leygardagur 3. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
23
Virus
helt
Claus
afturi
Beint undan seinnu venj-
ingini
hósdagin
kom
seinasta spælarin afturat
føroyska landsliðshópin-
um. Claus Bech Jørgen-
sen var nevnliga ikki við,
tá ferðalagið savnaðist á
flogvøllinum í Lille.
Hann hevði havt búkil-
sku, og tá hetta eftir øll-
um at døma var orsakað
av einum virus, helt
landsliðslæknin tað vera
skilabetri, um hann ikki
kom yvir, fyrr enn smittu-
vandin við hesum var av.
Tað skuldi hann verið
hósdagin, og Claus tók
eisini lut í seinnu venj-
ingini hendan dagin, tó at
hann ikki tóktist vera
heilt so væl fyri, sum
hann vanliga er.
Roknað verður tó ikki
við, at tað fer at bila stór-
vegis til dystin. Nakrar
góðar máltíðir og nakað
av hvíld plaga at hjálpa
væl í so máta, soleiðis at
kroppurin aftur fær ta
orku, sum hann eigur at
hava, og lítil ivi man vera
um, at enski útisetin verð-
ur partur av taktikk-talv-
uni, tá Henrik Larsen fer
at seta liðið leygardagin.
-mørk
Búkilska helt Claus burturi
frá fyrstu venjingini, men
hósdagin legðist hann
afturat føroyska hópinum
Mynd: Álvur
Fótinum bilar einki
Jón Rói Jacobsen hev-
ur ikki vant við full-
ari ferð, men boðini
eru kortini, at hann
er 100% leygardagin
SKAÐI
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Bethune, Frakland: Eitt
av ivamálunum, sum hesa
ferð hevur tikið seg upp
undan landsdystinum, er,
hvørt tað skuldi eydnast at
fáa Jón Róa Jacobsen klár-
an til uppgávuna leygar-
dagin. Ivin stendst av, at
Jón Rói fyri 10 døgum síð-
ani keikti sær fótin, tá Frem
spældi móti Vejle í donsku
steypakappingini.
Týsdagin vandi Jón Rói
fyri fyrstu ferð aftur við lið-
feløgunum, og hann var
eisini partur av liðnum,
sum mikudagin fór til Frak-
lands.
Verður spardur
Undir venjingunum hevur
Jón Rói tó fyri tað nógva
verið at sæð fyri seg sjálv-
an, men tá vit fingu orðið á
hann, helt hann ikki, at
nakar sum helst ivi var um,
at hann er til reiðar, tá
dysturin skal spælast.
- Hetta er so fyrsta ferðin,
at eg venji rættiliga við
bólti í eina viku, og tað
hevur gingið væl. At byrja
við var kanska eitt sindur
tungt at seta fótin til, men
tá eg var vorðin heitur, so
gekk tað fínt. Tað kann
sjálvandi vera, at møðin í
fótliðnum fer at merkjast,
tá eg eri kaldur aftur, men
tað fáa vit so at síggja.
Jón Rói sigur annars, at
hesa seinastu vikuna er
mesta tíðin farin til at halda
fótinum í frið. Men at ein-
stakir túrar tó hava verið á
súkklu. Eisini hóast hann
ikki heldur, at nakar vandi
er fyri eini niðurgongd í
konditionellu støðuni.
- Tað er bara ein vika,
sum tað snýr seg um, so tað
er ikki tað stóra, sum eg
missi í so máta.
Og landsliðsvenjararnir
tóktust heldur ikki vera
bangnir fyri hesum. Tá inn-
anhýsis dystur seinni var á
skránni undir venjingini,
slapp Jón Rói als ikki upp í
part. Sjálvur vildi hann ann-
ars gjarna vera við, men
Henrik Larsen helt tað vera
rættast, um hann bara tók tað
róligt fram til dystardagin.
Bara keylur
Og sjálvur letur verjuspæl-
arin ongan iva vera um, at
hann er klárur at renna eftir
Henry og hinum álops-
stjørnunum í 90 minuttir?
- Tað verður nokk eingin
trupulleiki. Og tað er eisini
so, at tá tú skalt royna teg
móti slíkum spælarum, so
verður orkan tað pettið
størri av sær sjálvum.
Stóru uppgávurnar hava
eisini ofta víst seg sum
pallurin, har føroysku av-
rikini eru lyft upp á hægsta
støði, meðan teir á pappír-
inum
lættari
dystirnir
kanska hava verið teir, har
okkara havt havt tað trupl-
ast.
Trupult verður tað undir
øllum umstøðum leygar-
dagin, og Jón Rói heldur, at
talan helst er um størsta
uppgávuna, sum føroying-
arnir nakrantíð hava staðið
fyri. Eisini, um sammett
verður við útidystin móti
Týsklandi fyri tveimum
árum síðani.
- Tað verður kanska nak-
að øðrvísi, men eg ivist ikki
í, at hetta verður minst líka
stórt, sum tá vit spældu í
Týsklandi.
