Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 167 - 3. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Eig at bora norðanfyri Í fleiri ár hava norðmenn bíðað við at fara undir olju- vinnu í Barentshavinum, tí mótstøðan hevur verið so stór, men soleiðis er ikki longur. Ein nýggj meiningakanning vísir, at í dag eru bara 20 prosent av norðmonnunum ímóti oljuvinnu í Barents- havinum. Tað áhugaverda við kanningini er kanska, at í Finnmørkini svaraðu øll tey spurdu, at oljufeløgini eiga at fara undir vinnu í Barentshavinum. Ikki ein einasti har var ímóti. Eisini í Rogalandi, sum er týðandi olju- øki, var stórur meiriluti fyri at loyva oljufeløgunum at bora norðanfyri. Politikararnir hava verið varnir, tí teir bera ótta fyri, at oljuvinnan kann órógva fiskin í Barentshavinum. Upp undir stórtingsvalið í heyst hava serliga flokkarnir á vinstravonginum mælt frá oljuvinnu í Barentshavinum. Bensinið dýrt í USA Bileigararnir í USA ilskast í hesum døgum um, at tað er vorðið sera dýrt at fylla tangan. Í gjár kostaði ein litur av bensini knappar fimm krónur liturin, og tað er nógv í USA. Orsøkin til tann høga prísin er, at ódnin "Katrina" hevur lagt tey flestu oljureinsiverkini við Meksikanska Flógvan still. Summi hava fingið skaða, onnur standa undir í vatni, og tey flestu hava ongan streym. Bensinprísurin var hækkaður í USA, áðrenn "Katrina" kom, so hon hevur bara gjørt ilt verri. Sam- stundis ávara serfrøðingar um, at bensinið verður upp- aftur dýrari, enn tað er nú. Stovnurin Oil Price Informa- tion segði í gjár, at bileigararnir hava ikki merkt tað ringasta enn. Sagt varð, at tað er ikki ein spurningur, um bensinið verður dýrari, men heldur nær tað dýrkar, hvussu dýrt tað verður, og hvussu leingi tann høgi prísurin fer at halda sær. Sambært Oil Price Informatiuon er tað væl hugsandi, at bensinprísurin í USA fer at hækka eini 25 prosent eftir stuttari tíð. Burturfluttu breta Vápnaðir menn í Afghanistan burtuffluttu hósdagin ein bretskan verkfrøðing og tulk hansara. Løgreglan royndi at verja teir, og tríggir løgreglumenn lógu eftirá. Afghanski innanríkisráðharrin, Lafullah Mashal, vil vera við, at tað eru vanligir brotsmenn, sum hava burturflutt bretan, men løgreglan heldur, at tað var Taliban, sum skipaði fyri burturflytingini. Í gjár var framvegis einki krav komið frá burturflytarunum um møguligt loysigjald. Ein talsmaður hjá NATO-deildunum í Afghanistan segði í gjár, at NATO er sinnað at hjálpa afghansku myndugleikunum at finna bretska verkfrøðingin, sum arbeiddi við at halda vegin ímillum býirnar Kandahar og Herat har vesturi í Afghanistan við líka. Lótu fangar leysar Í gjár var tjóðardagur í Vietnam, og í tí sambandi gjørdu myndugleikarnir at geva 10.000 fangum grið. Teirra millum vóru fleiri fangar, sum Amnesty International hevur skrásett sum samvitskufangar. Ein teirra er Tran Van Luong, sum bleiv dømdur til deyða í 1988, tí hann hevði arbeitt ímóti myndugleikunum. Dómurin bleiv kortini seinni broyttur til lívlangt fongsul, men í gjár slapp hann leysur. Fleiri lond, teirra millum Noreg, hava javnan samrøður við vietnamesisku myndugleikarnar um sam- vitskufangarnar, og ætlandi verður ein fundur av hesum slagnum í Hanoi eina ferð í heyst, skrivar ANB. Í Danmark og Noregi er bensinið dýrkað sera nógv teir seinastu dagarnar. BENSINPRÍSUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað verður altsamt dýrari at koyra bil. Í Danmark er bensinprísurin hækkaður nógv teir seinastu