Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 19 Magni Laksáfoss, limur í Búskaparráð- num, fekk ikki rúm fyri eini minniluta- viðmerking í frá- greiðingini. Tí hevur hann hesar viðmerk- ingar til frágreiðing- ina »Tøknilig menning og vælferð« Magni Laksáfoss Streymnes 26. august 2005 Orsøkin til hetta minniluta- álit er, at undirritaði ikki fekk loyvi til at fáa rúm fyri eini minnilutaviðmerking í frágreiðingini, har greitt varð frá støðuni hjá minni- lutanum til partar av frá- greiðingini. Av tí at talan var um týdningarmiklan (sentralan) part av frágreið- ingini, sum verður endur- givin nógva staðni í frá- greiðingini, kundi undir- ritaði ikki vera nøgdur við at sjónarmiðini ikki vóru endurgivin í frágreiðingini og noyddist tí at taka frá- støðu frá allari frágreiðing- ini, hóast semja er um stór- ar partar av frágreiðingini. Frágreiðingin frá Bú- skaparráðnum, tekur støði í: "hvør vakstrarstrategiin hjá myndugleikunum skal vera, um tann part- urin av "Visjón 2015" ætlanini hjá Landsstýr- inum, ið fevnir um bú- skaparvøkstur, skal hava ein møguleika fyri at eydnast" Orsøkin til ósemjuna er, at undirritaði ikki metir at ráðgevingin hjá ráðnum til Landsstýrið er nøktandi. Talan er bæði um undirrit- aði er: 1. ósamdur í nøkrum av punktunum í ráðgeving- ini. 2. ósamdur um at ráðini eru nøktandi fyri at kunna røkka málinum í Visjón 2015 um búskaparvøkst- ur, av tí at fleiri týdning- armikil evni als ikki eru viðgjørd. Sjálvsagt eru nógvar av- bjóðingar fram til 2015, men av tí at tað einans eru 10 ár fram til 2015 kunnu nakrar av stóru avbjóðing- unum síggjast longu í dag. Tískil er neyðugt at hyggja eitt sindur eftir hvørjar avbjóðingar eru fyri at kunna gera eina meting av hvørji tiltøk skulu til fyri at hava eitt enn meiri fram- komið samfelag í 2015. Serliga sær undirritaði fylgjandi stórar avbjóð- ingar fram til 2015: 1.Globaliseringin 2.Demografisku broytingarnar 3.Oljuprísurin Í frágreiðingini frá Búskap- arráðnum er einans globali- seringin viðgjørd. Fyri at geva eina fatan av, hví júst hesar avbjóðingar- nar hava stóran týdning, og hvaðan ósemjan um glo- baliseringina stavar, verður her komið nærri inn á týdningin av teimum hvør í sær. Viðmerkjast kann, at tað er fyri so vítt í lagi at av- marka frágreiðingina til globaliseringina, men sam- stundis átti frágreiðingin at nevnt onnur týdningarmikil evni fyri at gjørt tað greitt, hvat man avmarkar seg frá - hvørjar aðrar týdningar- miklar avbjóðingar samfe- lagið stendur framman fyri, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á búskaparvøkstur- in. 1. Globaliseringin Vanliga ávirkanin á samfe- løgini av øktu globaliser- ingini er, at "gamlar" vinn- ur flyta burtur til láglønar- lond, meðan "nýggjar" vinnur vera verandi og koma til í háglønarlondun- um. Tær "gomlu" vinnurnar eru oftast vinnur við nógv- um ófaklærdum fólki, so mynstrið hevur leingi verið, at ófaklærd størv flyta burt- ur, meðan faklærd størv verða verandi og mennast í framkomnu londunum. Nýggjasta trendin innan globaliseringina er tó, at útbúgvin størv eisini flyta til Kina, India og onnur lond - tvs. ikki einans ófak- lærdu størvini eru hótt. Tískil er vanliga upp- skriftin, sum flestu lond hava nýtt fyri at standa seg í globaliseringini, nevnliga útbúgving og gransking, ikki nøktandi longur. Onn- ur og meiri umfatandi átøk mugu til fyri at tryggja vøkstur og menning í okk- ara framkomna búskapi. Felags trendin hevur verið, at nýggju vinnurnar ikki koma til av sær sjálv- um, men mugu dragast til við einum hóskandi vinnu-, útbúgvingar-, granskingar- og skattapolitikki. Nøkur dømi eru um lond og øki sum hava klárað seg væl í globaliseringini - t.d. Írland og Oulu í Finlandi. Vit kunnu læra nógv av hesum økjum. Dømi úr Írlandi er væl kent, og er við í frágreið- ingini, so her verður í staðin komið eitt sindur longur inn á Oulu-dømið. Oulu liggur norðaliga í Finlandi og er ein býur/ región við uml. 200.000 íbúgvum, harav uml. 120.000 í býnum Oulu - hetta er nakað størri enn okkara 50.000, men tó ikki størri enn at økini kunnu samanberast. Fram til 1980 var høvuðsídnaðurin í økin- um træídnaður og jarn- málmur - tvs. tilfeingis- vinnur eins og okkara fiski- vinna. Vakstrarútlitini í Oulu vóru vánalig og áhaldandi fráflyting var úr økinum. Í 1984 valdi kommunan í Oulu at satsa uppá eitt vinnu-tyssi, sum hon helt verða eitt møguligt fram- tíðar alternativ til gomlu vinnurnar. Oulu skuldi vera "City of technology" og orka varð sett inn at um- skipa umhvørvið í Oulu til at vera meiri rættað móti