Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 17 cˆo^o^pbqofÓ gÉâ~ê~ÖĞí~= NM=•= q³êëÜ~îå gçÜå=^ K=` Üêáëíá~åëÉå âçóêáäŽê~êá íÉä=O N= QT=T R pí~åäÉó=^ K=l äëÉå âçóêáäŽê~êá íÉä=O N= NM=V V hçóêáJ âçêí\ = =q ÉçêáëâÉá×= íáä= ãçíçêëİââäì Äóêà~ê íĆëÇ~Öáå= SK= ëÉéíÉãÄÉê âäK= NVKPM Á Hjalla 15 – Hoyvík Telefon 31 58 90 Telefax 31 04 68 Mail eli@alma.fo Yamarin bátar Yamarin 4410 Við Yamaha 20-40hk Yamarin 5820 Við Yamaha 80-150hk Longd 435 cm Breitt 180 cm Vekt ca. 300 kg Longd 573 cm Breitt 220 cm Vekt ca. 740 kg Les meira á www.yamaha-motor.dk Sjónleikurin: "Úlhams Søga" Leikstjóri: Maria Ellingsen Leikmynd: Snorri Freyr Hilmarsson Búnar: Helga I. Stefánsdóttir og Bergtóra Magnusdóttir Ljósseting: Bjørn Bergstein Guðmundsson Tónleik: Eivør Pálsdóttir UMMÆLI Dagny Joensen Tá palltjaldið, sum ikki var har, fór frá í Norðurlanda- húsinum, har leikurin »Úlf- hams Søga« var sýndur fyrstu ferð hóskvøldið, fóru leikarar undir ein leik við rytmiskum tónum, dansi - og taluframførslu, sum setti áskoðararnar aftur í frum- tíðina, samstundis sum hann førdi okkum inn í framtíðina við síni skap- andi megi. Leikurin er í innihaldi sum ein hvør menniskjans- lig søga, har tað góða berj- ist við tað ónda. Ein søga um kærleik og hatur, um at vinna vald, gand og yvir- trúgv, bardaga og vónloysi. Pallmyndin er sera ein- føld í fyrstuni. Tríggjar beinarøðir hanga undir loftinum og á pallinum ein hálvkúla, sum í leikinum kann vera jarðarknøtturin, men eisini valkyrjaheygg- urin, har tær vápnaðu moyggjarnar hjá Óðini valdu teir út, sum skuldu doyggja í bardaga. Einfalda pallmyndin verður sum frálíður til ein listarliga uppliving, sum í sjálvum sær er nóg mikið til, at áskoðarnir hava úr at gera við at eygleiða nýggjar pallmyndir, sum daga und- an her og har, so hvørt sum leikur fer. Alt hetta er undirbygt av eini ljóð- og ljósførslu, sum vit ongantíð áður hava hoyrt ella sæð í Føroyum. Hartil komu pallbúnarnir, sum saman við øllum hinum settu dám á leikin, so tú hugsar, at hetta eins væl kundi verið um indiánarnar í Ameriku, ella samuraiar í Japan, sum um íslendska søgn - menn- iskjuni eru menniskju allastaðni. Eivør var grundar- steinurin Fyrsti leikarin trínur fram á pallinum í nútíðarklæðum og blakar jakkan. Aftan á hann dagar Eivør Pálsdóttir sum ein frumkvinna fram úr tokutámi og leggur til brots við síni sermerktu, gandakendu rødd og rýtm- um, sum heldur leikinum uppi teir tveir tímarnar leikurin er. Síðani fer Eivør Páls- dóttir til viks á pallinum, har eitt nú trummur og onnur ljóðføri standa. Tú hugsar, at gøtugentan er høvuðsleikari, hóast hon situr myrkaløgd á síðu- linjuni. Fyri nærum fullsettum sali fer leikur fram, og neyvan hoyrist eitt kis í salinum, hóast fleiri børn vóru áskoðarar. Øll sótu sum rúnarbundin og eyg- leiddu tað, sum fór fram á pallinum. Kanska noyddust áskoðararnir at miðsavna seg um taluna, av tí at hon var framførd á íslendskum máli, sum ikki allir føroy- ingar eru so kringir í. Tað sakaði tó einki, av tí at leikarnir við sínum kropsrørslum søgdu søguna so væl, eins og fylgitón- leikurin og røddin hjá Eivør var grundarsteinurin í søgugongdini. Dramatisku hendingar- nar vóru í nógvum førum ógvuliga stórfingarnar og framførdar við teatralskum rørslum og røddum, sum bert íslendingar til fulnar megna, uttan at tað tó kennist uppgjørt. Íblástur til okkara listaumhvørvi Tað er fyrstu ferð í okkara leikumhvørvi, at vit hava verið áskoðarar til eina totalframførslu. Oftani verður sagt, at veruligalist er hon, sum verður til í løtuni, og sum ikki kann endurskapast. Tað er bert løtan sum telur, um tað skal hilnast. Tað var henda framførslan besta dømi um. Ivaleyst vóru nógvir áskoðarar komnir at hoyra Eivør Pállsdóttir, tí hon hevur nógvar trúgvar fjepp- arar her á landi. Tað er ótrú- ligt sum hennara rødd spennir víða og hvussu góð empatisk evnir hon hevur at liva seg inn í søgugongdina við sínum tónasnildi. Tað hevur ivaleyst heldur ikki gjørt uppgávuna minni áhugaverda, at Maria Ell- ingsen, leikstjóri, hevur mammu úr Føroyum. Tær báðar hava tað til felags, at tær hava røtur í Føroyum og kunnu á sín serstaka hátt byggja brúgv millum lond- ini bæði. Samanumtikið ein hug- takandi uppliving, sum vónandi gevur okkara leik- listaumhvørvi íblástur. Sansalig totaluppliving