Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 167 - 3. september 2005 Henrik Larsen stað- festir, at talan er um ófatuliga trupla upp- gávu hjá føroyska liðnum leygarkvøld- ið. Ein uppgáva, har mótstøðan kanska er meira tendrað, enn hon vanliga er móti smátjóðum, og so kann talan gerast um eina ringa uppliving, heldur hann FRAKLAND-FØROYAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Bethune, Frakland: Tað verður helst ikki størri enn tað sama. Á útivølli móti Fraklandi, sum í fleiri ár varð roknað sum sterkasta fótbóltstjóðin í heiminum. Ein støða, sum tó broyttist nakað, tá menn sum Zid- ane, Makelele og Thuram takkaðu fyri seg, men júst hesir eru nú aftur. Aftur á einum landsliði, sum vil endurvinna støðuna sum nummar eitt, og tað er nakað, sum Føroyar skulu verða tey fyrstu at kenna. Og tað er ein veruleiki, sum Henrik Larsen eisini tykist ásanna. - Tað er í øllum førum eitt sterkt lið, sum vit skulu spæla ímóti á útivølli, heldur venjarin. Men hann leggur samstundis dent á, at sterka mótstøðan sum so ikki broytir stórvegis um tær fyrireikingarnar, sum verða gjørdar undan dystin- um. Heldur ikki, hóast talan seinast var um stórt vón- brot, tá úrslitið móti Kypros vísti 0-3. - Hetta er jú ein heilt ann- ar dystur, og tað er nokk eingin orsøk at tosa so nógv um Frakland, tí allir spælar- arnir vita jú væl, hvat teir standa fyri. Hjá okkum ræð- ur tí mest um at fyrireika okkum so væl, sum vit á nakran hátt kunnu. Tað vil siga, at vit skulu venja verjupartin væl og virðiliga, soleiðis at vit kunnu standa rætt á vøllinum. Og so mugu vit bara taka har og frá. Sjálvandi kunnu vit seta okkum at hyggja at sjón- bondum og studera teirra spælihátt, men tað fer ikki at hjálpa stórvegis kortini. Teir eru hvør sum ein klassa- spælarar, og er dagsformur- in tann rætti, so er ikki stór- vegis, sum vit kunnu gera kortini. Vit mugu bara vóna, at vit raka ein av okkara all- ar bestu døgum, og at tað sama so ikki verður gald- andi fyri teir. Leikliga framgongdin í lagi Eitt er sjálvandi, hvussu føroyingarnir standa í verjupartinum. Men hava tit so eisini gjørt nakrar fyrireikingar um, hvussu tit skulu gera, tá tit so hava fingið fatur á bóltinum? - Har er uppleggið tað sama, sum tað vanliga er. Tá vit soleiðis av og á fáa bóltin, skulu vit royna at spæla okkum niðaneftir. Tað haldi eg eisini hevur eydnast hampuliga væl í seinastuni. Millum annað móti Kypros, har eg haldi at vit slettis ikki spældu so galið, hóast úrslitið avgjørt ikki var nóg gott. - Júst hetta við úrslitun- um er eisini nakað, sum ikki hevur talað so nógv til okkara fyrimun í sein- astuni. Leikliga haldi eg, at framgongdin hevur verið góð, og til dømis í dystun- um móti Fraklandi og Ír- landi á heimavølli hevur talan verið um sera góð av- rik. Men tað eru jú úrslitini, sum telja, og har hava vit so verið ov stuttir mest sum hvørja ferð. Og tað er ikki ósannlíkt, at støðan verður tann sama leygardagin. Men kann tað ikki eisini hanga saman við, at tá vit loksins hava vunnið okkum niðaneftir, so er orkan ikki til at halda tankarnar savn- aðar seinasta pettið? - Sjálvandi kostar tað kreftir, um vit skulu spæla okkum niðan. Og ikki minst kostar tað eisini kreftir, tá vit skulu royna at vinna bóltin aftur. Tað ger ofta, at tað verður tungt at spæla bóltin runt móti teimum stóru liðunum. Men eg vóni so, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit, har vit ikki renna okkum inn í alt ov stóran bank. Tí kann eisini væl gerast úrslitið leygardagin. Órógvar náttarfriðin Við øðrum orðum, so kann staðfestingin vera, at lands- liðsvenjarin hesa ferð legg- ur størri dent á, at spælar- arnir fremja eitt gott avrik, heldur enn at medda eftir einum javnleiki. Ein niður- støða, sum Henrik als ikki er ósamdur í. - Tað kanst tú kanska siga. Ikki tí. Eg haldi sum heild, at innsatsurin til ein- støku uppgávurnar hevur verið sera góður ta tíðina, sum eg havi havt liðið. Sjálvandi hava onkrir svipsarar verið, sum t.d. í báðum dystunum móti Lit- ava í seinastu undankapp- ing. Men motivatiónin og fightaraviljin hevur altíð verið til staðar. Men júst til hesa uppgávuna kann fót- bóltsligi munurin gerast stórur. - Eg meini so við. Tú kanst hyggja at franska liðnum og teimum nøvn- um, sum teir hava á kortin- um. Tað eru jú spælarar, sum eru berandi kreftir og bestu liðunum í bestu deild- unum í Europa, so er einki at siga til, um tað gongur eitt sindur út yvir náttar- svøvnin. - Samstundis, so eru teir jú eisini menniskju. Og okkara vón er sjálvandi, at føroysku spælararnir eru tendraðir hundrað-túsund prosent, meðan hinir kanska taka meira róligt. Men við 45.000 fólkum á áskoðaraplássunum er trýstið á teir sjálvandi eisini til staðar, og uttan iva vilja teir vísa, at teir kunnu liva upp til álitið. Kann tað ikki eisini verða ein vansi fyri okkum, at hetta er dysturin, har Thur- am, Makelele og Zidane gera sítt veruliga come- back? - Tað er jú klárt. Frakland er í teirri støðu, at teir mugu og skulu vinna bæði hendan og næsta dystin. Og so er tað jú eitt fínt høvi, at júst Føroyar eru fyrsta mót- støðuliðið. Tað kann gera, at eisini teir eru sera upp- settir til dystin. At teir vilja vísa heiminum, at teir aftur eru eitt stórveldi. Júst hetta er kanska tað, sum eg beri størsta óttan fyri. Tølini lítið at siga Tá tosast skal um uppstill- ingina, plagar ein av spurn- ingunum altíð at vera, hvørt Føroyar skulu spæla við einum ella tveimum monn- um á toppinum, men júst hetta tykist Henrik Larsen ikki leggja stórvegis dent á í sínum uppleggi. - Tað ræður fyrst og fremst um hjá okkum, at kortini verða blandað rætt. At vit í verjupartinum koma at dekka so stóran part av vøllinum sum gjør- ligt, og so mugu vit taka tað haðani frá. - Hinvegin merkir tað ikki, at vit bara skulu leggja okkum skerflatar fyri yvir- veldinum. Vit skulu fram- vegis royna at spæla gjøgn- um allan dystin, og fáa vit nakrar møguleikar, so mugu vit royna at taka av. Um tað so merkir, at vit spæla við einum ella tveim- um monnum á toppinum, hevur helst minni at siga. Uttan iva verður tað so, at vit koma at standa langt afturi á vøllinum, tá vit vinna bóltin. Og er okkara uppstilling 4-5-1, so merkir tað bara, at vit mugu royna at fáa miðvøllin niðan við. Tað ræður enn einaferð um, at vit skulu standa rætt á vøllinum, og so má tað bara takast har frá, staðfestir Henrik Larsen at enda. Kann gerast óbehagiligt