leygardagur 3. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 167 - 3. september 2005
felagið
Chevron-Texaco
við fylgjandi tekstinum:
''the era of easy oil is over''
og javnan eru greinar í
vísindaligum tíðarritum við
heitum sum "The end of
cheap oil".
Íløgubankin Goldman-
Sachs hevur júst hækkað
sína meting av botninum
fyri framtíðar oljuprísinum
úr 45 upp í 60 dollarar fyri
tunnununa, meðan IMF
sigur, at oljuprísurin fer at
vera høgur - ikki einans á
stutt sikt, men eisini uppá
longri sikt.
Tekin eru sostatt um, at
samfelagið má venja seg
við ein munandi hægri
orkuprís, serliga tá talan er
um olju - (hetta væntast tó
at hava smittandi ávirkan á
aðrar orkukeldur sosum
tungolju, gass og kol).
Myndin vísir oljuprísin í
tíðarskeiðnum 1946-2005.
Svarta linjan (niðara linjan)
vísir nominella oljuprísin,
meðan reyða linjan (ovara
linjan) vísir oljuprísin tá
hædd er tikið fyri inflatión-
ini. Mynd 2.
Sum sæst, var oljuprísurin í
1979 umleið $38 meðan
hann í juli 2005 var $52
fyri tunnuna. Vit kundu tí
trúð, at oljuprísurin átti at
hava elvt til eina búskapar-
afturgongd eins og tað sum
oljukreppurnar í 70’unum
evldu til. Men tá vit taka
hædd fyri inflatiónini var
oljuprísurin í 1979 $96,81 í
dagsins prísum - tvs. at
oljuprísurin í dag einans er
helvtina av prísinum í 1979
tá hædd er tikin fyri in-
flatiónini. Hædd má eisini
takast fyri, at búskapar-
vøkstur hevur verið, so-
leiðis at fólk í dag hava
betur ráð til at gjalda meiri
fyri
oljuna
enn
í
1970’unum og 1980’unum.
Harumframt eru nakrar
aðrar orkukeldur komnar til
í dag, sum gera okkum
minni heft at oljuni. Sam-
anumtikið skal oljuprísurin
væntandi upp um $100
áðrenn vit kunnu rokna við
eins stórari afturgongd sum
við
oljukreppunum
í
1970’unum.
Spurningurin er tó, um
oljuprísurin fer at falla aftur
ella um hann veruliga fer
upp um $100. Her er tað at
forsagnirnar frá serfrøð-
ingunum siga okkum, at vit
skulu rokna við einum
munandi hægri oljuprísi
enn í dag - summir siga at
vit um nøkur ár fara at tosa
um teir góðu gomlu dagar-
nar tá oljan einans kostaði
$100 fyri tunnuna.
Nógvar ymiskar forsagn-
ir eru gjørdar fyri, hvussu
ymisku londini fara at
merkja vaksandi oljuprísin.
Flestu analysurnar taka
støði í verandi samfelags-
bygnaði og hyggja eftir
hvussu einstøku vinnurnar
og húsarhaldini verða rakt.
Nógvir serfrøðingar meta
tó, at talan er um størstu
avbjóðing móti heimsbú-
skapinum í nýggjari tíð.
T.d. sigur oljuserfrøðing-
urin Dr. Colin Campbell, at
talan er um eina størri
avbjóðing enn menniskjan
nakrantíð áður hevur staðið
yvirfyri.
Eingin ivi er um, at flestu
vinnurnar í Føroyum verða
raktar av høga oljuprísinum
- sjálvt um vit sjálvandi
mugu vóna, at tað ikki
verður eins ringt og ring-
astu forsagnirnar leggja
upp til.
Av tí at talan er um eitt so
álvarsligt evnið fyri kom-
andi árini, er neyðugt at
hyggja munandi betur eftir
forsagnunum hjá serfrøð-
ingunum
um
framtíðar
oljuprísin og at meta um
avleiðingarnar fyri før-
oyska samfelagið av vaks-
andi oljuprísi.
Niðurstøða
Vónandi gevur hetta álitið
eina fatan av, at undirritaði
ikki metir, at viðgerðin hjá
Búskaparráðnum av partin-
um um búskaparvøkstur í
Visjón 2015 hjá Landsstýr-
inum er nøktandi og í ávís-
an mun gevur eina ráð-
geving sum er beinleiðis
skeiv.
Tískil kundi undirritaði
ikki taka undir við frágreið-
ingini.
Mynd 2
Framhald av síðu 19