna við í
føroyska tónleikalívið, og
bjóða teirra serstaka um-
hvørvi fram sum pall.
Katrin Petersen sigur
harumframt, at Tróndur
Enni sjálvandi kann halda,
at sandingar eru »øgiliga
ljótir« - men heldur, at
bæði Sosialurin og Trónd-
ur sjálvur eiga at síggja, at
sovorðið orðalag á prenti
er hinumegin markið fyri
sømiligum úttalilsum.
Fløguút-
gáva og
konsert
flutt
Konsertin hjá Lenu í
Krudttønden er flutt til
týsdagin 18. september kl.
21.00. Hetta hendur í
sambandi
við
at
útgávudagurin av eini
nýggjari og betri útgávu
av "Can’t Erase it" á
danska marknaðinum er
fluttur til 17. oktober.
Nýggja
útgávan
av
"Can’t Erase it " er bygd
á føroysku útgávuna, Óli
Poulsen hevur saman við
Lenu og Niklas arbeitt 3
vikur í summar, við at
gera fløguna klára. Um-
framt onkrar broytingar
er okkurt nýtt lag á henni.
SPÆL
Settlers er eitt spæl, ið
nógv hava tikið til sín her í
Føroyum - bæði ung og
gomul. So nógv, at nú
verður tikið stig til eitt før-
oyameistaraskap í Settlers.
Vinninganir eru ikki at
forsmáa: nummar 1 og 2 í
kappingini vinna luttuøku
í Heimsmeistaraskapinum
í Settlers, sum verður í
Essen í Týsklandi 14.-16.
oktober. Ikki færri enn 31
lond luttaka til hetta HM,
eitt nú Japan, Taiwan,
USA og Ísland. Ferðing til
Essen og gisting í Essen
er íroknað vinninginum.
FM verður í Bridgehús-
inum í Havn leygardagin
24. sept. Spælt verður við
altjóða reglum og verða
tær útvíðkaðu útgávurnar
av Settlers ikki nýttar.
Man kann tekna seg við at
senda ein teldupost við
navn, búðstað og tele-
fonnummar
til
settlers@kallnet.fo
Leggjast kann afturat, at
luttakarinum mugu verða
fyltir
18
ár,
og
at
luttakaratalið
er
avmarkað.
FM í Settlers
Lucy Cousins: Ha-ha,
Malja
Bókin til tey minstu er um
músina Malju og vinir
hennara.
Ein klaffabók sum for-
telur um, hvat fær Malju og
vinirnar hjá henni í gott lag.
Niels
Jákup
Thomsen
hevur týtt bókina úr ensk-
um, hon er ætlað børnum
frá 0-3 ár og kostar 45 kr í
bókhandlum.
Franz-Joseph
Huainigg: Føtur mínir
eru koyristólurin
Ein myndabók um gentuna
Margit, sum má brúka
koyristól sum føtur, men
als ikki vil hava nakran at
taka synd í sær.
Margit sleppur til handils
fyri mammu sína og er
ógvuliga errin. Hennara
handilstúrur er nógv øðr-
vísi enn hjá einum við ong-
um breki, og so er hann
eisini spennandi og hug-
vekjandi.
Ein viðkomandi bók um
at bera brek, um tolsemi,
hjálpsemi og at viðurkenna
at hóast tú ber brek, hevur
tú tað líka stuttligt og líka
keðiligt sum hini.
Lydia Didriksen týddi úr
týskum. Bókin er 24 bls.
Verena
Ballhaus
hevur
myndprýtt og hon fæst til
keyps fyri 95 kr.
Annika Thor: Kitlar í
búkinum Klumpur í
hálsinum
Bókin er sjálvstøðugt fram-
hald av bókini Reytt hjarta
Bláur firvaldur, ið er um
Alvu, sum verður so ótrú-
liga góð við Viktor.
Í hesari bókini eru tey
aftur komin í skúla og eru
fegin um at hittast aftur,
men fer kærleikin at halda
teirra millum?
Bókin er 121 bls. við
svørt/hvítum
vøkrum
myndum og er væl egnað til
7-9 ára gomul børn. Karl
N. Hansen hevur bókina, og
hon kann keypast fyri 140
kr í bókhandlum.
Eoin Colfer. Artemis
Fowl II Niður og norð
Onnur bókin um kriminella
flogvitið Artemis Fowl. Ein
high-tech fantasy bók í
besta James Bond stíli.
Munurin er bert tann, at her
eru tað tey fornisku, sum
hava tøknligu vitanina og
førleikarnar, og Artemis
hevur brúk fyri teirra
serkunnleika fyri at bjarga
pápa sínum.
Sjálvur
sigur
Eoin
Colfer, at hann altíð hevur
verið hugtikin av, hvussu
børn klára seg í løgnum
umstøðum; hetta er aftur-
vendandi evni í skaldskapi
hansara, og umstøðurnar
hjá Artemis, tá ið hann fer
undir bjargingina, eru av
sonnum løgnar.
Bergur Rasmussen hevur
týtt úr enskum. Bókin er
285 bls, heft við klaffum og
kostar
150
kr
í
bókhandlum.
Nýggjastu bøkurnar frá
Bókadeildini