tøkni. T.d. umskipaði uni- versitetið seg við eini størri tøkni-deild, meðan komm- unan bygdi "Technopolis", sum er ein granskarapark beint við síðuna av uni- versitetinum. Technopolis leigaði kontórir út til pri- vatar fyritøkur, sum kundu njóta gott av synergi-effekt- unum av at aðrar fyritøkur og universitetið vóru í sama umráði. Technopolis er í dag privatiserað, og eigur tað almenna einans umleið 10 prosent av partabrøv- unum í felagnum - ætlanin er eisini at selja síðstu 10 prosentini. Stór orka bleiv løgd í at fáa eitt gott samspæl mill- um universitetið og privatu virkini, fyri at tryggja, at hugskotini ikki einans end- aðu í skuffum á universitet- inum, men komu út til vinnuna. Hóast Oulu traditionelt var eitt øki við træídnaði og jarnmálmi, mentust fyri- tøkurnar og summar gjørd- ust heilt stórar - m.a. er heimskenda og heimsum- fatandi Nokia eitt av úrslit- unum av strembingunum hjá Oulu. Nokia og umleið 7 aðrar líknandi risafyri- tøkur eru í dag fluttar út úr Technopolis og hava egnar bygningar í Oulu. Techno- polis húsar í dag umleið 220 fyritøkum í øllum støddum. Ráðgeving frá minniluta: Undirritaði metir at tað er avgerandi neyðugt fyri ein lítlan búskap við avmark- aðum tilfeingi at velja ávís vinnutyssi, og kann sostatt ikki taka undir við partin- um um vinnutyssi í frá- greiðingini, har ráðgeving- in er at halda seg burtur frá satsingum á einstøk vinnu- tyssi. • Vit eiga at velja vinnu- tyssi at satsa uppá - eins og Oulu valdi "City of technology" • Vit eiga at menna út- búgvingar innan tey tyssi vit velja • Vit eiga at granska meiri innan tey tyssi vit velja • Vit eiga at umskipa um- hvørvið eftir valið av tyssum - td. umlegging av vinnu- og skattapoli- tikkinum og fáa neyðuga infrastrukturin til vega (m.a. neyðugu bygning- arnar) Ráðgeving í frágreiðingini: Fyri at kunna vísa á munin millum meirilutan og minnilutan í Búskaparráð- num, verður ráðgevingin frá meirilutan stutt endur- givin her: • Vit eiga ikki at satsa uppá vinnutyssi • Meiri útbúgvingar - men ikki velja einstakar út- búgvingar framum • Meiri gransking - men ikki velja einstøk økið framum Sum sæst er grundleggj- andi munur á ráðgevingini í frágreiðingini og undiritaða - tískil kann undirritaði ikki taka undir við ráðgevingini í tí partinum av frágreiðing- ini. 2. Demografisku broytingarnar Føroyska samfelagið stend- ur framman fyri stórum broytingum á demografiska økinum. Talan er um broyt- ingar sum koma sum av- leiðing av broyttum burð- artíttleika, flytimynstri og øðrum, sum er hent í søgu- liga tíðarskeiðnum. Myndirnar niðanfyri vísa nakrar av broytingunum: Sí mynd 1. Sum sæst á myndunum, er vøksturin í fólkatalinum í Føroyum um at vera av og fólkatalið sær út til at leggja seg millum 50.000 og 53.000 - alt eftir um talan verður um til- ella fráflyting komandi árini. Í framskrivingini er roknað við ávísari fráflyting orsak- að av minkandi búskapar- vøkstri, tískil liggur hædd- arpunktið á fólkatalinum á uml. 50.000 á myndini. Hóast talan er um null- vøkstur í fólkatalinum merkir hetta ikki at allir aldursbólkar hava somu gongd. Arbeiðsmegin (her roknað sum 25 - 64 ár) veksur nakað afturat og steðgar um 24.500 - um talan verður um fall í arbeiðstyrkini eftir ár 2030 eins og á myndini er ilt at meta um, talan er einans um leysliga framskriving fyri árini eftir 2015. Barnatalið hevur verið stabilt og minkandi sein- astu árini og henda gongdin sær út til at halda áfram. Tískil skulu vit ikki rokna við stórum neyðugum útreiðslum innan hetta økið komandi árini. Talið av pensjónistum (her roknað sum 65 ár og eldri) liggur í dag um góðar 6.000 og roknast kann við knøppum 8.000 pensjónist- um í 2015. Umleið ár 2035 er talið av pensjónistum komið á hæddina við um- leið 11.000 pensjónistum. Her er roknað við at livi- tíðin økist nakað sum frá líður. Talan er sostatt um eina stóra øking av fólka- talinum innan eitt øki sum ikki er væl útbygt í dag. Vit mangla jú sum kunnugt ellis- og røktarheim, sam- býli og onnur tilboð til eldri, samstundis sum okk- ara pensjónskipanir ikki allar eru tíðarhóskandi. Samanumtikið er størsta demografiska avbjóðingin, at vit í Føroyum ikki hava nøktandi skipanir til at taka okkum væl av okkara eldri fólki og hetta kann gerast ein størri avbjóðing fyri samlaða samfelagsbúskap- in enn vit geva okkum far um í løtuni. 3. Oljuprísurin Óvanliga stór semja er millum leiðandi serfrøð- ingar runt um í heiminum, at tíðarskeiðið við bíligari olju er av. T.d. lýsir olju- Viðmerking til frágreiðing Búskaparráðsins Mynd 1 Framhald á næstu síðu