dagarnar. Mikudagin hækkaði bensin við 95 oktan 58 oyru lituri- n, og í gjár komu 39 oyru omaná. Tað ber í sær, at danir noyddust at gjalda 11,14 krónur fyri ein litur av oktan 95 í gjár. Og sambært fjølmiðlunum kundi tað loysa seg at fylla tangan í gjár, tí ætlandi fer prísurin 30 oyru upp afturat í dag. Í oljulandinum Noregi er sama skilið. Í gjár lá prís- urin nógvastaðni oman fyri 12 norskar krónur fyri ein litur av oktan 95, og tann hægsta prísin hevði Aften- posten funnið norðuri í Tromsø, har ein litur kost- aði 13,95 krónur. Norsku bensinsølurnar siga, at stendur príshækk- ingin á altjóða oljumarkn- aðinum við, kann bens- inprísurin koma upp á 15 krónur. Brotsmenn í New Orleans gera sær dælt av ruðuleikanum aftan á ódnarveðrið. Tí eru túsundtals hermenn sendir til býin. Samstundis verða myndugleikar- nir lagdir undir vána- liga fyrireiking undan ódnini. Teir gloymdu tey fátæku NEW ORLEANS Árni Joensen fartekst@mail.dk Lógloysi valdar í New Orleans. Lík flóta í gøt- unum, summastaðnni eru bardagar ímillum brots- mannalið, og fleiri løg- reglumenn hava sagt upp. Sjúkrahúsini fáa hvørki mat ella heilivág til sjúk- lingarnar, og læknarnir siga, at bæði teir og sjúk- lingarnir mugu flytast úr býnum, kemur ikki annað skil á. Umleið 25.000 fólk eru stúgvað saman á einum ítróttarøki undir sera vána- ligum umstøðum. Um allan býin sløðast lík, og mynd- ugleikarnir hava ávarað um umfarssjúkur. Í gjár bað Kathleen Blanco, guvernørur, stjórn- ina í Washington senda 40.000 hermenn til býin at fáa skil á. Framman undan vóru nakrir hundrað her- menn komnir úr Arkansas, og 300 hermenn, sum júst vóru komnir aftur úr Irak, fingu boð um at fara beinleiðis til New Orleans. - Hermenninir hava fing- ið boð um at skjóta, so vit mkunnu fáa enda á lógloys- inum, segði guvernørurin. Vánalig fyrireiking Myndugleikarnir í Louisi- ana og Mississippi eru fyri hvøssum atfinningum, tí fleiri vilja vera við, at teir vóru alt ov illa fyrireikaðir til ódnarveðrið. Tað rakti serliga tey fátæku. - Tað kennist, sum at myndugleikarnir í New Orleans hugsaðu bara um tey, sum høvdu bil. Einki varð sagt um, hvussu hini kundu sleppa úr býnum, áðrenn ódnin kom, sigur Lloyd Dumas, professari á University of Texas við The Guardian. Hann er ikki tann einasti, sum fýlist á mynd- ugleikarnar. Fleiri onnur vísa á, at tá myndugleikarnir góvu fólki boð um at fara úr New Orleans, var tað eingin, sum hugsaði um tey, ið ikki høvdu bil. Har vóru eingir bussar, so tey, ið ikki kundu fara sjálvi, noyddust at verða verandi í býnum. -Tað er sera hugstoyt- andi, tí serliga í New Orle- ans eru nógv fátæk fólk, sum búgva undir sera vánaligum umstøðum. Tey áttu lítið, og nú eiga tey einki, sigur Michael L. Lo- max, stjóri á stovninum Negro College Found, við Los Angeles Times, sum skýrir ódnina "vanlukku teirra fátæku". Fleiri túsund deyð Enn veit eingin, hvussu mong mannalív "Katrina" hevur kravt, men tey flestu vænta, at talan helst er um fleiri túsund. Umleið 80 prosent av New Orleans stendur undir í vatni, og serfrøðingar hjá herinum hava roknað út, at tað fer at taka seks mánaðir at fáa vatnið úr býnum. Í grannastatinum Missis- sippi vita myndugleikarnir heldur ikki, hvussu mong eru deyð, men Harly Bar- bour, guvernørur, segði í gjár, at talan er um nógv fólk. Dýrt at koyra bil í grannalondunum Gloymdu tey fátæku Tey, sum ikki áttu bil, sluppu ikki úr New Orleans, áðrenn ódnin kom, tí myndugleikarnir gloymdu at lata bussar flyta tey burtur