Og tað at ein spælari sum
Zidane ger sítt veruliga
come-back í hesum dystin-
um. Er tað nakað, sum sigur
tykkum nakað?
- Sjálvandi er tað nakað,
sum vit tosa um áðrenn
dystin. Tað er jú ein risa
uppliving at spæla móti
einum av bestu spælarun-
um, sum nakran tíð hava
verið. Men undir dystinum,
so er tað kortini øðrvísi. Tá
eri teir bara keylur, sum
allir aðrir, staðfestir før-
oyska verjuálitið at enda.
Hóast dystartalið hjá
metmanninum á
landsliðnum, Óla
Johannesen, í næstum
fer um tey 75, so
skerst ikki burtur, at
talan framvegis er um
imponerandi mót-
støðu, sum liðfor-
manninum stendur
fyri leygardagin
LIÐFORMAÐURIN
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Bethune, Frakland: - Tað
er einki at ivast í. Tað verð-
ur ein fantastisk uppliving,
og hon verður ikki verri, nú
onkur ávísur spælari er
komin afturat hópinum hjá
teimum. Tað er jú nakað av
tí størsta, sum tú kanst
uppnáa, tá tú skalt spæla
móti slíkum stjørnum. So-
leiðis ljóða boðini frá Óla
Johannesen, tá vit undir
seinnu venjingini hósdagin
spurdu hann um avbjóðing-
ina, sum nú stendur fyri
framman.
Og tað ljóðar eisini, at
talan verður um fult stadi-
on, nú Zidane og aðrir aftur
eru við?
- Tað merkir so bara, at
upplivingin og stuttleikin
verður enn størri, staðfestir
Óli.
Gekk væl á Tórsvølli
Men hóast glitrandi um-
støðurnar kring dystin, so
staðfestir Óli, at fyrireik-
ingarnar hjá sær og við-
spælarunum ikki verða
stórt øðrvísi, enn tær plaga
at vera.
- Tær broytast ikki stór-
vegis. Sjálvandi er tað í
tonkunum, at túsundtals
fólk hyggja, og at hesin og
hasin eru við á mótstøðu-
liðnum. Men hjá okkum er
støðan tann sama. Tað er at
halda fast um spælistílin og
tær avtalur, sum vit hava
gjørt. Óansæð um talan er
um Sveis, Írland ella Frak-
land, so vita vit av, at vit
koma undir eitt stórt trýst.
Men tá tit spældu í
Føroyum móti Fraklandi,
høvdu tit leingi eitt gott tak
á franska liðnum?
- Sjálvur haldi eg, at vit
spældu ein ótrúliga góðan
dyst ta ferðina. Vit vóru
væl við í fyrra hálvleiki, og
tá teir vóru 10 mans, sá tað
í løtum út til, at vit kundu
trýsta teir.
Men ambitiónirnar til
dystin hesaferð eru kanska
ikki til eina endurtøku av tí
avrikinum?
- Tað verður helst trupult,
um vit ætla okkum at trýsta
teir niðan í egnan brotsteig.
Men hinvegin er so heldur
ikki ætlanin, at vit skulu
standa í verjuni og lossa
burtur alla tíðina. Tað vita
vit í øllum førum verður ov
tungt í 90 minuttir. Okkara
setningur er at halda fast í
bóltinum, tá vit einaferð fáa
fatur í honum, og so mugu
vit jú vita, hvat kann spyrj-
ast burturúr.
Avrikið alt at siga
Skal tosast um skránna,
sum landsliðið hevur, so
skerst ikki burtur, at dyst-
urin liggur væl fyri. Ikki
minst tí føroyska kappingin
hevur verið í gongd so
leingi.
- Vit burdu í øllum førum
verið væl fyri, hóast tað
ikki skal skiljast soleiðis, at
vit halda okkum vera betri
fyri enn hinar. Men tað er í
øllum førum nakað nógv
betri, enn um dysturin varð
spældur í mars mánaði.
Soleiðis tykjast vánirnar
hjá Óla at vera góðar undan
dystinum, men tá tosað
verður um, hvat eitt gott
úrslit er hjá liðnum, leggur
hann ikki so nógv í at svara.
- Eg tími so ikki at tosa
um stig ella mál. Klára vit
at gera ein góðan innsats -
kanska eins góðan sum
seinast móti Fraklandi - so
er tað gott. Ta ferðina
skuldu vit reisa okkum eftir
eitt vánaligt úrslit móti
Sveis, so støðan er kanska
ikki heilt ólík hesaferð,
staðfestir liðformaðurin.
Imponerandi mótstøða
Henry, Wiltord, Giuly og
Cissé eru menninir, sum
føroyska verjan skal ansa
leygarkvøldið. Og Jón Rói
sigur seg vera púrasta kláran
at elta hesar í 90 minuttir
Óli Johannesen hevur vónir
um, at góða avrikið frá
heimadystinum móti Frak-
landi verður endurtikið. Men
sum hann tekur til, so verður
tað neyvan so, at føroyska
liðið skal trýsta mótstøðuna
aftur í egnan brotsteig