Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nógv bendir á, at Mortan úr Hørg fær stórt herðaklapp frá venjarunum eftir frálíka avrikið móti Kypros LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Bethune, Frakland: Í einum dysti, sum helst meira verð- ur mintur fyri vánaliga úr- slitið, heldur enn tey - hóast alt - positivu elementini í føroyska spælinum, var Mortan úr Hørg stóra ljós- punktið, tá Føroyar á heimavølli taptu 3-0 fyri Kypros. Og tað er eisini nógv, sum bendir á, at sumbing- urin fær eitt veldugt herða- klapp fyri avrikið ta ferð- ina. Leikbannið hjá Johan Byrial Hansen hevur so undir øllum umstøðum við sær, at ein nýggjur maður skal setast á høgra bakk- plássið, og nógv talar fyri, at tað verður Mortan, sum fær hesa uppgávuna. Atli Danielsen er uttan iva eisini eitt alternativ til plássið, men avrikið seinast saman við skjótleikanum hjá Mortani tykjast bera við sær, at tað verður hann, sum fær stóru uppgávuna at halda í teymunum á Thierry Henry, sum helst verður á vinstra veingi í eini fransk- ari 4-3-3 uppstilling. Ein uppstilling, væl kann telja ein miðvøll við Makalele, Vieira og Zidane… Tættan miðvøll Júst sterki franski miðvøll- urin ger, at tað væl kann hugsast, at føroyski mið- vøllurin verður settir øðr- vísi saman, enn hann so oftani fyrr hevur verið. Sæð burturi frá høgra bakk- plássinum, so gevur restin av verjuni seg meira ella minni sjálva, eins og tað kann roknast við, at Jákup Mikkelsen verður aftur í málinum. Við einum øðrvísi mið- vølli verður tosað um eina formatión, har teir báðir kantarnir verða drignir nærri móti miðjuni, og tí er væl hugsandi, at Rógvi Jacobsen fær uppgávuna vinstru-megin, og at Claus Bech Jørgensen so verður tann meira framrættaði av sentralu monnunum. Hin maðurin mitt fyri verður uttan iva Fróði Benjamin- sen, meðan Jákup á Borg so helst fær plássið høgru- megin. Eisini her kann Atli Danielsen vera eitt alterna- tiv, men vit gita, at hann sleppur at byrja á beinkin- um hesaferð, eins og Símun Samuelsen, Heðin á Lakj- uni og Ingi Højsted helst eisini gera tað. Serliga Inga høvdu nógv roknað við at sæð á vøllinum móti Kyp- ros seinast, men tá hann ikki varð royndur ta ferð- ina, verður neyvan ráð til eksperimentir av nøkrum slag, nú mótstøðan er so ræðandi sterk. Og tað merkir so, at talan hóast alt verður um tveir áleyparar, og koma hesir uttan iva at eita Andrew av Fløtum og Todi Jónsson. Her skal Andrew ivaleyst í gamla leiklutin hjá John Petersen, soleiðis at skilja, at hann verður maðurin,s um skal leita langt aftur á vøllin og stuðla miðvøllin- um, meðan Todi so er tann, sum bólturin kann stingast til í vónini um, at hann kann renna bæði Thuram og aðrar av. Tað gevur so fylgjandi uppstilling, sum tó bert skal síggjast sum okkara boð: Jákup Mikkelsen - Mortan úr Hørg, Óli Jo- hannesen, Jón Rói Jacob- sen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen, Rógvi Jacobsen - Andrew av Fløtum, Todi Jónsson. Ætlaða skiftið gjørd- ist av ongum í 2003, men nú Todi aftur er í Lille, er hann til reið- ar at geva fronsku heimsstjørnunum ein skarpan gang FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Bethune, Frakland: Fyri hálvum triðja ári síðani tóktist tað vera veruleiki, at Føroyar skuldu eiga ein spælara í fremstu fronsku fótbóltsdeilini. Lille var felagið, sum sýndi Toda Jónsson stóran áhuga, og tað eydnaðist eisini at koma ásamt við spælaran um persónligu treytirnar í einum sáttmála. Ein sátt- máli, sum tó varð av ong- um, tá FCK ikki vildi sleppa spælaranum eins bí- liga, sum Lille vildi hava hann fyri. Saman við restini av før- oyska hópinum kom Todi Jónsson so til Lille miku- dagin, og tá tosað verður um handilin, sum bleiv av ongum ta ferðina, er tað ikki frítt, at hann hevur hug at iðra seg eitt sindur. - Tað hevði sjálvandi verið ein spennandi uppliv- ing, um tað kundi latið seg gjørt ta ferðina, men tað er so ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um dagliga. Fel- øgini kundu ikki koma ásamt um treytirnar sína- millum, og sjálvandi var eitt sindur vónsvikin av FCK. Teir vildu jú ikki loyva mær at spæla, og teir vildu heldur ikki loyva mær avstað, so tað var ein heldur keðilig støða at standa í eftir tey fimm-seks árini, sum eg tá hevði verið í fel- agnum. Beinini hava tað gott Hesa ferð er uppgávan tó øðrvísi. Ein dystur móti einum av teimum heilt stóru fótbóltstjóðunum í heiminum, og í øllum før- um ein dystur, sum er størsta avbjóðingin, sum Todi hevur verið við til at lyft á landsliðnum. - Tað kann mann væl siga. Hatta er helst besta landsliðið, sum vit koma at spæla ímóti, so tað verður ein spennandi uppliving hjá okkum. Eru fyrireikingarnar til ein slíkan dyst øðrvísi, enn tær eru, um eitt nú Kypros var mótstøðuliðið? - Tað haldi eg ikki. Ein dystur er ein dystur, og fyrireikingarnar eru tær somu. Men hinvegin eru ytru umstøðurnar kanska øðrvísi. Hetta er jú eitt munandi betri lið, og tí eru vónirnar kanska ikki so stórar til okkum, sum tær vóru tað móti Kypros, har fólk høvdu roknað við einum sigri. Og tá vit at enda spurdu Toda, hvussu beinini, ið so ofta hava argað, høvdu tað, var svarið í øllum førum positivt. - Eg haldi, at tey hava tað gott. Eg eri í øllum førum til reiðar at spæla við fullari ferð, staðfestir hann. Mortan tók møguleikan So er Todi í Lille Hóast vónbrotið var stórt, so er kiksaða skiftið ikki nakað, sum Todi hevur hugsað stórvegis um síðani Mortan úr Hørg trein við risa-fetum á føroyska landsliðspallin í dystinum móti Kypros. Og nogv bendir á, at sumbingurin fær afturval, tá liðið til Fraklands-dystin skal setast saman Nr. 167 • leygardagur • 3. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo